24
Nr. 331 Hósdagur 2. desember 2004 12,- Nggja uppbos- sllan skipa Byrja verur 1. januar Nggju og stÆsiligu skipini hjÆ p/f Polarstjlrnuni komu til Leirvkar seinasta tskvlld. BœskaparrÆi heiurligt? Endurtekur tlkiligar skeivar grundgevingar. Nggju Leirvkstrolararnir komnir til landi Keypmannadttir Leirvk: FrÆslgn hjÆ 93 Æra gomlu Doru Dora, tta œr Leirvk, bœsitandi Æ Vatnsoyrum, hevur skriva Æhugaverda frÆslgn um sna samt. Síða 21 Síða 4 Síða 9 Síða 3

Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

  • Upload
    others

  • View
    2

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Nr. 331 Hósdagur 2. desember 2004 12,-

Nýggja uppboðs-sølan skipaðByrjað verður 1. januar

Nýggju og stásiligu skipini hjá p/f Polarstjørnunikomu til Leirvíkar seinasta týskvøld.

BBúússkkaappaarrrrááððiiðð óóhheeiiððuurrlliiggtt??Endurtekur íítøkiligar sskeivar ggrundgevingar.

NNýýggggjjuu LLeeiirrvvííkkssttrroollaarraarrnniirrkkoommnniirr ttiill llaannddiiðð

Keypmannadóttir í Leirvík: Frásøgn hjá 93 áragomlu DoruDora, ættað úr Leirvík, búsitandi á Vatnsoyrum,hevur skrivað áhugaverda frásøgn um sínasamtíð.

Síða 21

Síða 4

Síða 9

Síða 3

Page 2: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Kristian Fríðrik stjóri á land-ingarmiðstøðini á ToftumSum tað er alment kunn-ugt verður Føroya Fiska-marknaður umlagdur, soeitt nýtt felag skal takasær av uppboðssøluparti-num, meðan gamla fel-agið verður landingarmið-støð við øllum tí sumhoyrir uppí hetta. Hettamerkir, at tveir nýggirstjórar skulu setast, tíundanfarni stjórin er farinúr starvi.

Nú er stjóri settur fyrilandingarmiðstøðpartin,og hetta verður KristianFríðrik Olsen, ið er Klaks-víkingur. Hann er 52 áragamal, og hevur starvast áuppboðssøluni í Klaksvík,nærum síðan hon byrjaði.

Kristian Fríðrik er álitis-maður. Hann hevur í fleiriskeið verið limur í Klaks-víkar Býráð, og hesa ferðvar hann bert heilt fáaratkvøður frá at verða fyrstvaldur.

Hetta nýggja starvið erein avbjóðing, tí tað verð-ur ikki tað sama at rekalandingarmiðstøðina einsa-malla, nú hon ikki longurhevur uppboðssøluna aft-urat sær.

Vit ynskja Kristian Fríð-rik tillukku og ynskja hon-um eydnu við tí nýggjastarvinum. Í næstum kannroknast við, at starviðsum stjóri á uppboðs-søluni eisini verður sett.

Kristian Fríðrik Olsen er settur sum stjórifyri landingarmiðstøðini. Hann er

klaksvíkingur og er 52 ára gamal oghevur starvast á uppboðssøluni í Klaksvík

Manningin er av �Morning Star�

3350 F 03141

Skipsmanningin í seinasta blað mynd 3350 F 03141 er tikin í 1924, helst av Absalon Joensen, og hon erav “Morning Star”. Hon var ein av teimum 10 sluppunum, sum vórðu keyptar í senn úr Íslandi heystið1913. Hon varð bygd í 1882 í Bretlandi, og hon varð seld Føroya sama ár, sum hon varð keypt til Íslands.Manningin er henda:

1.Tróndur Olsen, undir Heygnum, Kollafjørð2.Wilhelm Thorsteinsson, á Brúgv, Trongisvágur3. Dánjal Oliver Jacobsen, í Hvilvt, Sandvík.4. Niels Hansen, á Sjógv, Strendur.5. Sofus Jensen, á Dul, Strendur.6. Johan Poulsen, hjá Minu, Sandvík.7. Dánjal Poulsen, hjá Minu, Sandvík.8. Rasmus Jacobsen, Morskranes.9.Niclas Olsen, undir Heygnum, Kollafj., bestimaður

10. Eliesar Thorleifsson, skipari, Strendur.11. Emil Jacobsen, Kollafjørð12. Friis Kjær, Strendur.13. Sofus Petersen, í Hvilvt, Fámjin14. Christian Thorleifsson, Strendur.15. Hjalmar Petersen, Fuglafjørð.16. Josef Kjærbo, Sumbæ17. Sofus Davidsen, Æðuvík.

Page 3: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 3Nr. 331 - 2. desember 2004

Tað er altíð hugaligt tánýggj skip koma til land-ið.

Hetta er ikki minst gald-andi í eini tíð, tá so nógvverður tosað um kreppu.Tá er gott at menn havamót.Týskvøldið komu teynýggju skipini hjá p/fPolarstjørnuni til Leirvík-ar. Hóast sera ófantaligtveður var hópur av fólkiðkomið at taka ímóti.

Osmundur Justinussenhevur verið ein av okkaramest framfýsnu reiðarum.Fyrsta skipið, “Magnus íRituvík”, kom í 1972. Síð-an tá hevur reiðaríiðfingið út móti 30 skipum.Tey nógvu er so farinaftur, men framvegis erreiðaríið eitt tað størsta íFøroyum. Nýggju skipinikoma í staðin fyri tveyonnur við sama navni,sum aftur avloystu tveyonnur við sama navni.Hvørja fer verða skipinimeira og meira framkom-in, og merkir hetta eisinibetri umstøður hjá fiski-monnum. Her er bæði tal-an um liviumstøður um-borð og vónandi eisiniinntøkumøguleikar.

Vit vóru á keiuni ogtóku ímóti, og hava vitnakrar myndir frá móttøk-uni. Vit ynskja hjartaligatillukku.

�Polarhav� og �Stjørnan� komnar

Borgmeistarin Sjúrður Eliasen heldur røðu.

Jórun og Osmundur. Hetta var stórur dagur hjá teimum.

F.v.Karl Johan, sum hevur greitt frá sínum lívi, eisini á sjónum, í Rás 2 er gifturvið Maritu, systir Osmund. Theodor er gamal fiskimaður, og kona hansaraElisabeth er eisini systir Osmund.

Thorleif, sjómanstrúboðarin, er sjálvsagt við.Her erhann saman við 91 ára gamla pápanum, Dánjal,sum hevur verið við deyðsiglara. So hann hevursanniliga upplivað broytingar í umstøðunum hjáfiskimonnum.

Skiparin JørmundOlsen

Dragoslav er ættaður úr gamla Jugoslavia, og gjørd-ist føroyskur fiskimaður. Hann hevur sjálvsagtbørnini við umborð.

Royking bannað.Fult útí samsvar við sáttmálan.

Page 4: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 4 Nr. 331 - 2. desember 2004

Tað má sigast, at seinastafrágreiðingin hjá Búskap-arráðnum er væl “timað”.Síðani tað illa ber til atkóka meiri súpan burturúr Heðin Mortensen ogTorbjørn Jacobsen, so fáafjølmiðlarnir nú upp íhondina heilar 49 síðurav tíðindum, sum verðalýst sum nærum bíbilskirsannleikar, og sum afturttí kunnu bjarga eini heil-ari tíðindaviku ella meira.

Boðskapurin hesa ferðer, at tað eru “kraddarar”við seráhugamálum, sumeru forðingin fyri, at vitfáa kunnu fáa tað so gott,sum vit kundu fingið tað.

Samstundis boðar for-maðurin í ráðnum frá, athann leggur frá sær, oggrundað á tað, er longutann “myta”grundløgd, athann er hoknaður undirósakligum ágangi frá teim-um, sum kenna seg hóttella rakt av hansara ográðsins “røttu” sjónarmið-um. Hetta kann geva høvitil eina meting av sein-astu frágreiðingini fráeinum “kraddara”.

Eru áhugafeløg bertkraddarar?Tað er eingin ivi um, atnýggjasta frágreiðingin,sum so, er eitt væla avrik,og tað liggur uttan ivanógv vitan aftan fyri hana.Hetta verður prógvað viðtilvísingunum, sum teljaikki færri enn 32 keldur.

Tað er heldur eingin ivium, at í nógvum førum,har ráðið hevur atfinn-ingar, eru hesar fullkomi-liga rættar.

Í øðrum førum kannsigast, at tað bert nnaakkaaððum tað, sum verður sagtella funnist at.Men manna-gongdin er so tann, at hartað “bert” kann veranakað um tað, verður jústhheettttaa gjørt til tann einastasannleikan.

Sum t.d. sjónarmiðinium “seráhugamálini”, t.v.s.vinnufelagsskapirnar, sum“kraddarar”, sum avgjørtikki er positivt meint.Taðkann tað sjálvsagt veranakað um.Tað má jú veraein uppgáva hjá einum oghvørjum felagsskapi atvirka fyri tess áhugamál-um, og tað kann ikki veranakað forborgið í tí. Taðgera øll onnur feløg allastaðni í verðini.

Men sambært myndinihjá Búskaparráðnum sogera feløgini ikki annaðenn at “kradda”, og hettalýsir hugburðin hjá ráð-num móti vinnufeløgum.Tey flestu vinnufeløg geraeitt stórt arbeiði fyri atgeva eitt íkast til loysn avdagsins trupulleikum. Ogmangan hevði verið betri,

um meiri hevði veriðlurtað eftir hesum.

Fulla søgan umkraddingEitt dømi hjá búskapar-ráðnum um kradding er,at skip (og fiskimenn) fáaveiðirættindini ókeypis,og at tey seta seg í móti atgjalda fyri hesi rættindi.

Vinnan kann her vísa á,at tað var hhoonn, sum sein-ast í 80-unum legði tilbrots fyri at fáa marknað-arbúskap í staðin fyri tannpolitiskt ásetta planbú-skapin, sum hevði veriðgaldandi framm undan,har hundrað tals mió.árliga vóru goldnar árligaí studningi. Hetta er einlongri søga,men í stuttumkann sigast, at hetta skap-ti ein dynamikk í fiskiídn-aðinum, sum eingin hevðikunnað ímyndað sær fram-manundan.

Úrslitið var, at vit bæðisluppu undan vanligumstudningi, og fingu mun-andi hægri prísir ennframmundan.Vinnan held-ur seg hava givið eitt seragott íkast til praktiskanvinnupolitikk við hesumtiltaki. At tað so hevurgingist verri seinastu árinier ein onnur søga.

Og nú skal vinnan ill-kennast fyri, at hon ikkileypir á leistum at skulagjalda inn í landskassanvið uppskotinum um, atfiskirættindi skulu seljast-/keypast á uppboði einsog haruhagar. Hetta ergjørt við teirri vanliguakademisku “betrivitan-ini”, har tann eftir egnumtykki klóki skal læra tannminni klóka. Vinnan hev-ur m.a. víst á praktiskartrupulleikar við uppskot-nu skipanini, men hesumhevur ráðið ongan áhugaat útgreina nærri.

Ráðið hevur als ikkihavt áhuga í at diskuteravið vinnuna um hetta sumonnur mál, hóast lóginfyri ráðið beinleiðis legg-ur upp til, at hetta kannverða gjørt við fylgjandiáseting:

Formaðurin kann, harráðið metir tað neyðugtvið serkønari ráðgevingí viðgerð av einum evni,økja um limatalið í ráð-num til hetta endamál.

Hetta er ikki gjørt við-víkjandi FF,og heldur ikkionnur vinnufeløg, hóasttey hava gjørt vart viðtørvin.

Hevur búskapar-ráðið ikki skyldu athalda seg til sann-leikan?Tað vísir seg nevniliga, at

ráðið fyrst ger niðurstøð-urnar, og síðani verðagrundgevingarnar tillag-aðar hesum.

Vit spyrja,um búskapar-ráðið veruliga onga skyld-ur hevur fyri vanligarireiðiligheit, ella um taðikki hevur skyldu at haldaseg til sannleikan í sínumgrundgevingum. Og hev-ur tað ongan týdning fyriráðið hvørjar avleiðingarið eru av tess heilt upp-lagt manglandi heiðurlig-heit?

Í frágreiðingum hjá ráð-num eru nógvir leysirpástandir, sum hvørkikunnu prógvast ella mót-prógvast.

Men sannleikavirðið hjáráðnum kann staðfestastvið ítøkiligum ósannind-um.

Í summar kravdu vitfrágreiðingina frá búskap-arráðnum fyri 2003 rætt-aða í tí sum m.a. stóð umavleiðingarnar av skatta-skipanini hjá fiskimonn-um:

Hetta ger, at meira ar-beiðsmegi enn annarsleitar yvir móti fiski-skapi. Yvir tíð vil hettagera, at lønin í fiskiskapiáðrenn skatt verður læg-ri, enn hon annars hevðiverið. Ónatúrliga stóraútboðið av arbeiðsmegií fiskiskapi vil sostattgera, at arbeiðsgevarar-nir í fiskivinnuni sleppabíligari og tí umbiðameira arbeiðsmegi, ennteir annars høvdu gjørt.

Vit gjørdu í einum long-um brævi Búskaparráðiðvart við, at hesi sjónarmiðvóru beinleiðis skeiv. Ráð-ið grundgevur, sum umfiskimenn verða løntireins og fólk á landi, harnýggj løn í krónum verð-ur ásett í hvussu er annaðhvørt ár. Fiskimenn fáaein ásettan ppaarrtt av veiðu-ni, og inntøkurnar lagaseg eftir tí. Tí kann pá-standurin hjá ráðnum lætt-liga eftirkannast, og taðkann staðfestast, at part-urin hjá fiskimonnum erveruliga er øktur, síðanskattaskipanin hjá fiski-monnum kom. Og hettaavvísir umrødda pástand.

Henda sáttmálaskipanger eisini tað, at einkigrundarlagið er fyri pá-haldinum um, at skipaningevur reiðarum áhuga ímeira og bíligari arbeiðs-megi enn annars. Skipan-in ger nevniliga eisini tað,at tað er í áhuga skip-arans, sum setur fólkið, athava minst møguliga mann-ing við.

Við síni vanligu “betri-vitan” avvísti formaðurrin

í Búskaparráðnum í út-varpinum hesi sjónarmið,hóast FF má sigast at havaeina servitan á júst hesumøki. Samstundis segðihann, at FF skuldi fáa svaraftan á summarferiuna.

Enn er einki svar kom-ið, hóast vit eru komin útí desember mánað.

Ósannindi mótibetri vitanÍ nýggjastu frágreiðinginistendur hinvegin fylgj-andi nota:

Hartil kemur, at skipan-in førir til størri íløgurenn annars í skip, tíavkastið er yvir normalthøgt vegna ókeypit fiska-tilfeingi oogg mmiinnnnii ttrrýýssttuumm hhææggrrii hhýýrruurr ((ffiisskkii--mmeennnn hhaavvaa íí ssttaaððiinn ffiinngg--iiðð sskkaattttaallæættttaa)).. SSoolleeiiððiisshhaavvaa rreeiiððaarraarrnniirr ffiinnggiiððssíínn ppaarrtt aavv sskkaattttaallæættttaa--nnuumm..

Hinvegin hevur skilligtnokk verið stórt trýst umhægri hýrur fyri almentlønt umborð á strand-fara- og vaktarskipum.

Fyri ikki at leingja umgreinina, skulu her bertgerast viðmerkingar til taðundirstrikaða. Hertil er atsiga í stuttum, at hetta eerruubbeeiinnlleeiiððiiss óóssaannnniinnddii. Ogikki bert tað, hetta eruósannindi í mmóóttii bbeettrriivviittaann. Hvussu forherðaðráðið er sæst av tí, atmeðan tað í fyrru frá-greiðingina verður sagt, atav umrødda avleiðing fórat henda “yvir tíð” sigurteir nú, at reiðararnirlongu “hava fingið sínpart av skattalættanum”.

Hetta sigur ráðið, hóasttað hevur fingið einafullkomna frágreiðing umhesi viðurskifti. Og skulditað framvegis verið í iva,kundi tað sett seg í sam-band við FF ella enntábrúkt ta umrøddu heim-ildina at víðka ráðið viðserkunnleika í ávísum mál-

um. Men hetta váttar enneinaferð tann arbeiðshátt,sum búskaparráðið nýtir,nevniliga at skera grund-gevingarnir til eftir ynsktuniðurstøðuni eftir “hug enhæl og skær en tå” prin-sippinum. Hetta er annarstær royndir, sum vit havaav ráðnum serstakliga í tísum er hent í summar, ogsum ikki skal endurtakasther.

Finna seg ikki í hesumTað skal sigast, at FF ætlarsær ikki at finna seg í hesimannagongd, og júst hes-in hugburður og arbeiðs-háttur er orsøkin til, at vithava gjørt bart. Her er alsikki talan um, at vit viljaavmarka talifrælsið hjánøkrum, sum tað verðurgjørt til, enntá av einumviðurkendum bankastjóra.Vit viðurkenna fult út, atonnur hava annað sjónar-mið enn vit um fiski-mannaskattin. Men vitgóðkenna ikki, at viður-skifti fiskimanna verðagrundað á ósannindumog manipulatión, ið bein-leiðis eru ætlað at skaðaáhugamál hjá fiskimonn-um, enntá uttanfyri Før-oyar. Og at hetta skalverða roknað fyri at køvaeitt frítt orðaskifti hevursjálvsagt ikki tað minstavið verunleikan at gera.

PávakentFøroysku fjølmiðlarnirhava eina politiska og aka-demiska kliku, sum hevureina pávakenda støðu.Henda klikan hevur full-komiliga fría atgongd tilmikrofon og blaðrúmd.Og henda klikan fær ikkiein tann einasta kritiskanspurning, heldur ikki, tátað er fullkomiliga ósam-svar millum tað hon sigurog veruleikan.

Vit hava ikki fyrr havteitt so gott dømi umhvussu eintáttað okkaraeftir egnu meting pro-

fessionella pressa er, sumí umrøðuni av búskapar-ráðnum síðan í summar.

Ráðið við formanni erendurtikið, sum um taðumboðar bíbilskan sann-leika.

Samb. ráðnum kannbert vera ein orsøk hjáøðrum at hava aðra hugs-an, og hon er at tey viljaverja egin áhugamál. Tey,sum vísa á hetta, sleppabert framat við sínum sjón-armiðum, um hetta aaffttaannáá kann geva formanni-num høvið til at fáa síðstaorðið. Viðurskifti sumkundu fingu javnvág ítíðindaflutningin verðatøgd í hel. Og hetta verð-ur gjørt út frá tí almentfráboðaða prinsippinumhjá Jógvan Jespersen, atslík tíðindi verða ikkieftirkannað fyri sannleika-virði.

Vit síggja eisini aftan áhesa síðstu frágreiðinginahjá Búskaparráðnum, attað er eingin av teimumdemoniseraðu “kraddaru-num”, sum hava kloyvt ítvey. Eingin av fjølmiðlun-um hevur sett seg í sam-band við hesar, so sjón-armiðini hjá kraddarun-um eisini kunnu komafram.Og meðan orðaskiftií útvarpi og sjónvarpi kannskipast um alt møguligtannað, so er als eingina-hugi orðaskifti um frá-greiðingarnar frá búskap-arráðnum og tann serarelevanta spurning, hvattað kann loyva sær. Hettaer ein einsrætting, sum vitneyvan hava sæð síðangomlu góðu Pravdu. Ennminni er orðaskifti umfjølmiðlaetikk. Tað torateir snøgt sagt ikki, ti harer eingin.

So tað er sanniliga einspurningur um, hvør iðkøvir hvønn í einum fræs-um orðaskifti.

ó.

Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum:

Viðmerking frá einum kraddara

Hendan notan er er bert eitt dømi um "reiðiligheitina" hjá stórt sæð einumsamlaðum búskaparráð tó við undantak av Óla Samró.Hesi fólkini seta ikki størri krøv til sannleikavirðið í síni frágreiðing, enn attey endurgeva pástandir, sum teir hava fingið at vita eru skeivir.

Page 5: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 5Nr. 331 - 2. desember 2004

Skálaberg í AberdeenSøgan aftanfyri omanfyri-standandi mynd,sum BirniHansen á Noroyri eigur,Birni er sjálvur við ámyndini:

“SKÁLABERG” trolarinhjá Kjølbro, sum var bygd-ur í Týsklandi í 1956, komfyrst í juli mánaði 1958 tilAberdeen á veg til Grøn-lands við fullari manning,umleið 50 monnum. Áðr-enn farið varð til Grøn-lands skuldi trolarin íflótidokk hjá Hall Russell,skipasmiðjuni í Footdee,at reinsa botnin og fáaskipið málað.

Sofus Poulsen, sum eis-ini er við á myndini greið-ir soleiðis frá:

Veðrið hetta summariðvar av tí allar fagrasta, oghitin lá upp í móti 30stigum.Skiparin Kaj Johan-nesen, ringdi og spurdi,um eg kundi fyrireikaeina útferð við manning-ina eftir arbeiðstíð kl 17.Eg svaraði, at um minst 20teknaðu seg, so kundihetta lata seg gera.Eg fekk22 nøvn og fekk síðaniein buss og bílegði einlættan nátturða á DouglasArms Hotel í Banchory,sum liggur umleið 30 kmfrá Aberdeen.

Komin oman til Foot-dee við bussinum fór egumborð á “Skálaberg” attosa við skiparan.Tá ið egkom í land aftur, var buss-urin so at siga fullur, tístørsti parturin av mann-ingini var í bussinum. Egfekk tó pláss har frammihjá sjaførinum, har hátal-arin var, so eg kundigreiða teimum frá tí, sumhevði áhuga.

Vit koyrdi fyrst til Ban-chory,har vit ótu nátturðaog haðani fóru vit niðan á

Cairn o´Mount, har mynd-in er tikin - Birni Hansensigur, at hetta var tann 8.juli 1958. Aftanfyri mann-ingina sæst ein stór grót-rúgva - ein varði. Eg havispurt um steinarnir, sumvarðin á Cairn o´Mounter laðaður við, hava nakr-an serligan týdning, meneingin har á leið visti nak-að um tað.Tó var skikkurhjá teimum, sum kláraðuat koma niðan hagar, atleggja ein stein aftrat varð-anum, soleiðis sum eisini

varð gjørt í Føroyum.Á veg aftur steðgaðu vit

á í Edzel, sum er ein vakurlítil býur í Kincardine-shire. Síðani koyrdu vit tilAberdeen via Stonehavenog vóru aftur hjá “Skála-bergi” um midnáttartíð.”

“Skálaberg” lá í Aber-deen í umleið 1 viku ogfór haðani beinleiðis tilfiskiskap undir Grønlan-di.Tað hevði neyvan latiðseg gjørt í dag, men tíðirbroytast.

Í desembur fara vit at bjóða eina serliga røð tilnýbyrjaran innan teldu. Hvørt skeið er í einheilan dag, og er hendan røð tí serliga væl-egnað til td sjómannin. Eingin krøv til for-kunnleika eru - vit byrja frá grundini.

06/12 Lær myndaviðgerð- digitalfoto og skanning1 x kl. 08:30 - 15:30

07/12 Lær at nýta teldu1 x kl. 08:30 - 15:30

08/12 Lær at nýta bókhald1 x kl. 08:30 - 15:30

08/12 Lær at nýta tekstviðgerð1 x kl. 08:30 - 15:30

15/12 Lær at nýta rokniark1 x kl. 08:30 - 15:30

16/12 Lær heimasíðusmíð1 x kl. 08:30 - 15:30

17/12 Lær at nýta internet1 x kl. 08:30 - 15:30

Kostnaður fyri hvørt skeiðið er kr. 1.985. Íroknað ískeiðkostnaðin er skeiðtilfar, leskidrykkir, the, kaffiog ábit. Tekning fer fram á tlf. 320 204 ella á[email protected]

Telduskeiðrøð til nýbyrjaran

Tekna teg til tveyskeið og fá eitttriðja ÓKEYPIS

1.Andrias Sørensen (nýggjagarð), Hvannas.2. Óli Sørensen, Viðareiði3. Sigurð S. Simonsen, Fuglafjørður4. Leivur Zachariasen, Klaksvík5.Alex Sivertsen, Hvannasund6. Malvinus Hansen, Klaksvík7. Oddmar Færø, Toftir8. Svend Niclasen, Klaksvík9. Leivur Vitalis, Klaksvík10. Louis Eliasen, Klaksvík11. Joen Jac. Hansen, Klaksvík12. Julius Hammer, Tvøroyri13. Árni S. Simonsen, Fuglafjørður14. Hans Christian Danielsen, Fuglafj.15. Karl Jacobsen, Vatnsoyrar16.Albin Jacobsen, Vatnsoyrar17. Petur Jacobsen, Vatnsoyrar18. Petur Ove Ellingsgaard, Klaksvík19. Jákup Mohr, Fuglafjørður20. Olaf Olsen, Søldarfjørður21. Jaspur Klakstein, Klaksvík

22. Poul Nielsen, Klaksvík23. Martin Nielsen, Vatnsoyrar24. Josvein á Hædd, Klaksvík25. Hans Jac. Olsen, Syðrugøtu26. Esmar Eliasen, Klaksvík27. Julius Steffensen, Árnafjørður28. Magnus Justesen, Norðdepli29. Birni Hansen, Norðoyri30. Samson O. Samson, Klaksvík31.Absalon Joensen, Klaksvík32.Arni Ziskason, Klaksvík33. Erland Joensen, Klaksvík34. Justines Hansen, Klaksvík35.Torkil Vestergaard, Tvøroyri36. Guttørm Sørensen, Hvannasund37. Sofus Poulsen, Aberdeen

Kona Leivur Vitalis stendur í millum 8og 9. Jaspur Klakkstein (21) hevur 3-ára gamla Dany Poulsen á arminum.

Page 6: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 6 Nr. 331 - 2. desember 2004

Tað tykist sum ein tannmest óloysiligi spurning-urin í føroyska samfelag-num er, hvussu skipastskal fyri við ráfiskinumundan Føroyum.

Her er talan um áhuga-mál hjá trimum avgerandibólkum í samfelagnum,nevniliga:

1. teimum sum veiða, ogsum ynskja at fáa mestmøguligt fyri fiskin

2. teimum sum arbeiða áflakavirkjunum, sum viljahava mest møguligt ar-beiði og

3. flakavirkini, sum ynskjaat fáa hendur á mestmøguligum fiski at virka.

Trupulleikin kemur í, támeira fæst fyri óvirkaðafiskin uttanlands enn viðat avreiða hann í Føroy-um, men kunnu virkinigeva sama ella næstansama prís, so verður fisk-urin eisini landaður í Før-oyum.

Men tann serligi trupul-leikin, sum virkini havavíst á, er, at tey sleppa ikkifram at fiskinum. Hannverður útfluttur uttan umsøluskipanina, so virkiniikki fáa møguleika atbjóða upp á hann.Tey fáaikki hendur á honum,sjálvt tá tey kunnu bjóðakappingarføran prís.

Ráfiskakeypararnir havaskotið upp at loysa hend-an trupulleikan soleiðis,at allur fiskur skal bjóðastút støddar- og góðsku-skildur í Føroyum, ogskulu bæði føroyskir ogútlendskir keyparar kunnabjóða á jøvnum føti.

Allir partar eru tó samd-ir um, at tann skipanin,sum kemur, eigur ikki atórógva marknaðarskipan-ina meira enn hægst møgu-ligt. Hetta fer at spennabein fyri tí kapping, sumseinastu árini hevur veriðum fiskin, og sum hóastalt hevur givið so fræganprís, sum vit hóast althava havt, í hvussu erfram til fyri einum tveim-um árum síðani.

Tað mest “liberala”hevðiverið, at als ongar reglurvóru hesum viðvíkjandi,men ásannað verður eis-ini, at hetta fer ikki at beratil. Men skulu reglur vera,eiga hesar, sum sagt, ikkiat nerva prískappingina.

Virkini skulu sjálvsagthava fiskin, tá tey erukappingarfør.

Semja er eisini um, atsjálvsagt skulu føroysk virkihava møguleika at keypafiskin, tá tey eru kapping-arfør. Tí skal sleppastundan teimum sokallaðuproforma sølunum, harútflytarin av runda fiski-

num sjálvur setur fiskin tilsølu fyri formelt at upp-fylla galdandi reglur. Tákann hann bjóða munan-di meira enn marknaðar-prís og síðani siga, athann fekk ikki nøktandiprís. Hetta kann hanngera, tí skip og manningverða avroknað eftir típrísi, sum fiskurin veru-liga gevur, tá hann erseldur uttanlands.

Men skiljingina eru selj-arar og keyparar seraósamdir um. Veiðuliðiðvísir á, at tað ber sera illatil at gera fýrkantaðarreglur á hesum øki, tí taðeru so nógv viðurskifti,sum kunnu spæla inn. Eitter, at tað í hvussu er fyrisummi fiskasløg er gald-andi, at eyka skiljing ogísing, t.v.s. meira hand-faring, ger fiskin verri, ogtískil minni verdan. Íslíkum førum vil ein slíkregla gera fiskin lítiðáhugaverdan hjá útlendsk-um keypara, og uttankapping frá honum fæstikki tann hægst møguligiprísurin.

Tær óvanliguumstøðurnarSo eru tað eisini allar tæróvanligu umstøðurnar,sum ikki lata seg gera atseta í eina reglugerð. Taðer meira enn eitt dømium, at við rendum avfiski, slepst snøgt sagt ikkiav við hann í Føroyumfyri ein líkinda prís.

Nógv hevur verið tosaðum, at einasta loysnin er,at fiskurin skal skiljastumborð. Her er tað sum

við so nógvum øðrum, athetta ber til á summumskipum og undir summumumstøðum. Men hvussutá og um hetta ikki liggurfyri!

Veiðuliðið førir fram, attann greiðasti háttur ateftirlíka ynskinum hjákeyparunum um skiljing,er at virkini gjalda fyritað.T.v.s. at goldið verðurhægri prísir fyri skildanfisk enn fyri ikki skildan.Hetta vil náttúrliga gevamonnum áhuga fyri antinat gera meira arbeiði viðat hagreiða ella fyri atgjalda ein eyka kostnaðfyri skiljing, sum kemuraftur sum hægri prísurfyri fiskin.

Leikluturin hjálandsstýrismanni-numLandsstýrismaðurin í fiski-

vinnumálum er sjálvsagtundir trýsti at fáa nakaðgjørt á hesum øki. Oghann hevur avgjørt einatrupla uppgávu, tá taðikki bar til hjá vinnuni atkoma til eina semju umhetta.

Aftaná nokkso drúgvafyrireiking er hann kominvið uppskoti um ein “fiska-pakka”, har hesi viður-skifti skulu fáast í einafasta legu.

Ein partur av hansaraætlan var at tátta í og einannar at slaka. Slakinginskuldi vera tann, atútlendingar frítt skuldukunna bjóða upp á fisk íFøroyum.

Táttingin var so tann, atallur fiskur skal bjóðast útstøddarskildur, so bæðiføroysk og útlendsk virkikunnu bjóða á jøvnumføti. Frá 1. apríl 2005 skal

støddarskiljingin vera gald-andi fyri allan fisk uttanupsa, og frá 1. september2005 fyri allan fisk yvir-høvur. Tó skal vinnansemjast um støddarflokk-ingar. Frá 1. september2006 skal allur fiskureisini góðskumetast.

Eitt verður eisini framt,sum semja er um í vinn-uni, og tað er at steðgaproformasølunum. Hettaverður gjørt við at áseta,at tað er bert tann, sumveiðir fiskin, sum kannselja hann.

Ætlanin er eisini at darvabeinleiðis landingum utt-anlands við einum lægriprosentparti enn tí, sumer galdandi í dag. Og ístaðin fyri at missa fiski-dagar, um farið verðurupp um hetta mark, skuluskipini fáa eina stóra bót.Hetta tykist at vera ein

“typisk” lappaloysn. Grund-gevingin er tann, at taðber ikki til at revsa lem-matrolarar við at takafiskidagar frá teimum. Tískulu øll skip undir bót,heldur enn at gera einaskipan fyri lemmatrolarar,um tørvur er á eini slíkariheimild.

Hesi uppskot vóru ífyrsta umfari løgd fram tilpolitiska viðgerð, og tívóru tey ikki endalig.Teyskuldu eisini sendast vinn-uni til hoyringar, og erutey í løtuni til viðgerðar ífiskivinnuráðnum.

Roknast má viðmótstøðuTað er einki at ivast í, athesi uppskot fara at fáaeina stóra mótstøðu frápørtum í vinnuni, nevni-liga veiðuliðnum, summetir, at hædd als ikki erutikin fyri teirra sjónarmið-um.

Og her koma vit í teirrióhepnu støðu, at skal jústhenda skipan setast í verk,so verður tað við tvingslimóti veiðuliðnum, og táer skipanin næstan dømdat miseydnast.

Ikki minst er víst á viðfiskidagaskipanina, at for-treytin fyri, at hon skuldieydnast, var, at vinnanveruliga bakkar skipaninaupp.Tað sama er galdandií hesum málinum.

Vit meta heilt avgjørt, attað ber ikki til at gera einaskipan, sum á nevnda hátter grundað á tvingsil viðavgjørdum kunngerðum.

Alternativ?Tað rætta má vera fyrst

at staðfesta tað, ið semjaer um, sum tað at avtakamøguleikan fyri proforma-sølum.

Fyri tað sum eftir er, máein málsetningur gerast,sum partarnir helst kun-nu semjast um. Partarnirskulu binda seg at gerasítt til at røkka hesummálsetningi.

Aftur at hesum má einpolitikkur á økinum set-ast út í kortið, og skalhesin politikkur virka fyriat menna føroysk virki tilat gerast kappingarfør.

Hetta verður í øðrumlondum eisini gjørt við atlata studning til hettaendamál, og hetta er eis-ini studningur, sum erviðurkendur av “altjóðarætti” at vera lógligur.

Ætlaðu kunngerðirnarseta eina ætlan út í kortiðtil 1. apríl í 2006. Hendantíðin má kunna brúkasteins væl til at fáa hesiviðurskifti upp á pláss viðlagaligheit.Her eigur lands-stýrismaðurin eins væl athava ein leiklut.

Men nú fáa vit at síggja,hvussu leikur fer.

Her leggja f.h. Bjørn Kalsø, Herálvur Joensen og Heðin Weihe fiskapakkan fyrifiskivinnuráðið.

Her síggja vit nývalda fiskivinnuráðið. F.v. Hans Joensen, umboðar arbeiðsfólk, Osmundur Justinussen,umboðar reiðarar, Jóhannes Jacobsen, umboðar yvirmenn, Birta Biskupstøð, formaður í fiskivinnuráð-num, Auðunn Konradsson, umboðar útróðrarmenn, Óli Jacobsen, umboðar fiskimenn, Hans AndreasJoensen, umboðar ráfiskaseljarar og Meinhard Jacobsen, umboðar fiskakeyparar. Sólja í Ólavstova erskrivari, men er ikki við á myndini.

Støðan við ráfiskinum:

Ber ikki til við tvingsli!

Page 7: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 7Nr. 331 - 2. desember 2004

Tað sum hinir fjølmiðlarnir ikki nevna:

Ole Espersen mótarbeiddi grøn-lendskari yvirtøku av undirgrundini

Enn einaferð síggja vit hvussu einsrættaður føroyskur tíðinda-flutningur er. Vit kunnu dokumentera, at Ole Espersen er ikkiso óvildigur, sum hann verður gjørdur til.

Teir stóru fjølmiðlarnirfingu stóran part av sein-astu viku at greiða, fráhvussu Danmark hevðisnýtt Grønland fyri 50árum síðani, tá Grønlandvarð limað inn í Danmarksum ein annan landslut.Hetta er grundað á bók,sum Norðuratlantsbólkur-in á Fólkatingi hevur giv-ið út. Sum vanligt er hettasera eintáttað tíðindi, sumt.d. hesin samandráttur avtíðindum í útvarpinum iðeftir sama leisti hevurverið í hinum fjølmiðlun-um

Vit ætla als ikki at við-gera umrøddu bók. Menmótsett umrøddu fjølmiðl-um, sum nú endurgevaOle Espersen sum einannan profet, hava vitkannað, hvat hann hevurstaðið fyri á samanber-ligum økjum, har hann núverður settur fram sumverja av teimum smáumóti teimum stóru.

EEssppeerrsseenn hhjjáállppttiiddøønnuumm aatt ffoorrððaaffyyrrii,, aatt GGrrøønnllaannddffeekkkk uunnddiirrggrruunnddiinnaa Og tað vísir seg, at hannals ikki hevur verið tannverji av rættindum hjágrønlendingum, sum taðnú verður lýst. Hetta ergaldandi í einum munan-di meira viðkomandi spur-ningi enn tann í 1954,nevniliga í spurninginumum undirgrundina.

Seinast í 70-unum fyri-reikaði Grønland seg til atfáa eina sjálvstýrisskipan

nakað sum okkara. Eintann mest avgerandi spurn-ingurin var, at Grønlandynskti ræðið á síni egnuundirgrund, sum var einsera avgerandi spurning-ur fyri grønlendska sjálv-ræði. Men hesum royndidanska stjórnin av øllumalvi at seta seg ímóti.

Við hjálp frá hvørjum!Jú, nevniliga tí sama OleEspersen, sum nú knapp-liga er blivin trumfurinhjá Grønlandi móti døn-um!

Í apríl 1978 legði hannfram eitt upprit, sum telurmeira enn 20 prentaðarsíður, sum ““prógvaði””,, attað var ímóti bæði grund-lóg og altjóða lóg, at Grøn-land skuldi eiga undir-grundina. Her verður eis-ini víst til ST. Men tað erikki grett við einum orði,at tað ikki skal hava ging-ið regluliga fyri seg, táGrønland varð limað inn íDanmark í 1954.

Tað er nevniliga tvørturímóti. Og skal her endur-gevast, hvat Ole Espersenm.a. segði um hendanspurning í sínum uppriti:

Det grønlandske folkhar udøvet sin ret tilselvbestemmelsesret, idetdet har besluttet sig forrigsfællesskab med Dan-mark jfr. generalforsam-lingsresolution.. (í ST)…

I resolutionen udtryk-kes det videre, at gene-ralforsamlingen (í ST) eraf den opfattelse fra dendokumentation, der ergivet, og fra de forklarin-

ger, der er fremkommet,at Grønland frit beslut-tede sig for en integra-tion med Kongeriget Dan-mark på et lige forfat-ningsmæssigt og admi-nistrativt grundlag medde øvrige dele af Dan-mark.

Niðurstøðan hjá OleEspersen er hendan:Den endelige konklusionaf denne undersøgelsebliver herefter, at det grøn-landske folk har benyttetsig af selvbestemmelses-retten i FN-pagt m.v., idetdenne ret er blevet brugttil at etablere rigsfælles-skab med Danmark. Her-ved har Grønland sam-tidigt givet afkald på enselvstændig benyttelse afstk 2 i artikel 1, (í kon-ventión frá 1966 umborgarlig og politisk rætt-indi) idet en selvstændigbenyttelse af rettigheder-ne heri forudsatte, atGrønland havde anven-dt selvbestemmelsesrettentil at blive en uafhængignation.

Ikki eitt orð um atikki alt gekk rættfyri seg.Tað er greitt, at her segðiOle Espersen beint taðmótsetta av tí, hann sigurnú. Her skal vísast til eittdømi um, hvussu Esper-sen manipulerar.Sum sagtvísir hann til ST konven-tiónina frá 1966 um borg-arlig og politisk rættind-ini. Her umrøður hann

bbeerrtt stk. 1 í grein 2, hartað verður sagt:

Alle folk har selvbe-stemmelsesret. I kraft afdenne kan de frit be-stemme deres politiskestilling og frit varetagederes egen økonomiske,sociale og kulturelle ud-vikling.

Sambært Ole Espersenhevur Grønland nýtt sínST ásetta rætt til frítt athava valt at sameinast viðDanmark! Og nú sigurhann tað mótsatta. Manna-gongdin hjá dønum í 1954var alment kend, tá upp-ritið frá 1970-unum varðgjørt, og tí er tað púragreitt,at hann grundgevurút, frá hvør ið hevur biðiðum hansara útgreining.

Men serfrøðingurin,sumvera skal, hevur onga út-legging av stk 2 í samakapitul, sum sigur:

Alle folk kan til deresegne formål disponerefrit over deres natur-givne rigdomskilder ogressourcer, uden dervedat gøre indgreb i forplig-telser hidhørende fra in-ternationalt økonomisksamarbejde, der er base-ret på princippet om gen-sidig fordel i folkeretten.Et folk må aldrig berøressine eksistensmuligheder.

Henda greinin kundistuðlað grønlendskum á-hugamálum.Tí hevur hettaongan áhuga.

Ein onnur niður-støða hjá OleEspersen er henda:Såfremt det antages, atde grønlandske ressour-cer enten er økonomiskoverordentlig værdifulde

eller af vital betydningfor landet som helhed,ville der ved en overdra-gelse foreligge henholds-vis en stærk diskrimina-tion i forhold til andrelandsdele eller eventueltvære tale om en overdra-gelse udover det kvalita-tivt bestemte omfang,hvori bemyndigelser ertilladelige...

De her fremførte be-tragtninger rejser eftermin opfattelse i høj gradtvivl om, hvorvidt deroverhovedet foreligger etsagsområde, som alenevedrører Grønland.

Hetta er so ein av teim-um mongu undanførsl-unum, og tað sæst greitt,at samhugurin er ikki viðGrønlandi. Tað longsta,sum kundi gangast fyri athalda seg innan lógarin-nar karmar var, at Grøn-land og Danmark áttuundirgrundina í felag, ogat londini hvør sær høvduvetorætt móti hvørjumøðrum. Møguligar inntøk-ur skuldu so býtast mill-um londini.

Høvdu vit lurtaeftir Espersen áttuvit onga undirgrundHetta gjørdist eisini tannendaliga loysnin hjá Grøn-landi, og høvdu føroy-ingar lurtað eftir Ole Es-persen høvdu vit endaðvið at fáa somu skipan.Tað vóru jú somu grund-gevingar, sum vórðu nýtt-ar móti føroyingum.

Men føroyingar vilduikki boyggja seg fyri hesi“serfrøði”. Teir settu sínaregnu serfrøðingar at ar-beiða við málinum. Og

teir høvdu eisini sínartulkingar, sum avgjørt ikkisvaraðu til tær hjá OleEspersen. Og hvat hendi í1992? Vit fingu viðhald frádonsku stjórnini og undir-grundin varð yvirtikin.Tað er eingin sum í álvarasetir nakað spurnaðartek-in við tað í dag.

Serfrøði ellabíleggingTað er væl soleiðis, at einveruligur serfrøðingur, iðbæði er professari og dr.jur., kemur til sama úrslit,uttan mun til hvønn hannarbeiðir fyri. Men tað er íhvussu er ikki galdandi íhesum førinum. Her laganiðurstøðurnar seg eftirtí, sum skal brúka tær. Soat Ole Espersen skal veratað orakul, sum hannverður gjørdur til, eru vitnøkur sum ikki hoppauppá.Tá hansara leiklutureinaferð verður kannaður,kann saktans vera, athann fær sama skoðsmál,sum hann í dag gevurdonsku stjórnini í 1954.Uttan mun til hvat kannsigast um donsku støðunií 1954, so er tað sumhendi í á hesum øki sein-ast í 70-unum mist líkaátaluvert. Ikki minst við tídupultspæli, sum sæst her.

Hetta er enn ein váttanum ta ússaligu pressusum vit hava.Tíðindi sumhesi verða slaviskt endur-tikin uttan nakra sumhelst kanning ella at nakr-ir spurningar settir. Tíverða tíðindini so einvísog fordummandi.

Men vit royna eftir føri-muni at lýsa málið, somest møguligt kemur við.

Hetta er byrjanin til uppritið hjá Ole Espersen, har hann sigur tað stríða mótiallari galdandi lóggávu at Grønland fekk ræði á egna undirgrund. Ein avhansara grundgevingum var, at Grønland heilt eftir bókini sjálvt hevði valt atsameinast við Danmark, og harvið høvdu teir avskrivað sær rættin til undir-grundina. Høvdu vit lurtað eftir honum høvdu Føroyar heldur ikki yvirtikiðundirgrundina.

Ole Espersen: Danmark bæði leyg og manipuleraðiDanmark hevur ikki bara verið á skeivari moralskari kós, tá spurningar viðvíkj-andi Føroyum og Grønlandi hava verið frammi í altjóða høpi. Danmark hevureisini logið og manipulerað í ST, sum tí hevur tikið avgerðir á skeivum grundar-lagi.

- Og tað er eftir mínari fatan lógarbrot, tað sigur professarin í fólkarætti ogfyrrverandi danski løgmálaráðharrin, Ole Espersen, sum er ein av rithøvundun-um aftanfyri bókina »The Right to National Self-Determination - The FaroeIslands and Greenland«, sum kom út í gjár.

Ole Espersen, sum er professari í fólkarætti og mannarættindum, og eisinifyrrverandi danskur løgmálaráðharri, sipar til tá Grønland í 1954 formliga varðinnlimað í danska ríkið. Grønlendingar fingu tveir dagar frá dønum til at takastøðu til uppskotið sum lá á borðinum, frammanundan høvdu danir í ST greittfrá, at í Grønlandi var ein ektaður og royndur vilji til fulla integratión viðDanmark uttan nakað slag av sjálvstýri.

Hetta er tey tíðindi, sum verða borðreidd fyri føroyska fólkinum. Men einkiverður sagt um, at Ole Espersen sjálvur á sera ivasamum grundarlaghjálpti donsku stjórnini at spenna bein fyri grønlendska kravinum um ateiga sína egnu undirgrund. Heldur einki verður sagt um, at sami ser-frøðingur í 1978 sjálvur hevur blástemplað tað, sum hann nú kallar lógar-brot hjá donsku stjórnini í 1954.

Page 8: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 8 Nr. 331 - 2. desember 2004

Myndirnar hjá ÅnstadÍ næst seinasta blað høvdu vit nakrar gamlar myndir hjá Olov Ånstad, sum hann hevðitikið í 1948. Vit hava fingið frágreiðing um hesar myndir.

Hetta er Sverri Joensen, skúvoyingur, sum var lær-ari í Mykinesi.Hann flutti niður og fekk yvirlærara-starv í Nykøbing S.

Hetta er Karl, pápi Sofus Sivertsen, sum m.a. varkendur sum skipasýnisstjóri.

Hesin báturin “Vón” er úr Skúvoy, og tað kann sigast við toluligari vissu, atmenninir eru hesir f.v.: Jákup Thomsen ?, Óli Jákup Hentze, Jógvan Joensen, áFløtti, Sámal í Nýggjubúðini, Johan í Jógvansstovu og á landi Klæmint Poulsen ?

Børnini í Kirkjubø eru hesi: f.v. Magnhild Andreassen úr Kvívík, Hjørdis, Birgirog Sverri øll Patursson.Tað er eisini Hjørdis sum er hjálpari hjá myndatakara-num á eini aðrari mynd.

Haldaragjaldiðfyri 2005 verður

kravt í einumHigartil hevur haldara-gjaldið fyri FF-blaðiðverið kravt hvønn árs-fjórðing. Hetta fer viðov nógvari umsitingvið tilsvarandi útreiðsl-um.

Tí verður í desemberkravt inn fyri alt 2005 íeinum. Gjaldið verðurframvegis kr. 200 árli-ga. Hetta er fyri 24bløð, so hetta er serabíligt.Tað er týdningarmikið

at gjalda innan árslok,so støðgur ikki kemurí. Annars verður sein-asta blaðið í ár kom-andi blað, sum kemur16. desember. Síðankemur blaðið aftur 6.januar.

Page 9: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 9Nr. 331 - 2. desember 2004

Søgan hjá Doru:

Framhald á næstu síðu

Síðurnar 9,

Keypmannadóttir í Leirvík

Eg vil her siga eitt sindurfrá mínum uppvøkstri ogupp ígjøgnum tíðina viðhesi veldigu broyting,soleiðis, sum eg minnisttað.

Eg eri fødd í Leirvík1911.Vit vóru fimm systk-in, tveir dreingir og tríggj-ar gentur. Dreingirnirvóru elst og yngst; eg varmittast.

Býlingarnir í LeirvíkEg farið at greiða frá,hvussu eg minnist Leir-vík. Bygdin var í 4 býl-ingum: Uppi við Garð, áToftanesi, á Bakkanum ogÚt um Á.

Uppi við Garð vóru 9hús, tað var við Stein,í Gerðismørk, við Lið,Uppistova, Niðristova, hjáHansi, á Fløtti og 2nýggjari hús, tað var hjáMagnusi og Absalon, teirvóru brøður, synir Niðri-stovubóndan.

Á Toftanesi vóru 18hús.Tað norðasta var innií Líð, so í Króki, so áMýruni, tað var hjá gamlaSylveriusi á Gerðisbakkaog hjá Óla Joensen, sum

var giftur við dóttir Syl-verius og hjá Óla á Mýr-ini, son Óla Joensen, soJógvan Danielsen,so (Fugl-fjarða Jákup) Jákup Øre-gaard. Har rann ein stór áfram við húsinum, hartræbrúgv var tvørturum.Sunnan fyri ánna varsíðan hjá Heina Hansen,hjá gamla Svenn, hjáHøgna, hjá Steffaniu, hjáElias Eliasen, á Longini, íInnistovu (nýggja), nú vargamla Innistova, Útistova,hjá Garða-Jógvan og hand-ilin hjá Óla bónda íInnistovu, so hjá Nellu ogKarl Hansen, tey høvdueisini handil í húsinum,sokirkjan - har rann ein á.Nú gekk vegurin í bugaoman á Kulibakka, so stóðdansistovan við vegin,sumgekk niðan á Garð og eittstórt gróthús, sum garðs-menn áttu, og har fráhevði pápi lagt fiskastykkilíka til ta stóru ánna, sumkallast Brúsá. Nú komtann nýggi býlingurin, iðbleiv kallaður á Bakka-num, fyrst Brúsoyrahús-ini, tey vóru elst og minst,har var telefonin innløgd,

so var Lávusahús, sum núer Føroya Banki, so Krist-ian við Stein, so okkarahús. Síðani vóru eingi húsfyrr enn hjá Jóan PeturEllingsgaard, so hjá ÓlaKrossteig, fyrr Hansen,tað er har Hanna og Klæ-mint búgva, so hjá HansJakku Joensen, so viðKeldu.

Jóan Petur Ellingsgaardhandlaði fyri Dahlamenn-irnar í Vági og Sámal íJógvanstovu handlaði fyriS.P. Petersen í Fuglafirði.

Á Bakkanum vórubert 8 hús. Fyrst 4, solongur úti 4 hús og 2handlar. Við ta lítlu ánna,sum rann við tað ytstahúsið við Keldu, stóð einstór tunna, sum vatn bleivsamlað í og ein lakja long-uri niðri, sum øll tókuvatn úr. Eingin hevði vatninnlagt.Vegurin gekk nið-an á Húsamørk og í Køk,so skúlin.

Nú koma vit Út um Á,ta stóru ánna, har var einstór træbrúgv, og býling-urin har bleiv kallaður Útum Á. Har vóru fyrst hús-ini, sum nú eru niðurtik-

in, kalla undir Húsinum,so Jógvansstova, Sjúrðar-stova, Guttastova, í Hoy-garðinum, Mikkjals hús,Ísaks hús, so rann ein lítilá ella gil í millum, soLudastað. Eg haldi, at Lillå-navnið er komið av tíánni, so kom í Skorini, so íKlemmuni,gamla Hoyriks-stova, so nýggja Hoyriks-stova, so Jóan Petur Elia-sen, so hjá Jógvan í Jóg-vansstovu, sum seinri tókhúsini niður og fluttu teyoman á Bakkan. Seinribleiv salurin bygdur á tagrundina. So koma vit tilRegnahúsini hjá Emil Ol-sen, tey vóru long ogsmøl, tvinnanda inn-gongdir. Prestur gisti harog hann gekk ikki inn íroykstovuna. So koma vitniðan á Geilagarð, hjáSofus Joensen og Jógvan íSímunshúsið. Ein smølgøta gekk út eftir fráRegnahúsinum til Jógvanvið Stein, Johannus íGeilini, Jákup Absalon, soí Geilini, so kom Símuns-hús, so hjá Óla hjá Hanusiella seinri Edvard, so Gutt-orm so Juhl, so Fríðrik,seinri umbygt til Hanushjá Fríðriki, so Úti á Garðihjá Heirikki ella Eiriki.Vegurin gekk út á Egg.Niðan fyri vegin var HansAndriasahús og hjá Ólahjá Guttormi, hjá PoulMarius og hjá Hanus hjáÓla, so hjá Berint Heine-sen og Jógvan SímunHeinesen. Eitt handilshússtóð niðri við sjógvin, harhandlaði Guttorm, seinriHans Andrias, og í nýggj-

ari tíð bleiv tað luta-felagið L.L. So stóðu nøk-ur neyst fram við bakka-num. Nøkur neyst stóðueisini frá handlinum hjáSámal Joensen og innmóti Brúsoyri, tað vórugarðsmenn og bakkamen,sum áttu tey. Fýra køstarvóru oman fyri neystini,sum hoyrdu til tey 4húsini á Bakkanum, øllhøvdu kúgv.

Vit høvdu tvær kýr ogseyð inni. Kjallarin hjáokkum var deildur sund-ur. 3 hurðar vóru, tvær tilfiskakjallaran og ein tilfjósið, og har var avbygtnátthús og seyðakrubba..

Nú broytist skjótt. Ser-liga har eg minnist Absa-lon Jacobsen, seinri Vatn-hamar, bygdi við síðunaav okkara húsum. So Johnpápabeiggi, tey húsiniblivu bygd í 1920, taðvóru tey fyrstu betong-húsini í Leirvík. Ein ís-lendingur, sum var giftur íKlaksvík, var við at stoypatey, tey standa niðan fyrivegin.

Nú vaks bygdin úteftir.Húsini hjá Jógvani í Jógv-anstovu blivu niðurtikin áRegni og flutt við síðunaav Ellingsgaard, og sobygdi Bakka-Kristian mill-um tey og John. Seinri

bygdi so Robert Lang-gaard, Niels Johannesenella Max bróðir Niels, sumseinri flutti til Fuglafjarð-ar og Niels keypti húsini.So Hilmar Eliasen, PeturHansen, Palli Hansen, Na-poleon Kristiansen, hannhevði so handil í kjallara-num. Sunnan fyri ánna,við Keldu, bygdi Júst áHúsamørk, og niðan fyrivegin bygdi Hjalmar Joen-sen stór hús og seinristórt handilshús fast íhúsið. Tað handilshúsið,sum stóð niðri á bakka-num, sum Dahlamennir-nir í Vági høvdu latiðbygt, keypti Viggo Joen-sen, tá hann giftist ogbyrjaði at handla har, menhann flutti skjótt til Klaks-víkar. Eina tíð leigaði pápitað til at goyma fisk í.

Stór broytingEg minnist tað stóra fram-stigið, tá vatnið bleiv inn-lagt í húsini. Nyholm De-bes úr Havn kom norð atgera tað. Hann búði hjáokkum, hvat árstal minn-ist eg ikki, men eg minn-ist,hvussu stuttligt tað varat skrúa kranan frá. Vitfingu krana í køkin, tveir ífiskakjallaran og ein ífjósið. Um øll bygdin táfekk vatn, innlagt veit eg

Vit fara aftur at endurgeva eina forvitnisliga lívssøgu. Hon er skrivað av teirri nú93 ára gomlu Doru Nielsen, sum býr í Vatnsoyrum, men sum er ættað úr Leirvík. Táhon fyri nøkrum árum síðani breyt mjødnina, setti hon seg at skriva um sítt lív, oghesum er komin ein long søga burturúr, sum vit fara at prenta. Í fyrsta partinumgreiðir Dora frá sínum barndómi og um, hvussu tað var at vera keypmans- ogreiðaradóttir. Og so sleppur hon til Danmarkar á skúlabarnaferð!Her skal verða nevnt, at tann sum gjørdi okkum varar við hesa søgu var versonurDoru, Finnur Lómstein, sum var ein trúgvur stuðul hjá FF-blaðnum og sum doyðiseinasta ár.

Dora er 93 ára gomul. Hesa frásøgnina skrivaðihon, tá hon var um 80.

Her er Dora á veg tilDanmarkar við Tjaldri-num. Uttast t.v. er ElsaJoensen úr Leirvík. Beintundir liðuni á henni erDora í ljósum frakka.

Page 10: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 10 Nr. 331 - 2. desember 2004

ikki, men innlagt varð tilBakkahúsini og var bertein stór tunna brúkt, sumvar grivin niður nakaðoman fyri húsini hjá okk-um.

Ja, broytingin er stórallar staðir í Føroyum ímíni tíð, ikki minst í Leir-vík. Nú at koma til Leir-víkar kenni eg meg ikkiaftur. Alt er bygt oman ásjógv, keiir, brimgarðar,fergulega, tunnil. Elektri-citet bæði úti og inni,eisini í tunnellini. Skúlarso tað forslær, men ennstendur gamli skúli, sumeitt gott minni, sum eggekk í í sjey og eitt hálvtár.

Eg minnist eisini taðstóra neystið ella Koksið,sum pápi hevði latið bygt,sum stóð niðan fyri hjáJohn,har bleiv fiskur turk-aður í. Tað var í tveimumhæddum, gólv var baralagt í ovaru helvt, ellarsbara bjálkar og brettir atganga eftir. Har var fiskurhongdur at turka. Bondvóru knýtt frá í erva, sovóru 4 ella 6 koksovnar,sum blivu fluttir í millum,og tí fekk húsið navniðKoksið.

Heimið ogbarnadagarVit blivu uppvaksin í ein-um vala heimi eftir teim-um døgum at meta. Pápivar skipari, átti 2 skip:“Kristianna” og “Arizona”og tveir motorbátar “Dora”og “Hanna”. Vit høvduhandil, sum á teimum døg-um hevði vanligar hand-ilsvørur,alt innan fyri mat-vørur, klædnavørur, met-urvørur, steintoy, skótoy,oljuklæðir og alt innanfyri skipsútgerð.

Fyrsta eg minnist viðhandlinum, var altíð einungur drongur ella gentaí handlinum. Tann fyrstagentan, eg minnist, var úrNólsoy, hon æt Maria.Síðan var ein drongur avEiði, sum æt Joen Magnus.Hann fór til Kanada ogbleiv verandi har, til hannnú fyri fáum árum síðaniskuldi koma at ferðast,men hann doyði, tá hannvar komin til Íslands.Næstivar Magnus Andreasen úrFuglafirði, vanliga nevnd-ur Magnus hjá Sjúrða,hann giftist til Havnar viðFíu í Fjósi, og seinast varLamba-Elspa, sum vit kall-aðu hana. Hon bleiv gift íLeirvík við Tummas Just-inussen, vanliga nevndurGarða-Tummas.Hana minn-ist eg best, sjálvsagt, honvar sera góð við meg.

Eg var í Lamba og ferð-aðist við henni eitt summ-ar í tríggjar vikur. Mammavar ættað av Kinn íLamba, so eg átti ommuog nógv skyldfólk har.Fyri meg bleiv hetta ein

stuttlig feria.Eg haldi Elspavar í handilinum hjá okk-um til hon giftist.

Mamma hevði alt viðbókhaldið at gera, tað varserliga nógv skrivligt ar-beiði í handlum tá ádøgum, pengar vóru lítiðog einki av, alt skuldiskrivast.

Húsini hjá okkum vórubygd í 1906 árinum, 12 x14 alin, við kjallara ogmiðhædd og lofti við van-ligari reising. Seinri bleivhandilin bygdur uppí suð-ureftit 9 x 12 alin.Tá bleivkjallari á handilsbygningi-num gjørdur hægri enn ásethúsunum, tí pápi tonktimest uppá at goyma fisk-in har, bæði frá skipunumog motorbátunum. Upp átann mátan bleiv handilinlægri innan enn sethúsiniog trappan upp í handilinsunnanfyri so høg. Soleið-is sóu húsini út alt tað egminnist. Nær handilin varðbygdur veit eg ikki viðvissu. Vit gingu inn í hús-ini omanfyri, og var hareisini ein hurð inn tilhandilin, sum vøran bleivlossað inn ígjøgnum ogborin upp á loft. Tanntrappan var lægri, tað varnokk jarðarmunurin, iðgjørdi tað.

Skipini á Suður-landið, manning oghandilsvørurTá skipini skuldu avstað áSuðurlandið á vári í feb-ruar/mars, kom alt skips-fólkið, sum skuldi viðbáðum skipunum. Tá varserliga nógv at gera. Seltvarð alt tað teir sjálvirskuldu hava við av klædna-pløggum, oljuklæðir, gum-mistivlar, tubbak, skrá,kavendish og so alt møgu-ligt, sum skuldi sendast tilheimini, bæði matvørur,klæðir, skógvar o. a.

Hetta vóru menn, sumkomu ymsastaðni frá. Ser-liga vóru nógvir sandoy-ingar við tað fyrsta egminnist. Seinri tá Kristianmorbróðir, vanliga nevnd-ur Lamba Kristian, sumbúði í Klaksvík, fór at føra“Kristionnu”, vóru taðmest kalsingar við hon-um. Hann hevði konu úrMikladali. Har skuldu soeisini vørurnar sendastnorð til Syðradals, Húsar,Mikladals og Kunoyar.

Tað var ikki tá sum núvið innpakningum. Taðvóru heilir sekkir. Vitsendu 1 sekk rugmjøl, 1ella 2 sekkir hveitimjøl,síðan bleiv rest vigað ogpakkað niður í kassar,stoytt sukur, putursukur,terningar, havragrýn, rís,te og kaffi. Kaffi var altíðómalið. Summi vildu held-ur hava óbrent kaffi, taðvar bíligari. Tey meintueisini, tað smakkaði betri,tá tey sjálvi brendu tað.

Tað kostaði 90 oyrupundi,og tað brenda kost-aði 111,50 oyra, fyrsta egbyrjaði at flýggja út. Mar-garin og smør var í dunk-um og skuldi eisini vigast.

Alt hetta bleiv sent, førtumborð í “Smiril”ella “Post-bátin”, sum sigldi millumFuglafjørð og Klaksvík ogsíðani sent víðari.

Ja, tað var ofta nokk sostuttligt at fáa brøv, hvarkonur bóðu senda særhettar og hitt, bæði avmatvørum og klædnavør-um. Telefonin bleiv ikkibrúkt til slíkt, tað var bertein telefon í hvørjari avteim smáu bygdunum.

Nú hetta eg havi sagtfrá er bert um avbygdar-fólk. Sjálvsagt vóru flestleirvíksmenn við skipun-um, tað vóru gott 40 mansvið báðum skipunum til-samans.Teir skuldu keypatað, teir sjálvir skulduhava við sær, so bleiv rest-in daglig keyping.Øll van-lig vøra var í leysari vekt.Mjøl bleiv oftast vigaðupp í blikk-kassar til tey,sum ikki keyptu heilarsekkir, annars bleiv kra-marhús gjørt til alt annað,sukur, grýn, kaffi, te,kryddarí og mangt annað.Grønsápu, siroppur ogpetroleum høvdu øll altíðílat við til. Siroppur ogpetroleum var í stórumtunnum, meðan grønsápaog margarin var í smærridunkum. Eg minnist taðstóra framskrittið, tá vitfingu petroleumspumpu,sum bleiv hongd upp áveggin uttan fyri skivuna.Ein stórur petroleums-tangi lá við síðuna avtrappuni. Nú var bert atpumpa 1 litur á gangin,oftast var tað 4 liturs dunk-ar, ið keypt varð uppí.

Ja, tá var nógv at gera íhandlinum.

4797F018

Hesa myndina av Arizonu, sum liggur á Havnarvág, hava vit fingið frá Forminnissavninum. Pápi Doru,átti Arizonu.

Gomul mynd úr Leirvík. Hendan myndin er eisini frá Fornminnissavninum.

Her síggja vit Jóannes, pápa Doru, og Kristiannu saman við børnunum, sumtá vóru.Drongurin er Georg.Genturnar eru frá vinstru Andrea, Dora og Hanna. Framhald á síðu 15

Page 11: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 11Nr. 331 - 2. desember 2004

Fíggjarnevndin hjá danska fólkatingi-num skuldi koma til Føroyar í summ-ar, men hon slerdi av.

Hevði hon komið, skuldi formaður-in Kristian Thulesen Dahl fingið eittsindur at svara fyri.Tí hetta var beint írokinum av TV 2 málinum, har hannhótti føroyskar myndugleikar vegnaskattin hjá fiskimonnum.At hetta varðgjørt á skeivum grundarlag gjørdistgreitt, tá TV2 grundað á kæru frá FFmátti taka tíðindini aftur. Hóttanin vareisini, at hetta mál skuldi takast upp ísamband við samráðingar um donskufíggjarlógina fyri 2005. Men tá ballón-in var brostin, var ikki so nógv grund-arlag fyri hesum,og einki er frætt afturum tann spurningin.

Men nú er tíðin sett fyri eina nýggjavitjan. Nevndin kemur til Føroya 4-7.januar, og skal hon kunna seg umpolitisku og fíggjarligu støðuna í Før-oyum. Fundir verða hildnir við stovn-ar og nevndir, sum eru aktuell í hesumsambandi. Millum hesi eru eisini fak-feløgini, sum skulu hitta nevndina 6.januar. Eitt av hesum fakfeløgum verð-ur FF, sum ikki hevur gloymt umrøddamál. Nú ræður um at forða fyri, athetta stingur seg upp aftur, so fíggjar-nevndin skal nokk fáa eina sera gjøl-liga frágreiðing um støðuna hjá fiski-monnum.

Nú kemur danska fíggjarnevndin loksins

Page 12: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 12 Nr. 331 - 2. desember 2004

Samskiparitil Amnesty

Amnesty leitar eftir samskipara, sum saman viðnevndini skal skipa Amnesty International FøroyaDeild av nýggjum. Stórar broytingar eru framdar íAmnesty seinnu árini. Vit fara tí undir eina verk-ætlan, fyribils í eitt ár, at leggja eina ætlan fyriarbeiðið hjá deildini komandi árini.

Starvið verður ætlandi sett frá 1. januar 2005 ellaskjótast til ber.

UppgávurHøvuðsuppgávan er · at orða strategisku og praktisku ætlanina fyri

deildina komandi árini og · at gróðurseta fyrstu tiltøkini í ætlanini.

Partar av hesum eru· at økja um og tryggja inntøkugrundarlagið, · at skipa limavirksemið av nýggjum og· at hava skeið fyri limum og øðrum áhugaðum

um Amnesty, arbeiðshættir ogmannarættindaspurningar

FørleikakrøvVit rokna við, at tú umframt at hava hug at arbeiðamiðvíst fyri mannarættindum hevur· góð samskipingarevnir· góð samstarvsevnir· hóskandi útbúgving· skrivstovuroyndir

- stutt sagt vit leita eftir eini eldsál!

Lønar- og setanartreytirverða at avtala samsvarandi royndum og førleik-um. Roknast má við nakað av ferðing uttanlands.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará,forkvinnu, á tlf 320636 ella t-post [email protected]

Umsóknirvið grundgevingum, prógvum, CV og møguligumviðmælum skulu stílast til Amnesty í seinasta lagi17. desember 2004.

Amnesty International Føroya DeildPostrúm 1075FO-110 Tórshavnatt. Annika Sølvará

Les meira um starvið og arbeiðið hjá AmnestyInternational á www.amnesty.fo

Tað er ikki nøkur loyna,attað er stór óvissa um Norr-ønu í løtuni. Henda óviss-an er ikki minst í sam-band við samstarvið viðFjordline. Henda fyritøk-an hevur júst sagt fleirihundrað norsk starvsfólkupp, og her fyrst ogfremst talan um tey lægruløntu, sum jú sjómanna-deild FFs umboðar í Før-oyum. Hetta hendir sam-stundis sum teir verðaskrásettir í FAS, og kannhetta tískil skaða umdøm-ið hjá hesi skipan.

Orsøkin til uppsagnir-nar hjá Fjordline er tann,at norska stjórnin hevuravtikið ta DIS líknandiskipan, sum hevur veriðgaldandi fyri norsk sjó-fólk. T.v.s. at skipanin erikki avtikin fyri teir ovarulønarbólkarnar, sum navi-gatørar og maskinfólk.Men fólk sum t.d. arbeiðaí einum cafeteria á einumferðamannaskipi verðaikki roknað sum sjófólk íNoregi, meðan eingin ivier um hetta í Føroyum.

Ætlanin er so at fáa fólk

úr baltalondum umborð áskipini hjá Fjordline fyrieina hýru sum er millumhelvt og triðing av norskulønunum. Hetta hevursjálvsagt fingið øði ínorsku sjófólkini og teirrafeløg. Reiðaríið verjir segvið, at fóru teir undir eittannað flagg, so varð eing-in norðmaður sum slappvið. Nú eru kortini nakrirsum varðveita síni arb-eiði.

Norska sjómannafelag-ið hóttir lutvíst við tiltøk-um móti reiðarínum, men

samstundis royna tey atleggja trýst á norsku stjórn-ina at taka umrøddu av-gerðina aftur vísandi tiltær avleiðingar, sum núkunnu staðfestast. Rokn-ast kann eisini við, at harein skriða er lopin kannein onnur væntast.

Hetta reisir so afturspurningin, hvussu verð-ur við arbeiðsplássunumumborð á “Norrønu”. Víster polakkar umborð, menbert í tann mun tað ikkifáast føroyingar. Og trýst-ið at fáa "bíligar" útlend-

ingar verður avmarkað av,at lønin skal vera tannsama hjá øllum frá 1.januar 2005..

Men verður hetta broyttfáa vit møguliga eina heilt

aðra støðu, og tá kunnuføroysku arbeiðsplássinikoma í vanda. Her muguvit vera á varðhaldi ogsíggja hvussu leikur fer.

Hvussu verður við arbeiðsplássunum á �Norrønu�?

Page 13: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 13Nr. 331 - 2. desember 2004

15. november Stilli og 13,2 kuldastigKaldasti dagur á hesumvetri, ið møguliga er byrj-aður nú. Nakað av kava erkomin niður hesar sein-astu dagarnar við vindi ogkavaroki, men nú er eitthátrýst komi, so nú erveðrið betur.

“Newfound Pioneer”,fyrrverandi “Ocean Pride”,kom inn at landa í morg-un. Teir hava roynt í 40dagar og hava gott 350tons av rækjum inni. Teirhava maskinbrek, sumteir vóna at klára til íannaðkvøld.

16. november Stilli og 8,2 kuldastig.“Lómur”kom inn til Aasiatí morgun.Teir hava royntí 4 dagar og hava knapt100 tons inni. Meininginvar at fara nýggjan túr íkvøld, men veðurvánirnareru so vánaligar, so teirfara neyvan útaftur fyrrenn í morgin.

17. november Vindur av eystri.Íslendski línubáturin “Giss-ur Hvíti” úr Grindavík,sum var her fyri nøkrumárum síðani og tók ímótibotngarnafiski, kom inn ímorgun at taka ímóti svart-kalva, sum teir skulu føratil Canada. Nakað havateir tikið inn í Nuuk ogrestina her, so nú havateir 150 tons inni. Teirkoma úr Íslandi og skulutil Canada. Møguliga eronkur áhugaður at nýtaskipið til svartkalvaveiðu,men enn er einki avgjørt.Okkurt er gingið fyri ámotorinum, ið er ein Alfa,men teir rokna við at fáaeykalutir fríggjadagin. Skip-arin fortaldi mær, at sonurhansara hevur spælt fót-bólt við Royn úr Hvalba.

Ein spanióli, “Villa Nor-es”, kom inn við einumsjúkum manni.Nú havi egfunnið útav hesum spani-ólanum. Teir royndarfiskaeftir høgguslokki, og teirhava loyvi at fiska 25 tonsav ymsum fiskasløgumsum hjáveiðu, so sumsvartkalva, rækjur og toskog annað, ið kemur íposan. Men sum eg skilji,so er høgguslokkafiskarí-ið einki at tosa um, tí taðer so lítið, ið teir havafingið hesa tíðina teirhava roynt, at tað er ikkinokk til agn ein línudaghjá mær.

18. novemberStilli og 2,2 hitastig.“Nanok Trawl” kom inn ímorgun við gott 450 tons-um. Seinni kom fyrrveran-di “Sjøvær”, ið var norskur

línubátur. Nú eitur skipið“Hamilton Bankers” og erheimahoyrandi í St. Johns.Teir royna við gørnumeftir svartkalva. Byrjaðutúr herfyri og hava knapt15 tons inni. Teir komuinn við einum sjúkummanni. Eisini skuldi okk-urt umvælast, eins ogbunkrast skuldi. Skiparinumborð var úr Noregi.

Eg tosaði við ein mann,sum var komin heim úrÍslandi. Hann hevði veriðvið “Polar Siglar” í tríggjarmánaðir.Teir høvdu veriðí altjóðasjógvi á FlemishCap og høvdu teir fingiðgott 400 tons av svart-kalva. Eisini høvdu teirroynt eftir kongafiski íEysturgrønlandi og høvdufingið 400 tons. Nakað avfiskamjøli høvdu teir eis-ini, so samlaða veiðan var1200 tons, sum teir løgduupp í Hafnafirði.

“Polar Siglar” er ein avteimum stóru svørtu týsk-arunum, sum vóru her-yviri og troyttu hvønnfiskabanka. Sum eg havi

hoyrt so er “Polar Siglar”fyrrverandi “Kiel”. Teirhøvdu týsk býarnøvn sosum “München”, “Brem-en”, Wiesbaden”, “Køln”og “Mainz”.

Eg var onkran túr viðfyrra “Sisimiut”, har vitlógu við síðuna av týskar-unum.Eg minnist at síðstarækjutúr, áðrenn vit løgduum til tosk, kom manningav marinuni umborð atkanna okkum, og á øðr-um toskatúrinum, ja Gudhjálpi mær, komu teiraftur umborð at kannaokkum, og tað vóru somumenninir, sum vóru um-borð fyrru ferðina. Minn-ist, at eg stóð aftast viðbandi frá pauninum ogSigmund Andreasen stóðvið síðuna av mær. Minsta

mát av toski, vit máttutaka, var 40 cm. Ein avmanningini á marinuskipi-num spurdi um nógv varðkoyrt útaftur. Segði viðhann at hann mátti sæð,hvat fór út aftur av smær-ri fiski, tí hann kundi viðsínum egnu eygum síggja,hvat fór eftir bandinumog út á sjógv. Bað hannfara upp á dekkið oghyggja og har síggja hav-hest og annan hvítan fuglvið síðuna av skipinum,sum tekin uppá at her fórtað út, sum skuldi út, tíluftin var hvít av fugli.Baðhann síðani hyggja yvir tiltýskararnar, ið lógu tværskipslongdir frá okkumog togaðu,og telja hvussunógvan hvítan fugl hannsá. Men hann sá ongan, tíalt, sum kom inn á dekkiðhjá teimum, fór niður ílastina, og tí var tað tíðar-spilla at koma umborð hjáokkum. Eg spurdi mann-in, nær teir høvdu veriðumborð og kanna hjátýskarunum, men tá kvettiikki úr honum.

21. november Stilli og 2,3 kuldastig.“Akamalik” liggur út fyriNuuk við fullari last,umleið 1900 tons av rækj-um, ið teir hava fingið ítveir mánaðir. Við van-ligari høvuðrokning verð-ur tað 30 tons um dagin,ið má sigast at verða óførtfiskarí. Men eitt skal sig-ast, at so at siga allir teirstóru trolararnir havafiska heilt væl av rækjum.Onkur sigur, at tað ráddiikki bert um at fáa nógvarrækjur, men at fáa sogóðar rækjur niður sumgjørligt, so best fekst burt-urúr peningaliga.

Hoyrdi í gjár at ein avrækjutrolarunum hevðiverið inni við eini last, iðteir fingu gott 9 mill. kr.

fyri, so kanska vend er viðat koma í.

23. novemberStilli og 9,2 kuldastig.“Ocean Tiger” kom inn ímorgun við gott 400 tons-um og fara útaftur tíðliga ímorgin. “Lómur” landargott 90 tons í Aasiaat og“Hanseraq” landar 100tons í Illulisat.

26. novemberDýrdarveður og 0,3 hita-stig.“Louvise L” var inni ídag eftir onkrum, teirhøvdu verið í Manitsoqherfyri og landa gott 17tons av jákupsskeljum, ogá hesum túrinum, ið teireru á nú, hava teir roynt í10 dagar og fingið 1 tonsniður um dagin av lidnarivøru, og tað má sigast atverða gott fiskarí.Teir ligg-ja nú eitt lítið vet norðanfyri Iterleq á einum firði,ið eitur Sarqaqkangerslu-arsuq, tað er triði fjørð-urin sunnan fyri Sisimiut.

Veðurmaðurin er ikkiblíður við okkum. Hann

lovar storm av suðri ogregn um vikuskiftið, so núverður spennandi umoljuklæðini skulu takastfram aftur nú síðst í nov-ember mánað.

27. novemberStilli og 4,5 hitastig.Tað regnar illa, alt er einsuppa á vegunum, so ídag er neyðugt at verða íoljuklæðum, um ein ar-beiðir uttandura.

28. november.“Sisimiut” , ið hevur havtgóðan fiskiskap, skuldikoma til Nuuk í dag atseta fólk av. Teir skulu tilFøroyar at landa og síðaniskuldu teir til umvælingará skipamiðju, áðrenn fariverður í Barentshavið.

21. november lá “Akamalik” út fyri Nuuk við fullari last, umleið 1900 tons avrækjum

Page 14: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 14 Nr. 331 - 2. desember 2004

Norski-russiski Karl S. Tsyn í Moskva:

Ein merkismaður farin

Hósdagin tann 11.novem-ber andaðist Karl S.Tsyn íMoskva, 89 ára gamal.Hóast hetta navnið ikki erso nógvum føroyingumkent, hevur hesin merkis-maðurin so avgjørt uppi-borið at verða umrøddurher í blaðnum,nú hann erikki millum okkara long-ur.

Karl S.Tsyn hevur livaðeitt langt, spennandi ogheldur óvanligt lív. Hannvar borin í heim í august1915 í Oslo.Foreldrini hjáhonum vóru kollvelting-arsinnaðir russiskttalandijødar, pápin var ættaðurúr Russlandi, meðan mam-man var fødd í Lettlandi.Eins og nógv onnur pol-itisk virkin ytst á vinstra-veinginum tá í tíðini, flýd-du tey úr Russlandi und-an tsarveldinum. Hjúninifunnu friðskjól í norskahøvuðstaðnum. Har sleitKarl sínar barnaskógvarog gekk í fólkaskúla teyfyrstu árini. Lítli Karl hevði

stóran áhuga fyri norsk-um máli og í allar mátarvaks hann upp sum einvanligur norskur drongur.Norskt var hansara fyrstaog tá eisini einasta málið.Hetta komst av tí, at for-eldrini hjá honum baratosaðu norskt við børn-ini.Kortini avgjørdi familj-an í 1927 at fáa enda áútlegd sínari og flyta tilMoskva, sum nakað fram-manundan varð vorðinhøvuðsstaður í tí nýstovn-aða Sovjetsamveldinum.

Tann 12 ára gamli Karldugdi sera lítið russiskt.Men skjótt lærdi hanntorføra málið og innantvey ella trý ár var hanneinki aftanfyri russiskujavnaldrar sínar. Eftir loknaskúlagongd gjørdist KarlS. Tsyn verkfrøðingur, ogtað var ikki nógv, sumbendi á, at hann fór atgera nýtslu av kunnleikasínum til norskt í nøkrumsum helst.Tíðirnar síðst ítríatiárunum vóru slíkar,

at tað var hjá einum bein-leiðis vandamikið at av-dúka, hann dugdi eittfremmant mál, sum næst-an eingin annar í Sovjetskilti, serliga havandi íhuga, at Noreg var eittkapitalistiskt land við tíHitlers sinnaða Quislingsum oddamanni. Ein kun-di saktans verið skýrdurfyri at vera imperialistisk-ur njósnari og avrættaðuruttan nakað veruligt sak-armál. Kortini var lagnannorska-russiska jødanumblíð, eisini undir seinnaheimsbardaganum, sumSovjet kom uppí í juni1941.Tsyn kom óskalaðurígjøgnum kríggið, sjálvtum hann var við í bar-døgunum. Í 1944 stríddisovjetiski herurin seg inní Norðurnoreg. Og harvarð 29 ára gamli Karl fyrifyrstu ferð í lívinum boð-sendur av myndugleikun-um at virka sum norskurtulkur - ein uppgáva, sumhann síðani hevði røkt ísamfull 60 ár. Eftir krígs-lok fingu størstu hægrilærustovnarnar í Sovjetloyvi til at undirvísa ínógvum minni brúktummálum, harímillum øllumteimum norðurlendskuuttan føroyskt. Sum ein avteimum heilt fáu við holl-um kunnleika til norskt,fekk Karl S.Tsyn tilboð atgerast lærari á LærdaHáskúlanum í Moskva. Ogevninum at læra frá særbilti heldur einki. Nógvættarlið av studentum ádeild norðurlendskra mál-

anna fingu gleði av atganga til norskt hjá Karl.

Í sekstiárunum varðvorðið alsamt vanligari, atvesturlendsk ferðafólkkomu til Moskva. Tannrisastóra og einasta ferða-mannastovan fyri frem-mandafólk í landinum,Intourist, setti Karl í starvsum leiðara á norrønudeildini. Karl lærdi at tosasvenskt og danskt næstaneins væl og norskt. Í nógvár var hann tann allarmestbrúkti ferðaleiðarin hjánorðurlendingum í øllum

Sovjet.Eisini ferðaðist hannjavnan sjálvur til Norður-lond í ymiskum arbeiðs-ørindum,bæði sum tulkurog ferðaleiðari. Hann hev-ur vitjað í øllum Norður-

londum, harímillum eisinií plássum sum Borgundar-hólmi,Álandi og Svalbard.Bert til Føroya eydnaðistKarl ikki at koma, sjálvtum hann hevði ein dreymat vitja her. Føroyingarhitti hann kortini aðra-staðni. Óli Jacobsen hevðifleiri dagar saman viðKarl í 1988, tá ið ein al-tjóða ráðstevna fyri fiski-menn var hildin í Moskvaog í Murmansk.

Undirritaði kom at kennaKarl S. Tsyn á heysti í1996, tá ið eg fór at ganga

til privata undirvísing ínorskum heima hjá hon-um í Moskva.Tíðin samanvið Karl var sera lærurík.Hann var ein dugnaligurog nærlagdur lærari, sumgekk ómetaliga høgt uppíundirvísing sína.Vit møtt-ust javnan til seint í 1997,stutt áðrenn eg flutti tilFøroya at búgva.

Hóast sera høgan aldurvar Karl ein ótrúliga virk-in persónur líka til taðsíðsta. Ígjøgnum alt líviðvarðveitti hann kærleikantil norska føðiland sítt.Karl var næstformaður ogprimusmotor í almennarussiska-norska vinafelag-num. Síðst í nítiárunumtók hann einsamallur stigtil at byrja undirvísing ínorskum á einum vanlig-um fólkaskúla í Moskva.Skúlin fekk navnið hjá tínavnframa Fritjofi Nansen.Heimskendi norski ferða-maðurin, sum eisini erkendur fyri nógva hjálp-ararbeiði sítt, var stórafyrimyndin hjá Karl.

Hetta kann tykjast óveru-ligt, men Karl helt fram atundirvísa á skúlanum líkatil í ár. Sum 88 ára gamal!

Kanska er hetta aldurs-met í heiminum. Á heystií 2003 vitjaði ein bólkurvið seks næmingum í russ-iskum á Studentaskúla-num í Hoydølum í Mosk-va, undir leiðsluni av lær-aranum André Niclasen.Karl var so spentur athitta føroyingar, at hannmøtti upp at hitta teir ásjálvum Sjeremetjevo flog-vølli.At André og tey vórusterkt ovfarin av manni-num, er ikki ov nógv sagt.Karl vísti gestunum stórtgestablídni. Føroyingarnir

búðu í familjum hjá skúla-næmingunum, og 88 áragamli lærari teirra varferðaleiðari hjá teimumungu føroyingunum.

Karl ætlaði at gevast atundirvísa í 2005, tá iðhann skuldi fylla 90.Hannsegði seg ætla at liva, tilhann rundaði hundrað.Men soleiðis skuldi ikkivera. Fyri nøkrum mánað-um síðani fekk hesin ó-troyttiligi stríðsmaðurinstaðfest krabbamein, og ísíðstu viku slóknaði hannendaliga. Dreymur hans-ara at vitja í Føroyumbleiv ongantíð uppfyltur.

Karl S.Tsyn verður mint-ur av teimum, sum høvdugleði at kenna hann, fyrisera ljósa lyndið sítt.Hannvar altíð fyrikomandi, ígóðum lag og við nýggj-um hugskotum,bjartskygd-ur sum fáur, ein sonneldsál. Vit fara at saknahendan virkna og evna-ríka persónin, ið gjørdi sonógv fyri at byggja brýrmillum norðurlendingarog russar.

Ivan Eginsson

Karl saman vid tveimum næmingum í russiskum á studendaskúlanum íHoydølum.Pól N.Jespersen er til vinstru og Jón Andreasen stendur høgrumegin.Moskva, oktober 2003

Føroyskir studentaskúlanæmingar og lærarin André Niclasen vóru sera væl móttiknir av Karl S. Tsyn ognæmingum hansara í Moskva í fjørheyst.

Page 15: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 15

Framhald á næstu síðu

ÚtróðrarbátarnirEin balansuvekt var niðanfyri húsini, sum fiskurinfrá útróðrarbátunum bleivvigaður á. Eitt 200-pundslodd stóð á vektina oghøvdu vit øll tey smáuloddini til at taka til brúks.Tá fiskurin var vigaður,komu allir menninir við íhandilin, hvussu seint taðenn var, at fáa seðilinheim við. Nú skuldi altroknast út,hvat hvør skul-di hava. Hjá fýramanna-førunum skuldi peningur-in deilast í 5 partar, 1 tilbátin og fýra menn. Fisk-urin kostaði bert 4 oyrupundi fyrsta eg minnist,so bleiv hann settur til 4½oyra ella 9 oyru kg. Skjóttskuldi ganga, menninirvóru ótolnir, teir skulduskunda sær heim at sova;men seðilin vildu teir havavið heim. Ofta komu fleiribátar í senn, sumt var seks-mannafør og áttamanna-før, tá var sundurbýtinginannarleiðis.

Motorbátarnir “Hanna”og “Dora” róðu út umvárið.Tað bleiv annarleið-is býtt, og teir menninirhøvdu kontrabók.

Eg minnist 9 motorbát-ar liggja á Buginum í sennum várarnar. 6 av teimumvóru hjá S.P. Petersen í Fuglafirði. Teir hevðiSámal Joensen uppsýniyvir, hann handlaði fyriS.P. Petersen í nøkur ár.Bátarnir høvdu nøvninieftir synunum hjá SámalPetur: “Olaf”, “Hilmar”,“Sigurð”, “Jákup”, “Erhard”og “Erik”, og pápi leigaðiein motorbát úr Vági,sum æt “Slangan” afturat“Hannu” og “Doru”.

Tá tað var ringt veður,so bátarnir ikki kunduliggja á Leirvík,mátti stim-ast til Fuglafjarðar, aftan áat fiskurin var førdur viðárabáti og kastaður upp áland tí eingin brúgv var.Ein ella tveir mans fóru tilFuglafjarðar við bátinum

og máttu síðani gangaaftur til Leirvíkar. Einginvegur var at ganga eftir,og ljósið var ein flager-múslykt og seinri lumma-lykt. Var útróðrarveðurdagin eftir, mátti farastaftur eftir bátinum, so taðvar eitt hart lív.Eg minnistbáðar bátarnar hjá pápaslíta teym og reka á land,hvør sína ferðina. “Dora”fór heilt illa ta einuferðina og mátti á beding.Seinri fór hon á land íFuglafirði, og eg haldi ikkihon bleiv útaftur tikin.“Hanna” sakk á Leirvíkseinri í 1933. Dánjal komtil Leirvíkar at dykka eftirmotorinum. Hvat bleivgjørt við motorin kann egikki minnast.

Pápi stríddist leingi viðat fáa eina brúgv gjørda,so motorbátarnir kunduleggja at; men studningurfekst ikki, og pengar vórueingir ella lítlir. Men hannbyrjaði álíkavæl og fekkgjørt so mikið, at motor-bátur kundi leggja at áflóð.

Tá skipini komu heim,bleiv allur fiskurin førdurí land við róðrarbátum,borin niðanfrá á børumog stakkaður ovast í fjør-uni og niðan á fiska-stykkini.Tá var altíð nógvfólk og arbeiddu, tímaløn-in var 25 oyru hjá konu-fólki og 50 oyru hjá mann-fólki.

Nú skuldi fiskurin vask-ast, tað var fyri akkord, taðvóru konufólk, sum vask-aðu fiskin.Tær fingu 1,75kr. fyri 100 stk. av stórumtoski, og 1,50 kr. fyri mill-umfisk. Tað bleiv talt umkvøldið, hvat hvør hevðivaskað. So var stakkað ogsaltað aftur um kvøldið.Tað bleiv gjørt fyri tíma-løn. Vit arbeiddu eisinisjálvi í fiski, bæði við atbreiða fisk og taka samanog telja fiskin, ið konu-fólkið hevði vaskað.

Mamma lærarinna,doyr og skúlinÍ 1922 doyði mamma, 46ára gomul.Tá var eg 11 ár,Georg var 15 ár, Andrea13, Hanna 8, Kristian 7 ár.

Tað var ein so stór sorgog broyting í okkara heimi.Mamma hevði verið lær-arinna á ungum døgum.Hon hevði havt Fugla-fjørð,Hellurnar og Leirvík

frá 1899 til 1905, tá taðbleiv sundurbýtt, og sjálv-sagt tók hon við starvi-num í Leirvík, har hon vargift í 1905. Hon var sobert lærari í 6 ár til

summarferiuna í 1911, tábleiv eg fødd 30. august,og skúlin byrjaði aftur 1.september. Tá kom And-rias Joensen frá Gjógv atverða lærari í Leirvík.

Eg fór í skúla, tá eg var 6ár. Tað vóru ca. 80 børn.Vit gingu annan hvønndag í skúla, tað vóru 3klassar. Tey elstu gingumánadag, mikudag ogfríggjadag frá kl. 8 til kl. 2.Fyrsti og annar klassigingu týsdag, hósdag ogleygardag.Annar klassi frákl. 8 til kl. 12 og 1. klassifrá kl. 12 til kl. 2.

Í 1922 kom hendanstóra broyting. AndriasJoensen skuldi til Dan-markar á árs skeið, og baðmammu vera lærara fyriseg hetta árið, og hettajáttaði hon.

Skúlin byrjaði sum vant1. september.Andrea, sumgekk í 3. flokki, var ískúla, og eg og Hanna,sum gingu í 2. og 1.flokki, skuldu so í skúladagin eftir. Men tá varðmamma sjúk, so vit vóruógvuliga keddar. Kristianskuldi eisini byrja tanndagin, hann var knapt 7ár, men har var einki atgera. Sjúkan var so álvar-som, hon lá heima nakrardagar, læknin kom nakrarferðir; men so fór hon ásjúkrahúsið í Klaksvík ogdoyði 22. september.

Tummas Nygaard komso til Leirvíkar at veralærari tað skúlaárið. TáAndrias Joensen komheimaftur broyttist skúla-tíðin. Børnini blivu fleiri,ca. 90, so nú mátti 4 klass-ar blíva og ein lærari aftr-at. Fía í Fjósi úr Havn,seinri gift við MagnusAndreasen úr Fuglafirði,kom at vera lærarinna. Númátti skúlatíðin broytast,við tað at bert ein skúla-stova var, so vit komu atganga í skúla til kl. 9 ákvøldi og bleiv deilt so-leiðis upp: 1. og 2. flokkurgingu frá kl.8-12 og kl.12-2, so var døgurðatíð. 3.flokkur gekk 2 dagar umvikuna frá kl. 8-2 og tveirdagar frá kl. 3 - 9 á kvøldi,4. flokkur gekk frá kl. 3 til9, hinar 4 dagarnar umvikuna. Eg var tá í 4.flokki.Tað var ofta illfýsiðí stormi og kava ellamyrkri og regni. Eg hevðiikki so langan veg, ognógv vóru vit í fylgi, mentey, sum búðu longstvekk, vóru verri fyri. Ofta

Fyrsta skipið hjá Jóannes var Otario, sum her liggur við bryggju hjá Thomsená Tvøroyri. Jóannes keypti skipið í 1908 frá Absalon Jacobsen, Syðrugøtu, sumfyrr er umrøddur her í blaðnum. Jóannes seldi skipið í 1917 til Vestmanna, ogtað endaði med alla í Spanien sama ár.

Hendan myndin úr Leirvík er frá tíðini á leið tá Dora var fødd. Her lossa teysaltfisk, sum verður førdur í land við bátum. Leyparnir eru helst brúktir til atbera fiskin, og tá hann fór avstað aftur var tað á sama hátt.

Skúlabørn í Leirvík í1921. Merki er sett við tærtríggjar systrarnar.Tæreru frá vinstru:Andrea,Hanna (í myrkum kjóla)og síðani Dora (viðhvítari sloyfu).

Page 16: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 16 Nr. 331 - 2. desember 2004

kundu vit møta onkrum,sum kom við lykt (flager-mús) eftir sínum børnum.Árið eftir, sum eg var farinúr skúlanum, bleiv taðbroytt. Ein stova bleivleigað afturat frá Óla hjáGuttormi, so nú noyddustbørnini ikki at ganga ískúla um kvøldið.

Skúlabarnaferð tilDanmarkar í 1925Í 1925 boðaði amtmaður-in frá, at 100 skúlabørnkundu sleppa niður tilDanmarkar frítt,bæði reis-ur og uppihald,við nýggja“Tjaldur”. Tað bleiv, sodeilt upp í tveir flokkar.Tey fyrstu 50 fóru í juli.Tey vóru øll farin umskúlaaldur, 14 og 15 ár,tey flestu úr Havn ogSuðuroy. Fía í Fjósi, sumvar lærarinna í Leirvík tá,fór við sum ferðaleiðariog 1 lærari, so nú máttuvit fáa ein lærara fyri hanaí juli mánaði, tí vit finguikki feriu fyrr enn á Ólav-søku. Tað var Elvira Djur-huus úr Havn, sum komfyri Fíu. Hon var bert 16ár og hevði realeksamiu.Men hon var sjálv ein avteimum,sum skuldi sleppaniður sum skúlabarn, og“Tjaldur” skuldi sigla avHavnini tann 24. juli.Hetta var Andrias Joensenikki so glaður fyri, mentað gekk, so hon fór.Eg ogElsa Joensen, sum sluppuvið frá Leirvík, fóru viðhenni. Eg hevði ongantíðverið í Havn fyrr, og honsegði, eg skuldi búgva hjáhenni, so tað kom væl viðhjá mær. Elsa búði uppi áSanatorium. Systur henn-ara “Mena” tænti har uppitá. Hetta var 22. juli, so vitgistu 2 nætur í Havn. Egskuldi keypa mær ymiskt,og skuldi fara til frisør atklippast. Eg keypti frakkafrá Z. Heinesen fyri 25 kr.Hatt úr Søljuni fyri 6 kr.,skógvar og sokkar, einarhvítar og einar brúnarskógvar. Elvira var viðmær, so tað gekk alt, sumtað skuldi.

So nú kom dagurin 24.juli vit skuldu av stað.Tom Skaale, var fergu-

maður. Hann róði okkumumborð.Vit vóru 50 børn.Ein lærarinna var Elisa-beth Vestergaard av Tvør-oyri. Ein annar lærari varSímun Simonsen úr Norða-gøtu, lærari í Nólsoy. Ja, soallir hinir passagerarnir,so tað vóru nógvir túrarhjá Tom tann dagin.

Vit komu umborð íTjaldur. Heilsaðu upp áhvønn annan, vit vóru júúr øllum ættum. Eitt ogtvey og trý úr teimumminnu bygdunum, sjey úrKlaksvík, 5 úr Fuglafirði.Aldurin var mest 14 og 15ár, onkur 16. Vit vóru 2gentur, sum vóru 13 ár, ogikki heilt lidnar at ganga ískúla. Veðrið var gott,meðan vit sigldu niður.Vitblivu øll koyrd niður ílastina á Tjaldrinum, 25gentur og 25 dreingir. Eitt

forhang ella porsjer varhongt upp, sum skilarúmímillum, so tað virkaðisum 2 rúm. Einki wc ellavask var har, so vit máttuupp gjøgnum leytaran, tátað skuldi ordnast.

Hetta bleiv mær einóforgloymandi feria. Vitkomu í land av Tjaldur oginn í eitt stórt høli, hvarvit blivu deild upp,hvussu vit skuldu búgvaprivat. Vertirnir vóru allirkomnir har fyri at takaímóti okkum. Eg kom atbúgva hjá eini vælhavandifamilju, einum bókhandl-ara. Ung fólk við 2 børn-um, 3 og 5 ár, og teyhøvdu bil. Tá var tað ikki

hvørs mans ogn í Dan-mark heldur enn her hjáokkum.

Vit skuldu búgva 3 døgní Keypmannahavn, og vithøvdu eitt bestemt pláss,har vit skuldu møtast. Vitfingu matpakka við okk-um og vóru so úti fyridagin. Eg minnist tannfyrsta dagin. Vit vóru íZoologiska hava, tað varómetaliga interressant,veðrið var so gott ogógvuliga heitt.At síggja øllhesi ymisku djórini! Ser-liga var tað elefanturin ogapurnar, sum eg helt veratað interessantasta. Núskuldu vit setast at etamatpakkan. Tað var eggog tomatir, tað hevði egikki sæð ella smakkaðfyrr. Eg kundi ikki eta tað,so væl mær dámar egg, sokundi eg ikki eta breyðiðheldur, men gav apunumalt, tí hesin smakkuringekk gjøgnum allan mat-in, so tann dagin var egsvong. Eg segði tað so viðtey, at tey skuldu ikkikoyra tomatir uppá, menbara egg.

Vit vóru í slottum ogkirkjum og sóu alt møgu-ligt, sum hevði nakað attýða. Hvønn morgun møtt-ust vit kl. 9 og blivu av-heintaði kl. 5 allar 3dagarnar. Um kvøldið varman saman við teimum,sum man búði hjá. Hesi,sum eg búði hjá, vildugera alt tey kundu fyrimeg. Eitt kvøld í Tivoli.Hetta var alt so ófatiligtfyri mær, at síggja. Eg vareisini í rutchebananum -tá var eg bangin.

Eitt annað kvøld vóruvit í Sirkus. Har var sonógv at síggja, at tað varmest sum for nógv fyrimeg. Ein tráður ella jarn-stong var spent eitt langtstrekki, har tveir mansgingu eftir.Teir møttust áhálvum veg so ómetaligahøgt uppi. So seinri fóruteir í kurvar at ganga í ogmøttust. Tað sá øtiligt útat sita niðri undir. Eisinisóu vit hestar dansa eftirmusikki, og gentur í ring-um sveiggja í leysari luft.Nú sær mann hetta ym-

iska í sjónvarpinum, tákennist eg við mangt,sumeg sá tá.

Í JuelsmindeNú skuldu vit út ymiskarstaðir í provinsina. Vitfingu eitt bræv við sumferðaseðil, sum vit skulduvísa fram.Tey flestu komu

at búgva á Sjællandi ogFyn. Nøkur fá skuldu tilJylland, har var eg ímill-um. Eg skuldi til Juels-minde, og tað var einlangur teinur.

Tey, sum eg búði hjá,fylgdu mær til tokið ogsøgdu, at eg skuldi altíðspyrja konduktørarnar,nær eg skuldi skifta, tí taðbleiv ofta.Vit skuldu fyrstkoyra til Korsør, so siglaum Stórabelt, so aftur ítok og síðani sigla umLítlabelt. Tá var einginbrúgv komin um Lítla-belt. Vit komu so til Fre-dericia og aftur at spyrjahvar nú. Jú, vit skuldu ítok til Horsens, og harskuldu vit bíða 1½ tíma tiltokið til Juelsminde kom.Ja, tað var ein droyurtúrur altíð at noyðast atspyrja hesar fyri mær

høgu harrar við gyltumsnórum. Men tað mátti eggera, tí konan eg búði hjáí Kjøpinhavn, segði viðmeg, at eg aldrin máttispyrja nakran passager, tíso kundi eg blíva villeidd.Kl. var 4, tá eg kom tilJuelsminde, og tá vareingin at taka í móti mær.Eg aftur at spyrja: Hvatnú? Øll fóru sín veg. Távar eg bangin,og eg fór tilhesar høgu harrar at vita,hvat eg skuldi gera. Egvísti teimum adressuna.Konduktørurin rópti so áein passager, sum ikki varkomin so langt og baðhann fylgja mær.Vit komuinn í eina krambúð, bak-araforrætning. Eg segðihvør eg var, og bleiv vælmóttikin. Tey kundu ikkifata, hví tey ikki høvdufingið at vita, nær egskuldi koma. Ja, tey vóruso góð við meg og keddav, at eingin hevði verið ímóti mær.

Hetta eru húsini á Brúsoyruni.Omanfyri hesi húsini var handilin hjá Jóannes.Brúnna á myndini lat Jóannes gera.

Christian, beiggi Doru.

Elspa, sum giftist við Tummas Justinussen, var seinasta krambagentan hjáJóannes.Tá tóku børnini hjá honum við.Men Elspa var eitt tiltikið skilafólk, ogat rokna var hon framúr. Hendan myndin er frá umleið 1930, og síggja vitElspu og Tummas saman við børnunum Eiriki og Elisabeth.Elisabeth síggja viteisini í frásøgnini aðra staðni í blaðnum, tá nýggju bátarnir komu til Leir-víkar.

Gomul mynd úr Leirvík.

Page 17: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 17Nr. 331 - 2. desember 2004

step

hans

sons

hús

P/F Tórshavnar SkipasmiðjaTlf. +298 31 11 55Fax +298 31 11 25e-mail: [email protected]

P/F Skipasmiðjan á SkálaTlf. +298 44 11 55Fax +298 31 44 25e-mail: [email protected]

Vestmanna SkipasmiðjaTlf. +298 42 40 10Fax +298 42 40 05

Runavíkar Mekaniski VerkstaðurTlf. +298 44 70 36Fax +298 44 78 34 www.faroeyard.fo

Við okkurt um 25.000 ymiskum vørum áhyllunum, stendur landsins størsta goymslaav eykalutum til taks hjá føroyska flotanum.Aftanfyri stendur eitt samtak av trimumføroyskum skipasmiðjum og einum mekaniskumverkstaði, ið hevur meir enn seksti ára royndirinnan veitingar til skipaflotan � alt frá smærriumvælingum og viðlíkahaldi til um- og nýbyggingav skipum.

Góðkendir tænastuveitarar av:WärtsiläDeutz-MWMScania & ValmetCallesenUlstein BrattvaagABB-TurbochargersDesmi pumpum

Page 18: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 18 Nr. 331 - 2. desember 2004Síða 18

Upprit um løgtingslóg um afturbering tilføroyskt skrásett fiskiskip á rækjuveiðuÍ seinasta blað høvdu vit eina lýsing av málinum um, hvørt ætlaða lógin um eina FAS-líknandi skipan fyri rækjuskip er í stríð viðaltjóða rætt, og har vit kundu vísa á, at niðurstøðan hjá løgmansskrivstovuni var ivasomu.

Felagið Rækjuskip hevur eisini biðið ein serfrøðing í altjóða rætti, Halgir Winther Poulsen gera eitt upprit, sum ber á samaborð. Niðurstøðan er greið: okkara heimligu politikkarar hava fulla heimild til sjálvir at taka støðu í hesum máli.

Vit endurgeva brot úr frágreiðingini hjá Halgir:

1. NiðurstøðaTað er lítið sum talar fyri,at uppskotið til løgtings-lóg um afturbering til før-oyskt skrásett fiskiskip árækjuveiðu, er í stríð viðaltjóða rætt, sum umboð-aður av WTO: Agreementon Subsidies and Counter-vailing Measures, ella skul-di borið í sær vanda fyrimóttiltøkum frá øðrumWTO-limalondum móti før-oyskum rækjuútflutningi.

2. InngangurTann spurningur hevurverið reistur, hvørt upp-skotið til løgtingslóg umafturbering til føroysktskrásett fiskiskip á rækju-veiðu er í stríð við altjóðarætt.

Endamálið við omanfyrinevnda uppskoti til løg-tingslóg er, sum sagt verð-ur í viðmerkingunum, “atgeva føroysku rækjuvinn-uni andahjálp í eitt av-markað tíðarskeið, meðanarbeitt verður við at bøtaum veiðurættindi hjá vinn-uni…”

Tað er alment kent, atfiskivinnan sum heild verð-ur munandi stuðlað í flestøllum londum, sum havaeina fiskivinnu av nøkr-um týdningi. Hesin stuðulverður veittur á ymiskanhátt, t.d. beinleiðis studn-ingur til reiðarí ella fiski-ídnaðin sum heild, treyt-aður av útflutningstølum,flutning- og farmastuðultil útflutnings, undantøkaella afturbering av skattiog øðrum gjøldum, ávísirfrádráttir av útreiðslum, iðbeinleiðis hava sambandvið útflutning, ymiskarkreditskipanir, osfr. (síannex I til WTO sátt-málan, ið verður gjøllariviðgjørdur niðanfyri).

Mett verður, at samlaðaárliga virðið av allari heims-ins fiskiveiðu er uml. 56mia. $ ( uml. 320 mia. kr.)og at árligu stuðulsskipan-irnar tilsamans útgera 14-20 mia. $ (uml. 80-114mia. kr.), tvs. svarandi tiluml. 25-30 % av samlaðaveiðuvirðinum.

Tey lond, ið lata størstastuðulin, eru Japan viðuml. 2-3 mia. $ (11-17 mia

kr.) árliga, ES við uml. 1,4mia. evrum (uml. 10 miakr.) árliga, USA við uml. 1mia. $ ( uml. 6 mia. kr.)árliga og Rusland við 600mió. $ (uml 3,4 mia kr).

Atfinningar móti fiski-vinnustuðli byggja á tveyymisk sjónarmið: Fyri taðfyrsta verður mett, at stuð-ulin medvirkar til ovur-fisking og partvísa niður-fisking av týðandi fiska-stovnum í flestu høvum.Harumframt verður funn-ist at, at hesin stuðul av-lagar kappingina á heims-marknaðinum við sølu ogkeypi av fiski og fiskavør-um.

3. Uppskotið til løg-tingslóg um aftur-bering til føroysktskrásett fiskiskip árækjuveiðuSambært viðmerkingun-um er endamálið at veitateimum skipum, ið enneru eftir í rækjuveiðu íFøroyum, eina skipan, iðlíkist galdandi FAS aftur-bering av skatti í eitt 2 áraskeið. Mett verður í við-merkingunum, at aftur-beringin í 2005 verðuruml. 11 mió. kr., haravlandskassin ber uml. 6,5mió. kr. og kommunurnaruml. 4,5 mió. kr.

Í sambandi við spurn-ingin um hvørt lógin kannhaldast at vera í stríð viðWTO skipanir er vert athava hesi viðurskifti íhuga:

1. Stuðulin er tíðarav-markaður til 2 ár og fellurburtur av sær sjálvum, tátíðarskeiðið er runnið.

2. Stuðulin er avmark-aður í peningaupphædd-um.

3. Skipanin er objektiv,soleiðis at skilja, at tað bertil greitt í lógini at síggja,undir hvørjum treytumog við hvørjum upphædd-um stuðulin verður veitt-ur hvørjum einkultumreiðaríi.

4. Stuðulin er gjøgnum-skygdur, soleiðis at skilja,at treytirnar fyri at fáastuðul og reglurnar fyriútgjalding eru greitt orð-aðar í sjálvari lógini.

5. Stuðulin hevur til

endamáls at veita einaavmarkaða hjálp í eitt av-markað tíðarskeið til einávísan part av fiskiflota-num,“meðan arbeitt verð-ur við at bøta um veiðu-rættindini hjá vinnuni ogsamskipa veiðumøguleik-arnar hjá øllum fjarfiska-flotanum,soleiðis at søgu-ligu rættindini kunnuverða varðveitt og gagn-nýtt mest møguligt” (síviðmerkingarnar til lógar-uppskotið),og er ikki bein-leiðis knýttur at viður-skiftum, ið hava við út-flutning av veiðuni atgera. Stuðulin verður veitt-ur sama um veiðan verð-ur seld í Føroyum ella út-flutt.

Halgir greiðir síðani fráorðingunum í WTO sátt-málanum og heldur fram:

Eftir hesi orðing at døma,er tann ætlaði stuðulin tilrækjuskipini neyvan ser-stakur, tá treytirnar og tærgjøllari reglurnar í lóginiverða havdar í huga. Herkann verða viðmerkt, atsambært grein 2.1 (c) ísáttmálanum, verður ásett,at í viðgerð av spurningi-num um, hvørt ein stuðuler serstakur ella ikki, skuluatlit havast fyri, í hvønnmun vinnulív og fíggjar-viðurskifti í viðkomandilandi eru fjølbroytt ellaikki, eins væl og støddin ástudninginum og tað tíð-arskeið hann er galdandi.

Hertil er vert at við-merkja, at meðan WTOreglur um kapping van-liga hava atlit til kappinglanda millum, tykist sumreglan í grein 2 hevur atlitat innanlendis kapping.Høvuðsgrundsjónarmiðiðí hesi reglu er, at ein skip-an, sum avlagar tillutingav stuðli, millum innlend-is kappingarneytar, eigurat verða regulerað. Ætlan-in við hesum er helst, atWTO ikki vil leggja seg útí generell innlendis skatta-ella umfordeilingarmál,men heldur ansa eftir, atávís virki ella vinnugreinirikki fáa sersømdir, ið kun-nu avlaga altjóða handil-in.

Í tann mun tann ætlaðistuðulin til rækjuskipini

má metast at hava tílíkaavlagandi ávirkan inn-lendis í Føroyum, kemurstuðulin helst undir grein2 í WTO sáttmálanum.Havandi í huga, at annarstuðul er til fiskivinnuna,ið verður lutaður til allanflotan og at tað í hesumførinum snýr seg um einareiðiliga lítla upphædd íeitt avmarkað tíðarskeið,er kortini neyvan væntan-di at WTO fer at havaserligan áhuga fyri hes-um.

Síðani verða útgreinað-ar tær reglur sum eru fyristuðul.

Samanumtikið er taðsostatt lítil ivi um, at taðfyrst og fremst er útflutn-ingsstuðul, ið WTO sátt-málin hevur atlit til.

Í grein 4 verða tiltøkinimóti tílíkum bannaðumstuðli viðgjørd og sam-bært grein 4.1 kann ein-hvør limur í WTO, sumhevur grund til at halda,at ein annar limur veiturbannaðan stuðul, biðjaum samráðingar við hend-an limin. Saman við á-heitanini um samráðing-ar, skal limurin leggja viðprógv um,at tílíkur stuðuler veittur. Limur, ið verðurlagdur undir at veitabannaðan stuðul, skal faraí samráðingar við hinskjótast gjørligt og umfelags avtala ikki er finginí lag innan 30 dagar, kannein og hvør limur, ið tekurlut í samráðingunum,sendamálið til kærunevndinahjá WTO, ið annaðhvørtsjálv kann taka sær av máli-num ella seta eina serliganevnd til tess. Nevndinkann veita sær ráð hjáeinum bólki av serkøn-um, sum eftir at hava ventsær til viðkomandi limir,skal koma við einari frá-greiðing um hvørt taðsnýr seg um bannaðanstuðul ella ikki.

Eftir at hetta tilfar erfingið til vega, skal kæru-nevndin gera eina enda-liga frágreiðing, sum soverður send viðkomandilimum. Um studningurinverður funnin at verabannaður, skal nevndinráða til,at viðkomandi lima-

land tekur studningin avuttan drál. Reglur eru eis-ini um appelmøguleika.Verður tilráðingin hjá kæru-nevndini ikki fylgd innan-fyri tað tíðarskeið og sam-bært teimum av kæru-nevndini uppsettu treyt-um, skal kærunevndinheimila tí limalandinum,ið setti fram kæruna, attaka “appropriate count-ermeasures”, ella hóskan-di móttiltøk. Herí liggur,at tey tiltøk, ið viðkoman-di limur kann taka, eiga atstanda í mun til tann“ólógliga” studningin.

Sum nevnt framman-fyri, fevnir WTO sáttmálinum alt útflutningsvirksemivið undantak av landbún-aðarvørum, og sostatt eis-ini um fiskivinnu. Sáttmál-in hevur tó avmarkaðantýdning fyri fiskivinnu-stuðul, ið sjáldan verðurveittur sum beinleiðis út-flutningsstuðul. Afturathesum kemur, at hóastfiskivinnustuðul í altjóðahøpi verður veittur í stór-um upphæddum, er hettalítið at rokna mótvegisøðrum stuðli, eitt nú tillandbúnaðarframleiðsluog ídnaðarframleiðslu.Endiliga er ein stórurpartur av tí stuðli, ið verð-ur veittur, veittur av lond-um, ið annaðhvørt erumenningarlond ella lond,ið eru ógvuliga heft avfiskivinnu. Í tílíkum før-um verður ikki tikið sohart um stuðul, ið ikki erbeinleiðis útflutningsav-lagandi.

b) Átalubarur studningur(“Actionable Subsidies”)

Um so er, at ein WTO-lim-ur metir, at tann ætlaðistuðulin annaðhvørt skað-ar innlendisídnaðin hjáviðkomandi landi (a), ellaskaðar áhugamálini hjáviðkomandi landi álvars-liga (c), kann viðkomandilimaland leggja málið fyriWTO.

Tað er helst ilt at ímyndasær, at ein so avmarkaðurstuðul sum tann ætlaðirækjustuðulin í eitt tveyára skeið, skal kunna havaso álvarsliga ávirkan á

innlendisviðurskiftini hjáeinum øðrum limalandi.

Velur eitt limaland atkæra Føroyar inn fyriWTO, skal viðkomandiland prógva, hvønn skaðastuðulin hevur volt við-komandi landi. Próvbyrð-an er tung: Umframt atleggja fram prógv fyriskaðan, skal landið eisinivera ført fyri at prógva, atbeinleiðis samband ermillum henda skaða ogtann stuðul, ið verðursagdur at hava volt skað-an. Serliga hvat viðvíkurfiskivinnustuðli hevur taðvíst seg sera torført atkoma ígjøgnum við kær-um um stuðul sambærtgrein 5.

Reglurnar um viðgerðav kærum eru at finna ígrein 7 í sáttmálanum ogkæruviðgerðin er í stóranmun samráðingar millumkærandi landið og landið,ið sigst hava volt skaðan.Um so er, at viðkomandiland bjóðar sær til atavmarka skaðan mótvegiskærandi landinum, kannstuðulin verða varðveitt-ur.

Í grein 7.9 er ásett, atum eitt limaland ikki hev-ur tikið neyðugu stig til atbeina burtur skaðilig árinav einum studningi innan6 mánaðir eftir at kæru-nevndin hevur gjørt sínafrágreiðing, skal nevndinheimila kærandi landi-num at seta móttiltøk íverk, ið eru sambæriligvið støddina á tí skaðiligaárini, sum staðist hevur avstudninginum.

Tað verður sostatt ikkieftir grein 5 um átalubar-an studning talan um attaka studningin av,men atrinda um skaðiliga áriniðá kærandi limalandið, ogbert tað.

Higartil er, eftir hvat tilber at fáa at vita, einkikærumál um fiskivinnu-studning viðgjørt og av-gjørt eftir hesum reglum.

Sum tað skilst framman-fyri, letur WTO sáttmálinupp í hendurnar á lima-londunum at hava eygunivið og mótmæla møgulig-um útflutningsstuðli, bæðitá tað snýr seg um út-

Page 19: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 19Nr. 331 - 2. desember 2004

flutningsstuðul sum heildog serstakliga fiskivinnu-stuðul.

Til tess at gera hettaeftirlit møguligt, er ásett ígrein 25 í WTO sáttmála-num, at øll limalondinihava skyldu til at boða fráíverksettum stuðli, ið lýk-ur treytirnar eftir grein 1 ísáttmálanum. Hesar frá-boðanir skulu latast WTOinnan 30. juni á hvørjumári og skulu vera so greið-ar og gjølligar, at tað bertil at meta um handils-árinini, ið viðkomandistuðul kann haldast athava ella fáa.

Hesar reglur verða, eftirhvat WTO sjálvt sigur,serdeilis illa yvirhildnarav limalondunum. WTObrúkar so sterk orð sumat finnast at “tí ómetaligadráli, ella fullkomiliga brotiá krøvini um fráboðan,sum meirilutin av limun-um sýna”. Sambært einimeting hjá WTO, er sann-líkt at ikki minni enn 90 %av fiskivinnustuðlinumverður ongantíð fráboð-aður WTO sambært gald-andi treytum.

5. Lógaruppskotiðum rækjustuðul ogWTO sáttmálin -samanumtøka ogniðurstøðaSpurningurin er nú, umlógaruppkotið um rækju-stuðulin er í andsøgn við“altjóða rætt”, sum í hes-um sambandi helst er atskilja sum frammanfyrinevndi WTO sáttmáli umkappingaravlagandi út-flutningsstuðul.

Niðurstøða mín er tann,at tað er lítið sum talarfyri, at uppskotið til løg-tingslóg um afturberingtil føroyskt skrásett fiski-skip á rækjuveiðu, er ístríð við altjóða rætt, sumumboðaður av WTO: Ag-reement on Subsidies andCountervailing Measures,ella skuldi borið í særvanda fyri móttiltøkumfrá øðrum WTO limalond-um móti føroyskum rækju-útflutningi. rundgevingar-nar fyri hesi niðurstøðu

eru í høvuðsheitum hes-ar:

· Sum frammanfyri greittfrá, er tann ætlaði stuðul-in ikki beinleiðis knýtturat útflutningsúrslitinumhjá rækjuflotanum. Har-afturat kemur, at stuðul-in í peningi og tíð ersera avmarkaður, og attey 5 skipini, ið eftir eruí føroyska rækjuflota-num, ikki fiska størrinøgdir enn svarandi tileinar 30 mió kr. í árlig-um søluvirði fyri hvørtskipið,ella tilsamans ein-ar 150 mió kr.

· Príslegan á rækjum áaltjóða marknaðinumverður ásett sum eittúrslit av útboði og eftir-spurningi. Tann ætlaðistuðulin til føroyskurækjuskipini er av ein-ari sovorðnari stødd oger so avmarkaður, at taðer ógvuliga lítið hugs-andi,at hann skal kunnahava nakra ávirkan yvir-høvur á altjóða prísleg-una av rækjum. Afturathesum kemur, at saml-aða veiðan av kaltvatns-rækjum er eitt úrslit avTAC, settum av stranda-londum og millumlandafiskiveiðuumsitingarstov-num, og um føroyskurækjuskipini ikki vóru ívinnuni, hevði veiðu-nøgd teirra bert veriðveidd av øðrum, soleið-is at samlaða framboðiðhevði verið tað sama.Tað er sostatt torført atfáa eyga á, hvørja kapp-ingaravlagandi ávirkanhesin studningur yvir-høvur kann fáa á altjóðarækjumarknaðin.

· Soleiðis sum forboðiðmóti studningi er orðaðí grein 3 í WTO sátt-málanum, er reiðiligaeyðsæð, at tað sumWTO fyrst og fremsthevur áhuga í og sátt-málin bannar,er útflutn-ingsstuðul, ið hevur av-lagandi ávirkan á kapp-ingina millum tey lond,ið eru sáttmálapartar,

og í útgangsstøði ikkistudningur, ið einanskann ávirka innlendiskappingarviðurskiftinií limalandi. Hetta færtýdning fyri metinginaav, at studningur ikkimá vera serstakur sam-bært grein 2 í sáttmála-num. Í hesum sambandieigur eisini at vera havtí huga, at sambært grein2.1 (c), skal, í sambandivið avgerð av hvørt einstudningur er einstakurella ikki, atlit havast fyri,í hvønn mun vinnulíviðog fíggjarviðurskiftini íviðkomandi landi erufjølbroytt ella ikki, einsvæl og støddin á studn-ingum og ta tíð, ið hanner galdandi.

· Støddin av afturbering-ini og treytirnar fyri út-gjalding av studningi-num eru greidliga orð-að í lógini, ið sostatt er sera gjøgnumskygd.Hetta eru eisini viður-skiftið, ið dentur verðurlagdur á í sambandi viðmeting av, hvørt einstuðul er “lógligur” ellaikki.

· Endamálið við ætlaðulógini er ikki at veita út-flutningsstuðul, og stuð-ulin er ei heldur treyt-aður av, at rækjurnarverða útfluttar.

· Sum frammanfyri greittfrá, letur sáttmálin upp íhendurnar á limalond-unum at fylgja við, átalaog prógva, um tey metaat nakað av londunumfremur kappingaravlag-andi stuðul til vinnulívsítt.

· Tað er lítið hugsandi, atnakar annar sáttmála-partur í WTO hevðikent seg gingnan sonær av einum so av-markaðum stuðli til einpart av føroyska fiski-flotanum, sum talan erum, at viðkomandi sátt-málaland hevði ómakaðsær at tala at.

Í røðini um Lisu við Kelduhava vit havt nógvar for-vitnisligar myndir. Ein avhesum var av Eliseus ígrind,og var henda mynd-in í seinasta blaði. Á mynd-ini var eisini ein smádrong-ur. Hesin var Kaj Kalls-berg, sum er ættaður úrKlaksvík, men sum hevurverið kommunulækni íHavn í nógv ár.

Ein onnur mynd var avmanningini á “Gunhild” í1911. Eftir tí vit hava fing-

ið upplýst er maðurin íaftara raðnum uttast t.v.Jógvan Johannesen, á

Grund, og tann í miðjuni,Símun Joensen, Uppi áGarði, báðir av Strondum.

Myndirnar hjá Lisu

Vitja eisini heimasíðuna:www.fiskimannafelag.fo

Page 20: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 20 Nr. 331 - 2. desember 2004Síða 20

Úr Keypmannahavn til Føroyar í 1921

Ferð við sluppini �Sæborg�Ofta hava føroyingar havt tað buldrasligt á sjónum. Men kortini hevur tað eisini verið stuttligt, sum hesa ferðina, tá JanusDjurhuus var við. Hesa samrøðu við skiparan hevði Hans David Petersen, kennari í Klaksvík.

Skipari á hesari ferð, táJ.H.O. Djurhuus var við,var harra Jens Pauli Han-sen, Klaksvík, ið millummanna vanliga er nevnd-ur Palli í Vátutoft. Sluppinhevði uppvigað saltfiska-veiðu sína í Keypmanna-havn.

Palli í Vátutoft var fødd-ur í Klaksvík 9. juli 1882,og hevur hann givið hesafrágreiðing í novembermánaði í 1968, og er honfest á pappírið soleiðis,sum hann hevur greittfrá.

“Vit fóru úr Keypmanna-havn 1. jóladag í 1921, ogmáttu vit seta inn íSkagen fyri illveður. Hettavar 4. jóladag. Har varskipið liggjandi fyri atkroka undan hesum óveð-ri til 5. januar.

Við á ferðini var Janus.Jólaaftan var hann um-borð hjá okkum og baðum loyvi at sleppa viðheim til Føroya, og taðjáttaði eg honum beinan-vegin.

Beint áðrenn siglt skul-di verða, ringdi eg til eintollara, ið búði úti á Bispe-bjerg og bað hann komaumborð at játta,at øll pap-pír og innsiglið, har okk-ara tollvørur lógu, vórueins og kravt varð. Í samaviðfangi kom Janus, oghonum fylgdu JóannesGaard og Steingrim Wint-her.

Stutt aftaná varð farið tilsjós, og ein sleipibáturtogaði okkum út um frá

Asiatisk Plads. JóannesGaard, ið fylgdi við okk-um út um havnina, fór íland aftur við hesum sleipi-báti.

Vit fingu góðan byrnorður gjøgnum Oyrar-sund, men vindurin vaksskjótt og barometrið fall.Tað sá út til illveður. Janusgekk tíðum og hugdi atbarometrinum “hvussu taðskikkaði sær”.Skoytt kannverða uppí, at eg hevðifingið frá umboðsmannireiðarans, Chr Nielsen æt

hann, eina fløsku av whis-ky og ein hálvan kassa avsigarum.Bæði fingu bráanenda, og hýrurin var har-eftir.

Tá vit komu fram viðKronborg var nógvur vind-ur,og mundi hon tá gangaum 9 míl. Tá var Janus ígóðum skørum.Hann gekkog mól aftur og fram ádekkinum. Eg minnist, athann tá spurdi meg,hvussuleingi eg helt ferðin tilFøroya fór at taka, umvindurin fór at vera tilvildar eins og nú. Egskjeyt uppá okkurt um 5samdøgur.

Tá vit um tveytíðina,náttina millum 1. og 2.jóladag, sigldu fram viðAnholt, var veðrið soringt, at vit máttu leggjatil fyri at repa stórsegliðog mesanin.Tað gekk vælav sjógvi á dekkið, og honlá nógv yvir.

Ætlanin var at sleppasum skjótast norður umSkagen, og tí fóru vit afturat sigla beinanvegin, tá iðrepini vóru íkomin, menkl. 6 á morgni annan jóla-dag, máttu vit leggja tilaftur fyri at taka annaðrep í. Vit komu nú skjóttnorður móti Skagen, mentá stakk hann vesturumvið enn størri vindmegi,út móti orkan. Har lóguvit so í tvey samdøgur og

vardu okkum móti veðri-num, men tá var Janusfarin í koyggjuna, og varhann vorðin ringur avsjóverki. Knappliga varstilli, og tá vóru vit riknirinn í víkina, (Oslofjørðin -soleiðis málbar Palli seg),men tá kom eitt lítið fleyr.Vit vendu skipinum, sotað aftur kom at liggjamóti Skagen. Um kvøldiðbrendi hann á aftur avvestri.

Vit høvdu otað okkumupp undir fýrskipið við

Skagen,og hann var blíðk-aður so mikið nú, at eglegði til merkis, at útróðr-arbátar komu út frá Skag-en, eini 100 í tali, men eghevði kortini varhuganav, at teir mundu ikkihalda líkindini vera nóggóð, tí teir vendu innaftur næstan beinanvegin.So var, tí ódnin kom.

Veðrið var av tí allar-versta, tá vit høvdu sigltokkum inn millum Gren-en og fýrskipið. Tá vareinki annað hjá okkum at

gera enn at halda inn mótihavnini.

Tá Skagen var aftan tvørs,løgdu vit bakk inn mótiÅlbækvíkini. Hetta varfjórða jóladag. Klokkanvar átta á morgni, tá vitløgdu stilt uttan fyri sjálvthavnarinnlopið, og vitsamráddust um, hvat núvar best at gera, tí veður-líkindini vóru av teimumallarringastu.

Um middagsleitið fóreg niður undir at skaffa,men áðrenn eg fór bað egbestamannin koyra loðs-flaggið upp, og so skjótthevði loðsurin borið at, ateg var ikki liðugur atskaffa, tá hann legði atborði, og bað okkum setainn. Loðsbáturin fylgi aft-aná okkum, og loðsurintók sjálvur róðrið hjáokkum. Vit sigldu skipiðinn í havnina uttan óhapp.Loðsurin helt fyri, tá iðbundið var, at vit vórukomnir í havn í evstustund, tí hann brann áaftur av landnyrðingi. Utt-anfyri hevði ikki veriðliggjandi, langt frá tí.

Tá ið bundið var, komJanus upp, og hýrurin áhonum var óføra góður,skemtingarsamur sum al-tíð. Vit lógu í Skagen til5.januar.

Meðan vit liggja í Skag-en sigur Janus ein dagin,at hann helst mundi veraein annar Jónas, ið óeydn-an fylgdi á sjónum, og tíhelt hann tað vera klókastog beinast fyri okkum

Mynd av Seglhúsinum í Klaksvík. Teir sum vit vita um eru frá vinstru: 1. Malvinus Hansen, í Vátutoft, 2.er helst Peili hjá Jógvan Segl. 3. Jógvan (Segl) Joensen. 4. Hans Erik Olsen. Tað vóru hesir báðir sumgrundaðu reiðaravirkið Joensen& Olsen. 5. (standandi) Palli Hansen, í Vátutoft. Beiggi nr. 1. Nr. 7 er helstsonur Doreus Hvidbro. Um nakar veit um hinar vija vit fegin frætta.

Palli sum yngri. Palli sum nærum 80 ára gamal saman við abbadótrini Anna.

Page 21: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 21Nr. 331 - 2. desember 2004

allar, at hann slapp sær íland og suður aftur tilKeypmannahavnar. Hannskoytti uppí: “Eg eri einsog Johan Rimmarson:Snekken ligger på landet,og græsset under hendegror…..”

Janus eins og mongumlesandi føroyingum tørv-aði pening, og tá eg sjálv-ur ikki hevði meira ennneyðugt var, kundi egtíverri ikki hjálpa honumí so máta.Tann pening eghevði, mátti eg nýta allansum hann var til útreiðsl-ur har á staðnum, havna-pening o.a. Tað var ógvu-liga smátt við peningi íteimum árunum.

Janus ringdi til Keyp-mannahavnar og bað umpeningahjálp. Tað, hannbað um, fekk hann bein-anvegin við eini postávís-an, men seinni fór Janusaftur á posthúsið við teirrisomu peningaupphæddog sendi hana aftur tilKeypmannahavnar.

Áðrenn Janus lat pen-ingin frá sær hevði hannfingið selt til ein av mann-ingini eina riflu og einrevolvara, ið hann komumborð við, tá vit fóru úrKeypmannahavn. Maður-in, hann seldi hetta til, varGuttorm Matras av Viðar-eiði. Hetta var nóg mikiðtil at betala ferðina tilKeypmannahavnar við.

Eg minnist eisini til,hvussu avbera kammerat-ligur Janus var, og vitgingu eisini ofta saman íSkagen og tosaðu vit sjálv-andi um mangt og hvat.Ein dagin komu vit inn ásjómansheimið har, oghar vóru nakrar ungargentur, ið kendu nakrarføroyskar gentur, ið tærætlaðu at skriva bræv til.Hetta fortelja tær Janus,og tá sigur hann:“So skulutit royna at skriva á før-oyskum”.Tær søgdu sjálv-andi sum var,at tað dugdutær ikki. Janus beyð sær tátil at skriva fyri tær, og taðgjørdi hann eisini á sínstuttliga máta. Hetta vórutær ógvuliga fegnar umog eisini fyri okkum varhetta ein hugnalig løta.

Sum sagt vit sigldu afturúr Skagen tann 5.januarog henda sama dag fórJanus aftur til Keypmanna-havnar. Mær er sagt, atFøroyingafelag helt nýggj-ársveitslu har. Tá Janusknappliga trein inn, sótumenn og prátaðu um, at“Sæborg” var burturging-in. Janus slær út við hond-ini, tá hann heilsar teim-um og sigur: “Ja, skipiðfórst, men eg svam í land,og eg var tann einastisum bjargaðist”.

Komnir aftur á Klaks-vík, ringdi kona Janusar,Anna í Hvannasundi, tilmín og spurdi meg, umJanus var við á ferðini.Men eg segði henni sumvar, at hann var farin íland í Skagen, og taðgleddi hana at frætta, ateinki var hent honum.

Seinni partur av heim-ferðini gekk annars væl,til vit komu norður umHetland. Tá fingu vit avringasta veðri, eg nakran-tíð havi upplivað. Tá iðvindurin linkaði og hannkom av landnyrðingi, løg-du vit móti Føroyum ogkomu inn í Skorina tann12.januar. Sum eitt dømium, at ferðslan á sjónumtá ikki var so stór eins ognú, kann eg nevna, atAndreas Joensen, bóndi íGerðum, hevði sæð síðu-ljós á skipi, ið fór tvørturum Borðoyarvík, og hannivaðist ikki eina løtu í, attað vóru vit. Hann fórbeinanvegin út til konumína í Víkunum at berahenni tey tíðindi, at núkom “Sæborg” og so var.

Undir hesari samrøðunifortaldi Palli eisini, atbróður Janusar, Hans And-reas, í 1911 kom til Før-oya úr Keypmannahavnvið sluppini “Phebe”, sumeisini var seglskip uttanhjálpimotor. Handilin úti íKlaksvík átti bæði Sæborgog Phebe. Tað var á hesiheimferð Hans Andriasyrkti: “Heysið mesan ogstórsegl! Nú heim eg siglavil”. Skiparin á Phebe varSímun í Heimistovu (Sim-on Olsen).

Nýggja uppboðssølan komin undir landAftaná nógv forarbeiði er nú komið undir land við at skipa eina nýggja uppboðssølu, sumstórt sæð øll vinnan kemur at eiga og reka.Tann upprunaligi Fiska-marknaður Føroya (FMF)var settur á stovn í 1992.Aftan á eina trupla byrjanhevur hann havt stórantýdning fyri prísásetinginaav ráfiski í Føroyum.Tannprísur, sum hevur veriðlatin her, er tað nærmastavit hava verið “røttum”prísum til fiskimenn ogskip. Umleið helvtin avráfiskinum hevur veriðseldur beinleiðis um fiska-marknaðin, og prísurinfyri restina hevur veriðtengdur at hesum prísum.

Høvuðspartaeigararnir íFMF eru privat virkir inn-an bæði sølu og keyp avfiski. Harafturat eru Før-oya Fiskimannafelag ogTofta Arbeiðarafelag, sumer størti partaeigari.

Fyri nøkrum árum síð-ani kom tað sjónarmiðiðfram, at tað rættasta hevðiverið, um vinnan sjálv áttifiskamarknaðin, og hon tíeisini hevði ábyrgdina avhonum. Mett varð, at hó-ast keyparar og seljarareru mótpartar, so skulduteir í hvussu er verið sam-dir um at hava eina sogóða søluskipan sum gjør-ligt. Hon skuldi eisinigrundleggjandi verða bygdá marknaðarbúskap.

Nevndin í FMF hevureisini tikið undir við hes-um sjónarmiði, og nógvuppskot hava verið um,hvussu hetta skuldi skip-ast.

Eitt tað seinasta upp-skotið var í stuttum, atFiskamarknaðurin samanvið Ráfiskaseljara- og Rá-fiskakeyparafelagnum settuá stovn eitt nýtt partafel-ag, sum skuldi standa fyriuppboðssølu av fiski. Har-við kom sølan í verandipartafelagi at verða flutttil tað nýggja. Fiskamarkn-aðurin skuldi eiga 50% avpartapeninginum og helvt-ina av nevndarumboðan-ini hjá luttakandi feløgun-um.

Fyrimunurin við hesumuppskoti var, at her vildiein samlað vinna staðiðaftan fyri uppboðssølu avfiski, og hevði hon kunn-að staðið saman fyri at fáaeina so effektiva søluskip-an fyri allar partar sumgjørligt.Føroya Fiskimanna-felag stóð eisini aftan fyrihetta uppskotið, sum fel-agið metti at vera til gagnsfyri allar fiskimenn. FF erein av stóru partaeigar-unum og formaður FFs ereisini formaður í nevndinifyri fiskamarknaðin.

Hetta uppskot var tilviðgerðar á fleiri eykaaðal-fundum, har teir smærrupartaeigararnir vóru ímótiuppskotinum.

Endin var tó, at meiri-lutin av partapeninginumsamtykti uppskotið hjánevndini.

Nú skuldi verið greitthjá øllum pørtum at fariðundir samráðingar um,hvussu nýggja felagið skul-di skipast, og her tyktistikki at vera nøkur serligósemja millum partarnar.Semja var hinvegin um, atnú mátti gerast skjótt avfyri at fáa tað, sum semjatyktist at vera um, sett íverk.

Ráfiskakeypara- og -selj-arafelagið hevði annarssamtykt, at tey, undir øll-um umstøðum, vildu setaegna uppboðssølu á stovn.Men samstundis vildu teireisini gera eina avtalu umtær reglur, sum skulduvera galdandi fyri keyp ogsølu av fiski í síni heild.Hetta var eitt øki, sumannars hevur verið við-gjørt av eini nevnd, sumer sett av fiskimálaráð-num. Her er eisini talanum politiskar støðutak-anir, har feløgini kunnugera tilmæli, men har taðer politiski myndugleikin,sum tekur endaliga støðu.

Hetta hendir samstund-is, sum meira og meira avfiski fer óviðgjørdur av

landinum, og talan er umein meira og meira skip-aðan útflutning.

Henda gongdin er grund-að á, at fiskimenn og reið-arar náttúrliga vilja havahægst møguligan prís fyrifiskin, og er hetta ikkiminst átroðkandi, nú prís-irnir annars eru so lágir.

Samstundis merkir tað,at minni og minni verðurat gera hjá flakavirkjun-um, og tað hevur so afturvið sær, at arbeiðsfólkini ávirkjunum hava minni ogminni av arbeiði. Hettahendir saman við tí, at taðnú ikki er so lætt hjá fólki-num at fáa nakað annað atgera.

Hetta kann tykjast atvera eitt óloysiligt mót-stríð millum áhugamál.Tað er, sum so avmarkað,hvat ið kann gerast, tí taðber ikki til at seta í verktiltøk, sum kunnu spennabein fyri fríu kappinginium fiskin, sum vit havahavt nú í fleiri ár. Tað erhóast alt henni, vit kunnutakka fyri, at prísirnir havaverið so frægir, sum teirhava verið síðan fyrst í 90-unum.

Breiðast møguligsemjaSum tað skilst var í hvussuer semja millum feløginium, at tað skuldi sleppastundan proformasølum.Hetta kundi gerast viðeini áseting um, at taðbert er tann, sum veiðirfiskin, sum kann bjóðahann út. Hetta skuldi ver-ið eitt gott stig fram ímótieini loysn av umrøddatrupulleika.

Ósemja var millum fel-øgini um, í hvønn munveiðan skuldi støddarskilj-ast, áðrenn hon varð boð-in út.Tað er eisini greitt, atspurningurin um støddar-skiljing er ein truplarispurningur enn hildið

verður. Hetta er ein spur-ningur um, hvat kann ger-ast reint praktisk beinan-vegin,og hvat ið arbeiðastkann fram ímóti.Tí kundiborið til at funnið einasemju um tað, sum semjavar um, og síðan at arb-eiða víðari við restini.

Hetta endaði við, atRáfiskaseljarafelagið boð-aði frá,at teir als ikki vilduvera við til at skipa einauppboðssølu saman viðRáfiskakeyparafelagnum.

Harvið sá tað út til, atøll ætlanin um eina felagsuppboðssølu hjá veiðu-og virkisliðnum lá í spøn-um.

LoysninMen arbeitt varð kortinivíðari við at finna ein loysn,sum mátti lagast eftirnýggju fortreytunum. Ogúrslitið gjørdist, at stovn-að varð eitt nýtt felag atreka uppboðssølu, harFiskamarknaðurin ogRáfiskaseljarafelagið eiga50% í part, og harvið erujavnstillaðir partar. Hvørtav feløgunum eiga 3nevndarlimir við einumóheftum formanni. Ávirk-anin hjá ráfiskakeyparumskal vera gjøgnum upp-runafelagið Føroya Fiska-marknað. Ein av partaeig-arunum her er ráfiska-keypari og eisini nevnd-arlimur í Ráfiskakeypara-felagnum. Hesin partaeig-arin verður ein av nevnd-arlimunum í nýggja upp-boðssølufelagnum. Ogskuldi hann selt sín parttil Ráfiskakeyparafelagið,so yvirtaka teir hesa um-boðan.

Hetta má sigast at veranakað av eini salomonsk-ari loysn, sum allir partareftir umstøðunum kunnuliva við.

Tað skal eisini sigast, atein samdur eykaaðalfund-ur í Føroya Fiskamarknaðihevur tikið undir við hesiloysn.

Nýggja felagið skal byrjasítt virksemi 1. januar2005, og tíðin síðanistovnanina verður brúkttil at fyrireika virksemið.Tað eru jú nógvir smá-lutir, sum skulu fáast uppápláss.

Vit kunnu bert fegnastum, at vit hava kunnaðhavt ein leiklut í at náahesi semju, sum skuldiverið til gagns fyri allarpartar.

Nevndin í nýggju uppboðssøluni. f.v. JohannesOlsen, Auðun Konradsson, Árni Joensen, ÓliJacobsen, Páll Gregersen og Harry Benjaminsen.

Alfred Petersen, verðurformaður

Page 22: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 22 Nr. 331 - 2. desember 2004

TToorrlleeiiff JJoohhaannnneesseenn

GGUUÐÐSSOORRÐÐ

Tí at vit mega øll verða opinberað fyridómstóli Krists, fyri at ein og hvør kannfáa afturgoldið tað, sum er útint við lik-aminum, eftir tí sum hann hevur gjørt,annaðhvørt gott ella ilt. 2 Kor. 5,10

Tað er heilt løgið at hugsa sær, at øll menniskju,sum hava livað, frá Ádam og Evu, til síðsta menn-iskja, sum føtt verður áðrenn Jesu afturkomu,einaferð skulu hittast fyri dómstóli Krists.Tá skalKristus gjøgnumganga lívið hjá tí einstaka, oghalda dóm,hóast tað verða hundratals milliónir avmenniskjum.

Hetta er ikki bara nakað Paulus skrivaði í eini hug-tungari løtu.

Bíblian sigur, at soleiðis verður tað, og Jesus varofta inni á hesum sannleika.

“Og eins og tað er menniskjum lagað einaferð atdoyggja, og eftir tað er dómur” Heb.9,27

Á dómadegi verður endaliga staðfest tað, sumlongu her í tíðini er ein veruleiki:

1.“Tí at so elskaði Gud heimin,at hann gav son sínhin einborna, til tess, at ein og hvør sum trýr áhann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”Jóh.3,16

2.“Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað athann ikki hevur trúð á navn hins einborna Gudssonar” Jóh.3,18

Sostatt lærir bíblian, at tann, sum trýr á Jesus,verður frelstur; meðan tann, sum ikki trýr á Jesus,glatast.

Øll, trúgvandi og vantrúgvandi skulu fram fyridómin.

Tey trúgvandi fáa tá endaliga staðfest, at tey erurættvísgjørd við trúgv á Jesus.

Tí tað er “eingin fordøming fyri tey, sum eru íKristi Jesusi” Róm.8,1

Kristus verður teirra verji. Syndirnar eru fjaldar íJesu blóði, og tey verða tilroknað Jesu rættvísi ogfáa páradís.

Tey vantrúgvandi koma at standa einsamøll, sekog nakin í dóminum - uttan verjan, Jesus. Syndir-nar verða opinberar, og løn syndarinnar er deyði -burtur frá Gudi.

Hóast menniskju verða frelst, av náði, við trúgv áJesus, uttan gerningar, so skal Gud taka gerning-arnar fram í dóminum, sum vitnir.

Góðir gerningar koma tá at vitna um livandi ogvirkna trúgv á Jesus.

Ringir og vantandi gerningar koma tá at vitna umvantrúgv.

Tí uttan gerningar, er trúgvin deyð í sjálvari sær.Ják.2,17

Armur, eymur eri eg,krossur tín má fjálga meg;nakin, tú mást klæða meg;sekur, tú mást náða meg;deyðadálkaður av synd,reinsa meg í lívsins lind!

Ms.369

Fyri dómstól Krists

Research gjørdist ferðafólkaskipFiskiskip sum fara úr flot-anum fáa ofta eina vánalagnu. Tey kunnu sjálv-sagt verða seld til fiski-skap uttanlands, men taðer sjáldan, at tey eru lang-lívað. Onnur verða søktella upphøgd og fara so ísøguna fyri ævir.

Men fleiri føroysk fiski-skip hava fingið eina glæsi-liga uppreisn. Vit kunnubert hugsa um tann gamla“Vágbingur”/”Bjarnoy 2”,sum eftir at hava skaptpolitiska søgu í Føroyumendaði sum matstova ogsjónleikarhús í Stockholm.

Ella vit kunnu hugsaum “Silver Spray”, sumeftir at vera pussað uppfór at sigla við ferðafólki íHollandi.

Men nú vísir tað seg, attann gamli føroyski ísfiska-trolarin “Research” eisinihevur fingið eina glæsi-liga tilveru. Hon er nevni-liga umbygd til ferða-fólkaskip og siglir út fráMakarska í Kroatia.

Vit hava fingið eitt sind-ur at vita um søguna hjáskipinum frá Dragoslav,

sum er ættaður úr Kroa-tia, men sum er giftur ogbýr í Fuglafirði. Hannsiglir annars við “Polar-hav”/”Stjørnuni”og er einav gomlu garduni har. Vithava mynd av honum ogbørnunum undir umrøðu-ni av hesum skipunum.

Hann kom at vera tulk-ur hjá Mito, sum komhigar úr Kroatia at leitaeftir einum skipi. Hannhugdi eftir fleiri, men

keypti so Research. Honer nú umbygd til eittferðafólkaskip, sum gerútferðir við ferðafólki.Taðkunnu vera 250 fólk viðog siglt verður millum tærmongu oyggjarnar har áleiðini. Á túrinum ber tilat hugna sær við mati ogeinum glasi av víni afturvið. Tann matur, sum erserliga væl umtóktur, erroyktur makrelur og hum-mari. Tað kemur meira

enn so fyri at skiparinsyngur fyri ferðafólkun-um.

Tað er eisini rættiligavanligt at hava brúdleypumborð, og hetta er nak-að heilt annað enn at sitaá Hotel Føroyum!

Vit kunnu bert siga, attað er gleðiligt, at taðgongst okkara skipum sovæl!

Research sum føroyskur ísfiskatrolari.

Research eitur nú “Makarski Jadran” og siglur við ferðafólki út frá Makarska í Kroatia.

Rætting til myndatekst Í hesi myndini sum upprunaliga er frá Fornminnisavninum skrás.nr.3350F3285, er misskiljing komin í myndatekstin. Røttu nøvnini eru hesif.v. Georg Hansen, Norðagøtu, Hans David Ranghamar, Norðragøtu,Justines Poulsen, seinni Svínoy, ættaður úr Svínoy, búsettist í Hvannasundog Sámal Petur Hansen, Norðagøtu.

Georg og Hans David vóru brøður.Hans David slerdi út av Trónd í Gøtuí 1948.

Vit hava eisini fingið staðfest, at maður nr. 5 á myndini av "Andreu" ,3350F03140, kann ikki vera Salli Jensen, men heldur beiggi hansaraVigant.

Page 23: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 23Nr. 331 - 2. desember 2004

Page 24: Síða 21 Nýggja uppboðs- słlan skipað · 2015-03-04 · Nr. 331 - 2. desember 2004 Síða 3 Tað er altíð hugaligt tá nýggj skip koma til land-ið. Hetta er ikki minst gald-andi

Síða 24 Nr. 331 - 2. desember 2004

Tito biskupur úr Columbia á vitjanÍ farnu viku høvdu viteina forvitnisliga vitjan áFF.Talan var um columbi-anska biskupin Tito JesusMora Esgurra, sum býr íútlegd í Noregi. Hann erbispur í anglikansku kirkj-uni í heimlandinum, oghann kundi havt eitt trygtlív um hann bert helt segtil tað. Men hann hevurroynt at arbeiða fyri teysum eru illa fyri í heim-landinum. Hetta hevur soeisini merkt, at hann hev-ur arbeitt móti tí órætt-vísi, sum er meira reglanenn undantakið í landi-num.Hetta gjørdi hann soilla umtóktan millum teirráðandi, at hann kombeinleiðis í lívsvanda. Táhann sá, hvussu hansaranærmastu medarbeiðararvórðu fyribeindir ein fyriein, sá hann, at skjóttkundi tað gerast hansaratørn. Tá var frægari atsleppa sær burtur og soarbeiða fyri somu søk fráeinum tryggari stað. Ogtað gjørdist so Noreg.

Endamálið við ferðinihigar var at fáa stuðul úrFøroyum til at hjálpa heimaí Columbia. Fiskimennvirka undir sera truplumumstøðum vegna ídnað-ardálking, og arbeitt verð-ur fyri at bøta um teirraumstøður, so teir kunnuaftur lívbjarga sær. Hettaer eisini eitt øki, har vitkunnu hjálpa.

Vit vilja í komandi blaðigreiða nærri frá hesi vitj-an og virkseminum hjáTito. Men vit vilja eisinigreiða frá einum øðrummerkisverdum persóni,nevniliga norðmannin JanEgeland,sum stuðlar Tito íhansara virksemi.Tað vístiseg, at sovæl Tito sumformaðurin í FF kennaJan. Jan byrjaði sum blað-ungur at virka í AmnestyInternational í Noregi, ogbert 22 ára gamal varðhann valdur í altjóðanevndina hjá AI. Síðanhevur hann havt einaheilt ævintýrliga karrierum.a. havandi ein týðandileiklut í friðarsamráðing-unum í Miðeystri. Nú erhann varaaðalskrivari í ST,og Tito metir, at hann ferat avloysa Kofi Annansum aðalskrivari, hóasthann enn bert er 47 áragamal.

Jan hevur tað sambandvið Føroyar, at pápi hans-ara Kjørv Egeland varnevndarlimur í Norður-landa Húsinum í Føroy-um.

Tito hevur ferðast runtlandið og hann hevureisini hildið gudstænast-ur. Mánakvøldið var einskótagudstænasta í Vest-urkirkjuni, og her fekk

Tito handað kr. 50.000 fráskótahjálpini til neyðstøddbørn heima í Columbia.

Tito talaði eisini sjálvurog hann legði dent áhvønn týdning tað hevur,

at eitt lítið fólk sum taðføroyska kann stuðla tí1.000 ferðir størra fólki-num í Columbia.

Tito talar meðan Bergur Debes Joensen tulkar.

Skótaleiðarar saman við prestum úr Føroyum og Columbia sameinast í bønfyri bæði londini.

Útgangsbøn verðurlisin av skóta.

Ein mamma sigur viðvinkonuna:“Nú, hvussugongur tað við lækna-útbúgvingini hjá soni-num?”“Eg veit ikki,” svaraðivinkonan.“Eg skilji ikkibrøvini hjá honum.”

*****

Á lærarastovuni gram-di ein arbeiðsfelagiseg um, at hann fekkov lítlan svøvn, tí seksmánaðar gamli sonur-in græt alla náttina.Tilseinast spurdi hannein eldri arbeiðsfelaga,ið hevði fimm børn:“Hvat ár er tað ring-asta, tá ið man hevurbørn?”“Næsta ár,” svaraðimaðurin.

*****

“Niels og eg koyra al-tíð børnini út at spæla,tá ið vit skeldast.”“Nú skilji eg tað betur.Eg havi ofta hugsa um,hvussu tit kunnu havaso sunn og vældæmdbørn.”