5
1 JÓLABOÐSKAPURIN HJÁ GAMLA KUANJA Frásøgn eftir Knud Rasmussen Tekningar: Jens Rosing Páll Poulsen týddi og legði til rættis. Upplýsingar í klombrum í frásøgnini eru týðarans Knud Rasmussen, (1879-1933), grønlendingar brúktu kelinavnið Kunuunnguaq, sum merkir "lítli, (fitti) Knút" , var góður frásøgumaður, lýsir her vin sín Kuanja eystrurgrønlendara og fyrstu jól hansara. Tað búðu nógvir eysturgrønlendingar sunnarlaga eystan fyri Kappan, sum var ein hørð og ómild strond. Umleið ár 1900 fluttu teir seinastu vesturum. Tá vóru fleiri bygdir á Kappaleiðini. Nú eru einans tvær - Aappilattoq og Narsarmiut (Fredriksdal). Bygdin Nuuk varð niðurløgd í 1950. Hendingin um fyrstu jólini man hava farið fram umleið 1885, helst í Nanortalik. Frásøgnin kann hava verið umleið 1925. Hon kom út á prenti 1930.

JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

  • Upload
    others

  • View
    2

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

1

JÓLABOÐSKAPURIN

HJÁ

GAMLA KUANJA

Frásøgn eftir Knud Rasmussen Tekningar: Jens Rosing Páll Poulsen týddi og legði til rættis. Upplýsingar í klombrum í frásøgnini eru týðarans

Knud Rasmussen, (1879-1933), grønlendingar brúktu kelinavnið Kunuunnguaq, sum merkir "lítli, (fitti) Knút" , var góður frásøgumaður, lýsir her vin sín Kuanja eystrurgrønlendara og fyrstu jól hansara. Tað búðu nógvir eysturgrønlendingar sunnarlaga eystan fyri Kappan, sum var ein hørð og ómild strond. Umleið ár 1900 fluttu teir seinastu vesturum. Tá vóru fleiri bygdir á Kappaleiðini. Nú eru einans tvær - Aappilattoq og Narsarmiut (Fredriksdal). Bygdin Nuuk varð niðurløgd í 1950. Hendingin um fyrstu jólini man hava farið fram umleið 1885, helst í Nanortalik. Frásøgnin kann hava verið umleið 1925. Hon kom út á prenti 1930.

Page 2: JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

2

Tað var seint eitt summarið, vit vóru farnir í land á einum lítlum búplássi suðuri við Kappan, sum kallaðist Nuuk.

Sólin stóð høgt yvir teimum brøttu fjallasíðunum við hvøssum tindum, og tað klára loftið dandaði blátt í vatnskorpuni, tá eitt lítið lot kastaði garðar á sjógvin. Fuglaflokkar flugu við nógvari ferð yvir lágu nesunum og skundaðu sær út til teirra matkovar í Atlantshavinum.

Tað var satt summarveður - veður bæði at taka sær av løttum og at veiða!

Á víkini við lítla búplássið var blikastilli. Másar, ið altíð eru svangir, stoyttu seg ósmædnir niður á fiskin, ið lá til turkingar á hellunum, sum var tað eitt veitsluborðhald. Teir tóktust halda, at í dag fingu øll villini djór friðskjól. Tað fingu tey eisini!

Alt bygdarfólkið tyrptist saman um okkum, og hevði vavt okkum inn í inniligan blíðskap, samstundis sum hálvnakin børn beistaðust forvitin um beinini á okkum.

Knappliga skar eitt róp gjøgnum loftið, sum fær okkum at steðga. Tað er elsti maður í bygdini, gamli Kuanja, sum kallar á meg! Meðan hini halda fram leiðina niðan til skúlalæraran at fyrireika veitsluna, fari eg niðan til mín gamla vin.

Kuanja og eg vóru komnir at kennast fyri mongum árum síðan eitt heystið (1906), sum eg lá tjaldlegu saman við Mylius-Ericksen á Eysturstrondini nakað norðanfyri Prins Christian Sund. Tá var hann í bestu árum, ein stórur og prúður ættarfaðir, ein rættur veiðimaður av serligum slagi, djarvur og listilærdur í kajakkini, hvussu ring enn líkindini vóru, og hartil hevði hann eitt sorgleyst, smittandi skemtingarlag, ið setti dám á alt búplássið hjá honum.

Nú var torført at kenna hann aftur. Gamaní hevði hann sama sermerkta andlitið, sum enn var eyðkent av arnarnøsini, teimum klóku eygunum og munninum merktum av vilja, men likamið var sum á einum oldinga. Hann var næstan lamin í beinunum. Tað einasta, hann dagliga orkaði, var at grulva út úr síni fátæksligu jørðsmáttu, seta seg í síða grasið á tekjuni og lata sólina skína á seg.

Og tó - aftan fyri tað ússaliga hylstrið var Kuanja innast inni tann sami. Eldurin í talu hansara var óbroyttur, og framvegis lá í eygnabrái og tónalagi hansara ein mynd-ugleiki, ið eingin talaði ímóti. Andin var sum á høvd-inga, tá hann kom við síni tilráðing, og eg mátti hámeta henda oldingan, júst á sama hátt sum eg hevði verið bergtikin av manninum, tá hann var í bestu árum.

"Nú, hin gamli!" segði hann, "tú rekst enn um á høvunum!"

So tagdi hann eina løtu, og sum hann mintist aftur á sín-ar óteljandi ferðir, mátti hann harka, fyri at svølgja sítt sorgblídni. Men tað var bert stokkuta stund, so setti hann knyklar í brýr og hitt gamla skiparatónalagið kom í rødd hansara, tá hann peikaði á grøna svørðin við smáttu sína og skjeyt upp, at eg setti meg undir liðini á honum og lurtaði eftir tí, hann hevði at siga frá.

Tað gjørdist aftur tøgn okkara millum. Eg varnaðist, at hann stríddist við sinnisrørslu, sum hann helst vildi kúga. Tá hann loksins talaði, hevði hann strokið allan myndugleika úr rødd síni. Nú var hann ein mildur og royndur maður, sum boðaði sín lívsvísdóm:

"Næstu ferð, tú kemur til Nuuk, eri eg deyður. Tí mást tú tolin lurta eftir øllum tí, eg havi at siga tær. Seinast vit vóru saman, greiddi eg tær frá øllum, eg kundi minn-ast, um lív okkara á Eysturstrondini. Eg royndi at gera allar okkara veiðiferðir - við teirra frøi og spenningi - so livandi fyri tær. Eg greiddi tær frá okkara sagnum, og eg sang okkara sangir fyri tær.

Hesaferð vil eg fegin fáa loyvi at greiða tær frá, hvussu tað hendi, at eg fór frá Eysturstrondini, frá øllum teim-um gomlu, kæru búplássunum har, fyri at taka land her og lata meg doypa.

Eg veit ikki rættuliga hví, men mær tykir, tað er nakað eg má greiða frá, og eg kenni tað á mær, at eg fái ikki frið, um eg ikki geri tað, meðan eg enn havi førleikan at hugsa eitt sindur.

Tú veitst, at eg sum smádrongur búði norðuri við Umi-vik. Har var eingin hvítur maður nær námindis, vit búðu fyri okkum sjálvi, soleiðis sum forfedrar okkara undan okkum. Vit hugsaðu sum teir, veiddu sum teir og fylgdu teirra siðum. Men av og á gjørdu vit handilsferðir til vesturstrondini, fyri at keypa byrsur og lóður, amboð og tubbak. Eitt summarið, eg var við, herjaði herviliga sjúka bátaløgini. Vit komu í konubátum og kajakkum. Eg minnist, at av fýra bátaløgum, ið komu heilt uppi frá Angmassalik, var tað bert tað eina, sum fullførdi ferðina. Øll hin fórust av sjúku.

So skjótt vit vóru komin til handilsstaðin, merkti eg, at nú hevði eg fingið hesa hættisligu sjúkuna í kroppin. Eg gjørdist veikara og veikari fyri hvønn dag, sum gekk. Eg var bara ein hálvvaksin foreldraleysur drongur uttan nakra familju, og eg visti, at um sjúkan heilt tók kreftir-nar á heimferðini, so kom eg helst at vera sleptur upp á onkran hólm ella lítla oyggj, fyri har at doyggja einsamallur. Soleiðis var lógin hjá okkara fólki. Tí sníkti eg meg burtur eina náttina og krógvaði meg í eini holu í fjøllunum handan handilsplássið.

Page 3: JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

3

Nú hendi mær tað, tá eg kreyp út úr goymistaðnum, har eg hevði hungrað og fryst í fleiri dagar, at sjúkan var versnað, so tað var við tógvið stríð, at eg grulvaði oman til handilsplássið og gav meg til kennar. Eg minnist, at ein rúgva av fólki savnaðist rundanum meg. Tey róptu og hildu gang, men so fall eg í óvit. Tá eg fekk vitið aft-ur, lá eg í einum stórum húsum fyri meg sjálvan. Ong-antíð áður hevði eg verið so hvítur í holdinum og fínur í toynum, men eg var so ússaligur, at tað vardi leingi, áðrenn eg kundi frøa meg um tað. Tað var okkurt áfatt við lungunum, og eg lá nógv í óviti ta fyrstu tíðina.

Tað var ein gomul jarðarmóður, sum búði á sjúkrahús-inum, sum passaði meg. Aldri nakrantíð í mínum livandi lívi hevði nakar verið so góður við meg. Eg undraðist ofta á tað. Tí eg var ikki í slekt við ein einasta har á bú-plássinum. Jarðarmóðirin var einkja, ein kvinna uttan mann, ið kundi veiða fyri hana. Tó hevði hon altíð nóg mikið av mati bæði til sín sjálvs og til mín. Tað gav mær mangan nakað at hugsa um. Tí soleiðis var ikki hjá okkum. Eg spurdi hana ofta, hvaðani alt hetta kom, og hví tey vóru so góð við meg. Hon svaraði bara aftur við einum hjartaligum látri, koyrdi tað frá sær, og helt fyri, at tað var nú ikki so løgið, at ein lítil, óvitandi heidningi ikki kundi skilja nakað. Og so flentu vit bæði. Men eg hevði ongantíð nakra hóming av, hvørjum vit flentu at.

Hetta var eitt sera stórt búpláss, eg var komin til. Ong-antíð hevði eg trúð, at tað skuldi bera til at savna so mong menniskju á einum staði. Men eg gleddi meg um alt tað nýggja, eg sá, tá eg fór út fyri dyr. Men tað var ikki fyrr enn langt út á veturin. So langa tíð tók tað mær at koma fyri meg aftur.

Nógvur kavi var lagstur yvir alt landið. Stórísurin lá nakað úr landi, og sólin vísti seg bert eitt evarska petti yvir fjallatindunum.

Tá var tað, at tey byrjaðu at tosa um nakað, sum kallaðist jól. Allastaðni, har eg kom inn í húsini, hoyrdi eg hetta orðið. Og øll sóu so sjáldsama glað út, tá tey tosaðu um hetta, at eg fekk varhugan av, at hetta var nakað, sum rúmaði eini sera stórari gleði.

So fingu øll úr at gera! Stákanin bara vaks dag frá degi. Øll skuldu hava nýggj klæði. Øll skuldu geva hvørjum øðrum gávur. Alt, alt var ein fyrireiking til nakað ljóst og ljómandi, sum vit øll skuldu hitta hesa tíðina av árinum, sum vit heima hjá okkum kallaðu "myrkursins miðja" - tíðin við fátækt og miseydnaðari veiðu, tíðin við vetrarótta! Eg royndi eitt kvøldið at tráspyrja fosturmammu mína. Eftir okkara siði kallaði eg nú hana "lítla omma".

"Lítla omma," spurdi eg, " hvat eru jólini fyri nakað?"

"Jólini," svaraði hon, "tey eru føðingardagur Jesusar."

"Ja, men hvør er Jesus?" breyt eg hana av enn meiri ótolin.

"Jesus," svaraði hon, "Jesus, Hann er tín og mín Frelsari og Frelsari als heimsins!"

Tað skilti eg ikki eitt orð av. Tí lítla omma var jú mín frelsari. Sjálv hevði hon als ikki verið sjúk. Hvat visti hon annars um allan heimin, og hvat teimum tørvaði! Eg gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði.

Eisini eg! Hugsaði eg. Hví øll henda góðska móti einum fremmandum, foreldraleysum, sum kundi havt verið givin upp til deyðan av sínum egnu!

Hetta var bert byrjanin til allar mínar upplivingar. Tí nú komu jólini. Og vit hildu jól, við øllum tí, sum tit kenna nógv betur. Hóast tað, so vil eg so fegin, at tú heldur fram at lurta. Tí seinni havi eg nú skilt, at alt tað, tit trúgva og vóna í lívinum, er eins og sprottið úr jólunum.

Tá eg nú so fegin vil, at tú og onnur bert eina einastu ferð skulu merkja jólini í gjøgnum mín munn, so er tað tí, at tit næstan er blivin vand til jólini frá barnsbeini, so at tey ongantíð eru bráðkomin fyri tykkum, og tí ein stór uppliving, sum tey gjørdust fyri meg, sum tó var so mikið vaksin, at eg kundi hugsa.

Vit lógu og svóvu, lítla omma og eg, tá vit úti í frost-kavanum hoyrdu ríkjan frá mongum fótafetum. Tað var knappliga, sum øll náttarinnar ljóð savnaðust uttan fyri vindeyguni hjá okkum. So gjørdist púra kvirt eina løtu, og út úr hesi kvirru hevjaði seg ein hóvligur sangur, frá mongum, mongum røddum, sum velti upp úr sterkum, frískum børkum. Gamaní hevði eg hoyrt tosað um, at tað var siður at ganga frá einum húsum og í annað jólanátt og syngja. (Siður týsku hernhuttatrúboðararnir , 1733-1900, høvdu havt við sær). Men eg hevði ongantíð hugsa mær tað soleiðis. Eg gjørdist so illa við, so hjartkiptur, at eg mátti bora meg langt undir dýnuna. Eg byrjaði at higstra, uttan eg visti hví. Eg græt, so øll bríkin skalv.

Fosturmamma mín var lopin á føtur og hevði tendrað trý kertuljós, og sett tey í vindeygakarmin. So kom hon yvir til mín, lyfti dýnuna av mær og kíndi mær um kjálkar-nar, sjálv eitt sindur hørm, eins og fylt av minnum, men við einari løgnari glæmu í eygunum. So segði hon:

"Neyðars lítli ódoypti! Tú grætur, tí tú stendur enn uttan fyri okkara jólagleði!"

Við tað sama fjaraði sangurin burtur, og vit hoyrdu ein rópa við ungari og sterkari rødd: "Eg kunngeri tykkum stóra gleði. Tykkum er í dag Frelsari føddur. Og navn Hansara er Harrin Jesus."

Page 4: JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

4

Tað var eins og orðini vaktu náttina, ta nátt, har alt tóktist sova uttan tær røddir, ið sungu og talaðu uttanfyri vindeyguni hjá okkum. Tá kórið tók at syngja ein annan sang, leyp eg av bríkini, treiv eftir klæðunum og byrjaði at læta meg í. Eg var ikki ein grátusurra, eg var ein rask-ur drongur, og nú vildi eg vera við!

"Lítla omma," næstan rópti eg, "eg vil við!" Og beint fyri eygunum á bilsnu lítlu ommu smoygdi eg mær út gjøgnum dyrnar. Eg visti væl, at eg als ikki dugdi at syngja sálmaløgini. Orðini dugdi eg heldur ikki. Men eg hevði ein varhuga av, at øll mín fátækt lá í hesari fákunnu. Tó skilti eg, at tað, sum eg nú var við at gera - tað var heilagt!

Og her hevur tú tað, sum eg vil kalla mín boðskapur, ein boðskapur frá einum gomlum manni til sínar landsmenn og til øll onnur menniskju á jørðini:

Av øllum tí, eg havi gjørt í mínum lívi, hevur einki havt so nógv at týða fyri meg, sum tann náttin, tá eg stjól meg til heilagleika jólanáttarinnar. Tað vóru míni jól, og tað vóru míni størstu jól, tí tey vóru míni fyrstu jól!

Himmalin var bjartur, óteljandi stjørnur blunkaðu sum eygu yvir kavanum, og ein klantrasligur, nýføddur máni gleið sum ein ávaring yvir fjøllunum. Frá einum húsi í annað sníkti eg meg aftan á kórinum og lurtaði and-leysur eftir sálmunum og evangeliinum. Og tað vóru so mong hús, og við hvørt eitt teirra, var tað sama sagt og sungið, so at enda dugdi eg bæði orðini og løgini.

Kuanja sníkir seg aftaná sangkórinum jólanátt og lærir jólasálmar og jólaevangeliið.

Og hvar leitaðu mínir tankar hesa náttina? Eg veit tað valla sjálvur! Men tað minnist eg, at eg, sum frá barnsbeini var upplærdur av fólki mínum at grunda mín átrúnað á gamlar sagnir, eg helt nú tað, at hetta var undurfagrasta søgnin, eg nakrantíð hevði hoyrt. Tí tað skilti eg við tað sama - møguliga tí eg var foreldraleysur

- at her var eisini pláss fyri mær! Her bleiv eingin fátækur og einligur ættarloysingi vrakaður, her kundu øll koma.

Seinni er mær ofta runnin í huga størstu hetjuna av øll-um í okkara sagnum, hin foreldraleysi Kagsagssuk, sum tey fóru so illa við, háðaðu og sum næstan varð svøltað-ur í hel av sínum bygdarfólki, inntil "Kraftarinnar Harri" steig niður av himli og gjørdi hann sterkan, so ikki kundi vinnast á honum. Hesin Jesus var jú Kraftarinnar Harri hjá mínum nýggja bygdarfólki, men Hann gav ikki bara einum styrki. Hann gav øllum styrki! Tað var eisini ein annar munur á hesum Kraftarinnar Harrum. Kraftarinnar Harrin í okkara sagnum legði hugmóð í styrkina, tí tú minnist, at Kagaagssuk endaði sjálvur sum yvirgangskroppur, sum týndi allar sínar fíggindar. Men Harrin Jesus hjá teimum kristnu gevur beint tað øvugta. Hann gevur saman við styrki djúpa eyðmýkt!

Nú, men hetta skilti eg natúrliga fyrst mong ár eftir hina náttina, tá vit gingu hús úr húsi og sungu, inntil tað tók at lýsa fyri degi. Vit vóru júst liðug við tey seinastu húsini og skuldu ganga heim hvør til sítt, tá byrjað varð at ringja til gudstænastu. Ljóðið frá málminum í kirkju-klokkuni fylti á ein ósigiligan hátt mítt sinni við sorg-blídni, so eg rann heim til mína lítlu ommu og spurdi hana, um hon ikki kundi læra meg eina gandabøn, men tað skuldi vera ein gandabøn, ið vardi alt lívið. Tá kíndi hon meg so sjáldsama milt á kinnunum. So las hon Faðirvár fyri mær.

Tað var fyrstu ferð. eg hoyrdi hesa bøn, sum tit kalla Jesusar egna bøn. Eg dugdi ikki at skilja tað mesta av henni, men eg fór glaður í kirkju og billaði mær inn, at eg eins og kundi merkja eina ávirkan av hesum sjáld-somu gandaorðum. Eg kendi kroppin so lættan, og mítt sinni var so opið. Og her - við hesum allarfyrsta, trilv-andi lærdómi sum kristin - her endar mín frásøgn. Her byrjaðu míni jól, og her vil eg enda mítt lív.

Tú kennir okkara lagnu, og tað er ikki neyðugt hjá mær at greiða tær nærri frá tí. Tú veitst, at ikki nógv ár eftir hetta, eg her havi greitt tær frá, fluttu vit allir eystur-grønlendingar til Vestur-Grønland og lótu okkum doypa. Nú sært tú meg her. Eg eri bert ein einfaldur maður og havi allar mínar dagar verið vánaligur til at hugsa og skilja. Og hetta er helst eisini grundin til, at eg sum kristin - og nú gamal maður - ongantíð eri komin longri enn til jólaaftan og til Faðirvár. Fyri meg er hetta byrjanin og endin."

---

Kuanja hevði tosað uttan steðg. Hann hevði neyvt gjøgnumhugsað, hvat hann skuldi greiða mær frá. Nú við eitt gavst hann at tosa. Uppi við skúlan vóru menn og kvinnur savnaði, tilreiðar at halda veitslu við kaffi,

Page 5: JÓLABOÐSKAPURIN373976c85968194a24c4-73d9dad65537d902c12f5ac813f2971b.r87.… · gjørdist bara glaður av sonnum, tá eg fekk at vita, at eisini eg skuldu fáa nýggj klæði. Eisini

5

tubbak og fikum. Kuanja leit umkring seg. Eingin var í nánd, í løtuni gav eingin sær far um okkum. Aftur harkaði hann. Hesaferð gjørdi hann onga roynd at fjala, at hann var rørdur.

Gamli Kuanja signar Knud

"Knút," segði hann. "Tú veitst, at eg ongantíð havi verið ein ræðuskítur. Eg var ongantíð óttafullur at ferðast í ódnarveðri. Havið ræddi meg heldur ikki. Nú eri eg lagstur uppi og komi ongantíð aftur longur enn upp á

mína egnu húsatekju! Men tú, tú skalt nú yvir havið, tað stóra havið, har einki land sæst, men einans himin. Tú skalt ongantíð vera ræddur fyri at kenna teg lítlan, bara tú ongantíð ert ein bloyta. Legg teg á knæ framfyri meg og tak ímóti signingini frá einum gomlum manni.

So teskaði hann Faðirvár, rættiliga hóvliga og við skelvandi rødd.

Vit skiltust við einum handartaki uttan at siga meiri við hvønn annan. Eg skuldi jú niðan til tey, ið vóru savnaði fyri at hátíðarhalda okkara vitjan. Men á vegnum niðan til teir kátu, flennandi bólkarnar, var tað, sum um eg framvegis kundi hoyra fyrstu jólaklokkurnar hjá Kuanja ringja. --- Og nú havi eg roynt at uppfylla seinasta ynski hansara. Eg veit ikki, um hann er deyður, men eg veit, at orð hansara liva í mínum huga.

Kort av Kappaleiðini úr bókarøðini TEIR TÓKU LAND, endurgivið við loyvi frá Jógvani Arge. Búplássið Nuuk var umgivið av stórslignum, arktiskum landslagi við 2000 metra høgum, brøttum og skurslutum fjallasíðum og stór-slignum jøklum, sum glíða oman eftir fjøllunum. Nuuk merkir tangi. Um tað mundið, Kuanja búði her, mundi bygdin telja eini 150 fólk, men so minkaði hon, og í 1950 fluttu tey seinastu, so bygdin avtoftaðist.