32
- lokala røddin síðani 1915 NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 Sí skrá í blaðnum 2015 Norðoyastevnan NHR ER UM- BOÐAÐ VIÐ RITUNI ”VIÐ FÚNAÐUM STAVNI HANN STENDUR Í VØRR” KLAKSVÍKINGUR ER SERA VÆL FYRI

Nordlysid nr 17 2015

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 17 Mikudagin 3. juni 2015

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 17 2015

- lokala røddin sí ðani 1915NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

Sí skrá í blaðnum

2 0 1 5N o r ð o y a s t e v n a n

NHR ER UM-BOÐAÐ VIÐRITUNI

” V IÐ FÚN A ÐUM STAV NI H A NN STENDUR Í VØ RR”

KL AKSV ÍKINGURER SER A VÆL F YRI

Page 2: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20152

Borðsettvið 4 krakkum

695,-Woburn

telt til 4 persónar

2295,-TilBoðSett prísur

-20% Tilboð ergaldandi í juni

weihe.fo

Page 3: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 3

Page 4: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20154

1 námsfrøðingum at arbeiða 32 tímar um vikuna og 2 námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15

Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 18.

Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557/ 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 235554

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendií seinasta lagi hósdagin 15. juni 2015, kl. 12.00.

Næmingar sum fáa prógv í juni, eru vælkomnir at søkja.Um ongin pedagogur søkjir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað

NámsfrøðingarVit søkja eftir námsfrøðingum at byrja15. aug. 2015 ella eftir nærri avtalu

Les meira um stovnin á heimasíðuna www.margretha.fo

Dr. Margrethu Barnagarður - Gerðagøta - 700 Klaksvík - [email protected]

Leiðari tiL ByggideiLdina

starv á Landsverki

Landsverktinghúsvegur 5Postsmoga 78FO-110 tórshavn

tel. +298 340 800Faks +298 340 [email protected]

Les meira á www.landsverk.fo

Droymir tú um at seta varðar eftir teg við týdningar miklum og stásiligum bygnings­verkum kring alt landið, so er Landsverk rætta arbeiðsplássið. Starvið sum leiðari á Byggideildini er eitt spennandi og av­bjóðandi starv. arBeiðsuppgávursum leiðari á Byggideildini hevur tú ábyrgd ina av bygging og øllum strategiskum ætlanum og raðfestingum í sambandi við alla nýbygging og viðlíkahald av landsins bygningum, umframt verkætlanarleiðsluna av teimum vega- og tunnils prosjektum, sum eru oyramerkt á fíggjar lógin.

Uppgávurnar fevna um bæði smærri verk-ætlanir, frá eini hálvthundrað túsund krónum og eisini verkætlanir, heilt upp í fleiri hundrað mió. krónur. Harafturat umsitur deildin húsa -skoðanarskipanina, leigumál hjá landsmyndug-leikunum og alla reglugerð viðvíkjandi bygging.

FørLeikakrøvtú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi. Harafturat hevur tú gott innlit í byggivinnuna,

royndir innan starvsfólkaleiðslu, byggileiðslu og verkætlanarstýring. sum persónur dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Harum-framt er tað týðandi, at tú ert vælskipað/ur, hevur góð analytisk evni og góðar samstarvs- og samskiftisførleikar.

setanarviðurskiFtiLøn og setanartreytir eru sambært sáttmála-num millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

umsóknirUmsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2015.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til ewald kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella [email protected].

Vit takka hjartaliga øllum, sum stuðlaðu landsinnsavn- anini hjá Bláa Krossi.

Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum, ið gingu við bússum.

Higartil eru komnar inn 555.843,80 krónur.

Blái Krossur FøroyaHeiðavegur 32, 600 Saltangará

Tel 770 700, [email protected], blakross.fo

kr

ea

Peningurin fer til:

Tøkk

.........................................................

1 2 SIG NEI TIL RÚSDREKKA OG NARKO

ØLL HAVA RÆTT TIL GÓÐ BARNAÁR

Page 5: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 5

saman við BUBU, Karlo og Ludda & vinum

www.bassi.fo

Bassi bjóðar øllum børnum í føðingardag

Í KLAKSVÍK á Norðoyastevnu mikudagin 3. juni

kl. 16.30

Klovnurin

BUBU undirheldur

Øll børn fáa ballón og gávu

frá Bassa

Page 6: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20156

St. Kilda eftir Tom SteelTýtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Nú so nógv verður tosað um at fólkið flytur úr Føroyum og úr smærri samfe-løgum og oyggja-samfeløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin he-vur verið fastbúg-vandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.

Í gamlar dagar vórðu sjáldan egg rænd av Stac Lee, men heldur av Bo-reray og Stac an Armin. Menn hildu, at um teir lótu eggini í frið á Stac Lee, so vildu grásúlurnar har vera longur komnar um heystið. Soleiðis fingu teir eitt du-pult heyst av súlum. Skul-di tað hent, at veðrið ikki var til vildar til Stac Lee, so kundu teir altíð fara til Boreray. Árið, teir fluttu, vóru teir bara á Stac Lee eftir eggum. Tá vóru teir so fáir mans, at teir hildu tað ikki vera ráðiligt at fara aðrastaðni.

Teir tóku egg frá 14 ym-sum fuglum, sum áttu á oyggjunum. Nøkur, tey frá súlu og lomviga, vóru til matna, onnur vórðu blást og seld til ferðafólk ella til savnarar á meginlandinum. Staraegg, tjaldursegg, spur-vaegg, kráku- og ravnaegg, æðuegg vóru eftirspurd, men størsta prísin fingu tey fyri eggini av St. Kilda músabróður – eitt slag av músabróður, sum var hel-dur størri enn tann á me-ginlandinum og sum bert fanst á Hirta.

Eftir at øll eggini vóru ko-min til høldar, so vórðu tey løgd út á bøin og býtt mil-

lum húsarhaldini. Flestu áttu eitt blásirør úr glasi, sum var komið úr Skot-landi, sum var brúkt til at blása hvítan og blommu úr eggum.

Lundin, sum var feska høvuðsføðin um summarið, kom í mars og var á Soay og Dun til august. Lundin ger reiður í svørðinum. Bø-gan verpur eitt egg inni við endan á holuni, sum er ei-nar fýra føtur djúp, og sum bæði bøga og steggi hava grivið. Nýliga varð mett, at tað átti umleið ein millión lundar á St. Kilda; men sei-nastu tvey árini er talið fa-rið niður í helvt, og eingin tykist vita orsøkina. Tað verður hildið, at oljudál-kingin á opnum havi hevur týnt tann partin, sum ikki vendi aftur.

Oyggjabúgvarnir vandu hundarnar at reka lundan úr

holunum. Tá teir so komu út, vórðu teir snildisliga lokkaðir í eina fellu. Teir løgdu eitt reip við eini fjø-ruti lykkjum ella buktum á, gjørdar úr hestahári, á ein klett ella lendi, har lundin plagdi at seta seg.

Klossutur, sum lundin er á landi, so fløktu nóg-

vir beinini í hesar buktir. Tá nakrir fáir lundar vóru fastir, so komu av forvit-ni aðrir og fløktust í hesar buktir. Á henda hátt kundi maður á Dun fáa rættiliga fitt ein dag.

Lundarnir vórðu royttir og skornir eftir miðjuni og alt tikið úr teimum. Síða-

ni hongdir á snór uttan-fyri at turka, so vóru teir grýtuklárir. Umframt at eta teir sjálvir, so góvu oyg-gjabúgvarnir eisini hun-dum og kríatúrum lunda. Fyrstu helvt av nítjandu øld vórðu fangaðir 20-25.000 lundar árliga. Í 1876 vórðu fleiri lundar fangaðir enn nakar annar fuglur – eini 90.000 lundar. Seinnu ári-ni, tá færri fólk búðu á St. Kilda, tóku teir árliga einar 10.000 lundar.

Tað var eina tíð, at ko-nur og gentur fóru yvir á Boreray at taka lunda, meðan menninir vóru eftir og røktaðu seyðin. Áðrenn teir byrjaðu at brúka sna-ru, so varð ein serskildur háttur nýttur. Teir fangaðu ein lunda og royttu allar fjaðrarnar av honum uttan uttast á veingjunum og ve-linum. Teir sleptu honum

so, og teir siga, at so komu beinanvegin lundar rundan um hann, og nú var bara at taka og kippa.

Onkuntíð vórðu teir ræd-du fuglarnir drignir úr ho-lunum av hundum. “Meðan hundurin skavaði í einari holu,” skrivaði Sands, sum var við, tá tey drógu lunda um heystið 1877, “so stóðu tær (konurnar) við holuna undir liðini og hildu vakt og roknaðu við, at lundar-nir fóru at koma út haðani. Onkrar av gentunum koyr-du allan armin inn í holu-na og drógu lundan út og snaraðu høvdið við einum fastleika, sum bara venjing gevur.”

Teir tóku eisini lomvi-ga um várið og summa-rið. Hon var sjálvandi til matna, men fjøðurin varð útflutt seinni á árinum. Flestu lomvigarnir áttu

KONUR OG GENTUR FÓRU Y VIR Á BORERAY AT TAK A LUNDA

11. partur St Kilda

Músabróður, eitt slag av músabróður, sum var heldur størri enn tann á meginlandinum sum bert fanst á Hirta

Borerey

Page 7: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 7

í Stac Biorac. Stakkurin hevði eyknevnið “Tummil stakkurin”, tí hesin er so brattur, at einasta staðið, tú fekst hondina í, var ein kneysi, sum ikki var meira ein tummil til støddar.

Bert frá september til no-vember var eingin havhes-tur at síggja á Hirta. “Fyr-rapartin á árinum ótu tey gamlan havhest, men tað, sum tey gleddu seg til, vóru teir túsundtals havhestaun-garnir, sum vóru at fáa um miðjan august.

Ein havhestur er á stødd við ein vanligan másafugl, og bøgan verpur eitt egg seinnapartin í mai. Ungin kemur út einar seks sjey vikur seinni, og sjey vikur seinni er hann so væl fyri, at hann fer úr reiðrinum. Teir á St. Kilda fylgdu væl við dagliga frá byrjanini av august, so teir kundu byrja at taka ungarnar, áðrenn teir vórðu floygdir.

At taka havhestaungar var tað tyngsta, men eisini tað mest spennandi arbeiðið á árinum á St. Kilda. “Teir taka fuglin fyri mat, lýsi og fjøður,” skrivar Norman Heathcroft í 1900, “og at fara eftir havhestaungum er teirra einasti ítróttur. Hetta er tað, sum ger, at teir elska sína heimaoyggj. Høvdu teir ikki kunnað kappast hvør móti øðrum á heim-ligu klettunum, so høvdu teir verið minni villigir at leitað sær avbjóðingar í he-iminum uttanfyri.”

Nógv mátti fyrireikast í vikunum fyri havhestatíði-na. Konurnar høvdu fingið neytini aftur í bygdina frá Glen Mor, har tey høvdu gingið á biti alt summarið. Og tær máttu ansa eftir, at nóg mikið av korni var ma-lið, so tey høvdu til greyt og breyð. Menninir fingu lakatunnurnar út og gjør-du tær klárar til at salta í. Saltið kom vanliga í juni mánað frá faktorinum, og tað kom úr goymslunum inni á meginlandinum og

varð býtt millum húsarhal-dini. Magin á gomlu súlu-num, sum vóru fangaðir fyrr á árinum, plagdu tey at blása upp og turka. Teir vórðu brúktir til at koyra tað virðismikla lýsi í frá havhestaungunum.

Tosið á morgunfundu-num var um havhest. Men-ninir plagdu at tosa um og gera av, hvar teir skuldu byrja at taka. Vanliga byr-jaðu teir, tá teir mettu at ungarnir vóru hóskandi feitir, og áðrenn teir fóru úr reiðrinum, tí so var ein-ki at gera. Eisini var mett um veðrið, tí sumstaðni var meira vandamikið í vátli-gum veðri enn aðrastaðni.

Týdningarmikið var eisi-ni at kanna línurnar. Línur vórðu tiknar av loftinum úr hvørjum húsi og kannaðar av monnunum, meðan øll hugdu at, um rot skuldi vera komið í, meðan hon hevði ligið. Línan var hildin at vera trygg, um hon helt, tá fýra mans løgdu sína vekt í og togaðu á alt tað, teir vóru mentir.

Tann 12. august fóru teir undir at taka havhestaun-gar. Øll á oynni fóru niðan á tindin. Menn høvdu línu kveylaða tvørtur um bringu og herðar, og kvinnurnar bóru tómu súlumagarnar. Børnini vóru við forel-drunum og lærdu at hjálpa kvinnunum at bera dags-ins fong til høldar. Nógvar kvinnur vóru førar fyri at bera upp til 200 pund á ryg-ginum hvønn túrin.

Fyrr í tíðini, serliga tá teir fóru einsamallir, var ein jarnstong sligin niður í klettin, so annar endin av línuni kundi festast har, meðan fyglingarmaðurin fór niður í bergið. Í nítjan-du øld hildu teir uppat við tí. Í staðin plagdu teir at binda línuna um bringuna nóg niðarlaga, so teir fingu væl rørt seg. Hinir plagdu at halda í hin endan, meðan hann fór niður. Menninir arbeiddu berføttir, so teir

høvdu betri fótafesti. Tá maðurin var komin niður á rókina, so plagdi hann at rópa, “Leigast” (gevið út) og menninir uppiá góvu út av línuni. Nú kundi maðurin fara undir at taka.

Á rókunum á Conachair vóru havhestareiðrini so tøtt, at bjargamaðurin mát-ti taka og kippa so hvørt, sum hann tók seg fram eftir rókina. Hvør havhestaungi kundi viga eini tvey til trý pund. Fyglingarmaðurin hevði eitt belti um miðjuna, og tá hann hevði kipt, stakk hann høvdið upp ímillum beltið. Tá hann hevði tikið einar tjúgu fuglar, so plag-di hann at binda fuglarnar í eitt knýti, sum varð togað upp av viðsitingarmon-nunum, áðrenn hann fór longur fram eftir rókini. “Og so kanska flytur tú teg í eitt annað stað,” minnist Lachlan, “ at gera tað sama og taka einar tredivu ella fjøruti fuglar á veg aftur. Tað var rættiliga tungført arbeiði, ja hart.” So lítil tíð sum gjørligt varð brúkt á rókini, og tá rópt varð “Tar-ning nord” (togið upp), so var maðurin togaður upp á slætt.

Viðhvørt var fjøruti favna línan ikki nóg long at røkka niður á niðastu røkurnar. Tá so var, plagdu tríggir mans at arbeiða saman. Tann fyrsti varð eftir uppiá sum áður, og hinir báðir loraðu seg niður, ein hvør-ja ferðina; tá næsti maður hevði fingið fast undir føti, loraði tann triði seg niður á næstu rókina.

Fuglurin varð krikasna-raður. Nógvastaðni var ikki neyðugt at hava línu, tí gongt var inn á røkurnar. Aðrastaðni brúktu teir at kasta fuglin niður á sjógv heldur enn at hála hann upp. So lá bátur undir og hentaði upp.

Vandamiklast var at klúgva av sjónum upp á stakkarnar. Teir fóru við

báti yvir móti Canachair, og tveir bjargamenn við línu millum sín fóru klúg-vandi upp, eins og teir gera í Alpunum. Skuldi annar snávað, so kundi hin kan-ska forða fallinum.

Havhesturin kann spræna lýsistinkandi spýggju einar tvær til tíggjar føtur frá sær. Men fyri teir á St. Kilda var lýsi av stórum virði. “A veg í línu niður í bergið,” sigur Llachlan Macdonald, “mát-ti tú fara so vandaliga fram, sum tú kundi, tí ungarnir vóru um at fara á flog, og fært tú ikki skjótt fatur á te-imum, so kanst tú vera um ein háls í spýggju.” Fyg-lingarmaðurin mátti eisini vera fyrireikaður ikki at gerast skakkur av slíkum, tí annars kundi hann verið áhaldsin og mist fótafestið, og so kann ein og hvør hug-sað sær, hvat kundi hent í ørbrattum bergi. Fyri at lýsi skuldi vera eftir í maganum á unganum, so snaraðu teir krikan. Teir brúktu eisi-ni stong við eini bukt í at royna at fáa fatur á ungum, sum lógu so óhøgliga fyri, at har ikki var komandi at.

Havhestatíðin vardi fjúr-tan dagar. Hvørt kvøld vórðu havhestaungarnir lagdir í eina rúgvu oman móti strondini niðan fyri bygdina, og har fór býtið fram, og hvør fekk í mun til fólkatalið. Hóast røkurnar vóru býttar frammanundan, so býttu tey fongin. “Set nú fyri, at tú hevur eina rók,” sigur Lachlan Macdonald, “ sum gevur nógv meira enn hjá onkrum øðrum, so er tað rættvísari at býta við allar, tá tú kemur heim, so eingin illstøða skal standast av tí.”

“Allir vórðu tiknir saman,” minnist Neil Fer-guson, “og so varð býtt – so og so nógv til hvørt húsar-haldið – og tá teir so vóru bornir heim, so varð farið at royta og reinsa. Eldru menninir saltaðu, dreingir-nir skóru høvd og bein av,

og konurnar royttu fyrst og tóku burturúr seinni. Morgunin eftir varð farið avstað aftur. Tey fáa ikki nógvan svøvn hesa tíðina. Tey kundu arbeiða til tvey trý um náttina og so avstað aftur klokkan átta morgu-nin eftir.” Sum sagt fingu øll part, um tey høvdu ve-rið við ella ikki. Einasta undantakið frá javnbýti var, um onkur kom fram á ein havhestaunga, sum lá í haga ella bø. Hann ella teir átti hann sjálvur. John Ross fekk frágreiðing um, hví so var. “Skuldi ein ungi verið liggjandi har um náttina, so hevði ein ravnur, heykur ella kráka farið við honum, og so var hann ikki til nyttu fyri nakran.”

Alt av einum havhesti var til nyttu fyri tey á St. Kilda. Fjaðrarnar høvdu virði og vórðu skildar og koyrdar í sekkir at selja. Lýsi varð koyrt úr súlumagunum og í krukkur og nýtt sum býtisvøra, tá faktorin kom. Fuglarnir, sum skuldu brú-kast til vetrarmat, vórðu skornir oman eftir bakinum og fyltir við salti og lagdir í tunnur. Innmaturin varð viðhvørt brúktur sum agn, meðan tað, sum eftir var, varð grivið niður. Ein rúg-va av fugli varð etin feskur. Teir kókaðu fuglin, og feit-tið, sum legði seg omaná, var tikið omanav og sett at storkna, so tað kundi nýtast í lampunum.”Hesa tíðin var einki uttan fuglur, lýsi og fjaðrar,” skrivaði presturin Neil Mackenzie. “Klæðini eru gjøgnumbloytt av lýsi, og bæði inni og úti eru bara fjaðrar: viðhvørt sær tað út, sum skuldi tað kavað, so tætt er fjaðrarokið.”

Vanliga brúktu teir ikki at salta fuglin á St. Kilda. Ofta var tepurt við salti og dýrt var tað fyri fátøku oyggjabúgvarnar. Nógvi vindurin, sum áhaldandi strýkur um Hirta, varð nýt-tur til at forða fyri, at rot kom í kjøtið. At varðveita

fuglin varð neyðugt at hal-da hann turran, so teir byg-du fleiri hundrað smá stein-hús, kallaði cleits, sum vóru laðað soleiðis, at vindurin fór millum steinarnar, men ikki vætan.

Cleits finst bert á St. Kilda. Uttan hesi hevði ikki verið møguligt at fingist við tílíkt í einum so ráum og vátli-gum øki. Hesi steinhúsini vóru bara laðaði av steini og flag. Fløgusteinarnir úr granitti, sum sløddust á eystara partinum av oynni, vóru vælegnaðir til tílíka laðing. Húsini vóru takt við stórum fløtum steinum við flagi á, og inngongdin ven-di altíð undan havinum, tí haðani kom mesta vætan og vindurin. Hesi cleits vóru vanliga um átta til tólv fø-tur í tvørmál og einar fimm føtur til hæddar, og innan-fyri hingu fuglakrovini.

Flestu cleits lógu run-dan um Village Bay, men oyggjabúgvarnir laðaðu fleiri hundrað aðrastaðni á Hirta, nakrar í líðunum við Conachair, aðrar við Oiseval. Cleits vórðu brúkt til at goyma alt, sum skuldi haldast turt, so sum línur, fjaðrar og eisini klæði. Ei-sini vórðu tær brúktar sum torvhús.

Tá havhestatíðin var av, so plagdu teir at hvíla seg einar tríggjar dagar. Útlúg-vaðir kundu teir nú hvíla seg og gleða seg um, at nú var partur av matinum, sum skuldi halda lív í teimum í vetur, komin til høldar. Men ein annan fong skuldi eisini farast undir, og tað var grásúlan.

Framhald í næsta blað

Cleits til varðveitslu av mati og øðrumGarðaløg, tippi og cleits oman fyri Village Bay

Page 8: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20158

Todi Jónsson kemur heim til ’’legends’’ dystin millumKÍ og GÍ á Norðoyatsevnu.

Væleydnaði dysturin frá í fjør verður endurtikin! Hetta er dystur millum le-ikarar, ið vóru mest virknir í ’90 unum og í ár verður eisini Todi Jónsson við. Myndin er frá dystinum í fjør, sum endaði við javn-leiki 3-3 og sum KÍ síðani vann uppá brotssparkskap-ping. Hóparnir kunnu síg-gjast niðanfyri, har kanska onkrir leikarar leggjast af-

turat. Dysturin verður leik-tur Norðoyastevnuaftan kl. 17.30.

Dómarabólkur: (verður neyvan dagførdur)Jóhan Carl DamNiklas á LíðarendaKjartan Jacobsen

Leikaralisti GÍ:Jens Martin KnudsenRúni JoensenRúni JustinussenAlvi JustinussenJohn PetersenMagni JarnskorPetur Páll MikkelsenErland TvørfossPoul EnnigarðSámal JoensenHeini HeinasonJanus RasmussenHenning JarnskorJóan Petur OlsenAgnar HøjgaardSímun Petur Justinuss

Leikaralisti KÍ: Jákup MikkelsenGunnar á SteigJohn William JoensenHarley BertholdsenJan AndreasenMarek WierzbickiSámal Eyðfinn PoulsenNiclas NiclasenSímun W. HøgnesenFinn BaldvinssonAllan JoensenJan JoensenAllan MørkøreArnold JoensenStig ElttørAksel V. JohannesenEyðun KlaksteinRógvi JacobsenJóhann LützenHeðin á LakjuniKarl Marius PoulsenOlgar DanielsenTodi Jónsson

Jákup Ósá

Sunnudagin spæla KÍ og ÍF landskappingardyst í Klaksvík. Júst KÍ og

Norðoyastevna ella Sum-marfestivalur plagar ikki at vera góð samanseting, halda nokk tey flestu. Og tað er nakað í tí, men av te-

imum seinastu 9 dystunum á Norðoyastevnu hevur KÍ hóast alt vunnið tveir. Vit skulu aftur til 2002 fyri at finna seinasta KÍ sigur á

Norðoyastevnu. Eitt sum tó spælir inn í hagtølunum er, at í fleiri ár var eingin landskappingardystur, tí landsdystir lógu júst tað vikuskiftið, sum Norðoya-stevna var.

Úrslitini hjá KÍ seinastu 15 árini á Norðoyastevnu:2014: KÍ-Víkingur 2-42013: KÍ-B36 0-2

2012: Eingin landskap-pingardystur2011: Eingin landskap-pingardystur2010: KÍ í næstbestu deil-dini2009: Eingin landskap-pingardystur2008: KÍ-Skála 0-02007: Eingin landskap-pingardystur 2006: KÍ-B36 0-1

2005: Eingin landskap-pingardystur 2004: KÍ-Skála 1-12003: KÍ-B68 0-02002: KÍ-EB/Streymur 3-12001: KÍ-EB/Streymur 0-42000: KÍ-Sumba 9-0

Úr savninumLEGENDURNAR HAVA ST YRK T SEG VIÐ TODA

SOLEIÐIS GONGUR HJÁ K Í Á NORÐOYASTE V NU

Vit skulu 13 ár aftur fyri at finna seinastasigurin hjá KÍ á Norðoyastevnu.

Page 9: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 9

Úr savninum

Tað siga hag-tølini seinastu 7-8 umførini í Effodeildini.

Jákup Ósá

Hjá Effoliðnum hjá KÍ he-vur tað bara gingið betri og betri gjøgnum kappingina eftir eina annars trilvan-di byrjan, har liðið m.a. eisini hevði truplar dystir og eisini misti á stokki-num við sjálvmálum fleiri ferðir. Men pilka vit bara 8 tey seinastu umførini út, so er KÍ tað liðið, ið hevur fingið flest stig hesa tíðina. Fyri 7 ella 3 tey seinastu umførini hevur KÍ somule-iðis fingið flest stig og uppá tann mátan kann ein siga, at KÍ í løtuni er besta liðið í Føroyum. Tó ger byrjanin uppá kappingarárið, at KÍ í løtuni liggur á 5. plássi og hevur heili 8 stig upp til NSÍ á fremsta plássinum, sum sostatt er besta liðið samanlagt í ár. Niðanfyri eru útgreiningar av góðu ’’formkurvuni’’ hjá KÍ.

Stigatalvaneftir 6 umførum:1. NSÍ 15 stig2. B36 14 stig3. Víkingur 10 stig4. HB 9 stig5. ÍF 7 stig6. TB 6 stig7. KÍ 5 stig8. AB 5 stig9. EB/Streymur 3 stig10. FC Suðuroy 3 stig

Stigatalvan eftir14 umførum(í løtuni):1. NSÍ 31 stig2. B36 27 stig3. HB 26 stig4. Víkingur 24 stig5. KÍ 23 stig6. ÍF 17 stig7. TB 16 stig8. FC Suðuroy 12 stig9. AB 7 stig10. EB/Streymur 6 stig

Stigatalva seinastu8 umførini:1. KÍ 18 stig 2. HB 17 stig3. NSÍ 16 stig4. Víkingur 14 stig5. B36 13 stig6. ÍF 10 stig7. TB 10 stig8. FC Suðuroy 9 stig9. AB 4 stig10. EB/Streymur 3 stig

K Í ER BESTALIÐIÐ Í EFFO-DEILDINI Í L Ø TUNI

Page 10: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201510

Leygardagin 1. august skuluSilja Michalsen, Norðdepil,

og Alex Sivertsen, Klaksvík, giftast.

Vígslan verður í Betesda kl. 13.00, og veitslan verður hildin í skúlanum á Fossánesi kl. 19.00

Tey, sum vilja gleða okkum við at vera til veitslu-na, kunnu tilmelda seg við at ringja ella skriva til

Silju, 263384, ella Alex, 752021, innan 1. juli.

Brúbleyp

Tøkkhjartans takk til tykkum øll sum gjørdu okkar

Gullbrúdleypsdag 20. 02. 2015so góðan og hugnaligan.

Takk til tykkum øll sum sungu fyri okkumum morgunin, takk til Bygdarhúsið fyri fantastiskan

mat og uppvarting.Takk til okkara elskaðu børn, barnabørn og

svigerbørn fyri alla hjálpina til fyriskipan av veitsluni,vit kundu ikki verið tykkum fyri uttan.

Takk til tykkum øll sum komu við til brúdleypiðog gleddust saman við okkum á okkara stóra degi.

Gud vælsigni tykkum øll.

Mathea & Finnbjørn Hansen

TøkkHjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá maður, pápi, verpápi og abbi okkara

Steingrímur Jónas Weihef. 3. august 1931 – d. 13. februar 2015

andaðist og varð jarðaður.

Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð orð á Boðanes heiminum og í Kirkjugarðskapellinum. Ein serstøk tøkk til tykkara í Strandar lon, sum vóru um Steingrím ta tíð, hann var hjá tykkum.

Eisini takka vit starvsfólkunum á Boðanesheiminum og tykkum, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferð og ervi, takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Amnesty International.

Tøkk til tykkara, sum fylgdu Steingrími til hansara seinasta hvíldarstað.

ÁslaTórálvur, Birita, Armgarð og Helgi

Gunn, Halla og TuriðBaldur

Systkinabørnini Ásla Simonsen og Kjell Kleinfylla 70 ár, 29. juni og 10. juli.

Dagurin verður hildin í Skálanum 4. julifrá kl. 13.00 ril kl. 18.00.

Tey, sum ynskja at koma til veistluna,verða vinarliga biðin um at siga frá

á tel. 456076 / 756200ella á t-post [email protected]

ella [email protected]í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni.

Tvinnanda70 ára føðingardagur

Úr savninum

So er aftur norðoyastevna, tað vil siga at stevnugestir eru aftur bod-nir til hallarlátur.

Á hesum sinni undir heit-inum Einastandandi. Tað serliga í ár er kanska tað at ein av trúgvu leikarunum, landsskemtarin og herma-rin Hilmar Jan, hevur fjø-ruti ára jubileum á palli. Hetta ger at hann spennir seg serlig nógv út; millum annað við einum tingfun-di, har hópin av hansara yndisoffrum eru við, við Lækjumanninum á odda. Landsskemtarin er, sum øl-lum kunnugt úr eysturoyn-ni, men hansara einaveldið skal nú standa sína roynd, við tað at tann vakrara helvtin av fýra fýrum, Alvi (Stardust) Justinussen og John (be Good) Andersen eru við í hallarskemtinum. Harumframt (fínt skal tað vera) eru systrarnar tvær á skránni, vit tosa sjálvandi um Súsonnu og Riu Tór-garð, sum draga eina rúgvu av sínum sermerktu persó-num upp á pall.

Eingin framførsla uttan tónleik; sera royndi pal-ltónleikarin Magnus Johan-

nesen fer at spæla undir til hetta brak av eini kabarett. Hetta er honum ikki frem-mant; í mong ár var hann knýttur at kenda Fólkatea-trinum í Keypmannahavn, har hann millum annað stóð fyri tónleikinum í on-krum sangleikum hjá Seba-stian.

Hóast framførslurnar eru í Badmintonhøllini, verður bert ein partur av høllini brúktur. Hetta merkir at einans 400 atgongumerki verða seld til hvørja sýning.

Sí lýsing aðrastanis í blaðnum

EINASTANDANDI

Page 11: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 11

Page 12: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201512

Tað vóru tey staðbundnu listafólkini, sum byrjaðu at skipa fyri listaframsý-ning á Norðoyastevnu. Seinni datt hesin siður tíverri niðurfyri.

Í 1985 varð Kunningar-stovan sett á stovn í Klaks-vík. Kunningarstovan skipaði fyri listaframsý-ningum í hølum sínum í Nólsoyarpáls gøtu og einari framsýning í Býráðshøllini.

Í sambandi við framsý-ningarnar kom hugskotið,

at vit áttu at stovnað eitt listafelag í Norðoyggjum, tá hugsað varð um tey mongu listafólkini, sum vóru hiðani. Endamálið við felagnum skuldi vera at ski-pa fyri listaframsýningum m.a. á Norðoyastevnu, at samla føroyska list, serliga við atliti at Norðoyggjum og at arbeiða fyri at fáa hóskandi hølir at hava list-aframsýningar í.

Boðið var til stovnandi aðalfundar í handilsbyg-ninginum á Biskupsstøð í

november 1985. Á fundi-num varð avgjørt at stovna Norðoya Listafelag, og ein 5-mannanevnd varð vald.

Á fundi seinni skipaði fyrsta nevndin seg við Jóan Hendriki Svabo Samuelsen sum formanni, Heðini Kle-in sum næstformanni, Fre-ydis Poulsen sum skrivara, Áslu Weihe sum kassamei-stara og Margith Joensen sum nevndarlimi.

Úr fyrstu nevndini eru Margith Joensen og Freydis Poulsen ikki ímillum ok-

kum longur.Í samband við stovnani-

na fekk Norðoya Listafelag málningin “Kvøld” eftir S. J. Mikines sum gávu frá Føroya Banka. Mál-ningurin er málaður í 1940 og verður roknaður millum høvuðsverkini í føroyskari málningalist.

Í 1986 skipaði Norðoya Listafelag fyri síni fyrstu framsýning , og var tað á Norðoyastevnu. Framsý-ningin, sum var í Skúla-num við Ósánna, var sera

væl eydnað, og nógv fólk vitjaðu framsýningina.

Síðani tá hevur felagið skipað fyri framsýning

á Norðoyastevnu á hvør-jum ári, umframt øðrum framsýningum.

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986. Tí er í ár talan 30 ára føðingar-dag hjá felagnum og um listaframsýning ta 30. í røðini. Tess vegna verður listaframsýningin skipað eitt sindur annarleiðis í ár.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins setur framsý-ningina kl. 16, Norðoya-stevnuaftan í Skúlanum við Ósánna. Síðani verður eitt tónleikainnslag frá Klaks-víkar Tónlistaskúla og eftir tað fer Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sum var fyrsti formaður í Norðoya Lista-felag at hugleiða um hvussu

felagið bleiv stovnað og um fyrstu byrjanina hjá Norðo-

ya Listafelag. Eftir tað verður aftur tónleikur frá

Klaksvíkar Tónlistaskúla og okkurt svalandi verður

at fáa afturvið.Listaframsýningin

verður bert við listaverkum hjá Norðoya Listafelag. Felagið eigur væl meir enn 100 listaverk, sum te-lur málningar, tekningar, træskurðir, gipsskap o.a.

Tað hevur stundum ve-rið ynski um at fáa hesi listaverk meira fram í ljó-sið, sum helst kemur at eydnast betri, nú Norðoya Listafelag er vorið partur av verkætlanini kring Post-húsið, har felagið fær egin framsýningarhøli. Vónandi verður henda áhugaverda ætlanin til veruleika um ikki so mong ár.

Norðoyastevnuframsý-ningin, sum hevur verið í Skúlanum við Ósánna at kalla øll árini, uttan tá

ið skúlin varð umbygdur, hevur oftast verið ein so-kallað frí framsýning, har ymisk listafólk sýna fram síni listaverk.

Men í ár verður so sett upp ein listaframsýning í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu, opið er leygardagin 6. juni kl. 16 - 20 og sunnudagin 7. juni kl. 15 – 20. Á framsýningi-ni eru bert listaverk hjá Norðoya Listafelag - Tveir av kendu málningunum hjá Mikines, “Pieta” og “Kv-øld”, sum eru í varðveitslu hjá Føroya Listasavni, eru eisini við á framsýningini.

Tað er Dávur Winther, sum er formaður fyri Norðoya Listafelag.

NORÐOYASTEVNU-FRAMSÝNING NR. 30

NORÐOYA LISTAFEL AG

Grundlógardagin 5. juni 2015, byrjar listaframsý-ning við Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Amariel er føddur í 1945 og kann sostatt hátíðarhalda sín sjeyti ára dag í ár. Í he-sum sambandi verður tíð-skil eisini eitt sindur gjørt

burturúr. Fernisering verður kl.

15:00 og eru øll hjartaliga vælkomin at njóta listarver-kini hjá Amariel og annars heilsa uppá listamannin sjálvan.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, kemur vinmaður Amariels, nevniliga navnframi Hol-

gar Jacobsen at undir halda við tónleiki.

Talan er um eina søluframsýning, sum er ókeypis at vitja í allan juni mánaða, og eru øll hjartali-ga vælkomin! Á Norðoyastevnu verður framsýningin opin: Fríggjadag 5. juni

- Fernisering kl. 15:00 - 19:00 Leygardagin 6. juni - Framsýningin er opin frá kl. 17:00 til 20:00 Sunnudagin 7. juni - Framsýningin er opin frá kl. 14:00 til 20:00

AMARIEL NORÐOYÍ G AML A SEGLHÚSI

Page 13: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 13

Page 14: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201514

Soleiðis yrkir Mikkjal á Ryggi um áttamanna-farið. Her í Klaks-vík kunnu vit siga tað sama um seksæringin Drekan, sum Vilhelm Johan-nesen nevnir í hugleiðingum um Norðoya-stevnuna.

Eftir at vit báðir Vilhelm høvdu tosað um róðurin har seksæringurin Drekin róði ímóti Trónda í Gøtu, sigur Vilhelm, at hann var komin framvið Nótaneysti-num úti í Víkunum. Neystið er tað neystið, ið stendur tætt norðanfyri Kiosk Vár. Hurðarnar í neystinum stóðu opnar, eg hugdi inn, og helt meg fyri vist síggja Drekan standa har.

Sambært bókini hjá Andras Mortensen, forn-frøðingi, um bátar í Føroy-um, so var Drekin bygdur í 1917. Um tvey ár verður Drekin sostatt 100 ára ga-

mal.Óli Olsen á toftanesi og

símun Johannes Samuelsen smíðaðu Drekan í 1917.

Orsøkin til at klaks-víkingar bygdu sær ein seksæring, var kríggið ið júst tá herjaði úti í heimi. Menn vóru bangnir fyri at ongin olja fór at vera at fáa í Føroyum, tí bygdu teir sær ein stóran árabát. Hesir 12 fyrstu eigararnir av Dreka-num vóru:

Michael Sólheyg í Trøl-lagili

Karl Andreasen,

Gudmund Henriksen,Poul Poulsen,Jóannes Lassen,Hans Erik Olsen,Mourits Winther,Svend Lutzen,Napoleon Jensen,Elias Johannesen ogJákup Jacobsen.

Í bók síni sigur Andras Mortensen at bátur og neyst kostaðu 1500,00 krónur og at hesir 12 menninir guldu 125 krónur í part.

Vanligir stavnar vóru á bátinum tá hann var nýg-

gjur, men seinni bleiv drekastevni sett á hann. Michael í Trøllagili segði, at ein maður úr Vágunum gjørdi drekastavnarnar.

Fornfrøðingurin hevði Verland Johannesen til at mála bátarnar upp sum hann skrivaði um og tá Ver-land í 1970 er her norðuri og málir Drekan upp, sigur hann at mastur og segl eru til bátin og at báturin skal vera góður sjóbátur, men ikki gongubátur.

Finn Kjølbro segði mær, at hann minnist heilt vist, at

Drekin róði kapp á Norðo-yastevnu í 1950.

Sum yvirskriftin sigur, so hevur Drekin tað ikki gott har hann stendur ídag. Ikki tí, neystini við Vágna eru turr og góð, men Dre-kin átti at komið meira til æru enn at standa gloym-dur, næstan sum annað burturkast í Nótaneystinum fyri opnari hurð.

Vit báðir Vilhelm fóru í Nótaneystið at hyggja, og eg fekk myndirnar her. Spell um báturin fer fyri einki.

Men kanska eru vit ko-min har til, sum Mikkjal á Ryggi endar ”Áttamanna-fari”

So sig honum takk og hitt síðsta farvæl,

Um viðurin longur ei va-rar;

Í Føroya fólks minni hann liva vist skal,

So leingi sum fløðir og fjarar.

” VIÐ FÚNAÐUM STAVNI HANN STENDUR Í VØ RR”

Page 15: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 15

Page 16: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201516

V Æ L K O M I N Á N O R Ð O Y A S T E V N U 2 0 1 5Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu

Hvannasunds Kommuna

Christianí Grótinum

2 0 1 5N o r ð o y a s t e v n a nMøguligar broytingar í skránni: Sí www.nfi.fo

Mikudagin 3. juni

16.30 Bassa føðingardagur, saman við Karlo og Ludda. Klovnurin BUBU undirheldur. Øll børn fáa ballon og gávu frá Bassa. Tiltaki verður norðanfyri Fótbóltskýlið í Klaksvík

Hósdagin 4. juni

17.30-19.00 Talvkapping fyri børn og ung í Skákinum á Akursmørk18.00-24.00 Maverick Barr og grillin er opið19.00 Drama í Kirkjubrekkuni. Dramaskúlin hjá Klaksvíkar Sjón- leikarafelag hevur framførslu av tveimum leikum í hølum felagsins, Kirkjubrekka 11. Atg.m. fáast við dyrnar.19.00-21.00 Listaframsýning í Spaniastovu – fernisering. Á framsýningini hjá Astri Luihn eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti. Í samband við framsýningina verður fernisering í Spaniastovu kl 19. 19.15 FÓTBÓLTUR: KÌ-ÍF 2. Deild menn19.30 Fyrilestur í Christianskirkjuni við Mary á Argjaboða “Samskifti í hjúnalagnum/parlagi”20.00 Føroyskur filmur í Atlantis ” SAVNSGULL ”. Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap. Filmirnir eru frá tí tíðini, tá Andras hjá Stellu Pól var skipari á fyrst Norðoyingi, sum kom í 1962, og so á Norðalduni, sum kom í 1969 og fram eftir.21.00 Ungdómsmøti í Betesda (øll foreldur eru vælkomin)

Fríggjadagin 5. juni

10.00-18.00 Listaframsýning í Spaniastovu. Á framsýningini hjá Astri Luihn eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti. 14.00-18.00 Listaframsýning: Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum – Fernisering kl. 14:0014.00-20.00 Listaframsýning : Magna Auðunsson í Býraðshøllini18.00 Talvkapping – Úti talvkapping í Vágstúni18.00 NORÐOYASTEVNAN VERÐUR SETT: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Norðoyastevnuna á pallinum við Tivoliøki. Hans Andrias

Jacobsen spælir á pallinum, ísamband við setanina.18.00 TIVOLI og útsølur á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið18.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið18.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinu við fótbóltskýlið18.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum18.00 Stórt Hoppiland á Akursmørk18.00 Paintball18.00 Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum á Tivoli økinum14.00-04.00 Maverick og grillin er opið19.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO19.30 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar til EINASTANDANDI skemt í Badmin- tonhøllini, har fleiri av Føroya kendastu og nýggjastu skemtiligu stjørnuskotum verða at síggja og hoyra. Atg.m. fáast hjá FAST í Klaksvík, Runavík, Skálabotni og Tórshavn og á facebooksíðuni EINASTANDANDI. 19.30 Klaksvíkar bókasavn: Óluvá Klettskarð heldur fyrilestur um kvinnur í politikki. Um søguligu gongdina hjá kvinnun i politikki, avbjóðingar at koma uppí politikk og hvønn týdning tað hevur at kvinnur eru umboðaðar.20.00 Ungdómsmøti í Emmaus20.00 TÓNLEIKUR: Danny Baldursson syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)20.00 Fyrilestrar um Kópakonuna í Skálanum. Eyðun Eliasen, uppvaksin í Mikladali “Mikladalur, søga & søgn” - Enna Garðshorn Mikkelsen,etnologur og Rithøvun- dur “Kópakonan í alheimsligum samanhangi” - Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdóktari “Kvívíks Jógvan, ið yrkti kópa kvæði” - Tiltakið endar við, at vit fara uppá gólv at kvøða Kópakvæði. Jóngerð Midjord skipar. 20.00 Føroyskur filmur í Atlantis ” SAVNSGULL ”. Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap. 21.00 Samkoman í Betesda, opið hús21.00 Betesda hevur útimøti í Vágstúni21.30 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar enn einaferð til EINASTANDANDI22.00 Konsert við Lenu Anderssen í Spaniastovu. Kom á konsert hjá Lenu Anderssen í hugnaligu Spaniastovu frá 1838. Á konsertini fer Lena Anderssen at framføra bæði kend løg so sum Oh My Lady, og Let Your Scars Dance og

Page 17: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 17

Norð-Taxi tel. 27 27 70TEL. 777 500

Matstovan Hjá ElisabethTel. 222450

Høj Flutningurtlf. 23 82 80

heilt nýtt tilfar til komandi útgávu. Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á facebooksíðuni Spaniastova.22.00 Holgar Jacobsen syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)22.00 FØROYSKUR DANSUR: Almennur Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.24.00-04.00 Maverick: Karokee í ovaru hæddini

Norðoyastevnuaftan 6. juni (Leygardagin)

10.00 FÓTBÓLTUR: Dr. U14 .KÍ d-B36 d11.30 FÓTBÓLTUR: G. U14 KÍ (sí meira á www.nfi.fo)13.00 FÓTBÓLTUR: Dr. U10 KÍ a,b, B68 a,b,c, TB b 11.00 Treysti skipar fyri árligu renningini kappingini Skráin fyri rennikappingina leygardagin 6. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út: kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1970-1999) - 5 km kl. 11.00 Veteranar (f.1960-1969) - 5 km kl. 11.00 Superveteranar (f.1959 ella fyrr) - 5 km kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) - 665 m kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) - 665 m kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) - 1.330 m kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) - 1.330 m kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina13.00 KAPPRÓÐUR: Barnaróður byrjar14.00-04.00 Maverick og Grillin er opið13.00-17.00 Listaframsýning í Spaniastovu. Á framsýningini hjá Astri Luihn eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti.14.00-20.00 Listaframsýning við: Magna Auðunsson í Býraðshøllini14.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið14.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið14.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum14.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum14.00 Stórt Hoppiland á Akursmørk14.00 Paintball 14.00 Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum15.00 FM Kappróður: Beint eftir róðurin, verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum15.00 FÓTBÓLTUR: Dr. U14 KÍ a – 07 Vestur a16.00-20.00 NORÐOYASTEVNUFRAMSÝNINGIN: Norðoya Listafelag hevur listaframsýning nr. 30 í Skúlanum við Ósánna. Í ár verður so sett upp ein serlig listaframsýning. Á framsýningini eru bert listaverk hjá Norðoya Listafelag - Tveir av kendu málningunum hjá Mikines, “Pieta” og “Kvøld”, sum eru í varðveitslu hjá Føroya Listasavni, eru eisini við á framsýningini.17.00 BARNATILTAK: Angela og Hannebal á pallinum á Tivoliøkinum17.00-20.00 Listaframsýning: við Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum17.30 Fótbóltur: KÍ – GÌ Legends17.00-22.00 Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdarfelagið Sigursglæman skipar fyri18.00 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar enn einafer til EINASTANDANDI19.30 Fótbóltur: Dr. U16 KÌ a – NSÍ a19.00-23.00 Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdarfelagið Sigursglæman skipar fyri19.45 Maverick: vísir Champions Leauge Finaluna: Barcelona-Juventus á stórskýggja20.00 TÓNLEIKUR: Danny Baldursson syngur Á pallinum á Tivoliøkinum)20.30 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar enn einafer til EINASTANDANDI22.00 TÓNLEIKUR: Jógvan frá X-FAKTOR syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)23.30-24.00 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni.24.00 Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har

Jógvan við Keldu, fyrrv. Býraðsformaður flytur fram røðu. Aftaná verður stórt fýrverkarí og felagssangur, við Harmonkispæli24.00-04.00 Maverick: Karokee í ovaru hæddini00.00 Dansur: STÓR-dansur í KÌ-høllini við Jens Marna Band NFÌ skipar fyri00.30-04.00 Opið hús í KFUM & K. Norðoyastevnukafé, andakt, sangur, suppa,kaffi/te o.a.

Norðoyastevnudag 7. Juni (Sunnudagin)

11.00 Betesda: Breyðbróting12.30 Betesda: Sunnudagsskúli11.00 Christianskirkjan: Guðstænasta við Jóannes Purkhús14-24.00 Maverick og Grillin er opið13.00-17.00 Listaframsýning í Spaniastovu. Á framsýningini hjá Astri Luihn eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti. 14.00 Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, Býraðs & Bygdar- ráðslimum úr Norðuroyggjum, skótum, ítróttarfólki, fer úr Klaksvíksgarðinum, og heim í Vágstún, har Vagn Foldbo, skúlastjóri, flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir14.30 Barnasang Kafé í KFUM & K. Andakt,felagssangur,kaffi/te o.a. Eisini luttaka Álvheðin, Signa og Lilja við sangi.14.00-20.00 Listaframsýning við: Magna Auðunsson í Býraðshøllini14.00-23.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið14.00-23.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið14.00-23.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið14.00-23.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum14.00-23.00 Stórt Hoppiland á Akursmørk14.00 Paintball14.00 Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum15.00-19.00 Málningaframsýning:Í samband við at Arnold Vegghamar verður tilnevndur heiðursborgari á Viðareiði, verður hugnaløta og málningaframsýning í skúlanum á Viðareiði sunnudagin 7. juni. Á framsýningini verða málningar hjá Arnoldi Vegghamar og Viðareiðis kvøldskúla sýndir fram15.00 FÓTBÓLTUR: EFFO DEILDIN KÍ-ÍF15.00-20.00 NORÐOYASTEVNUFRAMSÝNINGIN: Norðoya Listafelag hevur listaframsýning nr. 30 í Skúlanum við Ósánna. Í ár verður so sett upp ein serlig listaframsýning. Á framsýningini eru bert listaverk hjá Norðoya Listafelag - Tveir av kendu málningunum hjá Mikines, “Pieta” og “Kvøld”, sum eru í varðveitslu hjá Føroya Listasavni, eru eisini við á framsýningini.16.00-22.00 Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri.17.00-20.00 Listaframsýning: við Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum18.00 Møti í Soli Deo Gloria (suppa eftir møti)18.00 Familjumøti í Emmaus. Vitjan av Strondum18.00 Møti í Betesda18.00 Møti við Snorra Brend í KFUM & K. Streingjakórið syngur18.00 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar enn einafer til EINASTANDANDI19.00 Ester Kristiansen syngur á pallinum (Tivoli økinum)20.00 Føroyskur filmur í Atlantis ” SAVNSGULL ”. Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap. 20.00 Tónleikur á Tivolipallinum: Alvilda Mørkøre og co.føra fram20.30 KFUM & K: Ungdómsmøti við Egil Joensen

Page 18: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201518

Page 19: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 19

NHR hevur manning við í ár, har Ritan við kvinnum er við eftir at teir an-nars høvdu æt-lað at mannað Sundabátin. - Vit vænta at gera stór fram-stig gjøgnum árið, sigur báts-forkvinnan.

Jákup Ósá

Tá vit nevna Norðdepils Hvannasunds Róðrar-felag(NHR), so hugsa tey flestu helst um nakrar FM sigrar hjá monnunum um-borð á 6-mannafarinum Sundabátinum fyri nøkrum árum síðani. Sundabátu-rin vann FM í 2004, 2007 og 2008. Men NHR eigur eisini eitt 5-mannafar, har tað í 2006 eisini eydnaðist dreingjunum at vinna FM. Ritan rør í ár, men hesaferð er tað við kvinnumanning.

Koyra langt at venjaBátsforkvinna umborð á Rituni er Maibritt Waag Høgnesen. Hon sigur, at talan er um eina blandaða manning, har fleiri reisa langt fyri at venja.

- Vit hava eina blandaða manning. Tríggjar okkara

eru úr Norðoyggjum, ein er úr Lamba, ein er av Ar-gjum, ein úr Havn og ein er úr Sandvík, men býr í Havn. Vit skiftast at koyra norð til venjing, og hvør venjing við koyring norð og til Havnar aftur tekur uml. 5 tímar, sigur Maibritt og leggur afturat, at tær um-borð hava ógvuliga ymi-skar kappróðrar royndir.

- Onkur hevur royndir í 1 ár og onkur í 11 ár, so tað

strekkir seg langt. Tríggjar av okkum róðu saman við Lómi í fjør og hava hildið okkum í gongd síðan seina-sta kappingarár við tí fyri eyga at manna Sundabátin í ár. Ein okkara hevur ikki róð seinastu árini av tí, at hon hevur verið í Danmark í lestrarørindum, men hevur annars róð í fleiri ár í AR. Róðurskvinnan hevur sjálv róð barnaróður við Rituni fyri nøkrum árum síðan.

Tvær skuldu upprunaliga rógva við Sølmundi í ár, men komu umborð til ok-kum, tá ið tær ikki sjálvar fingu mannað bát, og vit manglaðu fólk. Tann síð-sta kom umborð fyri fáum døgum síðan og tann dagin høvdu vit eisini okkara fyr-stu venjing umborð við Ri-tuni, sigur bátsforkvinnan.

Ikki optimalar umstøðurFyrireikingarnar til kap-

pingarárið hava verið so sum so, tí Maibritt og hinar skulu av fyrstan tíð rógva við Sundabátinum, men hava skift bátastødd í sei-nastu løtu.

- Byrjanin uppá róðrarárið hevur verið ro-kalig við útskifting av fól-ki og óvissuni um, hvørjari bátastødd vit skuldu rógva í. Vit ynsktu at rógva við 6-mannaførum og hava vónað at onkur bátur fór

at koma aftrat okkum í 6-mannaførum. Men tá ið tilmeldingarfreistin var úti, vóru tað bert vit, og tí noyddust vit tíverri at skifta til 5-mannafør. Tað vóru vit sera keddar um. Ikki bert tí at vit ikki sleppa at rógva við Sundabátinum, men eisini tí at tað fyri kappróðurin merkir, at ein bátastødd hjá kvinnum fel-lur burtur í ár, sigur hon.

Skulu mennastgjøgnum áriðTá vit koma inná málset-ning, so sigur Maibritt, at umstøðurnar seinastu tíði-na gera, at tað helst verður seinni í ár, at Ritan fer at gera um seg.

- Tað er ringt at spáa um úrslit, áðrenn vit hava kap-past. Av tí at tað er so stutt tíð síðan vit fingu nýggja kvinnu umborð og fóru úr Sundabátinum og um-borð á Rituna at rógva, so er ymiskt, sum enn ikki er komið heilt uppá pláss hjá okkum enn. Vit vænta og vóna tí at gera stór fram-stig gjøgnum árið, sigur Maibritt Waag Høgnesen at enda.

ManninginTær sum manna Rituna eru: Lydia Hvannastein, Ingibjørg Thomsen, Mai-britt Waag Høgnesen, Jóna Livarsdóttir Nysted, Anna Arnfríðudóttir Andresen, Elsa Magnussen og Inga Weihe. Sum partur av fy-rireikingunum til Norðo-yastevnuna, so hevur Ritan eisini vant í Klaksvík, har myndirnar eru tiknar fyri fáum døgum síðani.

NHR ER UMBOÐAÐ VIÐ RITUNI

Page 20: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201520

K L A KSV ÍK INGUR ER SER A VÆL F Y RI10-mannafør: Stendur tað upp til MagnusNorðberg, royndan rógv-ara umborð á Klaksvíkingi, so vinnur Klaksvíkingur, við nýggjum báti, í ár sítt 6. FM heiti av 6 møguligum seinastu 10 árini. - Men kappingin verður hørð og vit mugu avrika til okkara besta, heldur hann.

Jákup Ósá

Hagtølini hjá Klaksvíkingi seinastu 10 árini tala fyri seg. FM í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013. Í he-sum tíðarskeiðnum hevur Klaksvíkingur ikki róð hini kappingarárini, so FM úrtøkan er 100 %, tá teir hava luttikið. Nakrir av rógvarunum ganga aftur og tað finnast enntá tríg-gir, sum hava verið við øll

árini og sum aftur eru við á Norðoyastevnu í ár. Teir eru Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Janus Dam-Ja-cobsen og Magnus Norð-berg. Norðlýsið hevur hitt Magnus Norðberg til eitt prát um kappingarárið, sum stendur fyri framman.

Ber ikki til at gevastMagnus Norðberg boðaði annars frá eftir ólavs-økuróðurin í 2013, at tað var hansara seinasti róður á hægsta stigi. Men Mag-nus helt ikki orð, og tað eru mong kring kappróðurin í Klaksvík helst glað fyri.

- Tað vísir seg, at tá ein fyrst er byrjaður at rógva, so er ringt at steðga. Og so

vísti tað seg, at tað bæði við arbeiði og ikki minst eina-ri góðari konu, sum tekur eitt sindur av eyka ábyrgd heima, so bar tað til. Tá ein hevur 3 børn, so er tað mest umráðandi at hava góðan stuðul heima, tí annars ber hetta ikki til. Men tað er lættari sagt enn gjørt at ge-vast. At rógva kapp saman við nógvum av sínum be-stu vinmonnum og góðum ítróttarmonnum er nakað gott og nakað menniskja-ligt, sum ein ikki kann gera upp í krónum og oyrum. Men eg fari ongantíð at siga aftur, at hetta er mítt seinasta ár ella seinasti róður, sigur Magnus við ei-num smíli.

Friður yvirfyrireikingunumMagnus Norðberg sigur, at ein av fyrimununum hjá Klaksvíkingi í ár hevur ve-rið, at tað hevur verið ein friður yvir fyrireikingu-num, har tað fyri langari tíð síðani var greitt, at bá-turin bleiv mannaður, og at tað ikki bleiv neyðugt at fara út eftir nýggjum fólki.

- Vit hava havt ein hóp kláran fyrr, enn vit kanska nakrantíð hava havt fyrr. Tað merkir, at 16 mans hava sett seg á maskinurnar øgiliga tíðliga. Hjá sum-mum hevur tað verið eitt sindur ’’on og off’’. Men onnur ár hava vit ofta ikki

funnið teir báðar seinastu menninar fyrr enn í apríl og onkuntíð enntá er onkur komin umborð í hálvum mai mánaða. Tað hava vit sloppið undan hesaferð, tí vit fingu kabalina at ganga upp, og tað gjørdi hon so við, at teir báðir seinastu komu fyrst í hesi vikuni. Men til næstan hvørja stev-nu, so koma vit at skifta onkran mann út. Men har hava vit greiðar avtalur um, at kemur ein nýggjur maður umborð, so hevur hann verið ígjøgnum júst ta somu venjingina á ma-skinum sum vit aðrir. Tað merkir, at ein maður, sum kanska bara rør í 4 minut-tir í summar (eina stevnu,

blðm.), hevur vant tað sama á maskinunum sum hinir, ið hava róð alt árið. Tað skuldi verið ein fyrimunir, at vit hava roynt tað fyrr at skift út gjøgnum árið, og harafturat vita vit allir, hvat hvør stendur inn fyri, sigur ein bjartskygdur Magnus Norðberg.

Hava vant meirenn nakrantíðMagnus sigur, at teir um-borð á Klaksvíkingi hava fyrireikað seg væl og vant nógv. Tí teir vænta, at støðið verður hægri enn nakrantíð.

- Fyrireikingarnar hava gingið væl. Fyrst í hesi vik-uni komu teir báðir seinastu

Page 21: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 21

Klaksvíkingur vann FM í 2006, 2011, 2012 og 2013. Sostatt hevur hann vunnið FM øll árini, har hann he-vur luttikið hesi seinastu 10 árini. Men fleiri ferðir hevur kapp-ingin verið hørð og bara einaferð hevur báturin vunnið allar stevnur-nar.

2006Klaksvíkingur vinnur 4 av 7 stevnum. Eysturoy-ingur vinnur greiðan sigur á Norðoyastevnu. Heili 5 sekund framman-fyri Klaksvíking.

2009 Kappingarárið byrjar illa hjá Klaksvíkingi. Á Norðoyastevnu koma Klaksvíkingur og Eys-turoyingur javnir á mál, men Eysturoyingur vin-nur, tí Klaksvíkingur vil ikki rógva umróður. Á næstu stevnu vinnur Eysturoyingur, men sei-nastu 5 stevnurnar vin-nur Klaksvíkingur, sum sostatt vinnur 5 av 7 stevnum.

2011So eydnast loksins hjá Klaksvíkingi á Norðo-yastevnu og samstun-dis blívur hetta fyrsta og higartil einasta árið, har Klaksvíkingur vin-nur allar róðrarnar, 7 av 7. Á Norðoyastevnu er kappingin frá Vestmen-ningi optimal, har Klaks-víkingur vinnur við 3/25 av einum sekundi.

2012Klaksvíkingur vinnur 6 av 7 stevnum. Á jó-ansøku vinnur Suðuroy-ingur á heimasjógvi, men Klaksvíkingur svarar af-tur og á ólavsøku vindur hann burturúr hinum.

2013Suðuroyingur vinnur greiðan sigur á Norðo-yastevnu. Men Klaks-víkingur svarar aftur og vinnur allar hinar 6 stevnurnar. 6 av 7.

H AGTØ LINI HJÁ K L A KS-V ÍK INGI

menninir heim frá lestri og arbeiði, so Norðoyastev-nu manningin hevur vant í nakrar dagar saman. Vit royna hvørt ár at betra ok-kum og vera betri fyri, tí vit trúgva uppá, at mótstøðu-menninir flyta seg og kap-pingin harðnar hvørt ár, og tí mugu vit eisini flyta ok-kum. Síðani vit fóru í bátin miskeiðis í apríl mánaða, so hava vit havt ymiskar mans umborð. Tá teir hava verið tøkir, so hava vit verið úti, men ofta hava vit eisi-ni vant inni, tí menn ikki hava verið tøkir, hóast vit eru ein hópur uppá kanska 16-17 mans. Vit hava vant nógv. Nakrir av okkum eru typiskt í gongd alt árið við vektum o.s.v.. Og so hava vit grava fram onkrar av teimum, sum róðu við fyrr. Tað sum vit gjørdu fyri at fáa fólk við var, at vit spur-du teir sum hava róð við fyrr, um teir høvdu hug at rógva, og tá vísti tað seg, at áhugin var so mikið stórur, at tað var ikki neyðugt at fara út eftir nýggjum fólki. Frá fyrst í januar av hava vit vant 5 ferðir um viku-na inni og um hálvan apríl fóru vit í bátin. Og hesar seinastu vikurnar áðrenn Norðoyastevnu eru vit næ-rum hvønn dag í bátinum og tað er eisini tí, at vit hava nýggjan bát í ár. Vit hava vant nógv, men tað er ein nýggj samanseting, tí summir hava ongantíð róð saman fyrr, hóast teir hava róð við Klaksvíkingi fyrr. So tað er trupult at seta hesa manningina upp ímóti gomlum manningum hjá Klaksvíkingi, men eg haldi tað minnir nógv um, har tað kanska er meira róð yvir tí heila áðrenn kap-pingarbyrjan, heldur hann.

Nýggi báturingevur avbjóðingar

Royndi rógvarin sigur, at tað er ikki ’’bara bara’’ at fara umborð á nýggjan bát, nú KRF í ár hevur valt at útvega sær nýggjan Klaks-víking, sum bátasmiðurin Sámal Hansen hevur smíðað.

- Eg trúgvi at flest allir høvdu roknað við, at tað at fáa ein nýggjan bát fór at vera ein stórur lætti og ein fór at merkja tað beinanve-gin, at alt var nógv lættari. Ja, man kundi næstan slep-pa frá at seta á, tí báturin fór næstan sjálvur. Men soleiðis er ikki. Ein blívur kanska eitt sindur kløkkur av at síggja, hvussu ymiskt tað er at rógva hendan bátin í mun til tann gamla. Hesin flýtur hægri. Tað gevur av-bjóðingar. Tú situr annar-leiðis og vinkulin hjá árini niður í sjógvin er heilt an-narleiðis. So her eru nógv ting, sum vit ikki eru vanir við. Vit hava merkt nýggjar árablørður, bekksár o.s.v., sum ein ikki plagar at fáa um hesa tíðina og eisini at fáa andsperri. Báturin livir og flytur seg øðrvísi, so het-ta var ikki júst so einfalt, sum ein gjørdi tað til. Men vit eru øgiliga glaðir fyri loysnina og at nýggi báturin er komin, tí hetta fer at gera tað, at vit hava ein støðugan bát, meðan hin báturin ef-tir hondini skuldi fáa ymi-ska viðgerð rættuliga ofta og ofta av okkum sjálvum, og tað hevur ikki altíð ve-rið líka gott. So hetta er avgjørt ein betri loysn. Eg haldi, at hetta er júst rætta tíðspunktið at skifta bát. Vit hava kannað vektina og tað vísir seg, at tann gamli vigar 285 kg., meðan hesin vigar 245 kg. So tað eru 40 kg. á muni og tað merkja vit í mátanum sum báturin flýtur. Men eg trúgvi, at til Norðoyastevnu, so hava vit fingið tingini uppá pláss, tí

vit síggja stóran mun frá hvørjari venjing, so tað skal ikki vera nøkur umbering leygardagin, leggur hann dent á.

Fáa harða kappingÁ Norðoyastevnu vera fimm 10-mannafør við. Tey eru Drekin Reyði, Ormurin Langi, Havnarbáturin, Nólsoyingur og so Klaks-víkingur. Magnus væntar harða kapping frá serliga Drekanum Reyða og Ormi-num Langa.

- Á jólum og nakrar ferðir tíðliga í ár var eg í Tórshavn og tá meini eg, at eg havi sæð allar fýra man-ningarnar í høvuðsstaða-røkinum verið í bátinum. So vit vænta ógvuliga væl fyrireikaðar og seriøsar ítróttarmenn, sum koma at kappast ímóti okkum. Og eg trúgvi, at vit mugu avri-ka optimalt fyri at vit skulu vinna. Vit eru eisini glaðir fyri, at teir í Tórshavnar Kommuna kunnu manna fýra bátar, og tað hava teir rós uppiborið fyri. Hinve-gin er tað ótrúliga harmi-ligt, at Suðuroyingur, Eys-turoyingur, Vestmenningur o.a. ikki eru við, men vit eru ótrúliga spentir. Vit vænta eina harða kapping, hóast mótstøðan kanska er nakað ókend. Um vit taka Drekan Reyða í fjør, so var hann rættuliga sterkur og faktisk betri, enn vit høv-du væntað. Tí vit høvdu rímuliga góðar vónir fyri at taka hann á ólavsøku, men tá vísti tað seg, at hann var sterkari enn ein kanska hevði gjørt sær far um. Og eg rokni við, at teir eru up-paftur meira fyrireikaðir og samansjóðaðir hesaferð við teirra nýggja báti. Teir umborð á Orminum Langa róðu við Knørri í fjør og vóru tann besta manningin at enda. So her sær út til

at blíva ein hørð kapping. Men gera vit okkara besta á okkara degi, sum vit van-liga gera, so vinna vit. Men tað halda hinar manningar-nar sjálvandi eisini, so eg trúgvi at besta manningin vinnur á Norðoyastevnu, sigur Magnus.

Roynd manningSum áður nevnt, so er talan um eina roynda manning á Klaksvíkingi í ár. Tí tað er bara ein í hópinum, sum ikki hevur roynt at róð við bátinum áður, men hann hevur eisini kappróðrar-royndir.

- Hetta er ein roynd man-ning, tí allir mans hava róð við Klaksvíkingi fyrr uttan ein. Tað er enn ein Venned maður, nú Uni Venned ke-mur umborð. Hann hevur royndir frá Sølmundi við 6-mannaførum. At tað er ein roynd manning ger, at vit sleppa undan at brúka orku uppá at fáa ymiskt at sita, tí menninir vita, hvat skal til. So nú er tað meir at fáa samansjóðingina at rigga og vektbýti í bátinum umframt onkur meira tek-nisk ting.

Manningin á Norðoya-stevnu er hendan: Kristian Eli Zachariassen(róðurs-maður), Jákup Hansen, Svein Rógvi Nielsen Ljós-stein, Sonni Eliassen, Uni Venned, Janus Dam-Jacob-sen, Ólavur Nybo, Magnus Norðberg, Jón Syderbo, Bárður Venned og Ebbe F. Petersen.

- Afturat hesum, so eru Heini Hátún, Hjálmar Hátún, Sámal Einarsson og Ólavur Weihe bundnir at bátinum og vit hava eisini havt aðrar at hjálpt til, sum kanska eisini vera við sein-ni í ár, sigur Magnus Norð-berg at enda.

Page 22: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201522

Page 23: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 23

Vilhelm Johanne-sen, fyrrverandi løgtingsmaður vitjaði eftir um-bøn okkara inn á Norðlýsið í vikuni, ið fór, og vit fingu eitt lítið prát við hann um Norðoyastevnu, fótbólt og annað, sum hann mintist Norðoyastevnu-na frá sínum ungu døgum. Sum lestu mun-nu vita, so hevur Vilhelm Johan-nesen eitt framúr gott minni.

Tað er eitt, sum eg haldi meg hóma, tá vit tosa um kappróður, og tað er, at tveir seksæringar róðu á Norðoyastevnu. Tróndur í Gøtu og Drekin. Tey sum eldri vóru søgdu, at teir høvdu róð nokk so ofta, men sum oftast var tað Tróndur í Gøtu, sum vann.

Á hesi Norðoyastevnuni, sum eg haldi meg hóma, róði ein við Drekanum, sum æt Jústines Niclasen, Jústines hjá Elini, arbeiðis-formaður hjá Kjølbro í nógv ár.

Hann varð sagdur at vera ógvuliga kvikur maður. Undir róðrinum kom hann til at bróta árina, hann sat við.

Sagt bleiv, at Jústinus var so kvikur, at hann við tað sama sendið brotnu árina út ígjøgnum homlubandið, tók tað nýggju árina og set-ti hana í. So skjótur skuldi hann vera, at hann misti bert eitt áratak.

Um Jústines og hansara skjótleika verður eisini sagt frá, at hann plagdi flekja á Stongunum. Hansara par-tur plagdi vera at taka ryg-gin úr. Sagt er, at so skjótt tók hann úr, at við hvørt vóru tveir ryggir í luftini í senn.

Minnist at ungir menn á

Stongunum høvdu sín egna bát at rógva kapp við, haldi at hann var svartur. Hann bar navnið Fríggjarin.

Tað fyrsta eg minnist til Fípuna Føgru var, at hon stóð í einum neysti, niðan-fyri Sjúkrahúsið, tætt sun-nanfyri har Blikksmiðjan er í dag. Orsøkin til at Fípan Fagra stóð í neysti har var, at tær sum róðu við arbeiddu mest sum allar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fótbólturin var sjálvandi eisini ein partur av Norðo-yastevnuni. Væl var eisi-ni fylgt við fótbólti tá og mangan var spenningur í luftini upp undir dystir. Tað var heldur ikki óvanligt, at menn tóku seg saman og góvu steyp til Norðoya-stevnudystir og aðrar dystir.

Minnist at einaferð góvu Bjarni Hansen og Karl Justesen eitt eykasteyp á Norðoyastevnu til dystin ímillum KÍ og HB.

Karl Justesen fór upp at handa steypið. Hann segði millum annað: ”Á steypi-num stendur KB, tað mer-kir ikki ”Karl Beist”, men Karl og Bjarni.” Lógvabre-stirnir og láturin rungaðu á plenini, sum við kallaðu ítróttarvøllin tá.

Pápi mín, Bethuel Johan-nesen, hann var skipari og navigatørur av útbúgving.

Eina tíð hevði hann útróðr-arbátin Støðin, sum Kjølbro átti.

Um sumrarnar plagdu teir at rógva út við kalvalí-nu.

Hetta summari vóru teir tríggir mans við Støðini. Benni Baldvinsson, Sak-aris Lydersen, Sakaris á Reyðhúsi kallaður og so Bethuel Johannesen, ið var formaður.

Sakaris var heilt víst be-sti fótbóltsleikari sum KÍ átti tað tíðina. Hann var ein framúrskarandi fram-herji og gjørdi eina rúgvu av málum. Hetta summarið hevði hann gjørt av at fara at rógva út við pápa, annars plagdi hann ongantíð at rógva út, vanliga var hann heimamaður.

Nú ber ikki beinari á enn at ein ógvuliga umráðan-di fótbóltsdystur nærkast, ið skuldi spælast ímóti havnarmonnum í Havn. Sakaris er á útróðri og teir plaga at vera úti í eina viku ella meira, teir ísaðu nevni-liga kalvan teir fingu.

John Reid Bjartalíð, sum er eldsálin, undangongu-maðurin og formaðurin í KÍ, byrjar tíðliga í vikuni at ringja umborð á Støðina yvir Tórshavnar Radio, at biðja pápa vælsignaðan fara inn á Havnina um vikuskif-

tið, tí Sakaris mátti spæla við í dystinum sunnudagin.

Pápi eftirlíkaði til endan og Støðin fór inn á Havni-na og legði at á Bursatanga, har sum kioskin hjá Bilóla var.

Sunnudagin fyrrapartin, stendur pápi mín frammi á lastalúkuni og barberar sær vit vátbarbering. Britons Pride hevur júst lagt at úti á Molanum, og ikki ber bei-nari á, enn at Kjølbro er við á ferðini.

Nú pápi stendur og rakar sær, kemur Kjølbro , sum átti Støðina, spákandi við putti eftir bryggjuni og tá hann er komin har sum Støðin liggur, steðgar hann á, vendir sær móti pápa mí-num og spyr speiksliga: ”Er góð kalvaleið her?”.

Bethuel var kendur fyri at vera skjótur við svari. Hann hevði varnast at ei-nir fimm útróðrarbátar hjá Kjølbro lógu hinumegin, undir Baccalao. Pápi sigur: ”Nakað tað sama, sum har yviri.” Og peikar á Bac-calao kajina.

Tað, sum eg helt vera ógvuliga hugtakandi við gomlum Norðoyastevnum var skrúðgongan ”Fól-kalívsmyndir úr forðum”. Haldi at hon var fyrstu ferð í 66. Tá vóru 30 ár síðani at Norðoyastevnan byrjaði á

fyrsta sinni. Státsilig vóru tey bæði, sum gingu fremst, Annefía í Vági í stakki og Jóhan Petersen, (Bel-lajóhan) í stavnhettu. Síðani gingu nakrar kvinnur, tær bóru dyllur á bakinum, sum neytakonur, onkur gekk og bant og onkrar høvdu hoyg-gingarrívu ímeðan menni-nir bóri líggja, torvskera og grindareiðskap.

Eitt seksmanna-far á hjólum var við í skrúðgonguni, seks mans sótu við árarnar og en sat afturi í rong. Báturin at Avlopið og hoyrdi heima í Kunoy. Orsøkin til nav-nið var, at bøndirnir heimi í Kunoy høvdu bátar, men allir menn sluppu sum vera man ikki við teimum. Tí gingu hesir menn saman og bygdu sær bát sjálvir og góvu honum navnið Avlo-pið.

Tá eg var ungur snúði Norðoyastevnan fyrst og fremst um kappróður og fótbólt. Men nógv annað var eisini á skránni. Van-liga var Norðoyastevnuaf-tan, at aftaná kappróðurin spældi 2. Deild hjá KÍ ímóti onkrum liði og fyrsta deild sunnudag. Dysturin sunnu-dag var sum oftast ímóti HB og við hvørt ímóti B36, fyri tað mesta vóru tað Havnarliðini ið vitjaðu. Á

tennisplenuni sóu vit menn spæla tennis, minnist Fran-klin Ziska, Helgo Finn Lar-sen, Hjarnar Djurhuus og Jonhard Larsen.

Kapprenning var eisini fyriskipað, vanliga var run-nið frá Sparikassanum og niðan ímóti KFUM: Á ten-nisplenuni varð eisini ski-pað fyri togtogan ímillum klaksvíkingar og avbygdar-menn í Norðoyggjum.

Miðnáttarsamkoman he-vur alla mína tíð sett sín serliga dám á stevnuna, var sjálvur við til at ganga við skótunum inn á Vágstún, sjálvandi var hornorkestrið har og sum nú var eisini tá endað við fýrverki.

John Reid Bjartalíð var ein eldsál og plagdi at bjóða vælkomin og til seinast tak-ka fyri góða uppmøting..

Í ár eru so liðin 70 ár síða-ni Norðoyastevnan var up-pafturtikin aftaná kríggið. Sum sagt var fyrsta stevnan í 1936, men undir krígnum bleiv ikki skipa fyri Norðo-yastevnu, segði Vilhelm Johannesen, tá hann vitjaði inni á Norðlýsinum og greiddi frá Norðoyastevnu-ni, sum hann mintist hana sum ungur.

Oliver

”ER GÓÐ K ALVALEIÐ HER?”

Page 24: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201524

Tað er tann útisetin, sum útihýsir sær sjálvum. Er hetta tilvitað ella ótilvitað, veit eg ikki. Men Føroyar skal ikki hava høvuðbrýg-gjan av teimum, sum útihýsa sær sjálvum. Føro-yar skal heldur skapa karmar og umstøður fyri teir útise-tar, sum hava hug til Føroyar.

Danial Viðoy

Eg skilji ikki, at summir útisetar vænta sær ein bóndagarð við øllum hent-leikum, tá ið teir koma heim eftir loknan lesnað. Vánirnar eru alt ov stórar hjá summum útisetum, so stórar, at hendan vónin ger

tað ómøguligt at flyta he-imaftur á klettarnar. Teir útisetar, sum sjálvir gera tað ómøguligt at flyta hei-maftur, skulu bara lata vera við at koma heimaftur. Po-litikkarar og føroyingar an-nars skulu heldur vara um tey, sum velja Føroyar við at koma heim og tey, sum velja Føroyar við at verða verandi.

Tað er munur á 6 millió-num og 50 túsundÍ Danmark búgva 5,6 mil-liónir fólk og Føroyum búg-va tað 50 túsund. Sjálvandi eru teir somu møguleikar-nir ikki í Føroyum eins og tað eru í Danmørk. Hetta er logikkur fyri búrhøsn, fyri at brúka eitt ”serføroyskt” orðatak.

At Føroyar er eitt fól-kafátækari land enn Dan-mark ger, at munurin á londunum eisini er stórur. Tað er ikki eitt Fakta, Netto ella Føtex á hvørjum tanga í Føroyum. Í Føroyum hava vit ein køk út fyri hvørt eitt einasta vindeyga. Tak tráðu í hond og fiska eina fisk. Tað er munur á einum stórum og einum lítlum landi.

Hóast hetta, eru nógvir møguleikar í Føroyum. Teir eru bara ikki eins eyðsýn-dir. Tað skal eitt sindur av einum kreativum heila til, fyri at virka í Føroyum. Soleiðis eru treytirnar. Tað er einki nýtt í tí. Nei, livi-hátturin hjá 6 milliónum og 50 túsund verður ongantíð eins.

Danmark verður on-gantíð FøroyarEg eri sjálvur útiseti í Dan-mark. Tað er ein frálíkur møguleiki at útbúgva seg í einum øðrum landi enn í heimlandinum; nakað eg eri takksamur fyri. Nú hugsar lesarin kanska: pí-nadoyð hasin torir og er bersøgin. Ja, eg tori, tí eg komi heimaftur.

Eg havi varhugan av, at summir útisetar, sum eg dag og dagliga hoyri og síggi, halda at Føroyar skal vera eins og Danmark. Úti-setin hugsar óbeinleiðis, at tá ið Føroyar er vorðið eins og Danmark, tá flyti eg he-imaftur. Danmark verður ongantíð Føroyar og øvugt. Í Føroyum hava vit fjøll og hav út fyri hvørt vindeyga. Í Føroyum hava vit ’vána-ligt’ veðurlag í mun til tað danska. Í Føroyum hava vit ikki arbeiðspláss til allar løgfrøðingar, búskapar-frøðingar, granskarar; av tí einfaldu orsøk at eitt lítið land hevur ikki brúk fyri eins nógvum slíkum og eitt stórt land hevur.

Eg havi onki ímóti løg-, búskapar- og øðrum frøðingum. Men mær hóvar ikki teir útbúnu útisetar, ið bert vænta sær og krevja. Tann útisetin, ið hevur lyn-dið at útihýsa sær sjálvum, ger júst tað: væntar sær og krevur. Snakkar ringt um Føroyar, byrjar at grenja um at eingir arbeiðsmøgu-leikar eru í Føroyum og ja, tekur synd í sær sjálvum, tí politisku Føroyar onki vilja hava við viðkomandi

at gera; og byrjar at greiða øðrum frá, at Føroyar eru á skeivari kós.

Hví byrjar hesin at hug-sa soleiðis, hví byrjar hann at hugsa, at Føroyar eru á skeivari kós. Eg havi ein pástand: útisetin hugsar soleiðis, tí at Føroyar ikki eru líka sum Danmark. Um nakað av hesum pástandi er rætt, so er hesin hugs-anarhátturin skammiligur. – Hvussu í ólukkan kunnu somu arbeiðsmøguleikar vera hjá 6 milliónum í mun til 50 túsund? – eg spyrji bara.

Føroyar er einki annað landEg elski Føroyar, eg le-ingist heim, eg gleði meg at koma heimaftur og eg gleði meg at sleppa heim at gera mun. Eg gleði meg at slep-pa heima at fiska mær ein døgurða, eg gleði meg at sleppa at fleyga ein lunda, havhest ella hvat tað skal vera, eg gleði meg at sleppa at liva í Føroyum. – Føroyar er ikki bara omanfyristan-dandi, men hevur verið fyri eini stórari menning.

Fyrr snúði Føroyar seg um at yvirliva, nú liva vit í Føroyum. Tað er stórt í ei-num landi, sum liggur ein-samalt í Norðuratlantshavi. Føroyar hava ongantíð havt tær veðurlagstreytir sum nógv onnur lond. Tað hevur verið eitt satt stríð at yvirli-va í Føroyum. Nú liva fólk í Føroyum. Nógv liva eisini sínar dreymar í Føroyum, tað veri seg innan gran-sking, framleiðslu og sum

’ganska gemenir’ arbeiða-rar. Tað eru nógv sløg av arbeiði eftir í Føroyum, og eg eri fullvísur í, at grava vit djúpari, eru nógv onnur spennandi arbeiðspláss at finna.

Men tað er ikki uppgávan hjá føroyskum politikka-rum at finna hesi arbeiðini. Tann einstaki skal finna hesi sjálvur. Og útisetin, sum útihýsur sær sjálvum, má taka seg saman og lata vera krevja ein bóndagarð við øllum hentleikum og feitari løn. Føroyar er eitt land, sum enn ber eitt sin-dur brá av, at fólk skulu yvirliva til tess at fáa geran-disdagin at hanga saman. Føroyar er ikki Danmark við nógvum arbeiðsmøgu-leikum. Arbeiðsmøgule-

ikararnir mugu gerast av eintingum í Føroyum og tað nýtist ikki at vera poli-tikkarin, sum letur hurðina upp fyri útisetanum.

Eg havi hug at sitera Bjørn Kalsø, sum segði á Fólkafundinum í Føroy-ingarhúsinum í Keypman-nahavn: ”kom bara heim. Tað kann gott vera at tú byrjar við einum hamari í hond, men at tú endar við einum góðum sessi, har tú fært brúkt tínar útbúnu førleikar”. Lat vera við at koma heim og vænta tær gull og grønar skógir. Føro-yar er einki annað land enn Føroyar.

ÚTISETIN ÚTIHÝSIRSÆR SJÁLV UM!

OLJUMÁlNINGAR

3 oljumálningar av Hans Jakku Glerfossfrá síst í 60`inum til sølu.

Telefon: +45 59590097Mail: [email protected]

Hús ynskjast til keyps í Klaksvík

Um tú hevur eini hús til sølu í Klaksvíkeru vit áhuga at hoyra frá tær

Tit kunnu skriva til Norðlýsið t-post: [email protected]

Dramaskúlin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur framførslu av tveimum leikum í hølum

felagsins, Kirkjubrekka 11,hóskvøldið 5.juni kl 19.

Tey yngru, 8-11 ár framføra leikin ”Tann stóra happingin”, leikstjórar eru Barbara Hentze og

Clara Kristina Sigurðsson.Leikurin hjá teimum eldru, 13-15 ár, eitur

”Morð í London” leikstjóri er Ebba MalenaDebess Thomsen.

Atg.m. fáast við dyrnar.

Drama í Kirkjubrekkuni

Page 25: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 25

Spaniastova er kar-mur um konsertina hjá Lenu Anders-sen á Norðoyastev-nu fríggjakvøldið 5.juni.

Lena, sum hevur sungið seg í hjørtuni á føroyingum við egnum løgum, so sum Oh My Lady, Stones In My Pocket, I Still Love You og Let Your Scars Dance fer at framføra bæði kend løg og heilt nýtt tilfar, sum verður

at hoyra á hennara koman-di útgávu, ið er á gáttini og sum hon hevur arbeitt við farnu tvey árini.

Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á face-booksíðuni Spaniastova.

Astri Luihn hevur málningaframsý-ning í Spaniastovu

á Norðoyastevnu.

Fernisering verður hóskv-øldið 4.juni kl 19.

Myndirnar á framsý-ningini eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti.

Um listinaAstri Luihn arbeiðir bæði við abstraktum og figu-rativum formmáli. Hon hevur leingi lagt dent á eksperiment, har hon ar-beiðir við tøkni, ið blandar máling og grafikk. Inni-

hald og úttrykk í hennara myndakompositiónum lýsa organiska rútmu, einfeldi, onkrum sansaligum og sorgblíðum, ið stuðla tema-tiska innihaldinum í myn-dum hennara.

Stjórin í Listasavni Før-oya, listfrøðingurin Nils Ohrt, skrivar m.a. sole-

iðis um málningarnar hjá Astri: “Realistiska grafiska innslagið í flótandi mál-ningalagnum er ein par-tur av teimum leikandi og postmodernistisku tvítýd-ningunum í myndunum hjá Astri Luihn við sínum samanrenningum millum náttúru og hugflog, kosmos og dekoratión, modernitet

og søgu.” Og hann heldur fram: “Tað er eitt í allar mátar fantastiskt univers ein upplivir í myndunum hjá Astri Luihn, og við síni

ekspansivu, ja eksplosivu megi frameftir og uppef-tir rúma tey kosmiskar dimensiónir. Tað sublima formatið gerst ikki minni

av teimum elasmáu fuglu-num, men hóast tað er rætt, at teir draga hugflogið aftur móti veruleikanum, er tað bara eitt lítið bil, tí tey yvir-jarðisku litskapini lætta sær á aftur út hagar, okkara hugflog leiðir tey. (Nils Ohrt 2012).

Um Astri LuihnAstri Luihn er fødd og uppvaksin í Noreg og he-vur meginpartin av sínum vaksna lívi búð í Havn, har hon hevur sítt atelier. Hon hevur havt ótaldar framsý-ningar í Norðalondum, Europa, USA og Japan og er umboðað á mongum listasøvnum ymsastaðni í heiminum.

Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap.

Á Norðoyastevnu fari eg at vísa ein nokk so lan-gan film, sum er upptykin umborð á línuskipinum Norðoyingi og umborð á Norðalduni.

Filmirnir eru frá tí tíði-ni, tá Andras hjá Stellu Pól var skipari á fyrst Norðoy-ingi, sum kom í 1962, og so á Norðalduni, sum kom í 1969 og fram eftir.

Filmirnir eru tað reina ” SAVNGULL ”, um nakað er sum kann kallast so.

Í filminum fáa vit eitt sera gott innlit í, hvussu hart sjólívið mangan var, har menn arbeiðu á opnum dekki, bæði í ódn og logn.

Andras var av raskastu monnum, ógvuliga fiskili-gur, hann mundi verða tann fyrsti skiparin, sum kláraði

at fiska 3 ferðir upp í ski-pið eftir einum sumri. Tað eru rættuliga nógvir føroy-ingar, sum hava siglt saman við Andras hjá Stellu Pól, og har hava fingið eina sera góða inntøku tey áðrini.

Andras var av djarvastu monnum, í filminum skulu vit eisini síggja, tá Andras svam á Flemis Kap, hann svam frá Norðoyingi og yvir til Stellu Karini, sum Grímur Rasmusen var ski-pari á. Teinurin hann svam mundi verða umleið 100 metrar, og tá vóru eygu í monnum. Eftir at hava ve-

rið og vitja umborð á Stellu Karinu, svam hann yvir af-tur á Norðoying.

Filmurin verður vístur:Hóskvøldi kl. 20.00Fríggjakvøldi kl. 20.00Sunnukvøldi kl 20.00

Atgongumerkir skulu keypast á heimasíðuni hjá Atlantis, sum er :www.at-lantis.fo

LEN A V IÐ N ÝGGJUM TÓNUMÁ NORÐOYASTE V NU

M Á LNING A FR A MSÝ NING Í SPA NI A-STOV U Á NORÐOYASTE V NU

FØ ROYSKUR FILMUR Í ATL ANTIS ” SAVNSGULL ”

Page 26: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201526

Keypmannahavn, Oyrasunds-kollegie: Eins og í fjør verður aftur skipað fyri ”Norðoyastevnu” á Oyrasunds-kollegiinum. Pylsur fyrst og síðani kappróður á stórskíggja. Hetta verður sjálvsagt leygar-dagin á Norðoya-stevnu.

Danial Viðoy

Aftur í ár skipar Samvin-na - felagsskapur fyri før-oyskt-lesandi á Copenha-gen Business School – fyri eini lítlari Norðoyastevnu

í danska høvuðsstaðnum. Dagurin í fjør eydnaðist avbera væl og halda veður-forsøgnirnar, verður tað av besta Norðoyastevnuveðri í Keypmannahavn. Samvin-na lýsir tiltakið á Facebook

soleiðis: - So er aftur tíð til at halda árliga grilldagin hjá Samvinnuni (lestrar-felagið á CBS) - øll eru hjartaliga vælkomin at vera við og tiltakið er ókeypis!

Ein fríløta frá lesnaðiNágreiniligari skrivar Samvinnan soleiðis um tiltakið: - Vit fara at grilla leygardagin 6. juni á Oy-rasundsterrassuni. Tiltakið byrjar kl. 14 og varir á leið

2 tímar ella so leingi fólk hava hug at sita og njóta sólina og selskapið. Grillir-nar vera klárar kl. 14 - so hettar er eisini eitt gott høvi at fáa sær eina lítla pausu frá royndar-lesnaðinum.

Pylsur ogspurnarkappingSamvinnan syrgir fyri at grillirnar eru heitar og reinar, at har vera taller-kar, gløs, gafflar, knívar, ketchup, sinnoppur og stoktur leykur. Tað einasta tit skulu hava við sjálvi, er matin tit ynskja at grilla og egnar drykkjuvørur.

Skipað verður fyri eina-ri spurnarkapping meðan vit eta, har vinnandi liðið sjálvandi fær ein vinning.

Kappróður, fótbóltur og føroyskar ølEisini verður kappróður frá ársins fyrstu stevnu, Norðoyastevnu, vístur á stórskýggja í Sumpen (eitt stór felagsbarr á kollegii-num) í sambandi við tilta-kið.

Eftir kappróðurin verður Champions League finalan millum FC Barcelona og Juventus FC eisini víst á stórskýggjanum. Sum um, at hetta ikki skuldi verið nokk, verða eisini føroyskar øl at fáa til keyps.

NORÐOYASTEVNAÍ KEYPMANNAHAVN

Fríggjakvøldið á norðoya-stevnu kl. 19.30 heldur Óluva Klettskarð fyri-lestur um kvin-nur í politikki.

Óluva Klettskarð fer at tosa um søguligu gongdina hjá

kvinnum í politikki, um av-bjóðingarnar at koma upp í politikk og hvønn týdning tað hevur, at kvinnur eru umboðaðar.

Í ár eru hundrað ár síðani kvinnur sambært grund-

lógini fingu valrætt, og tí varpa vit ljós á hetta evnið á bókasavninum á norðoya-stevnu í ár.

F Y RILESTUR Á K L A KSV ÍK A R BÓK AS AV NI

Fríggjakvøldið 5.juni kl. 20.00 verður tiltak um kópakonuna.Tiltakið verður í Skálanum.

Á Skránni verða hesir fyrilestrar:

Mikladalur, søga og søgn: Eyðun Eliasen, uppvaksin í Mikladali

Kópakonan í alheimsligum samanhangi : Enna Garðshorn Mikkelsen, etnologur og Rithøvundur

Kvívíks Jógvan, ið yrkti kópakvæði, Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdóktari

Tiltakið endar við, at vit fara uppá gólv at kvøða Kópakvæði.Jóngerð Midjord skipar.

Eftir tiltakið frá kl. 22.00 skipar Klaksvíkar Dansifelagfyri almennum føroyskum dansi.

Øll eru hjartaliga vælkomin

SLÁIÐ RING OG KLAKSVÍKAR DANSIFELAG

Tiltak um kópakonuna

Page 27: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 27

Page 28: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201528

www.jfk.fo

Øllum norðoyingum og gestum verður ynskt eina góða Norðoyastevnu

Page 29: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 29

trygging.fo

GÓÐANORÐOYA-STEVNUVIT YNSKJA ØLLUM EINA GÓÐA OG TRYGGA NORÐOYASTEVNU

Page 30: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201530

Kósaskákið 3 FO-700 Klaksvík Tel. +298 472030 Fax: +298 472031 T-postur: [email protected] www.kss.fo

ELSPØLTIL SKIP

Øllumverður ynskt

eina góða

Norðoyastevnu

Page 31: Nordlysid nr 17 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 31

Page 32: Nordlysid nr 17 2015

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

KL AKSVÍK AR BILL ARD-FEL AG HEIÐRAÐKlaksvíkar Billard-felag hevur klárað seg væl – serstakliga tvey tey seinastu árini, og varð tí skipað fyri mót-tøku í stásiligu felags-hølunum í gjárkvøldið (28. mai) , har Signhild V. Johannesen, forkvin-na í Mentanarnevndini helt røðu, fyri errnu vinnarunum hjá Klaks-víkar Billiardfelag og handaði teimum blómur og ein kekk.

Felagið hevur vunnið allar deildirnar og kunnu tí kalla seg FM vinnarar í 1 deild, vinnarar av 2 deild og vin-narar av 3 deild. Hetta er ikki hent áður í søgu felag-sins, og siga teir seg vera sera stoltar av hesum flotta avriki.

Klaksvíkar Billardfelag, sum er eitt ítróttarfelag og hevur limaskap í Í.S.F; te-lur umleið 30 limir, har 10 teirra eru virkandi billard-spælarar.

Eitt av endmálunum hjá felagnum er, at eyggja og menna ungar leikarar innan billardspælið.

Í Haldur Holm Cup, sum er ein serlig kapping, hava leikararnir vunnið 12 heiti og er hetta eisini met í Hal-dur Holm Cup kappingini.

Klaksvíkar Billardfelag fegnast um, at tað nú aft-ur gongur framá við teirra virksemið og eru eisini ser-liga fegnir um góðu høli-skarmarnar at virka undir, sum eru við til at bera fela-gið fram á leið - saman við góðu spælarunum, sjálvan-di.

Røða, Signhild V. Johan-nesen, forkvinna í Men-tanarnevndini helt fyri

Klaksvíkar Billiardfelag á samkomu í felagshølum te-irra 28. mai 2015.

Ein av undangongu-monnunum í billiardspæli, Haldor Holm, var ikki hvør sum helst. Sum ungur maður var hann limur í DSU, Dansk Sosialistisk Ung. Har vóru aðrir mætir menn sum Viggo Kamp-mannn; teir komu at ken-nast og knýttu vinarbond.

Haldor flytir til Klaks-víkar, og seinni gerst Viggo danskur forsætis-málaráðharri. Forsætis-málaráðharrin kemur á Føroyavitjan og ynskir at heilsa upp á Haldor, men tíðarætlanin helt av einh-vørjari orsøk ikki, og teir sóust ikki á teirri vitjanini.

Kampmannn var so for-harmaður, at næstu ferð

danski forsætismálaráðhar-rin kom á vitjan, hesaferð var tað Jens Otto Krag, heit-ti Kampmannn á Krag um at fáa Haldor Holm við á skránna. Tað eydnaðist, og kom forsætismálaráðharrin við fylgi til ábit, í dag kan-ska kallað brunsj.

Við í fylginum vóru em-bætisfólk og løgmaður, Hákun Djurhuus. Haldor spyr forsætismálaráðhar-ran: “Må jeg få lov at spør-ge Dem et spørgsmål?” “Gerne” svaraði forsætis-málaráðharrin. “Hvad hed den danske statminister i 1920?” “1920? ... hmmm?” Allir at klóra sær í nakka-num, og fleiri nøvn vórðu nevnd, m.a. Zale, men nei Jens Otto Krag visti ikki. Løgmaður og onnur royndu at hjálpa forsætis-

málaráðharranum. Aftan á mikið høvuðbrýggj sigur Haldor: “Jeg mente, hvad hed De i 1920?” Hóast Haldor hoyrdi, at teir mis-skiltu spurningin, læt hann kjakið fara so langt, at tað bleiv pínligt.

Nøkur ár seinni var Haldor í Danmark og hevði fingið avtalu við Jens Otto Krag at koma framvið at heilsa uppá, tá sigur Krag: “Ikki gloymi eg spurningin hjá tær, havi fortalt tað fyri fleiri av mínum vinum, helt tað ikki vera lítið frekt.” Soleiðis kenna nøkur av tykkum kanska Haldor Holm.

Klaksvíkar BillardfelagEitt lítið felag við stórum menningarmøguleikum og vilja. Tit hava virkuliga víst

í verki, at tit kunnu og hava markerað Klaksvíkar Billi-ardfelag sum eitt felag við stórari framgongd.

FM- vinnarar í 1. deild, vinnarar í 2. deild og vin-narar í 3. deild.

Eisini hava tit met í at vinna Føroyameistaraheitið fyri lið og einstaklingar og met í at vinna Haldor Holm cup kappingina.

Tit eru teir bestu í landi-num. Smáir men knáir, sigur orðatakið, ikki kann sigast annað um eitt felag við 30 limum, sum kortini megnar at seta seg á heimskortið í Føroyum.

Tað er altíð hugaligt at síggja fólk, sum brenna fyri sakini, og tað gera tit so sanniliga. Tit hava hug-

nað um og gjørt hesi høli-ni betri, og trivnaðurin er hareftir. Øll tann orkan og øll tann tíðin, tit brúka í felagnum og í húsinum, er gull verd. Kanska eru hvør-ki vit ella tit greið yvir, hvat tit gera fyri samfelagið, og hvat tit leggja eftir tykkum. Tit skapa virðing, trivnað og nøgdsemi, nakað sum onnur taka til sín og njóta gott av.

Eg kann ikki annað enn fegnast um, at vit funnu eina nøktandi loysn við hesum hølunum. Eru tit nøgdir, eru vit tað eisini. Nøgdsemi og framgongd hjá felagnum smittar av sær í lokalsamfelagnum og slær ringar í sjógvin.

Eg ynski tykkum hepna hond framyvir. Hjartaliga til lukku og takk fyri, at tit góvu tykkum stundir at líða á.

So fari eg at biða FM-vin-narnar í 1. deild - Hallur og Kristian Suna - vinnarnar í 2. deild - Allan og Petur Joleiv - og vinnarnar í 3. deild - Hans Jacob og Rana - koma higar. Harumframt vil eg eisini hava forman-nin í felagnum at koma hi-gar.

Hjartaliga til lukku.Signhild V. Johannesen,

forkvinna í Mentanarnevn-dini