16
NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 VELJARAFELØG HJÁ SJÁLV- STÝRIS, SAMBANDS- OG MIÐFLOKKINUM Í EYSTUR- OYNNI KÆRA KRINGVARPIÐ UMRÁÐANDI ER AT HALDA UNG- DÓMINÍ EINUM SUNNUM UMHVØRVI FÚTIN STAÐFESTI AT TOLL KREDITTURIN HJÁ N. NICLASEN ONGANTÍÐ VAR UPPSAGDUR TEAM KLAKSVÍK SATSAR UPPÁ STEYPAKAPPINGINA TÝSDAGIN KOMU NÝGGJ ROGN ÚR ÍSLANDI TIL SÍLAVEIÐUFELAGIÐ Tað sigur Marjun Kalsø, sum í 2013 fekk ”Ársins Rósu”, sum tøkk fyri sítt góðgerandi ar- beiði í lokalsamfelagnum. HVAT HENDUR VIÐ HEÐIN Á LAKJUNI ? Norðlýsið hevur fingið eitt prát við roynda KÍ leikaran um framtíðina.

Nordlysid nr 02 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 2 Fríggjad. 17. jan. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 02 2014

NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

V EL J A R A FEL ØG HJ Á S J Á LV-S T Ý RIS , S A MB A NDS - OG MI ÐFL OK K INUM Í E YS T UR-OY NNI K ÆR A K RINGVA RPI Ð

UMR Á ÐA NDI ER AT H A LDA UNG-DÓMINÍ EINUM SUNNUM UMH VØ RV I

F Ú T I N S TA Ð F E S T I AT T O L L K R E D I T T U R I N H J Á N . N I C L A S E N O N G A N T Í Ð VA R U P P S A G D U R

T E A M K L A KSV ÍK S AT S A R UPPÁ S T E Y PA K A PPINGIN A

T ÝSDAGIN KOMU NÝGGJ ROGN ÚR ÍSL ANDI TIL SÍL AV EIÐUFEL AGIÐ

Tað sigur Marjun Kalsø, sum í 2013 fekk ”Ársins Rósu”, sum tøkk fyri sítt góðgerandi ar-beiði í lokalsamfelagnum.

H VAT HENDUR V IÐ HEÐIN Á L A K JUNI?Norðlýsið hevur fingið eitt prát við roynda KÍ leikaran um framtíðina.

Page 2: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 20142

L E I Ð A R I N

Vánaligt veður hevur ávirka fiskiskapin hjá smærru trolbátunum í ve-tur men fríggjadagin seldi trolbáturin Fiskaklettur fyri góðar 700.000 kr eftir at hava verið til fiskiskap í

góðar 6 dagar.

Fríggjadagin landaði Fi-skaklettur 23 tons til NFCS harav góð 15 tons var hav-taska – sum er ein óvanliga nógv fyri ein túr

Prísurin á havtasku lig-gur um 40 kr. pr. kg. og hendan túrin seldi Fiskak-lettur fyri góðar 700.000 kr. eftir at hava verið til fi-skiskap í seks dagar.

Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Milanu.

Treyta av at nóg nógv tekna seg, verður farið til Slovenia á DELFIN HO-TEL IZOLA í tvær vikur, frá 19. Juli til 2. August 2014. Ætlandi verður pláss fyri 42 ferðandi.

Kostnaðurin fyri tvær vikur á DELFIN hotel í IZOLA er 8.550 kr. fyri hvønn í dupultkamari, við ½ pensión ( morguunmæti og døgurða)

Um fólk ynskja at búgva í einakamari er kostnaðurin 9.705 kr.

Freistin at tekna seg er 25. Jan.

Depositum er kr. 200,- sum skulu rindast til Lands-felag Pensjónista í seinasta lagi 31. Jan.

Ferðakostnaðurin fevnir

um:Várgar – Milano – Vágar Bussur: Milano – Izola Uppihald í 14 dagar á

DELFIN hotel v. Morgun-mati og døgurða.

Myndir av DELFIN ho-tel og býnum IZOLA vm.

Finnast á: hotel-delfin.si og [email protected]

Viðgerir kunnu keypast so sum vøddamýking og mangt annað. Harafturat vera eisini gjørdar útferðir. Tekning á telefon 219394.

Ein onnur ferð verður eisi-ni, men hon er dýrari við heil-pensjón oy øllum við-gerum: Uml. Kr 12.000, frá 10. Juni til 21. Juni ella 11. Juni til 22. Juni. Tekning á tlf 333190

Pensjónistafelagið í Slovenia hevur bjóða Landsfelag Pensjónista eina ferð til Slovenia í 14 dagar, frá 19. juli til 2.aug.

EIN AV A LL A RBESTU TÚRUNUM HJÁ FISK A K LE T TI

Í blaðnum í síðstu viku høvdu vit eina mynd av Vágssteini, sum sagt verður um, varð bur-tursprongdur í 20-unum orsakað av at hann lá til ampa fyri sluppurnar, tá tær lógu fyri teym á Vágni og snaraðu fyri vindinum.

Tað var ein lesari okkara, ið var komin fram til hesa søguna um Vágsstein. Tá vit skrivaðu um steinin, bleiv steinurin nevndur Waagstein.

Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, sigur til hetta, at vit hava ikki málborið okkum rætt, tí steinurin hevur ikki verið róptur Waagstein, men Vágssteinur.

Hinvegin sigur Alex, at Jógvan Waagstein, sum var sonur læraran Samal Michael Joensen og tí hevði Joensen til eftirnavn, tók sær navnið Waagstein eftir Vágssteini.

Tá nú kendur norðoyingur innan málningalist og tónleikalistina tók sær navn eftir Vágssteini og nýggja Røktarheimið við Vágna liggur júst har navnið stavar frá, átti gøtunavnanevndin kanska at roynt at varðveitt navnið onkustaðni á økinum.

Mangir borgarar í Klaksvík hava millum ár og dag harmast um, at gomlu staðarnøvnini í bý-num mangan sýnast at hvørva.

Tað eru nýggjari gøtunøvnini, sum hava verið orsøk til, at fólk í stóran mun ikki longur brúka gomlu staðarnøvnini, men heldur nágreiniliga-ra ásetingina: Vegur nr. ?

Sjálvt um Norðlýsið búleikast ovast á hædda-bakkanum, so verður tað alt longri ímillum at vit fáa høvi at siga at bústaður okkara er á Hædd, tí tað er neyvari at siga at vit búgva á Rygsvegi 3 og eisini finnur tú helst ikki ”Á Hædd” á nøkrum korti.

Um vit skulu varðveita gomlu staðarnøvnini, býlingnøvnini um tú vilt, so verður neyðugt at kommunan setir upp neyðug skelti har staðarnøvnini hoyra heima. Sjálvandi er ikki lætt at siga neyvt hvar Vágsheyggurin er, hvar Krotugrøvin er, Gerðar, Heygar, Geilin, Forna-garðar og so framvegis. Men vit vita í hvussu er nakað um økini og í hvussu so er somikið, at vit klára at seta merki á har gomlu nøvnini vóru brúkt.

Treyðugt so, gøtunavnanevndin hevur roynt at varðveitt nógv av hesum nøvnum í gøtunøvnu-num, men sjálvt um gøtan úr Vági og niðan á Uppsalir eitur Uppsalagøta, so kundi hent, at onkur sum býr á Rættargøtu ikki veit at hann er á Uppsølum.

Vágssteinur og Waagstein

Page 3: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 3

Hann hevur ikki verið til venjing higartil í ár og hevur ei heldur sáttmála. Norðlýsið hevur fingið eitt prát við roynda KÍ leikaran um framtíðina.

Jákup Ósá

Heðin á Lakjuni var leika-rin, sum í 2013 leikti flestar minuttir á KÍ liðinum. Hann var við allar 27 dystirnar og hevði eitt gott kappingarár. So gott, at hann javnan var kring ársins lið, tá hesi blivu sett gjøgnum árið hjá Norðlýsinum. Heðin hevur betri úrslit at vísa á enn teir flestu í føroyskum fótbólti. Hann hevur vunnið greipu-na við KÍ, B36 og HB um-framt, at hann hevur spælt 16 landsdystir. Hann hevur leikt 381 dystir í Effode-ildini og skorað 97 mál. Til samanberingar kann nevnast, at Egil á Bø hevur spælt 382 dystir, Fróði Ben-jaminsen 360 dystir, Jákup

á Borg 344 dystir og Bartal Eliasen 329 dystir, ið eru teir við flestu dystunum, ið framvegis spæla.

Er fyribils givinMen nú kunnu fótbólts áhugaðir føroyingar byr-ja at innstilla seg uppá, at teir ikki sleppa at síggja kvika Lakju mannin renna vinstru síðu upp og niður. Heðin hevur ikki gjørt sáttmála við KÍ ella nakað annað felag og hevur ei hel-

dur verið til venjing hesar vikurnar í ár, tá feløgini hava vant. Hann sigur við Norðlýsið, at fólk helst hava sæð Heðin fyri seinastu ferð á vøllinum í bestu de-ildini.

- Eg havi gjøgnumhugsað støðuna gjøgnum veturin. Men nú eri eg komin til ta fyribils niðurstøðu, at eg spæli ikki aftur, hóast man ongantíð skal siga ongantíð. Tað skyldast fyrst og fremst tíðini, sum fótbólturin fer

við. Eg havi seinastu árini tikið eitt ár í senn og fleiri ferðir væntað, at tað bleiv tað seinasta árið. Eg havi valt at raðfesta tíðina øðrví-si, nú eg havi egna fyritøku og familju. Einaferð skal man gevast og eftir 19 ár í bestu deildini, so haldi eg løtan er tann rætta, si-gur Heðin á Lakjuni við Norðlýsið. Hann undirstri-kar tó, at endaliga avgerðin er ikki tikin, um hann spælir aftur ella ikki.

Endar í KÍHeðin á Lakjuni sigur, at onnur feløg hava víst áhu-ga eins og KÍ hevur gjørt greitt, at teir vilja hava vin-stra bakkin at halda fram

- Onnur felag hava víst áhuga. Men tað hevur on-gantíð verið uppá tal at skift felag. Tað er KÍ ella einki, tí eg vil enda mína tíð á hægsta støðið í barns-dómsfelagnum. Eg haldi ei-sini, at eg væl klári at fylgja við m.a. tí at eg havi verið

heppin við ikki at hava havt nógvar skaðar seinastu ári-ni, sigur Heðin.

Sær gott út í KÍHeðin heldur ikki, at hansa-ra frávera fer at hava stóran týdning fyri KÍ. Tí tað er eitt upplagt val at taka yvir.

- Ísak Simonsen er eitt gott boð uppá at taka yvir á vinstra bakki. Hann spældi nakrar dystir har í 2012 og gjørdi tað fínt. Annars hal-di eg KÍ hevur eitt spen-nandi lið og hevur fingið góðan styrk í Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueye. Teir fara báðir at styrkja um og sláa teir orduliga til, so eigur KÍ at hava góðan møguleika at koma ímillum 4 tey frem-stu liðini, sigur Heðin á La-kjuni at enda við Norðlýsið.

HVAT HENDUR VIÐ HEÐIN Á L AK JUNI?

Page 4: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 20144

Tað vóru tveir spentir limir í Sílaveiðufelagnum, for-maðurin Josias Jacobsen og Hans Joensen, ið stóðu og bíðaðu uttanfyri smolt-støðina hjá felagnum í Hav-nadali týsdagin.

Orsøkin var, at arbeiðið, sum felagið hevur fingist við í útivið tvey ár, nevni-liga at fáa nýggj laksarogn úr Íslandi, nú skuldi bera frukt. Bíðað var eftir bili-num hjá Safari Transport, ið skuldi koma á støðina við 30.000 eggum, sum vóru komin í eygað.

Eftir at teir báðir høvdu undirskrivað pappírini fyri

móttøku, bar Josias kassan við teim 30.000 rognunum inn á støðina og í rúmið har eggini skuldu klekjast. Her tóku Regin Arge og Sámal Nielsen ímóti og fóru varðisliga um eggini, sum vóru løgd í klekingar-básarnar.

Eggini vóru komin somi-kið langt, at okkurt var út-komið, og svam beinanve-gin við blommusekkinum undir búkinum.

Hans Joensen sigur, at í 1964 fekk felagið eisini egg úr Íslandi, tá úr El-liáum í Reykjavík. Hendan stamman er seinni sett út

í Eystaru Rangá á Suður-landinum. Tí er tað júst sama stamman sum Síla-veiðufelagið fekk í 64, sum nýggj egg koma frá nú úti-við 50 ár seinni.

Gamla stamman útpíndSílaveiðufelagið heldur, at upprunafiskurin er vorðin so mikið uppíblandaður av øðrum laksafamiljum, at upprunafiskurin frá 64 er ikki til at kenna aftur í laksunum, sum hava verið fingnir við Leynarvatn og Saksunarvatn seinnu árini.

Fiskurin frá 64 verður roknaður at vera miðal

stórur laksur um eini 6-8 pund, men laksurin ið er fingin seinastu árini hevur viga heilt upp í 27-28 pund.

Í 80 unum vórðu ymi-skar royndir gjørdar við laksi í Føroyum, norður-landaráðið gjørdi royndir á Leynavatni við at seta laks úr 26 ymiskum laksafamil-jum á Leynarvatn og ha-rafturat setti fiskaaling út í Sundalagnum. Seinnu árini er alingin eisini vaksin og menn frá sílaveiðufelag-num ivast ikki i, at laksurin hjá felagnum eisini er ko-min í bland við hendan fi-skin.

Tað er nevniliga so, at Sílaveiðufelagið strýkur laks sum kemur niðan á vøtnini, fyri at fáa rogn og sil til smoltstøðina í Havnardali, til menning av stovninum. Tá so laksur frá nógvum ymiskum laksag-reinum kemur niðan, so er eyðvitað, at upprunaliga stamman verður niðurbro-tin við tíðina. Hetta hevur havt við sær, at menn hava fingið minni og minni av laksi á vøtnunum, og í 2013 bar av, tá kom lítið og onki av laksi upp á land, laksa-teljarin í Leynará taldi bert um 500 laksar, og tað er

nógv minni enn fiskað var eitt vanligt ár.

Smoltstøðin útbygd og uppdateraðLimir felagsins hava sjálv-bodnir bygt uppí smolt-støðina í Havnadali. Umle-ið hálvan november byrjaði uppíbygging og uppdate-ring av smoltstøðini, umle-ið 70 ferðmetrar eru bygdir afturat, soleiðis at støðin nú er um 250 fermetrar til støddar, og hevur fingið eina umhvørvisgóðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvs-stovuni.

Uppíbyggingin hevur

T ÝSDAGIN KOMU NÝGGJ ROGN ÚR ÍSL ANDI TIL SÍL AV EIÐUFEL AGIÐJosias Jacobsen, formaður í felagnum sigur, at orsøkin er at laksastovnurin á Leynavatni og Saksunarvatni er so uppíblandaður aðrar laksastammur at nærum ongin laksayngul ið útsettur hevur verið, kemur aftur.

Page 5: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 5

T ÝSDAGIN KOMU NÝGGJ ROGN ÚR ÍSL ANDI TIL SÍL AV EIÐUFEL AGIÐ

kosta um fýra til fimmhun-drað túsund og tað hevur felagið megnað at goldið sjálvt. Tó, undirstrikast skal, at limir felagsins hava lagt nógv fyri í sjálvbod-num arbeiði hesa tíðina.

Laksateljarin aftur í LeynaráPetur A. E. Djurhuus frá Tekniska Skúla í Havn si-gur, at Laksateljarin, sum Tekniski Skúlin saman vuð næmingum hevur mennt, hevur staði í Leynará allan vetur. Vit fara nú at taka tel-jaran upp og at gera nakrar justeringar.

Hetta hevur verið eitt stórt projekt hjá okkum, og ætlanin er at Sílaveiðufela-

gið skal yvirtaka teljaran, men higartil hava vit havt brúk fyri framhaldandi at menna teljaran.

Um stutta tíð fara vit av Tekniska Skúla at hyggja at hvussu laksateljarar í londunum kring um okkum eru lagaðir til viðurskiftini, sum har eru galdandi og helst fara vit at fáa íblástur hagani til at menna okkara enn meira.

Nú Sílaveiðufelagið setir út nýggja stammu, verður spennandi komandi ári-ni at fylgja hvussu leikur fer viðvíkjandi hesum laksinum, sigur Petur A. E. Djúrhuus frá Tekniska Skúla í Havn at enda.

Gransking?Nú átti at verið lag á manni hjá føroyska granskinga-rumvørvinum at farið inn og gjørt eitt granskingar-projekt í samband við laksateljaran og nýggju stammuna, sum Føroya

Sílaveiðufelag er við at seta út.

Nú tað hevur víst seg seinnu árini, at laksurin, sum Sílaveiðufelagið setir út partvís ikki kemur aftur og harafturat at laksurin, ið fiskaður verður er so stórur

at ilt er at síggja at hetta er sama stamman, ið einaferð varð keypt úr Íslandi, hava vit bert kvalifiserað git frá sílafiskarum og góðum eygleiðaru at halda okkum til.

Nú vit hava aling á næ-rum hvørjum firði í Føroy-um og framhaldandi hava ætlanir um at menna alingi-na, átti at verið áhugavert at vita meira um hvat hendir í umhvørvinum og hví.

Eitt granskingarprojekt rudan um útsetingina hjá Sílaveiðufelagnum hevði óivað varpa ljós hvat hen-dir, tá vit seta yngul út í okkara áir og um alingin hevur nakran sum helst týdning fyri hesa útseting.

Sum sagt, so hava vit higar-til bert kvalifiseraði git.

Spennandi um hálvt annað árVið uppdateringini av smoltstøðini fer tað nú bert at taka hálvt ánnað ár, til fiskurin úr eggunum, sum komu til støðina í vikuni, sæst aftur á føroysku vøt-nunum sum laksur.

Laksafiskarar bíða í spenningi, tí seinnu ári-ni hevur verið sera lítið at fingið, og gongst í ár, sum gingið hevur seinastu árini, so hava vit ikki gott í vænti í ar og komandi ár, men í 2016 verður árið, tað vóna og hopa vit í hvussu so er.

Page 6: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 20146

Tíðindamaðurin hjá portal.fo ið sjálvur sum umboð fyri Grannskoðanardeild Landskassans var á eftir-litsvitjan hjá P/F N. Nicla-sen í Sørvági ró framundir í Degi og Viku at tað var av tekniskum ávum at fútin ikki vildi reisa ákæru í nógv umrødda tollmálinum hjá Jørgen Niclasen. Hetta er beinleiðis ósatt sambært skjali sum Norðlýsið hevur fingið hendur á.

Skjalið vísir at fútin gjørdi fleiri avhoyringar av fólki hjá Skipafelagnum og Toll- og Skatt og kom til tað niðurstøðu, at eingin kun-di ákærast fyri revsiverd viðurskifti. Grundgevingin hjá Føroya Landfúta kann setast upp í fýra punktum.

1.Ábyrgdin at útlevara vø-

rur lá hjá Skipafelagnum.2.

Partur av málinum var undir øllum umstøðum fyr-nað.

3.Tað fyrilógu ongi prógv

fyri, at revsiverd viðurskifti vóru farin fram hjá P/F N. Niclasen.

4.Fútin staðfesti,at hóast

bræv um uppsøgn av tol-lkredittinum hjá P/F N. Niclasen varð send Ski-pafelagnum, so var Toll- og Skatt vitandi um og góðkendi at vørur fram-vegis vóru útflýggjaðar og fútin staðfesti sostatt at tol-lkreditturin hjá N. Niclasen í veruleikanum ongantíð var uppsagdur.

Skjalið er undirskriva av M. Nepper-Christensen

F Ú T IN S TA Ð F E S T I AT T OL L K RE D I T T URIN H J Á N . NI CL A S E N ONG A N T Í Ð VA R UP P S A GD UR

M. NepperChristensen

Fútin slær fast at tað er tann sum útleverar vørurnar, tvs.

Skipafelagið, og ikki P/F N.Niclasen, sum hevði ábyr-

gd at halda §7 í Tolllógini.

Page 7: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 7

Jákup Ósá

Leygarkvøldið spælir Team Klaksvík sín fyrsta dyst í steypakappingini. Steypa-kappingin í ár er skipað soleiðis, at tað er bólkaspæl við 4 liðum, har øll spæla ein dyst móti hvørjum øðrum. Bólkarnir eru set-tir saman eftir styrkisme-ting útfrá landskappingini. Team Klaksvík er í bólki saman við KÍF, H71 og Ne-istanum. 2 lið fara víðari úr hvørjum bólki til hálv-finalurnar, har tveir dystir vera leiktir.

Satsa alt uppá steypakappinginaSvein Rógvi Nielsen Ljós-stein er venjari hjá Team Klaksvík og hann sigur, at tað eru hesir dystir, sum liðið hevur arbeitt fram

ímóti í longri tíð.- Vit hava brúkt lands-

kappingina til at bygt upp og vant nógv. Fyrst og fremst fram ímóti steypa-kappingini, har vit halda okkum hava góðan møgu-leika at koma víðari. Og liðið hjá okkum eigur at toppa nú, sigur hann.

Fyrsti dystur er avgerandiTeam Klaksvík spælir í Havn móti Neistanum, síðani í Klaksvík móti KÍF og at enda móti H71 í Hoyvík. Tveir sigrar eru nokk til at koma víðari við vissu.

- Fyrsti dysturin verður avgerandi. Men tó eru vit ikki úti, um vit tapa. Men tá verður trýstið bara tað størri. Men eingin ivi um, at hesin dysturin móti Ne-

istanum er ein lykla dystur. Vit hava vunnið móti Ne-istanum í Havn í landskap-pingini hetta kappingarárið, so vit trúgva uppá tað. Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara at gera alt fyri at koma víðari, sigur Svein Rógvi.

Fullmannaður hópurTeam Klaksvík hevur allar mans tøkar til dystin. Eisi-ni nýggja útlendska bakkin Dusko Petrusic og striku spælaran Dánjal Kjærbo, sum ikki kundu spæla sei-nast.

- Vit hava allar mans tøkar hesaferð. Eg vænti ein hart leiktan dyst, har liðini fara at leggja sera nógv fyri, tí talan er um steypakapping, har bæði Team Klaksvík og Neistin hava møguleikan at gera

seg galdandi, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein at enda.

Stjørnan til VágsEisini hjá kvinnum byr-jar steypakappingin um vikuskiftið. Har eru 3 lið í hvørjum bólki. Stjørnan er í bólki saman við VB og Kyndil. Fyrsti dystu-rin verður sunnudagin kl. 15.00 í Vági millum VB og Stjørnuna. 5. januar spældu liðini í Klaksvík og tá vann VB 27-23, so tað er neyvan nakar ivi um, at VB er greiður favorittur.

TE AM KL AKSVÍK SATSAR UPPÁ STE YPAK APPINGINATeam Klaksvík spælir leygarkvøldið sín fyrsta dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Sambært venja-ranum Svein Rógva Nielsen Ljósstein, so er steypakappingin tað, sum felagið hevur raðfest hægst í ár.

Page 8: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 20148

Tað sigur Marjun Kalsø, sum í 2013 fekk ”Ársins Rósu”, sum tøkk fyri sítt góðgerandi arbeiði í lokalsamfelag-num. ”Í Mjølni gera vit nógv burturúr sosialu samveru-ni – tíðin hjá teim ungu í felagnum, uttanfyri vøllin hevur minst líka stóran týdning, sum tíðin á vøllinum.”

Marjun er fødd í 1962 í Klaksvík. Eg minnist bar-naárini sum nakað gott í lívi mínum. Skúlatíðin var helst sum barnaskúlin hjá teim flestu. Vit búðu á Vágsheygnum, og tey árini tá eg kom til, var nógv virk-

semi í heiminum hjá forel-drum mínum. Pápi mín, Einar Mortensen, hevði sítt egna el-innleggjaravirki í kjallaranum. Har arbeiddu til tíðir einir 12-14 mans, og har var nógv at gera, tí tóku vit systkinini eisini hond í.

Ikki var rættuligur handil í kjallaranum, men har var verkstaður við vørugoymslu og tað kom mangan fyri at onkur kom har og skuldi hava sikringar ella eitthvørt annað, eisini um vikuskift-ini, og tá kom mangan fyri at eg tók ímóti og útflýg-gjaði. Um summárið skuldi verkstaðið vaskast og allir el-lutir , laternur , motorar skuldu støvast av. Hetta slapp eg at gera.

Tað var mamma, Káta, sum stýrdi heiminum. Fa-miljumystrið var sum hjá teim flestu tá, mamma gekk heima og gjørdi mat og passaði okkum og pápa, ímeðan pápi arbeiddi og kom við pengum.

Vit vóru 8 systkin, og hóast vit vóru mong í húsi,

so var altíð rúmsátt í hei-minum hjá okkum, og har kom nógv fólk á gátt. Eg

haldi at vit systkini fingu rúmar ræsur og tað bar altíð til hjá okkum at koma

heim við vinfólki. Ja, um tað so var til døgurða ella nátturða.

Men vit fingu eisini ok-kara setning fyri. Eg min-nist, at tá eldru systrarnar fluttu út, so fall í mín lut at vaska trappurnar, gongina, kontórið og wc niðri undir. Wc var tað, sum mannfólki-ni niðriundir brúktu, so tað var ikki altíð so tespuligt at taka, men tað bleiv gjørt, sum alt annað, og løbarar-nir brestir út. Hetta var set-ningurin sum skuldi gerast fríggjadag og barst mær frá fríggjadag av onkra-ri orsøk, so bleiv tað gjørt leygardag. Sunnudags-skúlan kravdu tey eisini at vit passaðu. Men eg eri ikki uppvaksin í nøkrum for-boðsheimi. Nei, vit høvdu tað sum sagt ógvuliga frítt og millum annað var ongin trupulleiki hjá okkum at brúka tíð uppá ítrótt.

Sum heild kann eg siga, at tað var stuttligt at vera barn á Vágsheygnum ta tíðina. Ímeðan eg vaks

upp vóru børn í at kalla hvørjum húsi har á leið, og foreldrini vóru sera aktiv eisini og skipaðu mangan fyri hugnaløtum saman við børnunum.

Úr 10 flokki fór eg til Havnar at vera um systir mína, sum lærdi til sjúkra-systir og hevði átt. Eg fór at vera arbeiðisgenta hjá hen-ni og var har í átta mánaðir.

Í 80 fór eg saman við eini vinkonu niður á Sønderborg IHS á ítróttarskúla, har eg hevði hondbólt og flogbólt sum høvuðslærugrein og afturat tí høvdu vit bad-minton, fólkadans og dra-ma sum lærugreinir og tað haldi eg var ein rík tíð fyri meg.

Á heysti í 80 fari eg á HF í Klaksvík og eri liðug har á sumri í 1982.

Satt at siga, so hevði eg ætlanir tá um at fara at lesa til sosialpedagog. Eg og ein vinkona vóru slopnar inn á skúla niðri og fluttu inn á eitt kollegie í Keyp-mannahavn og eg byrjaði

UMR ÁÐA NDI ER AT H A LDA UNGDÓMINÍ EINUM SUNNUM UMH VØ RV I

Page 9: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 9

á skúlanum. Men eg treivst als ikki. Eg trívist snøgt sagt ikki í stórbýum, hetta bleiv ein sera stutt karriera hjá mær, tí eg var á skúla-num í 1 dag og 10 dagar í Danmark fyri pakka niður. Tað skal tó sigast, at kanska taldi tað við, at eg tá hevði funnið saman við Dánia-li, sum bleiv maður mín seinni. Vinkona mín haraf-turímóti treivst væl og hon býr í Danmark enn.

Heimafturkomin úr Dan-mark hevði eg ætlanir um at fáa eitt lærupláss on-kustaðni, men akkurat tá var eitthvørt ímillum ar-beiðsgevarar og verkafólk og tað hevði við sær, at skrivstovur og onnur tóku ikki lærlingar, so eg ar-beiddi hjá pápa mínum í eina tíð. Eisini arbeiddi eg sum ítróttarvikarur í fól-kaskúlanum, eg minnist at eg undirvísti í 14 tímar um vikuna í ítrótti.

Tá funnu eg og ein onnur vinkona uppá at stovna ein ítróttarhandi, sum fekk nav-nið ”Ítróttarbúðin” og hevði bústað á einum neystalofti við Klaksvíksvegin. Men hesin fekk stutta livitíð, tí stutt eftir fekk eg lærupláss í táverandi Føroya Banka, ella BankNordik, sum hann nú eitur, og vinkonan fekk lærupláss í Norðoya Spari-kassa, tað var í 1985, Síða-ni havi eg arbeitt í banka-verðini burtursæð frá eini seks til sjey árum.

Ítrótturin hevur fylgt óme-taliga nógv í lívi mínum, sigur Marjun Kalsø víðari. Eg minnist, at sum 9 ára gomul fór eg oman í ítrót-tarhøllina at biðja lova mær

uppí at spæla hondbólt. Eg fekk at vita at tað bar ikki til, tí aldursmarkið var 10 ár tá, eg minnist væl enn hvussu skuffa eg var.

Men tá eg so var 10 ár byrjaði eg at spæla hond-bólt, og tá í tíðini spældu vit innandurða um veturin og úti um summarið. Eg minnist bara, at vit taptu alt fyrsta árið, men longu árið eftir byrjaðu vit at vinna og í 1980 vunnu vit FM sum kvinnuunglingar og høvdu eitt rættuliga gott lið.

Í 1978 sá eg eitt uppslag á einum pela í Klaksvík har tað stóð á donskum at ”De som har lyst til at spille vol-ley..” Hetta fangaði meg, og 18. September í 78, hetta he-vur helst verið stovningar-dagin hjá Mjølni, møtti eg fyrstu ferð til venjingar í hesi ítróttini. Eg minnist at vit í byrjanini skuldu venja tríggjar ferðir um vikuna. Venjingarnar byrjaðu uttan at venjararnir høvdu sett nakað net upp, og vit sum vóru nýbyrjaðar høvdu on-gantíð sæð ein flogbóltsdyst

fyrr, so vit vistu simpulthen ikki at eitt net hoyrdi til ein flogbóltsdyst. Ikki fyrr enn vit høvdu vant í 2-3 mánaðar kom netið upp. Fyrsti dysturin bleiv ímóti strandingum, sum vóru sera góðir í flogbólti hesa tíðina, vit blivu hølvaðar av, men tað gingu ikki meira enn tríggir mánaðir afturat, til vit vunnu á strandingum.

Tað vóru sum flestum kunnugt tey bæði Bue Thorsteinsson og Ketty Madsen, ið høvdu skipa fyri uppslagnum á pelum kring um í býnum á sinni. Flog-bólturin hevði nøkur góð ár í Klaksvík tá, men tá tey so Ketty og Bue, í 1980, fóru aftur til Danmarkar, góvust tey flestu av teim vaksnu, ið høvdu verið um flogbóltin í Klaksvík, og nærum bara vit ungu vóru eftir.

Men vit valdu at halda áfram. Sum sagt framma-nundan, so hevði eg verið á ítróttarskúla og tí byrjaði eg so smátt at taka venjingar-nar hjá nøkrum av liðum og síðani hevur tað bara

gingið slag í slag. Nógv góð fólk hava tikið ábyrgd í Mjølni og vit hava eitt sera vælvirkandi leiðslutoymi í felagnum, ongin nevndur og ongin gloymdur.

Eg segði at ítróttin hevur fylgt nógv í lívi mínum og skal eg siga frá øllum, so kunnu vit tosa leingi, sigur Marjun Kalsø við einum smíli. Eg havi verið aktiv innan hondbólt, fótbólt , badminton og ikki minst flogbólt, men sogar eisini innan kappróður, men tað er ein onnur søga.

Mjølnir hevur verið eitt vælvirkandi ítróttarfelag. Síðani 1980 hava kvin-nurnar vunnið deildina 18 ferðir, bert eina ella tvær ferðir øll hesi árini hava vit verið niðanfyri nr. 2, so klaksvíkskvinnur hava staði stinnar í flogbólti.

Vit royna alla tíðina at byggja nýtt upp, serliga í gentudeildini, tí tilgongdin hevur verið stór. Í drein-gjadeildini hinvegin, har hava vit eina avbjóðing, tí tilgongdin her er ikki tann

sama og tað skyldast helst fótbóltin og tá serstakli-ga nú fótbólturin venur alt árið.

Vit í Mjølni hava sæð tað sum okkara uppgávu at de-ila ábyrgd ímillum okkum. Tað er sera umráðandi at læra tey ungu at taka ábyr-gd við at deila uppgávur runt, soleiðis at tey kunnu síggja hvussu nógv skal til fyri at halda einum slíkum felag ígongd.

Vit hava eisini roynt at gjørt venjingarnar og kap-pingarnar áhugaverdar við at fáa útlendskar venjarar hendavegin líkasum fyri at teir kunnu geva teim ungu nakað nýtt og spennandi. Eisini og ikki minst royna vit at aktivera foreldrini at teim ungu í Mjølni.

Fyri at fáa eitt gott sam-lað úrslit, er eisini neyðugt at fara í allar smálutirnar og gera teir betur.

At tað loysir seg at gera nakað munagott í teim yngru og yngstu deil-dumum, hava vit kanska sæð í úrslitunum hjá besta

kvinnuliðnum hjá Mjøl-ni í vetur. Í tríggjar vetrar frammanundan hava Mjøl-nir kvinnurnar vunnið alt og í vetur mundu tey vera mong, sum hildu at gul-ltíðin hjá Mjølni var av. Men við góðari tilgongd av ungum við eini blanding av royndum leikarum liggja Mjølnirkvinnurnar nú á ovastu rók hóast stjørnule-ikarar hjá felagnum góvust seinasta heyst.

Marjun Kalsø leggur afturat, at ikki minst í he-sum døgum er umráðandi at halda ungdómin í einum so sunnum umhvørvi sum gjørligt. Vit venja børn heilt niður í 7 ára aldur og eg haldi at tað er sera um-ráðandi at børn fáa krops-liga venjing ídag, tí kap-pingin er stór ímóti teldum, sjónvarpi og spølum har ungdómurin til tíðir situr passivur í tímar.

Í Mjølni royna vit at gera nógv burturúr tí sosiala, so-leiðis at leikarar ikki bara eru saman tá sjálv ven-jingin gongur fyri seg, men eisini uttanfyri venjingina er umráðandi at leikarar-nir hava sosiala samveru, soleiðis at tey eisini betur kunnu skilja hvønn annan á vølli og harvið gerast tol-nari viðleikarar, eg haldi, at tíðin uttanfyri vøllin hevur minst líka stóran týdning sum tíðin á vøllinum, sigur Marjun Kalsø at enda.

Marjun er gift Danjali Kal-sø og tey eiga tvær gentur Kate, fødd í 88 og Eina Ste-phania fødd í 91. Báðar eru í Danmark í útbúgving.

Page 10: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 201410

Hetta gjørdi Kringvarpið fyri at sáða iva um tunnil-sætlanin er lógliga handfa-rin, at vera við til at skapa øsing, sum síðani hevur eyðkent hetta málið, sole-iðis at øll ætlanin nú er í vanda fyri at dettur niður-fyri.

Kærararnir skriva at ef-tirfylgjandi hevur Kring-varpið gjørt eftirmeting í sendingini Radaranum á líka so ósakligum og ein-státtaðum grundarlagi, sum í umrøddu sending.

Sambært kærarunum hevur KVF soleiðis brotið ásetingarnar í egnum al-mannakunngjørdum kjar-nuvirðum í hugsjónargrun-darlagi sínum, løgtingslóg um kringvarp, løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd og public service sáttmálan við tað almenna við hvørki at hava verið savnandi, fjøl-broytt, professionelt (kjar-nuvirðir), fjøltáttað, sakligt

(løgtingslóg um kring-varp), óheft, álítandi, fjøl-broytt, dygdargott ella

sakligt (public service sát-tmálin), og ikki hava vist ábyrgd, trúfesti, virðiliga atferð (kjarnuvirðir), hava hildið góðan fjølmiðlasið (løgtingslóg um fjølmiðlaá-byrgd), lýst málið til fulnar, men hevur ístaðin víst mannminkandi atburð.

Kærararnir skriva at felags fyri allar viðmer-kjararnar sum Kringvarp Føroya hevur brúkt í máli-num er at teirra tilgongd til málið var ikki bara kri-tisk, men serliga negativ

og niðurgjørdu leiklutirnar hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Jóhannesen, hóast veruleikin er at hesir hava arbeitt eftir tingsins vilja.

A. í apríl 2007 legði Bjar-ni Djurholm fram uppskot og viðtók eitt samlað løgt-ing, at landsstýrið fór un-dir samráðingar við privat felag/feløg um at gera fast samband millum Skála-fjørðin og Suðurstreymoy,

B. í mai 2010 viðtók løgtingið at geva privatum

felagi einkarætt til undirs-jóvartunnil/at bjóða ein-karrættin út - 5 stemmaðu ímóti, meðan 24 stemmaðu fyri,

C. í apríl 2011 viðtók løgtingið at longja loyvið til privata felagið um ein-karættin, meðan heimil-din til útboð stóð við – 7 stemmaðu ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri (henda lóg er framvegis í gildi),

D. herumframt hevur løgtingið viðtikið játta-narkarmar í mai 2012,

fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til un-dirsjóvartunnil,

E. og at bert ein íleggja-ri var áhugaður, men stil-laði sum treyt, at sáttmálin skuldi vera í trúnaði - tí finst ongin sáttmáli at leg-gja fyri løgtingið, tí í somu løtu hann er framlagdur, er fortreytin fyri sáttmálanum burtur…..

Hóast upprunin til verkæt-

VEL JARAFEL ØG HJÁ SJÁLVST ÝRIS, SAMBANDS- OG MIÐFLOKKINUM Í E YSTUROYNNI K ÆRA KRINGVARPIÐNorðlýsið hevur fingið innlit í kæruna sum er skriva til fjølmiðlakærunevndina og kærararnir siga at Kringvarpið í hesum málinum bert nýtti serfrøð-ingar/luttakarar við støði í umhvørvinum í Tórshavn/Suðurstreymi og ignoreraði serfrøðingar/luttakarar í Eysturoynni, haðan verkætlanin er sprottin.

Jóhan Petersen formaður í Samhald og fyrrverandi for-maður í Kringvarpstýrinum hevur saman við øðrum kært Kringvarpið.

Page 11: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 11

VEL JARAFEL ØG HJÁ SJÁLVST ÝRIS, SAMBANDS- OG MIÐFLOKKINUM Í E YSTUROYNNI K ÆRA KRINGVARPIÐNorðlýsið hevur fingið innlit í kæruna sum er skriva til fjølmiðlakærunevndina og kærararnir siga at Kringvarpið í hesum málinum bert nýtti serfrøð-ingar/luttakarar við støði í umhvørvinum í Tórshavn/Suðurstreymi og ignoreraði serfrøðingar/luttakarar í Eysturoynni, haðan verkætlanin er sprottin.

lanina er í Eysturoynni og tað serliga eru eysturoy-ingar sum hava arbeitt við tunnilsverkætlanini, so brúkar Kringvarpi einans viðmerkjarar úr høvuðs-staðnum vitandi um at hugburðurin mótvegis tun-nilsverkætlanum er serliga neiligur í høvuðsstaðnum, kann lesast úr niðanfy-ristandandi yvirliti sum er lati fjølmiðlakærunevndini.

Vit kunnu leggja afturat at Norðlýsið var einasti føroyski miðilin, sum var umboða á tunnilsfundi-num sum var fyriskipaður í fullsettari Løkshøll – øll høvuðstaðarpressan við Kringvarpinum á odda rapporteraði beinleiðis frá mótmælisfundi á Vaglinum í Havn.

KVF-sendingin um Skálafjarðartunnilin - yvirlit yvir viðmerkjarar

Page 12: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 201412

Leygarkvøldið 25. januar, vitjar Hallur Joensen John s Café í Fuglafirði. Afturat sær hevur hann vakra songfuglin Kristinu Bærentsen og streingjaekspertin Bedda. Kynt verður uppundir eitt satt countrykv-øld og livandi tónarnir verða at hoyra frá uml kl 00:00

Tað er sum altíð ókeypis at vitja John s Café og hetta kvøldið er einki undantak.

Sum altíð leygarkvøld, so er tað vælumtók-ta Pubquizzin sum er á skránni fyrst. Hetta tiltak byrjar kl. 22:00

John s café í Fuglafirði, hevur seinasta árið ment seg frá, at vera eitt lokalt íkast, til í dag at hava vitjanir úr allar oynni og Norðoyggjum. Tað er nógv fólk sum vitja og serliga er tað leygarkvøldini sum fylla húsið. John s Café hevur, sum tað einasta statið uttanfyri Havnina, livandi tónleik hvørt fríggjakvøld og hvørt leygarkvøld- og tað er altíð ókeypis!

Umframt tónleikin og spurnarkappingi-na, so finnur eisni føroya besta poolborð á Johns. Eitt 9 fót Copenhagen við nýggjum Bluegreen kappingardúki.

Vælkomin á John s.

Hallur Joensen í John s Café í Fuglafirði

Page 13: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 201414

Nakrir tankar um politiskar pílagrímar, gudleysar glíðibrey-tir, viðurstyggiligar homovígslur og eitt “tilmæli”, sum Rúni Rasmussen sendi løgtingi-

num í desember.

Heini í Skorini

“Eg taki undir við, at sam-kynd fáa loyvi til at giftast – ikki hóast eg eri konser-vativur, men av tí at eg eri konservativur.”

Vit eru í Manchester í oktober 2011. Bretski for-sætisráðharrin, David Ca-meron, flytur fram røðu á árligu flokskongressini hjá Konservativa stjórnarflok-kinum. Við støði í sínum hugsjónarliga arvasilvuri hugleiðir konservativi le-iðarin um týdningin av hjúnabandinum sum sam-felagsligari eind og insti-tutión. Og logikkurin hjá Cameron er greiður. Hjúna-bandið hevur so nógv po-sitiv árin og er ein so týd-ningarmikil institutión, at samkynd eisini eiga at fáa atgongd til tey rættindi og tær skyldur, sum hjúnaban-dið veitir. Ein slík dagfø-ring fer einans at styrkja um hjúnabandið, sum annars er ein viknandi institutión í okkara parti av heiminum.

Orðini hjá Cameron run-nu mær í hug, tá eg las tað sonevnda “tilmælið”, sum deildarleiðarin á løgmans-skrivstovuni, Rúni Ras-mussen, sendi løgtinginum undan fyrstu viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina, so sam-kynd eisini fáa rætt til bor-garliga vígslu (uttanfyri kirkjur og samkomur). Og tað var kanska lagnunnar speisemi, at fyrsta viðgerð var hósdagin 5. desember, sama dag sum ein tann størsti moralski vitin í ok-kara tíð, Nelson Mandela, andaði út fyri seinastu ferð. Mandela var nevniliga ein radikalur stríðsmaður fyri rættindum teirra samkyndu og syrgdi m.a. fyri, at land-sins grundlóg eftir rasu-ide-ologiska apartheid-stýrið gjørdist tann fyrsta í hei-minum, sum forbjóðar mis-muni orsakað av kynsligari orientering. Tí sum hansara høgra hond og góði vinur,

anglikanski erkabiskupurin Desmond Tutu, hevur sagt: “Eg kundi ikki droymt um at tilbiðið ein homofobi-skan Gud”.

Men religión er nú ei-naferð tað, sum fólk gera hana til. Og hóast fleiri samgongupolitikarar á Fa-cebook heiðraðu Nelson Mandela hóskvøldið 5. de-sember, bardust tey fyrr um dagin ímóti uppskoti-num hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Mi-chelsen. Uppskotið liggur nú í Rættarnevndini og verður allarhelst felt í fe-bruar. Hesar reglur viðge-ra nógv umrødda tilmælið, sum Rúni Rasmussen sendi løgtinginum undan fyrstu viðgerð.

“Hjúnabandið er gott...””Latið okkum sum sam-felag halda fast við hjúna-bandið, stuðla tí og geva tí bestu karmar í lóggávu og á øðrum økjum (...) Eg vil heita á tygum at verja hjúnabandið, og tí mæli eg tygum til at atkvøða ímóti uppskotinum.”

Soleiðis endar Rúni Ras-mussen sítt skriv til Føroya løgting. Og meginparturin av tekstinum snýr seg eisi-ni um, hvussu góð, gagnlig og uppbyggjandi hendan institutiónin er. Við at lesa tilmælið kundi ein næstan trúð, at onkur løgtingsli-mur hevði í hyggju at avt-aka hjúnabandið.

Men Rúni ger ongastað-ni eina roynd at greiða frá,

hví heiti stuðulin til hjúna-bandið er ein grundgeving fyri, at samkynd IKKI mugu sleppa at giftast. Logikkurin er, at hjúna-bandið er gott, og tí mugu samkynd ikki sleppa fra-mat hesi institutión. Men sum hugsunharhátturin hjá David Cameron vísir, kann viðurkenningin av hjúnabandinum tað sama slóða fyri eini diametralt øvugtari niðurstøðu. Her er eingin logiskur saman-hangur ímillum pástand og niðurstøðu. Um hjúnaban-dið hevur so nógv gagnlig árin, sum Rúni vil vera við, hví ikki loyva samkyndum uppí, um tað er tað, sum tey ynskja? Hetta er tann fyrsti av fleiri veikleikum í argu-mentatiónini hjá Rúna.

Orðabøkurnar og veruleikinTilmælið til løgtingið byrjar við trimum definitiónum av hjúnabandinum, sum vilja vera við, at “hjúnabandið snýr seg um sáttmálastøðu millum mann og konu.” Og uttan nakra nærri grundge-ving dregur Rúni ta niður-støðu, at “tað er púra greitt, at hjúnabandið snýr seg um sáttmálastøðu millum mann og konu.”

Men er tað so greitt, sum Rúni vil vera við? Fyri tað fyrsta eru tríggjar orðabókadefinitiónir als eingin moralsk, normativ grundgeving fyri, hvørjar treytir skulu vera galdandi fyri einum hjúnabandi. Tað

er sjálvandi upp til veljarar og politikarar at gera av, hvørt samkynd skulu slep-pa at giftast ella ikki. Og fyri tað næsta eru siteraðu orðabókadefinitiónirnar í greiðari andsøgn til tann empiriska, løgfrøðiliga veruleikan í teimum flestu londunum í okkara parti av heiminum. Veruleikin er nevniliga, at 18 lond, primert í Vesturevropa, Suðuramerika og 17 sta-tum í USA, hava samtykt, at hjúnabandið eisini kann umfata tvey fólk av sama kyni (kelda: amerikanski hagtalsgrunnurin Pew Fo-rum). Og verður skrásett parlag talt við, gerast lon-dini 32 í tali (neyva talið er trupult at gera upp, tí ló-girnar eru ymiskt orðaðar, og í summum londum hava statirnir og ikki parlamen-tið seinasta orðið). Útsøg-nin hjá Rúna er undir øl-lum umstøðum ein tómur pástandur í mun til sam-tykta lóggávu í nógvum londum í tí ríkasta og mest framkomna partinum av heiminum.

(Og hóast tað er totalt líkamikið fyri substansin, so manipulerar Rúni eisi-ni, tá hann ikki siterar alt tað, sum orðabókin Merri-am-Webster hevur at siga um hjúnabandið. Seinna hálva av definitiónini sigur nevniliga, at hjúnabandið eisini kann umfata tvey fólk av sama kyni).

Ein annar leistur er at gera

sum Jenis av Rana og siga, at Gud sigur nei, og tí sigi eg eisini nei. Og síðani at vísa til tann stóra meirilu-tan av heimsins londum, sum ikki loyva samkyn-dum at giftast. Men spur-ningurin er, hvussu smart tað er at brúka autokratisk ella beinleiðis ódemokra-tisk lond í Eysturevropa, Asia, Afrika og muslimska heiminum sum ideal fyri politiskum lógarsmíði í Norðurlondum. Lond, sum ikki virða grundleggjan-di rættindi sum persónligt frælsi, trúarfrælsi, min-nilutaverju o.s.fr. Lond, har samkynd verða eyðmýkt, diskriminerað, álopin, for-fylgd og dripin. Tá er tað kanska strategiskt klókari at ignorera vesturevrope-iskt lógarsmíð og heldur styðja seg at heilum og hálvum orðabókadefinitió-num.

Hvørji lond standa seg best?Víðari skrivar Rúni, at ”het-ta (hjúnabandið, red.) er ein institutión, sum óteljandi samfeløg í øldir hava mett at vera grundarlagið fyri burðardyggum samfelø-gum.” Men hvørji samfeløg eru tey mest væleydnaðu í heiminum? Hvørji eru tey frælsastu? Hvørji hava be-stu vælferðina og hægsta livistøðið? Tað eru tey lon-dini, sum virða tað persón-liga frælsið. Sum skora flest stig í mun til rættindi hjá samkyndum. Sum loyva minnilutum at liva, sum te-imum lystir, so leingi sum rættindi hjá øllum øðrum ikki verða skerd.

Hetta merkir sjálvandi ikki, at Evropa ikki hevur stórar demografiskar og búskaparligar avbjóðingar, tí tey eldru gerast fleiri, arbeiðsstyrkin minkar, og so fá børn verða fødd. Men samkynd kunnu ikki ábyr-gdast fyri, at vit heterosek-suellu ikki fáa fleiri børn. Og tey samkyndu fara neyvan at seta fleiri børn í heimin, um bara vit nokta teimum tey rættindi, sum heteroseksuelli meirilutin hevur.

Rúni hevur rætt í einum. Og tað er, at lógaruppsko-tið er ein umdefinering av hjúnabandinum, og at up-pskotið víðkar tær treytir, sum í dag skulu lúkast fyri at fáa atgongd til hesa in-stitutión. Um hetta skrivar Rúni soleiðis:

“Tað er tí sera skilagott hjá Løgtinginum í lóggávu at stuðla hjúnabandinum og skapa bestu kor fyri tí, heldur enn at umdefine-ra hjúnabandið og skapa órógv og hugtaksforvirring um hesa institutión.”

Kanska er Rúni óróg-vaður og hugtaksforvir-raður av uppskotinum, men hjúnabandið er framvegis ein sáttmálastøða millum tvey vaksin fólk við ávísum løgfrøðiligum skyldum og rættindum. Men broytingin er, at hendan sáttmálastøða umsíðir eisini kann umfata ein hampiliga stóran min-nilutabólk, sum er her kor-tini, og sum (vónandi) ikki fer nakran veg. Uppskotið er ein natúrlig dagføring í ljósinum av teirri sann-roynd, at fleiri og fleiri tora at liva samsvarandi sínum seksualiteti, tí stigmatise-ringin ikki er tann sama sum áður.

Kravið um nøringRúni skrivar eisini, at “eitt av høvuðsendamálunum í hjúnabandinum er at fáa børn. Hetta er úrslit av kynsligari samveru og li-kamligari sameining, sum er einans møguligt millum tvey av hvør sínum kyni.” Men aftur her er Rúni meira postulerandi enn ar-gumenterandi. Púra rætt, at tað skulu tvey til tango, men síðani nær hevur nø-ring verið ein fortreyt fyri einum hjúnabandi? Hvat við tveimum, sum ikki vilja hava børn? Sum ikki kunnu fáa børn? Ella sum giftast á eldri árum? Av eygsjónli-gum orsøkum kann nøring ongantíð vera ein galdandi treyt fyri hjúnabandinum.

Tann góða glíðibreytinOg so verður tann famøsa glíðibreytin eisini drigin fram á torg. Rúni skrivar, at “um latið verður upp fyri møguleikanum hjá sam-kyndum at giftast, so verða dyr latnar upp fyri øðrum lívsformum. Tá tvey av hvør sínum kyni ikki longur eru treyt fyri giftarmáli, á hvørjari grund kann ein so sýta fleirgiftu (polygamy)? Hvat um tveir tættir vinir, uttan at vera makar, vil-ja giftast og fáa ágóðar av hjúnastøðu? Hvussu kann grundgevast ímóti tí? Hvat við giftarmáli millum syst-kin?”

Hetta er tann vælkenda

HURRÁ F YRI GLÍÐIBRE Y TINI

Page 15: Nordlysid nr 02 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 2 FRÍGGJADAGIN 17. JANUAR 2014 15

Hitt ónda átak frá lívsins morgni plágast mannaættin undir enn í dag. Til Har-rans fyrsta úttalilsið, aftaná syndafallið vóru tríggjir áhoyrarar, Adam, Eva og ormurin. Við ormin segði Harrin m.a:” eg seti fjands-kap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; og tú skalt bíta tað í halin”. At orð Harrans aftaná syndafallið ikki vór innihaldsleys hava vit stutt síðan hildi føðingardag Je-susar um enn einferð. Orð Guðs eru ikki tóm og ein-kisigandi. Eins og bíbliusø-gan umtalar ormin í byrja-nini endar hon umtaluna av honum Opinb.20. Men líka frá byrjan hevur hin óndi roynt at avlívað frelsu ætlan Guðs.

Menniskjan avhendaði ræðisrættin, hon var skapt við til hin ónda í syndafal-linum, og hann hevur út-nytta hann maximalt, móti ráðum, móti heimshøv-dingum í hesum myrkri, móti andaherliðum í him-narúmdum Efs.612.

Annar jóladagur er dagurin har vit mangan hava hoyrt um fyrsta pín-sluváttan Stefanus, sum inni fyri ráðnum, árenn lívlát sítt, helt eina røðu, sum byrjaði við orðunum:” Hoyri meg brøður og fedrar og kom í síni talu m.a.inn uppá kongsskifti áftaná Jó-sef í Egyptalandi, sum førdi til svikaráð í móti ætt okka-ra og fór so illa við fedrum

okkara, at teir noyddust at bera út smábørn síni, at tey ikki skuldu sleppa at liva.

Egyptisku ljósmøðurnar høvdu fyngi boð frá kongi um at taka lívið av øllum hebráisku dreingjabør-num, men Bíblian sigur, ljósmøðurnar óttaðust Guð og gjørdu ikki eftir hvat kongur hevði boði teimum, heldur lívgaðu tær sveina-børnunum.

Jesus fekk somu lag-nu hini fyrstu jólini, mátti flýggja undan kong Heró-des í útlegd, avtíð hann æt-laði at drepa Jesus.

Kong Heródes læt tá dre-pa øll dreingja børn í Betle-hem og har umvegir frá tve-imum árum og niðureftir av ótta fyri Jesusi. Hin óndi var ormur í aldingarðinum og her við komu frelsarans var hann íklæddur konga skrúð, umstøðunar hava ikki einki at siga honum.

Síðan hava milliónir av menniskjum, ongantíð mei-ra enn kannska í dag noyðst at látið lív vegna kristnu trúgv sína. Fyri umleið átta árum síðan sást ein árs statistikkur í útlendskum bløðum, har 160.000 høv-du ligið marttýrdeyðan tað árið. Man talaði um sø-gunar størstu forfylging av teim kristnu.

Eg nevndi omanfyri annan jóladag, sum eisi-ni innihelt m.a.orðini í 1 jóhs.4,3. har navni Anti-krist dykkar upp, sum ei-sini gongur undir heitinum

dýri (opb.13,11) Hettta fekk meg at hugsa um norska professer Hallesby sála, sum segði:”Hetta djór gongur altso ikki fram sum eitt rovdjór, men hevur vi-nalótir, spakført sum eitt lamb, men tað talar sum ein dreki.

Danin C.Skovgaard-Pe-dersen dómpróstur. sáli, segði nettup um hesa lýsing frá Hallesby:” Hetta er rá-mandi lýsing avtíð gud-leysu mentan. Òskyldugt sum eitt lamb sær hon út. Hon talar jú mannaætta-rinnar, andsfríðheitsins og upplýsningssøkina. Burtur við við allari gamlari og skaðiligar yvirtrúgv. Vit vilja vera fríð og ikki boyg-gja nakkan undir nakað ok frá himmmalsins Guði. Gjøgnum hesa humanu óskyldigheit er tað at dre-kin talar. Undir einum ski-ni av einum lambi gongur djórið frá jørðini ørindi fyri drekan”.

Víðari sigur Hallesby proff.um fyrstu komu Je-susar:” At hann var mann-minkandi í útsjónd, hann kom fyri at grundleggja sína meiniheit á jørð. Aðru ferð kemur hann í ljómi og herligheit í skýggjum Him-malsins. Tá kemur hann at heinta sína meiniheit.

Jesu fyrsta koma er stór-sta hending í verðaldar-søguni inntil nú. Hon er vendipunkti í okkara søgu, so at allar aðrar hendingar tíðarfestast í mun til fyri ella eftir Kristi føðing. Jesu

onnur koma verður næsta hendingaríka tíðarbil í ver-aldarsøguni. Vi henni ke-mur ein nýggj tíð og tíðar-roknimg.

Trýrt tú á Jesu aftur-komu? Vit koma saman og játta við munninum trúgv

okkara. Er hjarta við í hesi játtan? Er Jesu koma ein verðunleiki fyri okkum, sum hevur praktiskan týð-ning og merkir lív okkara? Tað kemur nakað nýtt inn í kristinlív okkara tá íð vit liva tað í ljósi av Jesu aftur-

komu”. endar Hallesby.

Gott Nýttár

Jóhs. M. Olsen Fuglafjørð

glíðibreytin, sum vil vera við, at har ein skriða er lo-pin, er onnur væntandi.

Men glíðibreytar-logik-kurin kann í roynd og veru brúkast ímóti einum og hvørjum politiskum sjónar-miði, tí hann byggir á tann misvísandi logikkin, at eitt og hvørt politiskt stig neyð-turviliga slóðar fyri eini katastrofalari ketureaktión. Tá Nærverkið skal spara, kann ein við hesum logik-ki spyrja, um Nærverkið nú skal niðurleggjast. Tá skatturin verður lækkaður, kann ein spyrja, um skat-turin nú skal niður á 10 prosent ella avtakast heilt. Tá ein almennur stovnur verður fluttur úr Havnini, kann ein spyrja, hvør an-nar stovnur nú eisini skal flytast úr Havnini. Og tá ein almennur stovnur skal privatiserast, kann ein spyr-ja, um fleiri aðrir almennir stovnar nú eisini skulu pri-

vatiserast. Tað er lættasta sakin í verðini at skjóta eitt uppskot niður við tí djúpa spurninginum: hvat verður tað næsta?

Men tað er eingin logis-kur samanhangur ímillum eitt separat uppskot og eitt annað separat uppskot. Ímillum borgarliga vígslu til samkynd og tað poly-gamiska brúdleypið ella brúdleyp millum systkin, sum Rúni tosar um. Kvali-tativt eru hesir spurningar púra ymiskir. Hesin logik-kurin er hentur til at flyta fokus, tá grundgevingarnar ímóti verandi uppskoti eru so veikar, at alt møguligt annað má blandast uppí. At fella eitt uppskot við al-skyns hugsaðum dømum, sum ikki eru á dagsskrá, er vánalig próvførsla.

Sannleikin er, at hendan glíðibreytin byrjaði, tá ev-ropearar góvust at brenna “heksir”. Tá vit góvust at

døma hor, ótrúskap, homo-seksuella praksis og allan annan “ólevnað” til deyðan. Tá trælahaldið varð avtikið. Tá tey littu fingu atkvøður-ætt. Tá tað bleiv lógligt at kjósa sær ein maka, sum ikki hevði sama húðarlit. Tá kvinnurnar fingu valrætt. Tá tann tyranniska kirkjan umsíðir bleiv bankað uppá pláss av teimum frælsiside-alum, sum vórðu knæsett í upplýsingartíðini við intel-lektuellum slóðarum sum Rosseau, Voltaire, Locke og Spinoza. Tá idealið um tað persónliga frælsið fekk ítøkiliga, praktiska ávirkan á lívið hjá milliónum av menniskjum og slóðaði fyri teimum mannarættindum, sum so líðandi vórðu skri-vað inn í konventiónir og sáttmálar, serliga eftir fron-sku og amerikonsku kol-lveltingina. Og sum Rúni veit alt um, hava fleiri ját-tandi kristin eisini tikið síni

tøk í hesum bardaganum fyri einum rættvísari heimi.

At menniskjansligi gal-skapurin ikki endaði við upplýsingartíðini, he-vur mannaættin sannað í ovurmát við kommunismu, fasismu, nazismu, kolonia-lismu, islamismu, tveimum heimskríggjum og øðrum ræðuleikum. Men sæð í einum søguligum ljósi áttu vit at rópt eitt samfelt hur-rá fyri teirri “glíðibreyti-ni”, sum hevur slóðað fyri einum betri og rættvísari heimi – í øllum førum í okkara parti av klótuni. Og samstundis eiga vit at viðurkenna, at vit ikki eru komin á mál.

Tað frælsa orðiðEg skilji væl tey, sum eru skeptisk yvir fyri einum uppskoti um at broyta eina so grundleggjandi insti-tutión sum hjúnabandið. Eg lurti forvitin eftir øllum

grundgevingum, og eg var fullkomiliga ósamdur við teimum, sum á Facebook hildu, at Rúni átti at mist sítt starv sum deildarleiða-ri á Løgmansskrivstovuni, tí hann hevði misnýtt eina definitión í eini orðabók. Og hóast tað ikki altíð kann vera líka lætt at leggja oyra til, so mugu samkynd og teirra stuðlar eisini tola eitt frítt, opið og stundum særandi kjak uttan at hót-ta við advokatum og ræt-tarmálum. Grundgevingar viga tyngri og flyta í long-dini meiri enn paragraffir og rættarmál.

Men nógv umrødda ”til-mælið”, sum Rúni Rasmus-sen sendi løgtinginum, he-vur lítið uppá seg. Teksturin er eitt eklatant dømi um ein tekst, sum er meira postu-lerandi enn argumenter-andi. Nógvar staðfestingar – men fáar grundgevingar. Nógvar niðurstøður, men

einki grundarlag. Vónandi forlangar rættarnevndin og løgtingið betri grundge-vingar, áðrenn uppskotið – mest sannlíkt – verður felt í komandi mánaði.

Sum áðurnevndi Tutu tók til undir einum bókaút-gávutiltaki í 2004: “Vit littu hava verið líðandi orsakað av einum eginleika, sum vit ikki kunnu gera nakað við. Tað er tað sama við kynsligari orientering...”

STÓRSTA HENDING Í V ERÐA LDA RS ØGUNI

Page 16: Nordlysid nr 02 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Fyrst helt hon at talan var um vanligar mariuhønur, men skjótt fann hon út av at snyltara verður høvdu sett búgv í Mariuhønunum.

Á Facebook skrivar Ragnhild soleiðis:Fyri fyrstu ferð skrásett í Føroyum: Søgan um zom-biemariuhønuna og snylta-ravespurnar!

Fyrsta myndin er av gl-asinum við okkara fittu mariuhønum, sum komu undan jólatrænum. Seinna myndin er av tveimum av mariuhønunum, sum nú hava fingið hvørsína kokon undir búkinum.

Fyrst ivaðist eg ikki eina løtu í, at tær mundu fara at leggja ungar - men eftir at hava googlað fann eg útav, at mariuhønur leggja egg og ikki larvur. Talan er ístaðin um - halt tær nú fast!- vespur, sum hava lagt egg í sjálva mariuhønuna. Ja, tú las VESPUR!

Tíbetur vildi Jens Kjeld í Nólsoy adoptera tær frá okkum. Og hann ansar te-imum væl, skal eg heilsa og siga...

P.S. Næsta ár verður tað altso eitt jólatræ úr plastik! Úlakk!

Fuglafrøðingurin, Jens Kjeld Jensen,skrivar soleiðis:

Hjá familjuni Ragnhild El-lingsgaard settu tey jólatræ-ið upp í stovuni tveir dagar undan jól í 2013. Ragnhild skrivar soleiðis: “Men ef-tir bara 20 min. livdi undir trænum; mariuhønur, eitur-koppar og onnur smákykt hugnaðu sær óført og sóu út til at ætla sær at inntaka

stovu okkara. Vit gjørdu skjótt av - blakaðu træið út í tún, tóku dustdúgvaran fram og góvu øllum húsi-num ein ordans umgang. Nakrar mariuhønur (uml. 12) høvdu tó eydnuna við sær. Tær tóku búgv í einum stórum glasi og hava hug-nað sær har við granni og

øðrum góðum líka til nú”.08. januar 2014 legði

Ragnhild til merkis, at 2 av mariuhønunum lógu púra kvirrar við hvør síni “ko-kon” millum beinini, har ein reivvera var í. Ragnhild fór so á netið at leita eftir upplýsningum, og hon kom fram til, at tær báðar mari-

uhønurnar høvdu havt ein sník av eini vespuormveru í sær.

Eg var so heppin, at fáa glasið við teimum 12 sjeyplettutu mariuhønu-num, harav 2 av teimum høvdu eina “kokon” við eini vespuormveru av slagnum Dinocampus coccinellae

(Dinocampus terminatus) undir sær. Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum.

Vespan Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) brúkar mariu-hønuna sum klekimaskinu: Vespan leggur eitt egg inn í bleyta búkin á mariuhønu-ni. Har búnast eggið til eina ormveru, sum eftir eini 18-27 døgum gnagar eitt lítið hol í búkin á mariuhønuni. Síðani spinnur ormveran eina kokon millum beinini á mariuhønini, sum ikki flytur seg av ormveruni, meðan alt hetta fer fram. Vespan kemur úr kokonini eftir 6-9 dagar.

Vespuormveran ”hei-lavaskar” mariuhønuna, so hon verjir allan ágang mótvegis kokonini. Sostatt avger sníkurin - sum er vespuormveran, hvat ma-riuhønan ger, og á enskum verður hetta kallað ”body-guard-manipulation” – ella stýring av lívverja.

E.S. Ragnhild ætlar at brúka plastikk jólatræ framyvir, men tað haldi eg er stórt spell, tí við einum “livandi” jólatræ fært tú nógv meira fyri pengarnar, tí sum oftast eru nógv flei-ri spennandi og eksotiskar gávur á sjálvum trænum enn undir tí.

Fekk zombiemariuhønu og snyltaravespur við jólatræ

Ragnhild Ellingsgaarð, sum býr á Vágsheygnum í Klaksvík, fekk sjálvsamar gestir inn í stovuna við jólatrænum.

Mynd: Jens Kjeld Jensen