40
NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 63. ÁRGANGUR KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 Í KLAKSVÍK 23. AUG. SÍ SKRÁ Í BLAÐNUM STÓRA ÓKEYPIS FISKABUFFÉIN Á SJÓMANNADEGNUM 9 772245 065007

Nordlysid nr 26 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Nordlysid nr 26 2014 Norðlýsið blað nr. 26 Mikudagin 20. august 2014.

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 26 2014

NR. 26 MIKUDAGIN20. AUGUST 2014 63. ÁRGANGURKR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

Í KLAKSVÍK 23. AUG.

SÍ SKRÁ Í BLAÐNUM

STÓR A ÓK E Y PISFISK A BUFFÉINÁ SJÓMANNADEGNUM

9772245065007

Page 2: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 20142

Komandi vikuna fer Føroya Sjó-mannadagur at seta dám á Klaksvík og føroyska sam-felagið annars.

Høvuðsdagurin í tiltaki-num er næsta leygardag, men alla komandi viku fáa vit møguleikan at vitja áhu-gaverd tiltøk við fyrilestra-haldarum, kjaki og annað. Fyriskipararnir hava dugað sera væl at fingið viðko-mandi og spennandi tiltøk á skránna, og tað fegnast vit um.

Tað er serliga hugaligt hjá mær sum borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu at ynskja fólki væl komnum á Sjómannadagin, tí við hesum tiltaki staðfesta vit á sera hugaligan hátt tað, sum vit øll vita, at fiskivinnan og alivinnan eru drívmegin í okkara samfelag. Eingin veit so væl sum fólk uttan

fyri miðstaðarøkið, hvussu samfelagsgongdin er knýtt at gongdini í fiskivinnuni.

Klaksvík er fiskivinnu-høvuðsstaður í Føroyum, og tí er tað upplagt, at dagurin hjá sjófólkinum verður hildin í Klaksvík, her umstøðurnar eisini eru sera góðar at hýsa ei-num tiltaki av hesum sla-gi. Klaksvík hevur seinnu árini víst meira enn áður,

at býurin kann hýsa og ski-pa fyri stórum tiltøkum, og vit fegnast eisini um, at fólk kring alt landið og í útheiminum taka so væl undir við tiltøkunum. Vit eru øll vorðin von við, at Norðoyatunnilin ger tað lætt at ferðast til og úr Norðoyggjum, men tað eru ikki meira enn góð átta ár, síðani tunnilin varð tikin í brúk og skapti møguleikar fyri enn størri menning.

At vit í hesum døgum fyrst kunnu savna nógv túsund fólk á Summar Festivali og nú aftur túsundtals fólk til Sjómannadag er eisini við tí fortreyt, at tað er lætt at ferðast til Norðoyggjar. So hóast vit taka Norðoyatun-nilin fyri givið, eiga vit at fegnast um, hvussu stórar møguleikar fasta samban-dið við meginøkið hevur skapt fyri Klaksvík og lo-kaløkið annars.

Klaksvík hevur verið við í fremstu røð í føroyska-ri fiskvinnu í nógv ár – og er tað framvegis. Fiski-vinnusøgan her í økinum er meiri enn hundrað ára gomul og byggir á fram-takshugaðar einstaklingar og feløg, sum løgdu nógv fyri, tá ið møguleikar vóru á bæði nærleiðum og fjar-leiðum. Samstarvið millum skipini og vinnuna á landi

hevur verið gott og gevandi fyri báðar partar og hevur skapt nógv arbeiðspláss. Tá ið fólkatalið í Klakvík fleirfaldaðist fyrra partin av tjúgundu øld, var fiski-vinnan drívmegin í fram-burðinum, og hóast tíðirnar eru broyttar, og tað nú ikki er neyðugt við eins stórum manningum, sum tað plag-di at vera, er týdningurin hjá fiskvinnuni og øllum tí, sum er knýtt at henni, óg-vuliga stórur í Klaksvík og Norðoyggjum annars.

Sjómannadagurin setir á hepnan hátt sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuna, og tað, sum hevur tilknýti til hana. Fólk í øllum aldri kunnu verða við í tiltøku-num – líkamikið um tað snýr seg um vatnkríggj á vágni, fyrilestrar, fiskar í kørum ella kappingar av ymsum slagi.

Eg vil takka fyrireikaru-num fyri góða og nærlagda fyriskipan, og eg vil bjóða øllum hjartaliga væl ko-min á Føroya Sjómannadag 2014.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

VÆLKOMIN Á SJÓMANNADAG!

Page 3: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 20144

Page 5: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 5

Høvuðsstuðul

Eik ynskir øllum góðan sjómannadag Vit síggjast í Klaksvík!

Page 6: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 20146

Føroya Sjó-mannadagur bjóðar øllum føroyingum til Klaksvíkar at royna stóru fiskabufféina.

– Vit klára ikki at metta øll, men vit gera klárt at servera fyri 2-3000 gestum, sigur Edvard Olsen, deildarleiða-ri á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaks-ví, sum saman við Árna Muller, stjóra á matstovu-ni Gepetto í Klaksvík, og Poul Huus Sólstein, stjóra Northpelagic stendur fyri stóru fiskabufféini á Føroya Sjómannadegi.

Her verður alt gott úr havinum at fáa. Tað sum serverað verður, eru smak-kiroyndir av so nógvum ymiskum fiskaúrdráttum sum yvirhøvur ber til at fáa hendur á. Tá alt er klárt fríggjadagin, rokni eg við, at vit hava ímillum 20 og 30 ymiskt úr fiski at bjóða, ikki minst traditionellu fi-

skarættirnir, sum flak, fri-kadellur og knettir, men ei-sini meira eksotiskar rættir.

Blue Fin TunfiskarTil at gera fiskabufféina áhugaverda, hava teir fingið fatur á trimum tunfiskum, sum Rókur og lerkur hava hálað inn og sum Tummas T er komin til lands við. Tveir teirra komu í køkin á matvøruútbúgvingini mánadagin. Tað var Hans

Marius í Birgi, ið kom við teimum, og tað var eisini hann, ið legði Edvardi og Árna lag á, hvussu tunfi-skarnir skuldu skerast.

Tað var ikki bara bara, at skera teir upp. Prátað var um ímeðan Hans Marius arbeiddi, at hetta er sera dýrur matur í Japan, men tá er treytin, at tú fylgir eini heilt neyvari uppskrift tá tú fiskar og skert upp. Tað krevst nógv av kokkunum

í Japan, ið skulu fáast við slíkt, tað sigst at tað tekur 10 ár hjá einum japanesara at læra slíkt kynstur.

Men lýkur fiskurin trey-tirnar, sum japanar seta, so er prísurin eisini hareftir, tað hevur ljóðað at onkur hevur fingið eina millión krónur fyri ein fisk.

Sera væl lág fyri hjá Hans Mariusi í Birgi at ske-ra upp og eftir lítlari løtu hevði hann mest sum sko-

rið meginparin av tí eina tunfiskinum. Hann bjóðaði so okkum, ið stóðu rundan um, at royna soshini av tun-fiskinum, tað var rættuliga serstakt at royna.

Krabbar, havtaska og annað gottTá vit vóru í køkinum á matvøruskúlanum mána-dagin, fingust tey akkurat við at rulla havtaskume-dalliongir. Árni sigur mær,

at hetta er at líkna saman við tornedoumedalliongir-nar tú kanst keypa í hand-lunum, men hetta er bara nógva ferð betri. Til at prógva tað, løgdu kokkar-nir báðir nakrar havtasku-medalliongir á eina heita pannu og bjóðaðu okkum, sum vóru rundanum. Hetta smakkaði ótrúliga væl skal eg heilsa og siga.

Tveir av næmingunum, sum byrja á matvøruskúla-num nú, vóru eisini og hjálptu ti, tey vóru Hildur Vestergaard og Dánial Nol-sø Jacobsen.

Kokkarnir siga annars, at størsti parturin á búffeini á Sjómannadagin verður ser-verað kalt, men tað verða eisini heitir rættur og sup-pa.

Árni Muller frá Gepetto er kendur fyri at arbeiða nógv við stóru tríggjar me-trar longu grillini, sum Ge-petto eigur, og grillin fer at vera brúkt á Fiskabúféini leygardagin, á Sjómanna-degnum til at halda rættir-nar heitar

Meira verður at frætta um Fiskacaféina og tiltøk á sjómannadegnum an-nars á www.nordlysid.fo

STÓRA ÓKE YPIS FISK ABUFFÉIN

Page 7: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 7

Page 8: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 20148

Page 9: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 9

Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til eg-nikappingina. Í ár vera 10.000 krónir býttar út til teir tríggjar bestu egnarar-nar, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein hin týdningar-mesti stuðulin seinnu árini.

Kjølur hevur annars nógv at bjóða fólki, kanska ser-liga sjómonnum. Kjølur er umboð fyri Mustad, ið he-vur útgerð sum húkar, eg-ningamaskinur og nógvum øðrum hesum líknandi.

Eitt nú hevur Mustad ment eina nýggja select fish egningamaskinu til smærri

útróðrarbátar, sum er væl dámd.

Ein nýggjur húkur frá Mustad er komin á mar-knaðin og hevur Kjølur selt nógvar av hesum seinnu mánaðirnar. Sølan av he-sum gongur strúkandi.

- Og vit hava frætt frá teimum, ið hava ognað sær hesar húkar, at teir eru sera góðir, fortelur Jákup Mik-kelsen.

- Teir eru sera einklir og tað stendst ikki nógv arbeiðið av teimum. Teir skulu sjáldan rættast upp og tað ger arbeiðið um borð á línubáti lættari og ikki minst skjótari, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Tað

verður eisini Jákup Mik-kelsen, sum skal handa vin-ningarnar til besti egnarar-nar. Í ár verða vinningarnir býttir soleiðis, at vinnarin fær 6000 kr., nummar tvey fær 3000 kr. Og nummar trý fær 1000 kr.

Kjølur hevur ikki bert útgerð til sjómenn, men nógvar aðrar hentar vørur. Kjølur er altíð eina vitjan verd. Meira fæst at vita á www.kjolur.fo.

Tilmeldingin til egnikap-pingina fer fram við Stóra Pall 20 minuttir áðrenn eg-nikappingin byrjar. Sí skrá.

STÓRIR VINNING AR FRÁ K J Ø LI TIL BESTU EGNARARNAR

Page 10: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201410

Alfred Olsen, sum er for-maður í løgtingsins vinnu-nevnd, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin. Hetta fer at ganga fyri seg leygar-morgunin ímillum 10-12,

tá tað stóra kaffiborðið ei-sini er á skránni. (sí skrá aðrastaðnis í blaðnum)

Hetta er samstundis partur av endamálinum hjá Sjó-

mannadegnum, sum er at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera. - Hetta er

somuleiðis ein møguleiki hjá unglinginum, sum hug hevur á sjógvin, at síggja, hvønn bát ella hvat skip hann skal gera seg væl við.

Um tað stendur nógv á til togtoganina, stendur tað minst líka nógv ella meira á, tá kappingin í sjómansta-ki er í hæddini. Menn kýta seg til síðsta sveittadropa.

Seinnu árini hava verið fleiri sera tættir dystir, sum sjálvandi hava elvt til róp og spenning úti í mann-fjøldini, ið ágrýtin fylgja gongdini.

Undirhald fyri onkiVit plaga at siga: ”undir-hald fyri allar pengarnar”, men Sjómannadagurin er eitt ókeypis tiltak, so her siga vit: ”undirhald fyri onki”.

Undirhaldið, sum sjó-

manstakið gevur, er saktans gott undirhald. - Áskoðarar dáma serstakliga væl at síg-gja djarvar garpar kappast

og tað hevur eisini víst seg á Sjómannadegnum seinni árini. Væl av fólkið hevur verið til føroyameistara-

kappingina í sjómanstaki.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum

Síðani Sjómannadagurin byrjaði hevur stórur dentur verið lagdur á,at varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum. - Í ár verður taðAlfred Olsen, ið handar heiðurstekin.

Danial Viðoy

SJÓMANSTAK Føroyameistarakappingin í sjómanstaki er enn ein styrkiroynd millum menn, eins og togtoganin. Men í hesum føri eru tað bert tveir garpar, sum vísa styrki og treiskni yvir fyri hvørøðrum.

Danial Viðoy

Danial Viðoy

Toskur, hýsa, seiður, krab-bi og fleiri onnur sløg av fiski eru í kørunum norðuri á Stongunum. Hetta nemur serliga áhug-an hjá børnunum, men tey vaksnu dáma hetta eisini.

Kørini við fiskunum hava verið við á hvørjum Sjó-mannadegi og tað hevur riggað væl. Børnini hava hugnað sær kring kørini. Foreldrini hava havt tru-pult at fingið børnini til hús, eftir at tey hava fingið eygað á fiskarnar í køru-num.

Kørini við alskyns sløgum av fiski, sum seinastu árini hava verið væl umtókt á Sjómannadegnum.

Umframt teir garvillu sjó-menningar, sum eru til dystin fús, kemur skjótt-gangandi báturin Scorpion norður til Klaksvíkar at stuttleika sær á Sjóman-nadegnum. Leygardagin verður møguleiki fyri at verða hálaður á luftpútum aftaná tí skjóttgangandi bátinum Scorpion.

Tað er eingin ivi um at hetta verður garvilt, tí Scorpion megnar at sigla

70 knob.Hetta er ikki bert fyri

børn; vaksin mugu endili-ga halda seg framat. Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, bæði fyri børn og vaksin.

Tað verður heitt á fólk,

sum hava handilstenn, at taka tær úr áðrenn farið verður ein túr við Scorpion. Tí møguleikin er stórur fyri at handilstennirnar ella ge-bissið kunnu taka til beins á sjógv á garvillu ferðini.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Danial Viðoy

Tað verður garvilt - ansið eftir handilstonnum

Tað verður góður møgu-leiki at fáa fatur á einum grindabita á Sjómanna-degnum í ár. Ein fastur táttur á Før-oya Sjómannadegi er at Grindamannafelagið ví-sir hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgmaður

greiður frá baði á før-oyskum og enskum, men tiltakið hevur ikki verði á hvørjum árið tí tað hevur ikki altíð hepnast at fingið hendur á grindahvali.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Føroya størstafiskaúrval

Skera upp grind á Sjómannadegnum

Page 11: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 11

Togtoganin millum skips-manningar býður til sve-ittabrot, háspenning, róp, reyðar skortar, stórar og lítlar menn og ein enda, har tað stendur nógv á, rættili-

ga nógv.

Sera spennandiSjómenn eru oftani treiskir, og tað er tað sum spælir inn, tá ið togtoganin er. Eingin

vil vera við undirlutan og tapa, og allir vilja geva sítt ítasta fyri síni manning. At tapa ímóti eini aðrari man-ning, kemur ikki upp á tal!

Tá ið umleið tíggju menn,

við hesum hugsanarhátti ella hugburði, standa við hvør sín enda, ja, tá kunnu tit ætla, at nógv stendur á.

So eru tað eisini teir ungu fríggjararnir, sum vilja vísa

fyri damunum, hvør dugur er í teimum.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Á Sjómannadegnum verður ein ”hættislig” renning á Føroya størsta aliringi. Runnið verður á sjálvum ringinum. Verður runnið ov harðliga og verður tað skumpað, er møguleiki fyri at detta á sjógv.

Renningin verður leygar-dagin á Sjómannadegnum. Teinurin er 160m.

Aliringurin er 160 metrar

í ummáli og 60 metur í dia-metur. Og av tí at ringurin er so mikið ’sverur’, ber væl til at renna/ganga á honum.

Men ringurin er ikki ’sverari’ enn so, at tað ber til at detta av honum. Tí-skil kann man siga, at talan verður um eina renning, ið ikki er heilt vandaleys; ein hættislig rennikapping á Føroya størsta aliringi.

Tað er KJ-Hydraulik, sum stendur á odda fyri ringi-num og sum eisini hevur gjørt hann.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Á Sjómanndegnum verður eisini leitað eitt aftur í tíði-na. Framsýning av gomlum bensin-motorum og gom-lum páhangarum frá 1932 og fram til 50’ini verður hjá Northern Fish Cold Storage. Hans Jørgin Ny-sted, sum stendur á odda fyri framsýningin og sum eisini hevur verið við til at savna allar hesar serstøku motorarnar, sigur, at onkrir

motorar eru heilt afturi frá tjúgunum.

Allir riggaHóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hun-drað árum, rigga motorar-nir. Tað kann ikki sigast an-nað enn, at motorarnir vóru væl bygdir fyrr; tí nakrir av motorunum, sum Hans Jør-gin hevur, hava ligið í fjøru ella á havsins botni væl om-

anfyri tjúgu ár. - Tað boðar frá góðsku.

Ongin ivi er um, at framsýningin verður áhug-averd at vitja á Sjómanna-degnum.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Danial Viðoy

TOGTOG AN MILLUM SKIPSMANNING AR Fyrr upp á dagin hava vit fingið at vita, hvør skipsmanning fiskar mest. Men hvat skip hevur sterkastu ella tyngstu menninar umborð? Tað fæst at vita til togtoganina millum skipsmanningarnar.

Danial Viðoy

Vælkoyrandi 100’ára gamal motorur

Rennikapping á Føroya størsta aliringi

Page 12: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201412

HAVEPLANTER TIL SALGStærke og kraftige Olearia planter(særdeles velegnet til hæk). Astilber (stauder), som blomstrer i sensommeren.

Eva Andersen - 448271

Tøkk

Vit vilja hervið senda eina hjartans tøkk til øll teysum á ein ella annan hátt vístu teirra samkenslu

tá okkara kæri páppabeiggji og abbabeiggji

Hilmar Sverri Bjartalíð

andaðist og var jarðaður.

Ein hjartans tøkk til Meinhard Bjartalíð prestfyri góð og troystarrík orð úti á kappellinum.

Tøkk til starvsfólk innan heilsuverkið.Ein tøkk til Hanus á Gørðum prest,

fyri sera vøkur orð. Og til Óla Poulsen, fyri vakran sang.

Eisini ein tøkk til Jóhannes Poulsen fyri vøkur orð á kapellinum.Tøkk til tykkum sum stóðu fyri ervinum,

og til tykkum sum góðu eina hjálpandi hond. Tøkk fyri peningagávur til Búðatrøð.Tøkk til tykkum øll sum fylgdu Hilmar

til hansara seinasta hvíldarstað

Anna Maria, Jóhann Petur, Jóna, Samly, og Petra Maria. v/ Familju.

SilvurbrúdleypTýsdagin 26. aug. havaRannvá & Petur Jacob

silvurbrúdleyp

Tað gleðir okkum at bjóða tykkum øllum í silvurbrúdleyp okkara, týsdagin 26. aug. frá kl. 17.00 ,

í K.F.U.M. & K., í Klaksvík.

Tey ið ynskja at koma, eru vælkomin at siga okkumfrá, innan 18. aug. á tlf. 217108 - 232300 aftaná kl. 17

ella á teldupost: [email protected].

Tað hevði glett okkum at sæðso mong sum møguligt.

Vinarligar heilsanirRannvá & Petur Jacob Langgaard

L E I Ð A R I N

TøkkHjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu

tá kæri pápi, verpápi og allarbesti abbi og langabbi okkara

Frederik Ferdinand PoulsenFríðrik

Klaksvíkf. 16.10.1923 d. 10.3.2014

andaðist og varð jarðaður.Hjartans tøkk til starvsfólkið á Heiminum á

Grønanesi, Korndalsbýlinum, Heimið viðVágna og Klaksvíkar sjúkrahúsi, fyri tykkara

umsorgan.Takk til Eyðun Elttør og Poul Færø fyri góð og troystarrík orð, og Jógvan við Keldu fyri

vakurt orgulspæl. Takk til tykkum sum hjálptu til við jarðarferð og ervi.Takk fyri blómur,

kransar, heilsur og gávur til Betesda.Takk til tykkum sum fylgdu honum til hansara

seinasta hvíldarstað.

Maria, Jóhan og Dánjal við familju

TøkkHjartaliga takka vit øllum tykkum,

sum sýndu samkenslu, tá ið okkara kærimaður, pápi, verðfaðir og abbi

Eyðun Mørkøre Simonsen

andaðist og varjarðaður.

Takk til tykkum, sum talaðu, sungu og spældu. Takk til øll tykkum, sum

hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk til øll, sum komu inn á gólvið og takk fyri køkur o.a.

Takk fyri peningagávur til AKURIN.Ein serstøk tøkk til tykkum allar á Sambýlinum á

Heygnum fyri tykkara stóra kærleika og umsorgan fyri Eyðun øll hesi mongu ár.

Tað kann ikki virðismetast nokk.Takk til øll tykkum, sum fylgdu Eyðun

til seinasta hvíldarstað hansara her á fold.

Familjunnar vegnaNinni, Jón, Bogi og Atli við familju.

Fyri 10 árum síðani tóku menn saman um at gera eina roynd at heiðrað teimum, ið fáast við sjóvinnu og tað, sum havið gevur.

Fyri mong mundi tað síggja trupult út at fáa hetta upp at standa, tí umframt at Føroya Sjómannadagur, sum tiltakið bleiv kallað, ikki skuldi taka pening fyri nakað av tiltøkunum, sum fyriskipaði blivu, so skuldi tiltakið eisini skipast í rúsfríum umhvørvi.

Tað vísti seg tó skjótt, at Klaksvíkar Býráð saman við vinnuni tók væl undir. Í samfull 10 ár hevur vinnan saman við býráðnum latið pening til tiltakið, soleiðis at Føroya Sjómannadagur á hvørjum ári hevur kunna goldið hvørjum sítt og harafturat hava fyriskipararnir gjørt stórt ólønt arbeiði.

Hvørt ár hava vit roynt at funnið okkurt forkunnugt at kryddra Føroya Sjómannadag við, og í ár er so avgerð tikin um at leggja øll tiltøkini úti í Klaksvík í staðin fyri sum higartil á Stongunum. Sum annað nýtt, leggja fólk ivaleyst til merkis at á skránni er ein ómetaliga stór fiskabuffé, sum ikki er sædd her á landinum áður. Kokkarnir hava ætlanir um at servera smakkiroyndir av á leið 20 ymiskum fiskasløgum fyri teim vitjandi. Sum Føroya Sjómannadegi líkt, so verður hetta eisini ókeypis fyri tey vitjandi.

Í fýra ár hevur ein bólkur undir Føroya Sjómannadegi arbeitt vit eini verkætlan um standmynd av Kópako-nuni í Mikladali, eitt projekt ætlað til inntøku fyri Kal-soynna í ferðavinnuhøpi.

Hendan verkætlanin er nú endað og Kópakonan sten-dur á helluni í Mikladali, eisini sum ein áminning um, at Føroya Sjómannadagur fyllir 10 ár í ár.

Um viðrar, fer Silja Star at sigla av Stórukei norður við kunoyarlandinum og yvir um fjørðin til standmyndi-na á helluni í Mikladali og afur fram við Kalsoynni og á Klaksvík. Ásbjørn Lómaklett verður frásøgumaður umborð og túrurin er ókeypis, børn bert saman við vaksnum.

Og ikki at gloyma fiskakørini við livandi fiskum. Her hava útróðrarbátar línubátar, ja, sjálvt nótaskip og unglingar við jollum hjálpt til at fylla fiskar og djór úr havinum í kørini.

Skráin í ár er rúgvusmikil, men í skrivandi stund er enn ikki alt komið upp á pláss. Broytingar verða leypandi kunngjørdar á www.nordlysid.fo

Føroya Sjómannadagur10 ár á baki

Page 13: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201414

Page 15: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 15

kss.

fo

SKIPSMÁLING VIÐ BESTU DYGD

UMBOÐUPPÁ

CATMOTORAR

Kósaskákið 3 FO-700 Klaksvík TEL. 47 20 30 FAX: 47 20 31 T-post: [email protected] www.kss.fo

ELSPØLTIL SKIP

YNSKIR ØLLUM

EIN GÓÐANSJÓMANNADAG

Page 16: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201416

Page 17: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 17

Page 18: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201418

Tað sigur Árni Poulsen, sum í næstan 20 ár hevur verið útróðrarmaður í Klaksvík.

Jákup Ósá

48 ára gamli Árni Poul-sen hevur verið sjómaður í umleið 24 ár, har hann meginpartin hevur verið útróðrarmaður. Hann er eisini millum teir fáu, sum framvegis hava útróðrar-lívið sum livibreyð.

Fiska arbeiðið dróÁrni Poulsen hevði longu í skúlaaldri áhuga fyri sjólívi og tí, sum har til hoyrdi, og tað fylgdi honum seinni.

- Eftir skúlatíð plagdi eg at fara at egna. Hetta var fyrst í 1980’unum. Eg min-nist, at eg egndi hjá Árna-búgvanum og um tað tíði-na egndu allir egnararnir hjá øllum bátunum í sama rúmi. Um eg skal nevna onkran skjótan egnara um ta tíðina, so kann eg nevna Bent Tommy Linklett og Knút Nielsen. Síðani ar-beiddi eg á Norðborg onkra summarferiu. Har arbeiddu vit fyri tað mesta við salt-fiski. Eg saltaði, pakkaði og landaði. Tað var ein góð tíð. Frá 1983 til 1986 hevði eg arbeiði hjá telefonverki-num. Og frá 1986 fór eg at læra til rørleggjara, har eg bleiv útlærdur í 1990. Eftir

tað byrjaði mítt veruliga sjólív. Fyrstu árini var eg við Vesturlíð, sum var opin útróðrarbátur hjá Jógvan Olaf og Ova Vesturlíð og seinni við snellu umborð á Fagrakletti, sum sakk nakað eftir, at eg var farin av, sigur Árni Poulsen.

Bleiv útróðrarmaðurÁrni Poulsen sigur, at í mitt í 1990’unum bleiv útróðrar-lívið hansara arbeiðspláss og í hesi vinnu er hann enn

tann dag í dag.- Mitt í 1990’unum fór

eg við útróðrarbátinum Turid. Hetta var um tíði-na, tá fiskurin kom aftur á grunnarnar. Hetta bleiv ein góð tíð hjá útróðrinum, tó at prísirnir ikki kundu samanberast við prísirnar seinni, tá toska prísurin kom uppá eini 30 krónur. Tað var eisini sera nógvur fiskur okkurt árið. Eg min-nist einu vikuna, tá vit við Turid fingu 97.000 pund eina viku, har meginpartu-rin var toskur. Hetta fingu vit á 5 setum, har Hans Pauli Purkhús var skipari. Tað má vera met ella nær

við at vera viku met fyri ein útróðrarbát í Føroyum. Annars vóru vit við kalva línu í Íslandi um summarið, sigur Árni Poulsen.

Fór við BragdÍ 1999 fór Árni Poulsen við útróðrarbátinum Bragd, har hann hevur verið síðani.

- Eg havi siglt við Bragd síðani 1999, har John Kári Jacobsen hevur verið ski-pari líka fram til fyri ei-num ári síðani, tá Oddmar

Niclasen tók yvir sum ski-pari. Serliga fyrstu árini var nógvur fiskur at fáa, og tað var hugaligt at rógva út. Tað besta árið haldi eg vit tjentu 500.000 krónur. Tá skal ein minnast til, at vit bara vóru úti í umleið 100 dagar. Men hesi seinastu árini hevur fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum verið ov vánaligur, og nú er inn-tøkan ikki nøktandi, sigur Árni.

Hvussu sær ein daglig-dagur út?Men fyri tey sum ongantíð hava róð út er kanska spen-nandi at fáa at vita, hvussu

ein gerandisdagur sær út hjá einum útróðrarmanni.

- Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu langur ein túrur er hjá okkum umborð á Bragd, har tríggir mans eru umborð, meðan ein er heimamaður. Men typiskt liggur ein útróðrartúrur um 16 tímar ella nakað longri enn tað. Tað veldst um, hvussu langt er at sigla. Fara vit beint norður um, sum vit ofta gera, so tekur tað vanliga tveir tímar at

sigla. Síðani tekur tað tveir tímar at seta. Og at draga 60 stampar, sum vit ofta hava við, tekur umleið 10 tímar. Og so er tað at sig-la heim aftur. Vit sova, tá vit sigla út, og tá vit sigla heim. Viðvíkjandi eting, so eta vit vanliga eina lætta máltíð við breyði, tá vit eru lidnir at seta. Og so eta vit døgurða, tá vit sigla heim aftur. Tað er oftast matur, sum er skjótur at gera so sum kylling, fleskasteik, frikkadallir og knettir. Tá vit rógva út dag um dag, so er ikki altíð, at tíð er at fara til hús ímillum. Tað veldst um sjóvarfall, sigur hann

og leggur afturat, at kanska harðasta fysiska arbeiðið er at lyfta stamparnar umborð og í land. Men hetta er bli-við munandi lættari seinnu árini, nú teir hava fingið serliga band at hjálpa við hesum, sigur Árni.

Hesi seinastu árini hava teir verið við nylonlínu á serligari trumlu, og tá er gerandisdagurin øðrvísi. Vit spyrja eisini, hvussu er við reinføri umborð ein túr, sum er í fleiri dagar.

- Og tá tú spyrt um rein-føri, so fer eingin í brúsu ein slíkan túr. Eg veit ikki um, at tað er nakrantíð hent. Men ein brúsa er um-borð, so tað hevði borið til. Tá vit eru við nylonlínu, so egna vit sjálvir umborð og klipsa teymin á. Tað er langt millum húkarnir, so tað er eingin trupulleiki. Typiskt hava vit makrel ella brosmu sum agn. Brosmu, sum vit fiska sjálvir. Hesir túrar eru vanliga millum 5-7 dagar. Tað merkir, at vit eru meira ávirkaðir av rulli, tí tá ein arbeiðir í fle-iri dagar í nógvum rulli, so blívur ein rættuliga móður.

Viðvíkjandi svøvni, so sova vit um náttina, tá vit royna við nylonlínu., sigur hann.

Framtíðin hjá útróðrinumÁrni Poulsen er ikki so bjartskygdur um framtíðina hjá útróðrarvinnuni.

- Eg tími væl at rógva út. Tað er spenningurin sum dregur. Hetta við at fáa fisk og at ein ongantíð veit, hvat ein túrur hevur at bjóða. Men inntøkan er ikki nøk-tandi longur, hóast vit eisi-ni hava eina minstuløn ski-pan, sum vit tó sum oftast koma uppum. Vit hava gott 90 dagar, men so hoyrir ein allatíðina um, at dagarnir kanska fækkast enn meira. Eftir míni meting skuldi ein fingið dagarnar aftur ókeypis, tá fiskiskapurin tók seg uppaftur og ikki keypt hesar fyri nógvar pengar. So mín áheitan skal vera, at vit fáa dagarnar af-tur, tá fiskiskapurin tekur seg uppaftur. Ein skal ikki gjalda fyri at sleppa til ar-beiðis, sigur Árni Poulsen.

SjómannadagurinAt enda spyrja vit Árna, hvussu hann plagar at njóta Sjómannadagin.

- Eg plagi at vera á stað-num, har Sjómannadagurin verður hildin. Tað er áhuga-vert at fylgja kappingunum og at møta fólki. Sjálvur havi eg bara einaferð ve-rið við í eini kapping, tá vit høvdu togtogan, so eg eri mest áskoðari. Og so er sjálvandi hugnaligast, tá veðrið er gott. Um kvøldið verður tað so ein býtúrur, sigur Árni Poulsen at enda.

”Spenningurin við sjólívinum dregur”

Page 19: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201420

FØROYA SJÓMANNADAGUR2005 - 201410 ÁR

MIKUDAGIN 20. AUGUSTKl. 10.00 - 16.00Framsýning av model skipum í deildini hjá EIK. Livar Nysted sýnir fram ymiskar lutir frá rógving tvørtur um heimshøv.

Kl. 19.00Almennur fundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.Fiskatilfeingið við Føroyar í dag og í framtíðiniJón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fundinum.Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiskastovnarnar.Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum.Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini leggur upp til kjak.Pallborð mannað við Petur Steingrund Havstovan,Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.Kaffi hugni

HÓSDAGIN 21. AUGUSTKl. 10.00 - 16.00Framsýning av model skipum í deildini hjá EIK.Livar Nysted sýnir fram ymiskar lutir frá rógvingtvørtur um heimshøv.

Kl. 19.00LÆKNASTRÍÐIÐ Í KLAKSVÍK – FÓLKAFUNDURIN ÚTI Í GRØV í 1953Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, ferð at greiða frá fólkafundinum úti í Grøv undir læknastríðnum. Samstundis sum fundur var úti í Grøv vóru sam-ráðingar millum umboð fyri tey sum høvdu skrivað undir ”adressuna” og Føroya Landsstýrið sum kundu ført til ein skjótan enda á Læknastríðnum.Spældar verða áhugaverdar bandupptøkur við røða-rum frá fólkafundinum í 1953 sum Fisher Heinesen, sáli, tók upp. Upptøkurnar hava ongantíð áður verið spældar alment.Fyrilesturin verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

FRÍGGJADAGIN 22. AUGUSTKl. 10.00 - 16.00Framsýning av model skipum í deildini hjá EIK.Livar Nysted sýnir fram ymiskar lutir frá rógving tvørtur um heimshøv.

Kl. 13.00 -16.00Norðoya Fornminnasavn er opið

Kl. 18.00Fiskikapping á KósabrúnniStór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni

Kl. 19.00VATNKRÍGGJ Á VÁNNIEftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi sku-lu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn bal-lónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt.Sløkkilið úr øllum landinum luttaka.Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn balló-nir (avmarkað nøgd) at brúka til at kríggjast við.Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 23. august.

KAPTAJN GARDAR – vatnkríggjAv tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni frammanfyri KRYVJING . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kaptain Gardara skipar fyri og luttekur í vatnkrígginum!

Kl. 22.00 – 02.00STÓR ÚTIKONSERT Í KLAKSVÍKSGARÐINUM.Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert.

LEYGARDAGIN 23. AUGUSTKl. 09.00Føroysku seglskipini hittast á Pollinum og seta segl. Eisini luttaka stóru útróðrarbátarnir.Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggj við langu-kaj. Jóhanna TG 326 – Dragin og aðrir motor-bátar.Stóru útróðrarbátarnir koma at bryggju.

Kl. 09.00 – 18.00Listaframsýningar lata upp í Klaksvíksgarðinum.Lydia Petersen, hevur listaframsýning.Edward Fuglø sýnir fram málningar í atelierinum úti í gomlu Klaksvíkini.Magna Audunsson hevur listaframsýning.Listaframsýning í Spaniastovu.

Kl. 09.00 – 18.00Framsýning av livandi fiskum og skeljadjórum á kajuni.

Kl. 10.00 - 18.00Framsýning av gomlum motorum hjá Norðoya Motorsavnið.Framsýning av gomlum Benzinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50 ini

Kl. 10.00Bjóðar Føroya Sjómannadagur til stórt kaffiborðið.

Kl. 10.30Heiðursmerkjahandan til vinnarar av fiskikappingini

Kl. 10.45Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.Steypa handan til bestu skip og bátar í Føroyum.Formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, Alfred Olsen, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin.Vinnarar av fiskikappingini fáa heiðursmerkiFøroyameistarakapping í eplaflísing.Flottasta og mest vælsmakkandi heimabakaða køkanNorðoya Kvinnufelag skipar fyri stórari framsýning av heimabakaðum køkum.Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.Køkurnar skulu latast inn í stóra tjaldinum kl. 10:30.Stórir vinningar til flottastu- og mest vælsmakkandi køkurnar.

Quarter to Three, DJ-X, Danny and the Veetos, Grandma’s Basemen

Page 21: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 21

Kl. 11.00 – 18.00Norðoya Fornminnasavn opið

Kl. 11.00-18.00Rógving við jollum fyri børn og vaksin.

Kl. 11.00 – 18.00Harmonikutónleikur á bryggjuni.

Kl. 11.00 - 18.00Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

Kl. 12.00 – 17.00Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR umborð á Draganum.Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.Øll sum klára royndirnar fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

Kl. 12.00Føroya besti skipskokkurKapping fyri menn og kvinnur um at steikja bestu fiska frikadellurnar.

Kl. 12.00 – 18.00Bláikrossur FøroyaDeilur út ókeypis helium-ballónir til børn fyri at heiðra Føroya Sjómannadag fyri at skipað fyri einum stórum rúsfríum familju degi. Í stóra tjaldinum.

Kl. 12.00 – 18.00Hittast við essuna í smiðjuni ÍdniSmiðjan Ídni úti í gomlu Klaksvíkini byrjaði sítt virkse-mið í 1946. Í samband við Sjómannadagin er kynt aftur í gomlu essuni.Øll sum hava havt tilknýti til smiðjuna verða boðin til eitt kaffiprát um gamlar dagar.Kl. 14:00 Óli Olsen, rithøvundur, greiður frá fyrstu mo-torbáta bedingini í Klaksvík, sum lá har sum Ídni er og frá øðrum virksemi sum var í Klaksvíksgarðinum.Kl. 15:00 verður felagsmynd tikin frammanfyri smiðju-na.

Kl. 12.15Rennikapping millum aliøkir á Føroya størsta aliringi (160 metur).

Kl. 12.45Føroyameistarakapping – Trolbøting

Kl. 13.00 – 19.00Silja-Star siglir frá Langu-kaj til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.Silgt verður frá Langu-kaj kl. 13:00, kl. 15:00, kl. 17.00 og kl. 19:00!

Kl. 13.00–17.00Børn kunnu lita og spæla ymisk Bassaspølí stóra teltinum

Kl. 13.00Kapprógvin við flakum – Looknorth skipar fyri.

kl. 13.00 - 18.00Opið hús á Looknorth.Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

Kl. 13.00 – 17.00Føroyameistarakapping – KassastablingNorðoya MC skipar fyri.

Kl. 13.00 - 18.00Ókeypis kramarísar.Føroya Sjómannadagur í samstarvi við MBM bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

Kl. 13.00 – 18.00Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

Kl. 13.00 – 16.00FØROYA STØRSTA OG ÁTILIGASTA FISKABUFFEVIÐ ØLLUM GÓÐUM ÚR HAVINUMÍ samband við at Føroya Sjómannadagur hevur 10 ár á bakið verður stór ókeypis FISKA-Buffe.Makrelur – svartkalvi – sild – havtaska – toskur – hýsa – kalvi – rækjur – laksur – fiskasúpan – rækjur – skrubbir – grind/spik – eplir&grønt …. OG ANNAÐ MANGT.Menn hagreiða fisk og flekja.ALT FØROYSKT OG ALT ÓKEYPIS.

FØROYSKUR TARI SUM MATVØRASamstarv millum Janet Fríðu Johannesen frá Ny Nordisk Mad hjá Nordisk Ministerråd og Føroya Sjómannadag.Ymisk sløg av føroyskum tara verða sýnd fram.Agnes Mols Mortensen, PhD-lesandi og taraserfrøðingur og Ruben M.Busk, Chefkokkur á Hotel Hafnia greiða frá ymiskum tarasløgum og hvussu hesi verða brúkt í matgerð.Eisini verður matgjørt við tara og smakkiroyndir.

Kl. 13.00-16.00Action á sjónum: Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin á luft pútum, sum verða hálaðar aftaná skjóttgangandi báti. Scorpion - Villur túrur við speed-báti sum gongur 70 míl.

Kl. 13.30Bjargingarroynd við av Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag. Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing við oljusperringum.

Kl. 13.30 - 17.00FM í Ripping. FM at vinda upp á trol-nál.

Kl. 13.30Finn Johannesen fortelur børnum søgnina um Kópakonuna. (Stóra tjaldi)

Kl. 13.45SkipalistaQuizzin, Árni Gregersen skipar fyri.

Kl. 14.30Togtogan millum skipsmanningar

Kl. 15.00Angela og Hannibal framføra á lítla palli í stóra tjaldinum.

FØROYA SJÓMANNADAGUR2005 - 2014

F Ø ROYA S T Ø RS TA

OG ÁT ILIG A S TA

FISK A BUFFE V I Ð Ø LLUM GÓ ÐUM

ÚR H AV INUM

H A NS A NDRI A S S Ø LVA R Á SIGUR F R ÁFÓLK A F UNDINUM Ú T I Í GR Ø V 1953UNDIR L ÆK N A S T RÍ ÐNUM

VATNK RÍGG J

& K A P TA IN

G A RDA R

SK EI Ð F Y RI

LÍ T L A R

S JÓR ÆN A R A R

HJA LTI SK A A LE

SY NGUR

S JÓM A NS-

V ÍSUR

ØLL TILTØK ERU ÓKEYPIS

Page 22: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201422

FØ ROYA STØ RSTA OG ÁTILIG ASTA

FISK ABUFFÉ V IÐ Ø LLUM GÓ ÐUM ÚR H AV INUM

A LT FØ ROYSK T OG A LT ÓK E Y PIS

leygardagin á sjómannadegnum kl. 13.00 - 16.00

Page 23: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 23

FØROYA SJÓMANNADAGUR2005 - 2014

10 ÁR

Kl. 15.25Svimjikapping á VánniSvimjufelagið ÆGIR skipar fyri svimjukapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og el-dri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

Kl. 15.30Føroyskur dansur á bryggjuni.

Kl. 15.45Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør

Kl. 16.00Finn Johannesen fortelur børnum søgnina um Kópakonuna. (Stóra tjaldi)

Kl. 16.00Gullvasking í stóra teltinum

Kl. 16.00Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

Kl. 16.15Føroyameistarakapping – Kasta loddKappingin er fyri kvinnur og menn

Kl. 16.45Føroyameistarakapping – Halda dregg

Kl. 17.00Bassi gevur børnunum ballónir í stóra teltinum

Kl. 17.15Føroyameistarakapping – Kasta fanglínu.

Kl. 17.40Føroyameistarakapping – Sjómannstak

Kl. 18.10Føroyameistarakapping – Kelving

Kl. 18.30Føroyameistarakapping - Agnskering

Kl. 19.00Føroyameistarakapping í Egning

Kl. 19.30Tá egnikappingin er liðug skipar Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómannsvísum í stóra tjald.

Kl. 23.00Dans på Bryggen

SUNNUDAGIN 24. AUGUST:Kl. 11.00Sjómansguðstænasta í ChristianskirkjuniMarjun Lómaklett, sóknarprestur.Hornblástur.Sangkórið í Christianskirkjuni syngur.

Kl. 13.00 – 16.00Norðoya Fornminnasavn er opið

Kl. 15.00 - 18.00Bátasavnið í Leirvík er opið

Kl. 15.00Fyrilestur í avhaldshúsinum í Mikladali: Kópakonan - søgnin, ið vit øll eiga.Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag í Evropeiska-ri etnologi, ið hevur skrivað bókina ”Sælkvinden - en sælsom fortælling”, heldur fyrilestur um kópakonusøg-nina.

Kl. 18.00Sjómansmøti Í KFUM & K

Kl. 18.00Sangløta í Betesda

Møguligar broy tingar í skránni sí :www.sjomannadagur.fowww.nordlysid.fo

Møguligar broy tingar í skránni sí :www.sjomannadagur.fowww.nordlysid.fo

Matstovur og matarstøð Grillteam - Sjómannsbúffar og Kebab, pomfritt. MC Grill - Fish & Chips o.a

Sjómannskvinnuringurin

Mjølnir

TilmeldingTilmelding til ymisku kappingarnar á www.sjomannadagur.fo

Eisini er møguleiki at tekna seg leygardagin 23. august við pallin, áðrenn kappingin byrjar.

FØROYA SJÓMANNADAGUR

Page 24: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201424

1. Stóripallur

2. Stóratjald

3. Sluppir

4. Timburbátar

(stórir & smáir)

5. Aliringar og jollur

6. Livandi fiskar

7. Ídni

8. Stór fiskabuffé

9. Silja Star

10. Scorpion

11. Kassastapling

12. Dragin & Kaptajn Gardar

13. Vatnkríggj við Kp. Gardar

smærri børn (fríggjakv.)

14. Listaframsýning

Edward Fuglø

15. Look North opið hús

16. Bjargingarroynd

17. Tyrlan

18. Ziska

19. Framsýningar

Norðoya Motorsavn.

Verkstaðurin á Brekku.

Veristaðið.

20. Fiskikapping (fríggjakv.)

21. Vatnkríggj (fríggjakv.)

22. Dunnuhylur

& rógving á flakum

23. Mini Vatnland (smákør við

leikum til tey smærru)

24. Sjónám opið hús

sigling við gummibáti.

25. Lydia Petersen,

Magna Audunsson

& Edward Fuglø

26. Norðoya Fornminnasavn

14.

16.

5.11. 6.

1.2.

7.

8.

19.

3. 3.

12.13. 4.

10.

9.17.18.

15.

1

Her verða ymisku tiltøkini á Føroya Sjómannadegi leygardagin 23. august 2014

Y VIRLIT Y VIR Ø KI20.

21.

4.

4.

22.23.

24.

17.

25.26.

Page 25: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 25

Spælt verður umborð á draganum tá Føroysku Træseglskipini leggja at bryggju í Klaksvík leygarmorgunin og frá kl. 11 verður harmonikutón-

leikur spældur. Eisini spæla harmonikutónlei-karar ymsastaðni á brygg-juni ígjøgnum dagin.

H A RMONIKU-TÓNLEIKUR Á S JÓM A NN A-DEGNUMHarmonikufelag Føroya skipar fyri harmonikutónum á Sjómannadegnum.

Smoltstøðin liggur á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu. Støðin framleiðir laks frá rogni til smolt.

Ein størri útbygging er júst framd og er støðin tann størsta í Bakkafrost samtakinum, framleiðslan verður 4,0 milliónir smolt um árið. Tað starvast 8 fólk á støðini.

Arbeiðsuppgávur· At leggja framleiðsluna til rættis á ein so

tryggan og burðardyggan hátt sum tilber samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins

· Starvsfólkaleiðsla· Fíggjarstýring· Framleiðslustýring· Virka fyri góðari fiskaheilsu og vælferð

Førleikakrøv· Góðar leiðslueginleikar og royndir við leiðslu· Áhuga fyri lívfrøði og tøkni· Álítandi og fleksibul· Viðkomandi útbúgving · Dugir at samskifta á norðurlenskum og enskum

Vit bjóðaVit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning eru lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á tøkni, lívfrøði, effektivisering og trivna.

Løn og setanartreytirLøn og setanartreytir eru sambart avtalu.

Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú væl­komin at seta teg í samband við Leif av Reyni, deildarleiðara, á tel 23 50 72 ella við t­brævi til [email protected].

UmsóknUmsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t­brævi til [email protected].

Umsóknarfreist 15. september 2014

Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com

LEIÐARA TIL SMOLTSTØÐÁ NORÐTOFTUM

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk

BAKKAFROST SØKIR

sansir.fo

Tel. 21 24 57t-post: [email protected]

Page 26: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201426

Aftur í ár skipar Sjómanna-dagurin fyri væl umtóktu fiskikappingini og vælumtókta vatnkrígginum. Í ár verður alt tiltakið inni á vágni og eingir fløskupostar vera kastaðir.

- Væntandi luttaka øll sløk-kiliðini í ár, so tað verður eitt kríggj av eini aðrari verð.

Fríggjakvøldið byrjar Sjómannadagurin fyri bør-nini, tá fiskikapping verður. Aftaná fiskikappingina fara børnini um borð á Sjóræna-ra-skip at kasta fløskupost og at kríggjast.

FiskikappinginStór fiskikapping verður fyri ”Sjórænarar” á Kósa-brúnni fyri bæði gentur og dreingir. Til fiskikappingi-na mugu børnini sjálvi hava tráðu við, men agn fáa tey frá fyrireikarunum.

VatnkríggjTá ið fiskikappingin er

av, fara børnini saman við vaksnum um borð á sjórænaraskipini. Børnini skulu vera í bjargingarve-stum og helst eisini smin-kað sum sjórænarar.

Umborð á sjórænaraski-punum verður ikki farið longur enn út á vágna. Har verður vatnkríggj millum bátarnar. - Best er at vera í klæðum, sum kunnu gerast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir. Sjóræna-rakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luft-

ballónum.

Tilmelding fer fram í EIK-Banka í Klaksvík.

Reglugerð fyri fiskikappingFiskikappingin verður fríg-gjdagin 22. august kl. 18 á Kósabrúnni.

Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fi-ska av húkinum.

Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaal-

dur - Gentir og dreingir í skúlaaldri. Øll fiska í senn.

Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á luttaka-ranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vekt-armenn eru og øll fáa sun-kist og okkurt søtt aftur við.

Vinnararnir av fiskikap-pingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadeg-num leygardagin við stóra

morgun matar borið sum byrjar kl. 10. Handanin verður umleið kl. 11.

Reglugerðfyri vatnkríggjKl. 19, eftir fiskikappingi-na, leggja SJÓRÆNA-RA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.

Børn skulu verða í bjar-gingarvestum og regn-klæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.

Brimil ella Tjaldrið lutt-aka eisini í vatnkrígginum.

Av tí at tað kann ge-rast heldur rokaligt hjá

teimum smæstu børnu-num umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - heimið á Stongunum niðan fyri eg-ningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríg-gið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.

Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at ge-rast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við bør-nunum. Tann stóri sjóræna-ra kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luft-ballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.

KAPTEYN GARDAR – vatnkríggjAv tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børni-ni – á bryggjuni framman-fyri KRYVJING . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kapteyn Gardar skipar fyri og lutte-kur í vatnkrígginum!

FISKIK APPING OG VATNKRÍGGJFYRI BØRN OG VAKSIN

Page 27: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 27

Page 28: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201428

Page 29: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 29

Frá kl. 12 til 17 á Sjó-mannadegnum verður skeið fyri lítlar sjóræna-rar. Kapteyn Gardar og Stampi eru teir, sum stan-da á odda fyri tiltakinum.

- Hetta sjórænara skeiðið er fyri børn undir skúlaaldur.

Vit ímynda okkum, at tey kunnu vera millum 4 og 7 ára gomul. Ynskiligt er, at børnini møta upp í sjóræna-raklæðum, men síðani hava vit sjórænarakonur, sum mála børnini at síggja út sum sjórænarar. Tað byrjar við, at sjórænarasøgur vera sagdar frá niðri í logarinum umborð á Draganum við livandi ljósi. Síðani verður teknikapping, har børni-

ni kunnu tekna Kapteyn Gardar, Stampi, Dragan ella eitt sjórænaraflagg. Tá teknikappingin er liðug, fara allar tekningarnar niður í eina skattakistu. Har vera so 10 vinnarar drignir, sum fáa ein kassa av soda-vatni frá Føroya Bjór, siga teir báðir Kapteyn Gardar og Stampi.

Fáa diplom

Børnini fáa eisini nakrar avbjóðingar á vegnum og klárar tey hesar, so vera tey góðkend sum lítlir sjóræna-rar av Kapteyn Gardar og Stampi.

- Børnini skulu grava eftir gulli, ganga á einum planka og heysa sjórænarafløgg. Tá tey klára hetta, so vera tey góðkend sum lítlir sjóræna-rar av Kapteyn Gardar og Stampi. Fyri tað fáa tey di-

plom og stempul sum sigur, at tey eru góðkend sum lít-lir sjórænarar, siga Kapteyn Gardar og Stampi. Teir leggja afturat, at eingi krøv eru til børnini, tí øll klára avbjóðingina. Eisini er æt-lanin, at fáa myndir tiknar frá tiltakinum.

Tey sum ynskja at luttaka skulu møta upp við økið, har sum Dragin liggur, sum er á økinum, har Sjó-

mannadagurin hevur sínar kappingar. Verður veðrið keðiligt, so verður tiltakið hildið soleiðis, at alt fer fram undir taki.

SKEIÐ F YRI LÍTL AR SJÓRÆNA-RAR Á SJÓMANNADEGNUM

Jákup Ósá

Danial Viðoy

Føroya besti skipskok-kur skal finnast. Hetta verður framt í gjøgnum eina kapping. Kappingin verður skipað á tann hátt, at menn og kvinnur skulu steikja fiskafrikadellur. Bestu frikadellurnar vin-na sjálvsagt.

Tað er ójavnt, hvussu sjó-menn hava kokkarnar á orðið. “Kokkurin kann

ikki brúkast”, “hatta er be-sta kokkur, eg nakrantíð havi havt” ella “jú hann er brúkiligur.”

Nú býðst møgulei-ki at geva skipskokkum skoðsmál á Sjómanndeg-num. Tær bestu fiskafrika-dellurnar vinna og hesin kokkur verður kosin besti skipskokkur.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

Føroya besti skipskokkur skal finnast

Page 30: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201430

Í blaðnum ”Følv”, fyri mongum árum síðani, hugleiddi Líggjas í Bø um bussin, ið klaksvíkingar høvdu fingið tá. Vit endurprenta søgu-na her, nú vit aftur hava fingið býbussar, sum tað so fínt eitur nú:

Hvar er bussurinTú spyrt tíðindi úr Klaks-vík. Nei har er alt blivið býtt, skal eg siga tær. Eg gekk har yviri og válaði átta dagar, møtti bygdar-monnum, og saktans skuldi eg átt aðrar kenningar har yviri eisini, men eiðasørt tú fekst líkinda prat við na-kran.

Beinan vegin eg var ko-min upp á land, møti eg Kláa, systkinarbarninum í Keigarðinum: ”Góðan dag-in Klái.”

Góðandagin, góðandag-

in, mangur Harrans dagur síðani eg havi sæð teg her yviri. Men sig mær, hevur tú sæð bussin?”

”Bussin?” segði eg, ”hava tit nú fingið buss eisini?”

”Ja, tað er eitt vælsignað ting, tað er deiligt, at hann er farin at koyra aftur. Eg vóni, hann fer at ganga meira regluliga í ár. Forar-giligt, tá man ikki kann líta

á hann… Ja, men nú var hann her, tað ber til, tí nú er hon júst fimm minuttir yvir hálvgum.”

Í tí sama kom tann deiligi luturin stiklandi fram við og farin var Klái.

Eini avroð hevði eg í forsvar til Siggu, sum er har yviri og ferðast, men ikki visti eg, hvar hon helt til. Men ein gamal klaks-

víkingur, eg møtti í Víku-num, visti ráðini: ”Setið tey bara inn í bussin, so svitast ikki tey koma fram, tí Sig-ga plagar at vera at síggja har uppií fleiri ferðir um dagin.”

Og veitst tú, hvørjum eg møtti heima á Forna-gørðum ein dagin? Sjálvum Pæturi har Suðuri, hann hevði verið einhvørji ørindi í býnum. Eg haldi hann er nógv eldur hesi seinni ári-ni. Og mín sann, um ikki tað fyrsta hann spurdi var: ”Tú veitst ikki, hvar bus-surin er? Nei tað ber til, hann eigur at vera hinume-gin nú… Nú havi eg nóg mikið av tær skyldmaðurin, tú kemur her til gongu, eg forstandi, tú ert ikki komin á lagið enn…”

”Tann bera eysturætt í ár, sum í fjør. Og sama reg-nið.”

”Her hevur veðrið einki at siga longur. Í bussinum situr tú turrur og fjálgur á øllum ættum…”

”Langt síðani vit sóust báðir, onkur tíðindi veitst tú at siga mær?”

”Gaman í, gaman í,” segði hann og skimaðist yvir um. ”Hevur tú hoyrt, at bussurin er farin at koyra norður um fjall nú? Høvdu teir gomlu vita, men eg sigi bara, at høvdu allar oyg-gjarnar verið samanbund-nar – tað práta summir um – so hevði bussurin kunna fari um alt landið – tað hevði verið vælsignað – men tað gleðina koma vit, sum eldri eru, helst ikki at uppliva.”

”Hvussu hevur útróðurin verið her yviri í heyst Pæ-tur?” spurdi eg.

”Nei, nú eru vit í øðrvi-ti báðir, standa her beint

ímillum tvey stoppistøð, lat okkum fara eitt sindur longur út at standa, so eg ikki verði eftir.”

Eg royndi at rógva afturá aftur: ”Lítil fiskur í Íslandi í ár.”

”Hevði nú bussurin bara komið,”

ótolnaðist Pætur, ”eg hal-di, tað skuldi verið tveir bussar, so ein ikki kom at standa so leingi og bíða.”

”Men hjá Gudrun var tað ikki so heilt av lagi?”

”Hoyr skyldmaðurin, kom yvir á gólvið onkun dagin. Tað góða er, tú slep-pur lagaliga yvir um, tað er bara at seta seg inní. Tað var hugnaligt at síggja teg. Men tú mást halda mær tilgóðar, eg havi ikki stun-dir at práta meira við teg, eg má fara, nú kemur bus-surin…”

Sjálvandi eiga framle-iðsluøkini og tær havnir har fiskivinnan er at fáa ágóðan av avskipingargjøldunum, tá ið útflutt verður. At eg, enn einaferð, føri hetta fram, kann ikki koma óvart á formannin í Vinnunevnd Tórshavnar Býráðs

Takkað verið fiskivinnu-ni, hava vit í dag eitt væl-ferðarsamfelag. Fiskivin-nan hevur alla undanfarnu øld, heilt til dagin í dag, verið álitið. Vit hava átt og eiga framsøkin vinnulívs-

fólk, sum við dirvi og áræði hava skapt grundarlagið undir samfelagnum.

Havi áður verið inni á muninum og samstarvinum millum privata vinnulívið, sum gevur grundarlagið undir samfelagnum og al-mennu kørmunum, sum kommunurnar skapa. Hesi hanga neyvt saman bæði fíggjarliga og búskaparliga.

Fyrr var tað so, at vinnan og reiðarar sjálvir bygdu atløgubryggjurnar, so hvørt sum støddin av skipum kravdi hetta, og so hvørt sum fjarleiðirnar alt meiri gjørdust ein veruleiki. Sum árini eru liðin, hava vit sæð alt fleiri almenn gjøld og skattir verða lagt á bæði borgarar og vinnuna. Hetta hevur havt við sær, at land

og kommunur enn meiri hava verið noydd at byggja havnir, so at størru skipini kundu leggja at fyri at upp- og avskipað fiskin.

HavnaútbyggingarEftir kreppuna í 90’unum

avtók Føroya Løgting landskassastuðulin sum viðførdi, at kommunurnar einsamallar máttu gjalda allar havnaútbyggingar. Hetta gjørdi, at kommunur-nar enn meiri høvdu tørv á teimum inntøkum tær kun-du fáa, fyri at megna at fáa havnaútbyggingar at hanga saman fíggjarliga.

Klaksvíkar Kommuna fær í dag havna- og upp-skipingargjald av tí, sum fer um bryggjukantin, men týdningarmikið er eisi-ni at fáa part av tí sum fi-

skaframleiðslan gevur, tað sum verður virkað á staðum og avskipað hiðani. Hetta er eitt mál sum fleiri ferðir hevur verið uppi at ven-da landspolitiskt, eins og í kommunalum høpi. Enn er onki komið burturúr.

Í dag fara so gott sum øll avskipingargjøld av alla-ri framleiðslu í landinum í ein kassa, Tórshavnar Havn. Júst hetta er tað, eg haldi er ein skeiv skipan og orsøk fyri, at eg enn ei-naferð geri vart við hetta. Tað er millum annað hesin peningur, sum kemur frá øllum økjum í landinum, sum Tórshavnar Havn nú ger millionaíløgur við. Tí fari eg enn einaferð at heita á okkara landspolitikarar at taka hetta mál upp í álvara, hetta mál, sum má undra

mangan føroying.TilfeingisgjaldTá ið Sjúrður Olsen í

grein síni nevnir, at eitt nú Klaksvík er farin við land-sins tilfeingi, har Tórshavn onki hevur fingið, er hetta at skeikla málið fullkomi-liga.

At Klaksvík og onnur øki hava virkið vinnulív innan fiskivinnuna, er sanniliga ikki nakað vit hava fingið. Hetta er skapt við hørðum arbeiði, ígjøgnum mong ár í upp- og niðurgangstíðum, stórum innsatsi og váðafú-sum íløgum, sum til tíðir hava svikið, men nú tíbetur eru til gagns fyri bæði land og fólk.

Vit síggja í dag, at tilfeingisgjaldið, sum høvuðsvinnan er áløgd at gjalda, verður tikið inn í

landskassan frá økjunum og kemur hesin ágóði í óg-vuliga lítlan mun aftur út til tey øki, sum hava skapt framburðin.

Fari at lata upp til Sjúrð Olsen at tosa um runubla-king, men ynski tó at vísa á, við “at flyta fokus” og tosa um dýrtkeyptu íløgurnar í fískivinnuna, sum nøkur ávís pláss hava notið gott av, tí tey vildu, og tí tey bardust fyri tí, verður so hansara sak.

Sjálvandi eiga økini, har framleiðslan er og fiskivin-nan brúkar havnirnar, at fáa lut í avskipingargjøldunum, eins og vit í dag fáa ágóðan av innskipingargjøldunum.

Gunvá við KelduBýráðslimurKlaksvíkar Býráð

H VA R ER BUSSURIN

A LTÍÐ L Æ T TA RI AT FLY TA FOKUS

HALLUR Í SPANIASTOV ULeikar í lund boðar frá góðum Countrytónum á sjómanna-degnum í Spaniastovu!

Á intimkonsertini í Spa-niastovu leygarkvøldið 23.august kl 23 syngur og spælir Hallur Joensen.

Við sær hevur hann Kristinu Bærentsen, sang , og Jóan Petur Hansen, gitar og sang.

Tey trý framføra fleiri eldri og nýggjaru føroysk Countryhitt og fleiri he-imskend løg hjá kendastu Countrysangarum í heimi-num.

Hallur Joensen er ein av best umtóktu countrysan-

garunum í Føroyum í dag. Hann hevur latið úr hon-dum fløgurnar Picking’ Time In Nashville, 2008, Smile, 2009, Enn stendur hurð mín opin, 2011, og Hallur with Stars and Le-gends, 2013.

Atgongumerki á 150 kr kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á tlf. 457151. Dyrnar lata upp kl 22.

Page 31: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 31

H VA R ER BUSSURIN

Menn umborð á gomlu sluppu-num ella segl-skipunum gera sítt ítasta fyri, at verja og viðlíka-halda skipini, sum settu skjøtil á fiskivinnu okkara – At halda slíkum skipum við líka, er ikki bert ein sjálvfylgja, ella nakað lætt ar-beiðið; tað skal rættiliga nógv til, bæði við peningi og arbeiði, sigur Hans Eli Hansen, útgerðarmaðurin hjá Draganum.

Virksemi seinasta áriðÍ Føroyum eru tað nøkur træseglskip, sum eru

góðkend at vera varðveitt. Góðkenningin kemur frá Søvn Landsins. Dragin er eitt av hesum skipum. Hans Eli Hansen, sum er ein av oddamonnunum handan Dragan, sigur, at hesi skip hava fingið góðan stuðul seinastu árini.

- 40 % av rakstrinum verður fíggjað av landinum. Hendan skipanin hevur ve-rið í 2-3 ár og hevur hjálpt okkum sera væl. Annars fáa vit inntøkur frá kom-mununi, tí vit hava nógv virksemi fyri næmingar í Klaksvík. Og so hava vit sjálvir eisini inntøku tiltøk, sigur Hans Eli Hansen.

Hann sigur, at Dragin hevur havt nógv virksemi seinasta árið.

- Tá stóru ferðafólkini eru her, so sigla vit túrar við fólki hjá teimum. Í juli vóru vit á Føroya Regatta, og so vóru vit eisini ein túr í Het-landi og Orknoyggjum. Har hugdu vit eisini eftir søguli-gum støðum.Nú skúlin byr-jar, so er nógv skúlavirkse-mi umborð. Tveir bólkar frá fólkaskúlanum uppá tilsamans 30 fólk eru við á túrum, sum verða gjørdir einaferð um vikuna fram til 1. oktober. Somuleiðis er Sjóvinnuflokkurin túrar við

fram til í oktober. Umborð fáa næmingar ymiskan lærdóm um sjómansskap. Pole Mikkelsen, Eyðun Jo-ensen og eg sjálvur eru teir, sum taka okkum av næ-mingunum umborð saman við lærarum. 1. oktober ge-vast vit at sigla túrar, men eftir tað verður reglulig undirvísing umborð. Og eg má rósa næmingunum fyri at vera sera hugagóðir, si-gur Hans Eli Hansen.

Hans Eli Hansen sigur, at tað skal rættiliga nógv arbeiðið til, nógv tíð til og nógvir pengar til, at viðlíka-halda eitt so gamalt skip. At tað koma fýra sluppir, helst tíggju útróðrarbátar og nakrir gamlir motorbátar

siglandi inn eftir Vágni til stóra morgunmatarborðið á Sjómannadegnum, er ikki nøkur sjálvfylgja, men skip og bátar við drúgvum arbeiði aftanfyri. Virðið á hesum gomlu ‘dangunum’ er stórt.

Stutt um sluppirnar og týdning teirraEftir at bátsbandið varð avtikið í 1865, fingu vin-nufrælsishugsjónir betri livikor. Fiskiveiðan øktist munandi, og sjey ár eftir avtøkuna kom fyrsta slup-pin til Føroya, sluppin Fox, ið veruliga fekk glið á fi-skivinnuna. Sluppin varð so statt byrjanin til eina broyting, ið var við til at

menna føroyska samfela-gið til eitt fiskivinnusam-felag. Um aldaskiftið 1900 tók sluppfiskatíðin dik á seg, og av hesum stóðust arbeiði á sjógvi og á landi. Áðrenn rembingartíðina vóru flestu húski so at siga bundin at bóndagørðunum, men rembingin bar við sær, at vit fingu eina øðrvísi ar-beiðsskipan við fiskimanni og fiskagentu, ið gjørdust bundin at útgerðarmanni og reiðara.

Slupptíðin og hartil sluppirnar hildu til umleið seinna veraldarbardaga, tá ið fiskiveiðan í Føroyum var eitt sindur sløk og ikki heilt vandaleys, orsakað av krígnum. Men eftir kríggið yvirtóku motorbátarnir, ella trolararnir fiskivin-nuna, og sluppirnar fæk-kaðust. Vit kundu næstan sagt, at sluppirnar so smátt vórðu gloymdar í marglæti-num hjá trolararunum.

– Men Hans Eli Hansen og aðrir, sum hava skaf-fað sær eina gamla slupp og síðani gjørt hesar aftur, hava ikki gloymt sluppir-nar, ið veruliga eiga rík søgulig virði. Tær fingu glið á fiskivinnuna, sum vit í roynd og veru liva av í dag. – Tær fáu sluppirnar,

sum eru eftir, skulu ikki vanvirðast, heldur Hans Eli Hansen.

DraginDragin, sum í mun til aðrar sluppir er nokkso nýggjur, er frá 1945. Síðani 1945 er nógv gjørt við Dragan, sum í dag virkar sum eitt skúla-skip og partvíst siglir við ferðafólki. Eftir at Dragin hevði ferðast av nógvum hondum, keypti Hans Eli Hansen Dragan í 1991, sum tá ikki var í serliga góðum standi. Í 1994 var Dragin settur í ein grunn, sum kal-last “Dragin – KG 212”. Eftir hetta var veruligur skjøtil settur á, umvælingi-na av Draganum.

Í tíggju ár stríddust einir átta menn og tíðum fleiri, at umvæla Dragan til eitt segl-skip. – Allir menninir gjør-du arbeiðið ókeypis, hóast tað kostaði nógva tíð. Tað var lagt nógv í arbeiðið við Draganum, sum nú er tryg-gjaður fyri 5 milliónir. Um-byggingin var liðug á sumri í 2003 og úrslitið gjørdist snøgga skúlaskipið Dragin, sum hevur verið til gagns fyri nógvar skúlanæmingar og nógv ferðafólk.

Aðrar sluppirFleiri sluppir ella seglskip enn Dragin eru, og hesi skip eru gomul. Sambært skipalistanum er Jóhanna TG 326 frá 1884, Westward Ho TN 54 frá 1884, Norðlý-sið TN 24 frá 1945, Fram TN 2 frá 1921. Hesi skip, á sama hátt sum Dragin, eiga nógv arbeiðið aftanfyri seg.

Eftir at sluppirnar mistu heitið sum fiskifør og av teirri grund vórðu lagdar, vórðu tað fleiri sluppir, sum vórðu søktar. Tíanbetur eru tað nakrar eftir, sum nú eru ein virðismikil mynd uppá byrjanina av fiskivinnu ok-kara. Takka veri teimum, sum góvu sær tíð og orku til at gera tær gomlu dangur-nar aftur. Ikki kann sigast annað, enn at teir virða rík søgulig virði.

Leygarmorgunin kl. 09.00 á Sjómannadegnum fara føroysku seglskipini at hittast á Pollinum og at seta segl, saman við øðrum gomlum føroyskum bátum við árum og seglum. Segl-skipini koma á Klaksvík at liggja við bryggju tætt við Klaksvíksgarðin. Dragin fer eisini at húsa børnunum, sum skulu á sjórænaraske-ið hjá Kapteyn hardar og Stampi.

DR AGIN HE V UR NÓGV V IRKSEMI

Page 32: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201432

Ein almenn køkukap-ping verður á Sjóman-nadegnum. Ein og hvør áhugaður kann lata he-imabakaða køku inn til kappingina og síðani fer

fólkið at døma um køkur-nar. Besta og vakrasta kakan verður lønt við góðum vinningi.

Tað eru Sjómannadagurin og Norðoya Kvinnufelag,

sum í felag stíla fyri hesi forkunnugu kappingini.

Kakurnar skulu verða latnar inn í stóra tjaldið áðrenn klokkan 10.30 og so verður hetta stillað upp sum framsýning til gagns

fyri fólkið.Og doyurin er lagdur á,

at øll eru væl komin at lata heimabakaða køku inn!

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

K Ø KUK A PPING

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013 verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu framløgd til alment eftirlits:

Økispartur C19 strikaður og økið lagt undir økispart A8 Uppskotið leggur upp til, at økispartur C19, við høvuðsásetingini: almenn endamál , verður stri-kaður, og økið lagt undir økispart A8, við høvuðsáse-tingini: blandað íbúðar- og miðstaðaendamál.

C19 økispartur umfatar heiltella partvís hesi matr.nr.:797a, 632a, 437c, 806, 697a, 805, 718a, 716a, 796b, 807c, 831, 715a, 719a, 744a, 751a, 834, 827a, 702a, 796a, 714a, 836, 840a, 795a.

Broytingin liggur frammi til alment eftirlit í býráðshú-sinum – Miðlan – frá 14. august til 3. september 2014 og er somuleiðis at síggja á www.klaksvik.fo .

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 26. september 2014.

Klaksvík 13. august 2014Klaksvíkar Býráð

Broyting í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu

Føroya Sjómannadagur skipar fyri almennum fun-di í Skúlanum við Ósánna, mikudagin 20. august kl. 19 við luttøku frá Havstovuni, Føroya Reiðarafelag og Fi-skidaganevndini. Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fun-dinum. Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiska-stovnarnar. Jan Arge Jacob-sen, doktari í fiskifrøði hel-dur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum. Síðani verður kjak við pál-lborði.

Sí skrá aðrastaðnis í blaðnum

FISK ATILFEINGIÐ V IÐ FØ ROYAR Í DAG OG Í FR AMTÍÐINI

Sunnudagin 31. august verður Edva Jacobsen 50 ár. Dagurin verður hildinleygardagin 30. august í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði frá kl. 12.00

Øll eru hjartaliga vælkomin

50 ára føðingardagur

Page 33: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 33

Vinnuháskúlin . Boks 104 . 110 TórshavnTel 350 250 . [email protected] . www.vh.fo

Skeiðini eru sambært STCW-sáttmálanum. Koturnar til skeiðini finnast á heimasíðu skúlans.

Skeið á Vinnuháskúlanum

BRM skeið ERM skeið Ship Handling Skeið í heilsulæru ARPA skeið ECDIS skeið

Tecdis skeið SSO skeið § 16 skeið ISPS skeið Endurnýggjan av vinnubrøvum Tankers Safety skeið

Flutningur av vandamiklum farmi Ketilpassaraskeið GMDSS skeið LRC skeið

VINNUHÁSKÚLIN

Eldsløkking umborð á skipi Endurtøkuskeið eldsløkking u.s. Sløkkileiðsla umborð á skipi

Eldsløkking fyri skipsyvirmenn Endurtøka IMO 80 Trygdarskeið grundleggjandi

Trygdarskeið fult Bátaføraraskeið Medisinsk fyrstahjálp

TRYGDARDEPILIN VIÐ ÁIR

Page 34: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201434

10. Sjómannadagurin er longu farin av barkastok-ki í hesi vikuni. Nógv er broytt, síðani fyrsta Sjó-mannadag í 2005, tí vit, sum fyrireika Føroya Sjó-mannadag hava roynt at broytt dagin nakað á hvør-jum ári, hóast høvuðsleis-turin hevur verið hin sami.

Ein fastur táttur er at Dra-gin hevur bjóða sluppum og øðrum træseglskipum at vitjað á Sjómannadegnum og tað hevur sett ein heilt serligan dám á dagin at børn okkara kunnu síggja og upplivað søguna sum er grundarsteinur undir dags-ins samfelag.

Í ár verður stór broyting við tað at vit í ár eru flut-tir frá Stongunum yvir um Vánna í Klaksvíksgarðin. Vit hava ofta tosað um at gjørt hesa royndina og tí eru vit sera spentir hvussu hetta ferð at eydnast ok-kum.

Til allar kappingarnar á

Føroya Sjómannadegi eru stórir vinningar so sum; talitíðarkort, fartelefon, I-pad, sjónvarp, uttanland-aferðir, vikuskiftir á Hotell o.a. - Samlaða virði av vin-ningunum liggja væl oman-fyri 150.000 kr.

Eitt sum ger Føroya Sjó-

mannadag til nakað serligt er at vit hava hildið fast uppá, at øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi skulu vera ókeypis, bæði fyri vaksin og børn. Hetta skal vera ein familjudagur har vit steðga upp í meldrinum eitt bil, og hugna okkum saman við

børnum okkara.Men tað er ikki bara at

siga tað, at seta eitt so stórt ókeypis tiltak upp á beinini, tí peningalig orka krevst.

Tað er her at føroyska vinnulívið við Klaksvíkar Kommunu og Eik Ban-ka á odda, sum eigur stórt

rós uppiborið, fyri at hava stuðlað Føroya Sjómanna-degi so dyggiliga á hvørjum ári, at tað hevur borið til hjá fyrireikarunum at loyst tiltakið úr leisti nú tíggju ár á rað.

Nú skal skráin ikki re-kjast upp her á hesum teigi, tí hana kunnu fólk síggja á øðrum stað í blaðnum. Men leggið til merkist leygardagin verður eitt stórt sjálvtøkuborð við al-skyns fiskarættum fiskað og framleitt av føroyskum hondum. Matgjørt verður til 3.000 fólk og hetta er einki minni enn eitt ód-nartak. Á odda fyri hesum serliga átakið standa Ed-vard Olsen, Árni Muller og Pól Huus Sólstein og til at hjálpa teimum er ein røð av øðrum góðum fólki. Alt er ókeypis fyri tey sum vitjað ársins sjómannadag og tað hevur ikki staðið á at fingið ráðvørur o.a. frá virkjum, skipum, handlum o.ø.

Høvuðsstuðlar enn eina-ferð eru Klaksvíkar Kom-muna og Eik og afturat teimum hava vit eina røð av størri og minni stuðlum sum fram til Sjómannadag-in, leygardagin 23. august, fáa navn sítt prenta á www.sjomannadagur.fo

Havið kring um okkum er livibreyð okkara, tí er umráðandi at vit fara væl um tilfeingið líka frá tí vit á fyrsta sinni taka ráevnið og til tað verður etið. Alt úr sjónum er gott, men treytin er at vit fara væl um.

Føroya Sjómannadagur vil við hesum takka øllum stuðlum sum hava gjørt tað møguligt at vit enn einaferð kunnu bjóða øllum til ein familjudag í Klaksvík har alt er ókeypis.

Føroya Sjómannadagur

SJÓMANNADAGURIN EIN GESTUS FRÁ VINNULÍVINUM

Page 35: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 35

Vit ynskja øllum ein góðansjómannadag

Vónin Ltd. // Bakkavegur 22 // P.O. Box 19 // FO-530 Fuglafjørður // Faroe islands // tel +298 474 200 // Fax +298 474 201 // [email protected] // vonin.com

Page 36: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201436

Eitt hugnaligt kaffiprát á Norðlýsinum fingu vit í vikuni við tær báðar, Eyðgunn Samuelsen og Elsebeth Mercedis Gun-leygsdóttur.

Yvirav mær sita tær, tvær hugnaligar kvinnur, um ein ikki vitsti betur, so kundi verið at ein heilt at hesar báðar, sum saman við mær sótu og hugnaðu sær við kaffi og rundstykkjum vóru tvey umboð fyri sama áhu-gabólk, men soleiðis er als ikki.

Hvør við síni hugsanHetta eru tvær sterkar kvin-nur, hvør við sínari hugsan um hvussu samfelag ok-

kara eigur at vera viðfari og stýrt og tær eru als ikki samdar um hvussu hetta ei-gur at vera gjørt.

Tá ið eg var 12 árEyðgunn er vorðin 55 ára gomul og væl kend í poli-

tikki, hon hevur verið sera aktiv í Javnaðarflokinum líka síðani hon, saman við manninum Jóhan Hend-rik Samuelsen búsettist í Klaksvík í 1984.

Vit giftist í 81 og fluttu til føroyar tá maðurin var liðugur at lesa. Eg fekk starv á Tekniska Skúla í Klaksvík at undirvísa og har havi eg verið øll árini. Hóast eg havi hægri útbúg-ving, havi eg altíð kent meg

heima á Tekniska skúla, útbúgvingar tilboðini eru spennandi, og eg eri upp-vaksin í einum handverka-ra umhvørvi. Pápi mín var sjómaður, men mátti fáa

okkurt arbeiðið á landi, tí mamma mín var sjúk, tá ið eg var 12 ár var hann avlær-dur sum timburmaður.

Triðjuferð eydnaðist tað Skalt tú uppí politikk, so skalt tú vera heil í politikki,

sigur Eyðgunn Samuelsen, eg stillaði upp til býráðið tvær ferðir, triðju ferð í 1996 eydnaðist tað endiliga at verða vald í býráði, men javnaðarflokkurin var ikki í

meiriluta tá.

Eg vildi í fíggjarnevndina Í 2008 stillaði eg upp til løgtingið, men rakk ikki málinum at blíva vald tá. Men Javnaðarflokkurin kom í meirilutan og ting-

menn fóru í landsstýrið, tá kom eg á ting sum eyka-limur. Til stuttleika kann eg kanska nevna, at onkur maður í flokkinum ring-di tá til mín tá nevndirnar

skuldu býtast, at eg kanska kundi fara í mentanarnevn-dina ella einhvørja nevnd sum hóskaði seg kvinnum, men eg vildi nakað heilt annað, eg segði at eg vil-di í fíggjarnevndina og soleiðis bleiv tað, eg kom í fíggjarnevndina og ble-iv forkvinna tíðarskeiðið CHE samgongan sat. Tað var eingin stuttligur postur rey árini, har skuldu tungar avgerðir til, fyri at fáa stóra hallið á fíggjarlógini niður. Eyðgunn er framvegis li-mur í fíggjarnevndini.

Loksins valdVið valið 2011 eydnaðist tað mær loksins at blíva vald í løgtingið. Tú kanst kan-ska siga, at vegurin hevur verið langur, men soleiðis er politikkur, ætlar tú tær eina aktiva politiska lívs-leið, so ræður um at halda fokus alla tíðina. Tú eigur ikki bert at vera aktiv við og upp undir val, men alla tíðina hava málið í eygsjón og arbeiða seriøst við sam-felagsligum spurningum og ikki minst luttaka í kjaki um slík viðurskifti.

Mynd: Ann Kristina S. Simonsen

F Y RSTU L ØGTINGSLIMIRNIR ÚR NORÐUROYGGJUM, Á FØ ROYA L ØGTING

KVINNULIGI

Page 37: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 37

Tað snýr seg um úrslitAt enda kann eg siga, at mær dámar sera væl at fáast við politikk, kanska eisini tí at politikkur snýr seg um at fáa úrslit og tá má tú samarbeiða tvørtur um hugsjónir og tað haldi eg at eg dugi rímiliga væl.

SamstarviðUm samstarvið við Else-beth, kann eg siga, at eg veit hvat hon stendur fyri í politikki og tað sama veit hon um meg, so tá talan er um mál at fáa samtykt í tinginum, so vita vit nær vit kunnu semjast og nær als onki er at tosað um.

Skalt tú fáa nakað sum helst ígjøgnum, so er neyðugt við samstarvi og eg haldi at vit báðar hava samstarva sera væl, sjálvt um vit koma úr hvør sínum horni í føroyskum politik-ki, sigur Eyðgunn Samuel-sen, løgtingskvinna.

Politistur á tingiElsebeth Mercedis Gunn-leygsdóttur er heldur on-gin ársungi í føroyskum politikki. Hon er 50 ár og útbúgvin politistur og er ei-sini vald á ting í 2011.

Familjufyritøkan fylti nógv Mær hevur altíð dámt at fingist við samfelagsligar spurningar, líka síðani eg var heilt ung. Eg eri upp-vaksin í eini vinnulívsfa-milju. Langabbi mín var Hans Erik Olsen, sum var annar av stovnarunum av stórfyritøkuni Joensen & Olsen. Hetta var av stør-stu reiðaríum í landinum tá við fleiri línuskipum á bæði nær- og fjarleiðum, fiska-virki, seglvirki og handli. Hetta fylti nógv í mínum uppvøkstri og eg livdi meg inn í hetta lívið bæði tá tað gekk væl og tá tað gekk

minni væl.

Altíð fólkaflokkurinEg havi verið politiskt aktiv stórt sæð síðan eg fekk val-rætt og kanska áðrenn tað eisini. Eg plagdi at hjálpa fólkaflokkinum til val við ymsum uppgávum.

Vegurin í løgtingiEg stillaðu upp til val fyr-stu ferð í ár 2000. Hetta var til kommunuvalið, men bleiv ikki vald. Stillaði so uppaftur í 2004, men kom heldur ikki inn. Stillaði so uppaftur til kommunuva-lið í 2008 og bleiv vald við 178 atkvøðum. Tað loysti seg at treiskast, tí hesuferð restaðu einans 10 atkvøður í at vera 1. valdi býráðsli-murin.

Stillaði so upp til løgt-ingsvalið 2011 og kom inn sum nr. 5 á fólkaflokkslista-num við 344 atkvøðum.

Ein stór avbjóðingAt koma á ting var sjálvandi ein stór atbjóðing. Fólkaf-lokkurin vísti mær tað álit at velja meg sum forkvinnu í rættarnevndini. Rættar-nevndin gevur løgtinginum tilmæli í rættarmálum, kommunumálum og sam-ferðslumálum.

Mær dámar at síggja úrslit Í rættarnevndini blivu nógv spennandi stórmál viðgjørd, m.o. størsta ver-kætlan nakrantíð í Føroya søgu, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Hvørt mannsbarn í Før-oyum hevur eisini hoyrt um avlurtingarpakkan.

Mær dámar sera væl at fáast við politik, at stríðast fyri tí sum eg meti er rætt. Serliga dámar mær væl at síggja úrslit eftir at hava kempað fyri onkrum.

Rætta kósinVit hava verið seigar, ha, heldur Elsubeth við Eyðgunn. Ja, sigur Eyðgunn, vit hava hildi fast um tað vit, hvør í sínum lagi, halda vera rætta kósin hjá føroyska samfelagnum og vit hava dugað at funnið loysnir, tá ið tað hevur ve-rið neyðugt.

Tær hava politiskt tevOngantíð áður hava norðuroyggjar verið um-boðaðar av tveimum kvin-nuligum løgtingslimum. Hóast tær koma frá hvør sínum horni í føroyskum politikki, Elsebeth úr høgru og Eyðgunn úr vinstru, so kennir tú nú tú situr yvir av teimum at tær hava politiskt tev og hegni til at fáa nakað frá hondini í føroyskum po-litikki.

Tilvitað í tunga nevndÍ kaffiprátinum sigur Else-

beth nevniliga – hóast eg eri í fólkaflokkinum, so havi eg stóran áhuga fyri sosial-um málum í samfelagnum. Eyðgunn hinvegin sigur, tá eg kom á ting, og nevn-darsessir skuldu bítast, tá valdi eg, heilt tilvita, at leg-gja mína orku í eina tunga nevnd, sum fíggjarnevndi-na, fyri at vísa at kvinnur ikki bara eru til pynt, men at vit duga og kunnu taka avgerðir í øllum samfelags-ligum viðurskiftum.

Tvær sterkar kvinnurIkki kann sigast annað enn at norðoyggjar hava tvey sterk kvinnulig umboð á Føroya Løgtingi, tvær kvinnur í megna at ávirka, tað ber tíðindaflutningurin hjá føroysku miðlunum úr tinginum eisini boð um.

Mynd: Ann Kristina S. Simonsen

Page 38: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 26 MIKUDAGIN 20. AUGUST 201438

amr.fo

STÓR ÚTIKONSERT Í KL AKSV ÍKS-G ARÐINUM

Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri útikonsert.

Skráin er hendan: 22.00 Quarter to Three 22.45 DJ-X 23.00 Danny and the Veetos 23.45 DJ-X 24.00 Grandma’s Basement 00.45 DJ-X 02.00 Endi

amr.fo

Page 39: Nordlysid nr 26 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 25 MIKUDAGIN 20. AUGUST 2014 39

Sápa, stearinljós og fuglamaturFá nyttu av tálgini. Kom og lær at gera sápu, stearinljós og mat til smáfuglarnar.

Undirvísari: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: tlf. 457152- 250925Kostnaður: 400,- pr. skeið

Skeið 1: 20/10- 21/10Skeiðið verður hvønn dag kl 9.00 - 15.00Skeið 2: 26/1- 27/1- 28/1Skeiðið verður hvønn dag kl. 18.00 - 22.00

[email protected]

Skeið í tøving Lær at tøva stykkir (nunofilt), at seyma til ymiskar brúkslutir. Formtøva hattar, húgvur, skógvar, taskur o.a. Møguleiki er eisini fyri nálatøving.

Undirvísari: Anna Evensa AbrahamsenTilmelding: tlf. 457152 og 250925Kostnaður: 500,- pr. skeið

Skeið 1: Vika 8, 16 feb. Til og við 20 feb.Skeið 2: Vika 16, 13 apríl til og við 17 aprílByrjað verður hvønn dag kl 9.00- 15.00

[email protected]

MaskinbindingLær tína bindimaskinu at kenna. Lær at koma í gongd at binda einkult pløgg. Lær at kasta uppá, taka inn og út, lær at binda mynstur. Og ymiskt annað.

Undirvísari: Sunrid ÁarskarðTilmelding: tlf. 459330 og 252572Kostnaður 500,- pr. skeið

Skeið 1: Skeiðið verður hesar dagar: vika 44, 27 okt. til og við 31 okt.Skeið 2: Skeiðið verður hesar dagar: vika 5, 26 jan. til og við 30 jan.Skeið 3: Skeiðið verður hesar dagar: vika 8, 16 feb. til og við 20 feb.Skeið 4: Skeiðið verður hesar dagar: vika 17, 20 apríl til og við 24 aprílSkeiðini verða hvønn dag kl. 17.30- 22.00

Skapa nýtt úr gomlum og øll vanlig seymingSeyma nýtt úr gomlum bundnum, cowboy og mongum øðrum og øll vanlig seyming. Eisini fyri tey, sum ongantíð hava seymað áður.

Undirvísari: Sólva HansenTilmelding: tlf. 455985 - 275356Kostnaður 600,- pr. skeið

Skeið 1: 22/8- 23/8- 5/9- 6/9- 19/9- 20/9Skeið 2: 10/10- 11/10- 24/10- 25/10- 7/11- 8/11 Skeið 3: 27/2- 28/2- 13/3- 14/3- 27/3- 28/3Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00

[email protected]

Jólapynt Ger títt egna jólapynt, tøva, hekla, binda, perlur, jóla-dekora tiónir, jólagávuhugskot, o.m.a. Bert hugflogið setur mørk.

Undirvísari: Anna E. Abrahamsen + gestalæararTilmelding: tlf 457152- 250925Kosnaður 600,- pr. skeið

Skeið 1: Vika 47, 17. nov. til og við 21. nov.Skeið 2: Vika 48, 24. nov. til og við 28 nov.Byrjað verður hvønn dag kl 9.00

[email protected]

EndurnýtslaKom og seyma taskur, pungar, beltir og aðrar brúkslutir úr endurnýtslu-tilfari sum plastikposum, covboybuksum, leðurjakkum. Øll endurnýtslu-hugskot eru vælkomin.

Undirvísari: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: tlf. 457152- 250925Kostnaður: Skeið 1 700,- Skeið 2 og 3 600,- stk.

Skeið 1: 20 týsdagar gjøgnum veturin.Kl. 19.00- 22.00. Byrja 9/9Skeið 2: 13/2- 14/2- 6/3- 7/3- 20/3- 21/3Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00Skeið 3: Vika 19, 4 mai til og við 8 mai.Hvønn dag frá kl. 9.00- 15.00

[email protected]

VestaseymingLær at seyma vest til føroyska búnan.

Undirvísari: Malena AndreasenTilmelding: tlf 285001- 456143Kosnaður 400,- pr skeið

Skeið 1: 16/1- 17/1- 23/1- 24/1Skeið 2: 10/4- 11/4- 17/4- 18/4Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00

GarvingLær at garva seyðaskinn

Undirvísari: Karin JacobsenTilmelding: Tlf 504879kosnaður 600,- pr. Skeið

Skeið 1: 22/10- 23/10- 24/10- 29/10- 30/10Skeið 2: 4/3- 5/3- 6/3- 12/3- 13/3

Hvønn dag frá kl 9.00- 15.00

Skúlaárið 2014-2015

Klaksvíkar Kommuna · Nólsoyar Pálsgøta 32 · FO-700 Klaksvík · Tel. +298 410000 · Fax +298 410001 · [email protected]

Tilmelding hjá avvarðandi lærara seinast 14 dagar, áðrenn skeiðið byrjar.

Nøktandi undirtøka og góð kenn ing frá myndugleikunum er treyt fyri, at skeiðini verða veruleiki.Luttøkugjald verður goldið umvegis netskipan. Tit kunnu eisini flyta sjálv um tit held ur ynskja tað á konto nr: 9865-2000452 og viðmerk navnið á skeið num. Umráðandi er, at næm ingurin hevur kvittan við, tá ið skeiðið byrjar, um ein hevur flutt sjálv ur.

Skúlin tilskilar sær rætt til møguligar broytingar í skránni. Nýggj várlýsing plagar eisini at koma um jan/feb.Høvi er at gista á skúlanum eftir nærri ásettum reglum.Árliga framsýningin hjá Handar beiðs skúlan um er í Ósáskúlanum fyrsta sunnu dag eftir Flaggdagin. Næm-ingar verða bidnir um at koma við lutum, sum skulu við á fram sýningina, dagin fyri frá kl. 15:00.

FØROYA HANDARBEIÐSSKÚLIHeygavegur 23 – 700 KlaksvíkTlf. 454054

T-postur: [email protected]

Skráin kann síggjast á facebook.Føroya Handarbeiðsskúli

Føroya HandarbeiðsskúlaSkeið á

Page 40: Nordlysid nr 26 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected] - www.nordlysid.fo

kl. 13–17 Børn kunnu lita og spæla ymisk Bassaspøl

kl. 15 Angela og Hannibal framføra á pallinum í stóra tjaldinum

kl. 16 Gullvaskingkl. 17 Bassi gevur børnunum ballónir

á SjómannadegnumLeygardagin 23. august í stóra tjaldinum