32
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 Tillukku K Í-K vinnur KÍ KVINNURNAR ERU FYRIMYNDIR

Nordlysid nr 34 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 34 Mikudagin 22. okt. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 34 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Tillukku K Í-K vinnur

K Í K V INNURNA R ERU F Y RIM Y NDIR

Page 2: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 20142

Niðnfyri prenta vit røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra:

Góðu KÍ-kvinnur – góðu veitslugestir!Tað verður sagt, at tað er so nógv, sum kvinnur ikki skilja. Ella: ”Der er så me-get, kvinder ikke forstår”, sum siga tey í donskum sjónvarpslýsingum fyri fót-bóltstipping.

Men eg havi bara eitt at siga, og tað er, at er tað nakar í hesum landi – ella

í verðini yvirhøvur – sum hevur skilt, hvat fótbóltur snýr seg um, so eru tað ok-kara lokalu kvinnur!

Hesin blá-hvíti – í dag gullprýddi – KÍ-kvin-nu-herurin er heimsins mest vinnandi fótbóltslið. Sigursrøðir hjá mætum stórfeløgunum úti í hei-mi blikna aftur ímóti tí, sum KÍ-kvinnurnar hava megnað.

Ár eftir ár eftir ár eftir ár. Ja, mann skuldi trúð, at tað vóru KÍ-kvinnurnar, sum Frændur sungu um.

15 ferðir gull í einari glampandi og glitrandi si-gursrøð, sum ikki eigur sín líka í heimssøguni. Tað er tað, sum hevur sett KÍ-kvinnurnar á heimskor-tið og skrivað tær í met-bøkurnar.

***

Tiltikni skotski fótbóltsven-jarin Bill Shankly segði ei-naferð, at ”eitt fótbóltslið er sum eitt klaver. Tað er brúk fyri 8 spælarum at bera tað – og so trimum, sum veruli-ga duga at spæla.”

Eg skal ikki siga, at het-ta eisini er galdandi fyri kvinnuliðið hjá KÍ, men í øllum førum hava vit hesi seinastu 15 árini sæð, hvus-

su liðið hevur verið man-nað við ótrúliga røskum liðspælarum og framúr einstaklingum – og hetta hevur samanlagt skapt he-imsins mest vinnandi fót-bóltslið!

Demografiska og sam-felagsliga avbjóðingin hjá flestøllum útjaðarum í framkomna heiminum er, at kvinnurnar rýma, og menninir sita eftir og kúra – kvinnuleysir. Soleiðis er ikki í Klaksvík. Her sita menninir og kúra, tí teir á fótbóltsvøllinum fullkomi-liga verða yvirstrálaðir av kvinnunum!

Kvinnurnar hava seinnu árini í stóran mun verið flaggberarar fyri ítróttin í Norðoyggjum. Stjørnu-kvinnur, Mjølnirkvinnur og ikki minst liðið yvir tey øll – KÍ-kvinnurnar.

Tað er undranarvert, at summar av kvinnunum, sum vunnu fyrsta FM-hei-tið hjá KÍ, framvegis eru við á liðnum tann dag í dag.

Tað er ivaleyst eisini ein partur av orsøkini til, at hetta bragdið yvirhøvur letur seg gera. Nógvar av tykkum hava verið ótrúliga áhaldandi og dugnaligar, og tað hevur eisini gjørt tað lættari hjá teimum nýggju at koma inn á liðið og av-

rika á sama høga stigi sum tær undanfarnu.

Hinvegin ber eisini til at siga, at brúk hevur verið fyri nýggjum og frískum kreftum fyri at halda fram við sigursrøðini øll hesi árini.

Tað er hugaligt at vita og síggja, hvussu sterk hendan KÍ-kvinnueindin er, hóast tað er stórur aldursmunur á spælarunum. Hetta er eitt lið fram um øll hini, og vit kunnu bert undrast á, hvus-su fantastiskar tit hava ve-rið. Allar í felag. Ein fyri og onnur eftir. Ein fyri allar og allar fyri eina. Samanlagt umleið 90 spælarar, sum við virðing fyri hvørjum øðrum hava verið við í si-gursrøðini hesi 15 árini!

***

Nú ein dagin kom ein maður til mín og fortal-di mær, at hundurin hjá honum flenti, hvørja ferð KÍ-kvinnurnar vinna á HB.

- Tað var ótrúligt, svaraði eg. - Men hvat ger hundurin so, tá KÍ-kvinnurnar tapa á HB, spurdi eg.

- Nei, tað veit eg ikki. Hundurin er altso bara 15 ár!

KÍ-kvinnurnar hava havt nógvar avbjóðarar hesi

árini síðani ár 2000. On-kuntíð hevur B36 bjóðað av, onkuntíð AB, onkuntíð HB og seinast felagsliðið EB/Streymur/Skála. Tað er hugaligt at uppliva, at on-nur feløg leggja nógv fyri í royndini at koppa KÍ-kvin-nunum, og eg vóni eisini, at tað verður soleiðis fra-meftir. Rættur ítróttarandi og fair play er jú, at mann bjóðar av, tekur kampin upp og ger alt fyri at vinna.

Vit hava upplivað nóg-var spennandi og tæt-tar fótbóltsdystir millum KÍ-kvinnurnar og onnur lið, og stóru spenningslø-turnar eru minniligar. Eg vil gjarna takka teimum, sum áhaldandi bjóða seg til og bjóða KÍ-kvinnunum av á fótbóltsvøllinum. Vónan-di fáa vit nógvar góðar og spennandi fótbóltsdystir í komandi tíðum – og eg vil eisini nýta høvi at ynskja umboðum fyri onnur feløg og Fótbóltssambandið hjar-taliga vælkomin okkara millum í kvøld.

Tá ið brasilski álops-spælarin Ronaldo eftir HM-finaluna í 1998 mátti ásanna, at hansara lið hevði tapt fyri Fraklandi, segði hann tiltiknu orðini: ”Vit taptu, tí vit ikki vunnu”.

Í kvøld havi eg hug at

endurnýta hetta sitatið um KÍ-kvinnurnar og siga, at tær í 15 ár hava vunnið, tí tær ikki hava tapt. So ein-falt er tað!

***

Eg vil enn einaferð nýta høvið at takka tykkum øl-lum, sum á vølli ella kring vøllin hava verið partur av heimsins longstu sigurs-røð innan fótbólt. Vit eru veruliga errin av tykkum!

Vit skulu eisini verða eyðmjúk um, at vit hava fingið høvið at upplivað hesar mongu gleðisløtur, tí tað er langt frá givið, at so skal verða.

Góðu KÍ-kvinnur! Eg skal vegna býin og Klaks-víkar kommunu ynskja tykkum hjartaliga til lukku við 15. meistaraheitinum, sum tit hava tikið ímóti í dag – og til lukku við he-imsmetinum, sum tit nú kunnu fegnast um. Eg vóni, at vit fáa eitt gott og hug-naligt kvøld saman – og eg ynski tykkum alt tað besta í komandi døgum.

Tað er faktiskt rættiliga nógv, sum kvinnur skilja nógv betur enn menn!

Takk fyri!

HEIMSINS MEST VINNANDI FÓTBÓLTSLIÐ

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, staðfesti undir borðhaldinum í Skálanum eftir dystin leygarkvøldi at Kí-Kvinnurnar eru Heimsins mest vinnandi fótbóltslið.

Page 3: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 20144

Tel. 348 000 www.eik.fo

Keypa bil ? Vit kunnu bjóða tær røttu bilfíggingina

Fá fíggingina upp á pláss, áðrenn tú tekur avgerðina. So hevur tú fríari ræsur, tá tú fert at keypa dreymabilin.

Við øllum fíggingum á einum stað, hevur tú betri yvirlit.

Tosa bil við okkum.

Les meira á www.eik.fo um hvussu tú brúkar okkum best.

Page 5: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 5

keyp føroyskt

Find us on Facebook Badge CMYK / .ai

facebook.com/dreymagavurFylg okkum á Facebook.com/keypforoyskt og keypforoyskt.fo og hygg eftir nýggjastu Keyp føroyskt filmunum.

Hvørja ferð tú leggur eina av teimum mongu Keyp føroyskt-vørunum í kurvina, gert tú samstundis Før-oyum og tær sjálvum eina tænastu. Títt keyp stimbrar viljan og førlei-karnar at framleiða enn fleiri, fjøl-broyttari og betri vørur til tín at velja ímillum. Og jú fleiri ið gera tað sama, jú størri verður vinningurin fyri okkum øll.

keypa føroyskt

Page 6: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 20146

Tað sigur MalenaJosephsen, sum í ár hevur spælt sítt 21. ár við KÍ kvinnu-num, tá vit tosa við hana um árini, sum farin eru og meta um framtíðina.

Nú KÍ kvinnurnar hava vunnið sítt 15. meistarahei-tið á rað, haldi eg, at styr-kin í besta kvinnuliðnum hjá KÍ hevur ligið í, at góða ungdómsarbeiðið, sum gjørt er á kvinnusíðuni her, hevur havt við sær at vit alla tíðina hava megnað at funnið nýtt blóð til fremsta

kvinnuliðið.Sum sæst á listanum á

næstu síðu, so hava í hvussu er hesar 77, ið eru nevndar, spælt á 1. Deild kvinnur hjá KÍ.

Um tú tekur miðaltalið, so kemur tú til, at í meðal eru um 5 nýggjar komnar til liðið hvørt ár. (Her verður roknað við at 11 byrja í 2000 og 66 nýggjar koma afturat næstu 14 árini).

Tá tosað hevur verið um okkara lið, so hevur man-gan verið fokuserað bara uppá okkum eldru, Rannvá, meg sjálva, Báru, Ragnu og Randi, men sannleikin er, at vit hava nógvar aðrar góðar spælarar, og til dø-mis í fjør, so var Maria K. Thomsen toppskjútti hjá okkum, og vit hava altíð havt fleiri kvinnur á top 10 skorðingslistanum tá árið hevur verið liðugt.

Rannvá hevur verið mest ásýnilig hjá okkum, og tað er henni, eyguni eru vend eftir, tað er helst ein feilur sum hini liðini mangan hava gjørt, tí vit hava flei-

ri aðrar, sum kunnu skjóta mál, og tær fáa lættari spæl, tá Rannvá bindur einar tvær tríggjar í verjuni hjá mót-støðuliðnum. Av øðrum leikarum, ið hava skorað nógv mál kunnu vit nevna, Vivian Bjartalíð, Sigrid Ja-cobsen, Sofíu Purkhús, eg sjálv skeyt og aðrar.

Fyri besta kvinnuliðið, hevur venjingin, ið Bára S. Klakstein og seinni Pe-tur Martin Hansen í ung-dómsdeildunum og Rannvá og Ragna í yngstu deildu-num hava gjørt, tað er tað arbeiðið sum vit alla tíðina hava kunna heystað av. Vit hava alla tíðina megna at sett eina uppaftur betri við, tá ein av okkum legðist frá. Tá tað onkuntíð hevur verið tosað um ”Tær gomlu”, á KÍ liðnum, so eigur ein ikki at fara skeivur í tí, tí har eru í veruleikanum ongar gam-lar, tað eru vit báðar Bára, sum er frá 73 og eg frá 77, Síðani koma Rannvá og Ragna frá 80, men Ragna hevur ikki verið so nógv við í seinastuni, so er Ran-

di, sum er frá 86 ella 27 ár og Sigrid frá 90 ella 24 ára gomul, allar hinar eru nógv yngri. So um man heldur at KÍ liðið á kvinnusíðuni er gamalt so fer ein púra skeivur. Munurin er kan-ska tann, at tær yngru hava okkum eldri at lena seg up-pat, og tað hevur mangla í hinum feløgnum.

Um framtíðina hjá KÍ kvinnunum er tí at siga at framtíðin sær sera bjørt út. Liðið er als ikki samansett av nakrari gamlari kli-ku, tí tær gomlu eru snøgt sagt ein evarska lítil partur. Harafturat skal ein hava í huga, at eitt sera gott og gevandi ungdómsarbeiðið verður gjørt í KÍ á kvin-nusíðuni. Tað eru umleið 150 kvinnur og gentur til venjingar fleiri dagar/kvøld um vikuna stóran part av árinum, so eg beri als on-gan ótta fyri, at vit ikki fara at síggja KÍ í fremstu røð í føroyskum kvinnufótbólti nógv ár framyvir.

Høvuðsvenjarin farin

HEPNI SK AL EISINI TIL – MEN TAÐ ER ST YRKI Í KÍ K V INNUNUM

Page 7: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 7

Ragna PatawaryVivian BjartalíðMalena JosephsenPaula SjósteinRannvá B. AndreasenJensa SirdalMariann MaslykElsa Maria SimonsenPaula MikkelsenUna VágklettAnnelisa J. MøssAnna V. StaussPetra SjósteinSigrid MikkelsenMargit G. JoensenBára S. KlaksteinVígdis KristiansdóttirJóna BjartalíðVivi AndreassenAnna MullerSúsanna DanielsenJutta MikladalKristina EyðbjørnsdóttirRagnhild E. MørkøreBirgit RyanJóhanna ÓlavsdóttirJoan M. SivertsenMaria við NeystAnja SjósteinRandi S. WardumAnna JoensenKate kalsøMaria ZiskasonOlga F. OlsenLilly HansenSigrid JacobsenTove SólheygDorthea PetersenMalan HeinesenHeidi AndreasenLiljan JacobsenDoris í Garði OlafsdóttirOlga Kristina Hansen

Eina S. KalsøÁsa K. ThomsenGerda HeinesenBjørg KlaksteinMarjun Stauss JoensenSofía PurkhúsSølvá B. AndreasenVár Jenny LydersenAdelheid OlsenSvanna V LutzenUna JoensenGunnrið JoensenMaria K. ThomsenGudrun VestEyðvør KlaksteinLovisa ØsterøMaria AndreasenÁsla JohannesenMonika BiskopstøTina JoensenÁsa Klein OlsenKatrina AkursmørkSigrun SirdalAnnika R. PetersenLaila PætursdóttirHervør OlsenGudny JohannesenAnnika M. ArgeJansy JacobsenLisa JoensenErla ChristiansenEvy á LakjuniKristina A. RasmussenMarjun á Lakjuni

VenjararJón Harald PoulsenAleksandar DjordjevicErik NielsenOve NystedRasmus Jacobsen

Dátt komu boðini a okkum um, at Alexandar Djordje-vic, sum hevur gjørt av eftir at hava vant okkum í 9 ár, at taka av einum venjaratil-boði frá AB.

Men sjálvandi, tað er at skilja, at ein venjari vil

víðari. 9 ár á sama liðið er long tíð hjá einum venjara.

Hinvegin, so vita vit onki um venjara til komandi ár. Fyri okkum hevði ve-rið stuttligt at fingið ein útlendskan kvinnuligan venjara, ið kundi givið ok-

kum nýggjan íblástur. Men sjálvandi, tað er ikki lætt, tí nógvir pengar eru ikki í kvinnufótbólti, so tað verður helst ikki bara sum at siga tað at finna nýggjan venjara. Tað eru ikki nóg-vir vælútbúnir venjarar,

ið bjóða seg fram at venja kvinnufótbólt, sigur Male-na Josephsen.

Kvinnuliðið á veg til Litavaat leika Champions League

Niðanfyri eru tær sum hava leikt við KÍ síðani ár 2000 og sum hava verið við til at vunnið meistaraheitið 15 ár á rað sum nú eisini er heimsmet.

Page 8: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 20148

Núverandi býráðsmeiriluti í Klaksvíkar býráð ætlar at hækka skattaprosentið frá 1. Jan. 2015. Vit hava góðar tíðir nú við søguli-ga høgum skattainntøkum, men hóast tað, so ætlar núverandi býráðsmeiriluti at taka meir pening inn frá borgarunum í kommununi. Eg spyrji bara, hvussu hesi somu fólk ætla at stýra í ringum tíðum? Verða tað tá aftur Palliba og Marsanna, sum fara at merkja hetta harðast á sín kropp.?

Tað skelkar meg reint út sagt almikið, at núveran-di býráðsmeiriluti ætlar at hækka skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu. Het-ta hendir samstundis, sum kommunan hevur methøgar inntøkur. Býráðssamgon-gan er ikki bangin fyri at taka pengar frá fólki, hetta er markleysur frekleiki.

Gaman í eru ætlanir um at byggja nýggjan skúla á Ziskatrø og tað taki eg fult undir við. Nýggi skúlin verður brúktur sum orsøk til at hækka skattin. Mót-satt núverandi samgongu, so minnist eg hvussu vit í seinastu samgongu brutu upp um armar, tá nýg-gjur Ósáskúli skuldi ge-

rast liðugur. Vit hildu fast við, at skúlin skuldi gerast liðugur, hóast tíðirnar vóru ringar fíggjarliga. Hetta var ein raðfesting sum vildi nakað. Tá høvdu vit nógv verri tíðir enn nú, men vit hækkaðu ikki skattapro-centi.

Tað kom als ikki uppá tal at hækka skattaprocenti, tað var slett ikki til diskus-sión. Og tað gekk eisini.

Heimið við Vágna bleiv bygt, og tá kempaðu vit af-tur sum úlvur á skóg fyri at skattaprosentið ikki skul-di hækkast. Hinvegin so kravdi landstýrismaðurin í fíggjarmálum Jóannes Ei-desgaard úr javnaðarflok-kinum, at kommunuskatta-procenti skuldi hækka eitt procent um vit bygdu nýtt røktaraheim. Tað góðtóku vit ikki og tað eydnaðist okkum við bit og slit við samráðingum, at skattapro-centi skuldi hækkað hálvt procent.

Tað var sostatt eitt krav frá táverandi landsstýris-manni í fíggjarmálum, at skattaprocenti skuldi hæk-ka ½ prosent. Skattapro-centi bleiv lækkað aftur so skjótt við høvdu møguleika til tess og tað var skjótt.

Haldi tað er uppá hægstu tíð, at tey sum rópa upp um at arbeiða fyri Palliba og Marsannu eisini vísa hetta í verki. Tit eiga at vita, at tykkara skattahækkan ein-amest rakar tey miðal og lágløntu, tí kommunuskat-taprosentið rakar øll eins. Við øðrum orðum, øll gjal-da eins høgt skattaprosent í kommunuskatti, líkamikið um ein tjenar 100.000 ella eina mió. Somuleiðis er botnfrádrátturin tann sami í kommunuskattinum hjá tí sum tjenar 100.000 og hjá tí sum tjenar 1 mió.

Eitt er tá kommunan verður tvungin, sum vit vóru til at hækka skat-taprosentið ger tað, men í dag átti sitandi samgongu heldur roynt at fingið skat-taprosentið niður. Vit hava jú methøgar inntøkur.

Uttan fólkaflokkin var skattaprosentið ikki læk-ka fyri 2014, og vit fara at gera alt sum liggur í ok-kara makt til, at skattapro-sentið ikki verður hækkað aftur. Heldur hinvegin, at tað verður lækka, soleiðis at okkara skattaborgarar kunnu fáa tað lættari og fáa ágóðan av, at inntøkurnar hjá kommununi hava verið

so góðar.Okkara heilt grundleg-

gjandi greiða áskoðan er, at borgarnir sjálvir skulu avgera hvussu teirra hart vunnu krónur verða brúkt-ar. Tann sum sjálvur hevur arbeitt fyri peningin dugir best sjálvur at umsita hann.

Samgongan reklamerar við, at barnafamiljur skulu fáa tað lættari við at lækka gjaldið fyri ansingarpláss eitt sindur, men næstan áðrenn blekkið er tornað, hækka somu fólk skatta-procentið. Hetta rakar somu barnafamiljur, sum fingu bíligari ansingarpláss. Het-ta er at geva við aðrari hon-dini, fyri síðani at taka tað innaftur við hinari.

Nú hava vit í hvussu so er eina greiða ábending um, hvat vit kunnu vænta ok-kum um hesir flokkar koma til valdi eftir komandi lögt-ingsval.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur.

STOPP SK AT T TAKK”Tað skelkar meg reint út sagt almikið, at núverandi býráðsmeirilutiætlar at hækka skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu.”

Starvslønir til listaligt og mentanarligt

arbeiði í 2015

Mentanargrunnur Landsins kann lata um-søkjarum starvslønir við støði í listaligum og

fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.

Endamál grunsins er at styðja starv fyri før-oyskum máli, bókmentum, list, vísindum og

øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lær-dum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra

list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis:1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir

galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir.

Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2014 er kr. 25.587,96 um mánaðin.

Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. desember 2014.

Umsóknarbløð fáast á heimasíðuniella á skrivstovuni.

Mentanargrunnur LandsinsLützenstrøð 4

FO-100 Tórshavn. tlf. 320842 – tlf. 220845

[email protected] www.mentanargrunnur.fo

Íverksetanar-studningur

til listafólk í 2015Mentanargrunnur Landsins kann lata lista-

fólkum íverksetanarstudning við støði ílistaligum og fakligum metingum.

Íverksetanarstudningur skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum, serliga ungum, at koma

víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar,

leigu av atelieri, námsferðir o.l.

Íverksetanarstudningurin er kr. 75.000 árliga og kann í mesta lagi latast sama persóni í 2 ár.

Umsóknir skulu vera nevndini í hendi íseinasta lagi mánadagin 15. desember 2014.

Mentanargrunnur LandsinsLützenstrøð 4

FO-100 Tórshavn. tlf. 320842 – tlf. 220845

[email protected] www.mentanargrunnur.fo

Page 9: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 9

sí www.treysti.fo

Page 10: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201410

L E I Ð A R I NHagafundur

Fyri uttara haga á Skarði verður í skúlanumí Haraldssundi sunnudagin 26. Oktober kl. 15.

Skrá:

Roknskapur

Hagastýrið

TøkkEina hjartaliga tøkk senda vit tykkum sum minntust okkum á diamantbrúdleypsdegnum 10. sept. 2014.

Vinarligar heilsanirNessie og Sofus Poulsen, Aberdeen

Týsdagin 21 Oktober hava Lisbet og Kristian Fríðrik Olsen,Klaksvík silvurbrúdleypsdag.

Dagurin verður hildin Leygardagin 25. okt. frá kl.10-16, heima, á Brekku 54. Kom og hald dagin við okkum,brúka høvið at støkk inn á gólvi.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sárt kenst í sinni, tá tynnist í túni,og frægir teir fara frá búnum borð,og tagnað er tunga og orðalagsbúnihjá vitrum, sum bóru oss vísdómsins orð.

----

Vit sakna teg, Hera, tú vart oss so drúgvur,tá vit sótu saman um dagsins mál,um spakur, tú altíð vart evninum trúgvur,har vísur tú tíðum gavst samrøðu sál.

Í skildri tú sýndi oss dugna og dygdir,har maður var maður, og orðið var orð,og bók tær alt lívið gav djúptøkin brigdirtil verkliga lív títt og andalig kor.

Vit huga teg koma á gáttina tíðan,har tú átti sess við hitt Runda Borð,har mangan, tá hugflog á sveim fór ov víðan,varð tálmað til skynsemi við tíni orð.

Tú segði við gleði frá konu og børnum,tú átti við Sandin títt friðarskjól,frá virknum lívi við mongum jørnum,har tú við tín maka títt húski ól.

Tí kennist tað tómt, tá ið tømist i heimi,tá vegarin sterki av sótt fellir frá,tá kulsa má bøga hjá køldum eimi,tí farin er hann, sum henni var hjá.

Tó enn hoyrist ljóðið frá farnum maka,tá ungar á flogi, teir syngja sítt ljóð,við faðirs máli til móður staka,við hirdar gløður har grúgvan stóð.

----

Nú farin tú ert um ta seinastu sýnu,at finna tær vegin til evsta lið,nú sloppin tú ert undan sótt og pínu,at hvíla í moldum í ævigum frið.

pmp

Heri Jøkladal*22. febr. 1937 – † 24. sept. 2014

in memoriam

Silvurbrúdleyp

Brúdleyp

Vit skulu giftast tann 27. desember.Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan

verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19. Tey sum vilja gleðast saman við okkum,

kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

Fyrst boyggja vit høvur í undran og til heiðurs fyri besta kvinnuliðinum hjá KÍ, sum nú hevur vunnið heimligu kappingina fyri 15 ár á rað.

Hjartaliga tillukku kvinnur.

Men tað er ikki einasta avrikið hjá kvinnunum síðani tær byrjaðu sína samanhangandi sigurs-røð í 2000.

Vit hava nevniliga eisini eina steypakapping, har kvinnuliðini kappast, og síðani 2000 hevur fremsta kvinnuliðið hjá KÍ vunnið steypakap-pingina í eini 12 ár.

Hvussu tað ber til, at eitt lið kann vísa á so góð úrslit, tað kunnu vit nærum bert gita um. Men tá vit taka við, at KÍ megnar at hava umleið 150 gentur og kvinnur til venjingar á Djúpumýrum fleiri kvøld um vikuna stóran part av árinum, so sigur tað nakað.

Onki er heldur at ivast í at skalt tú fáa nakað at rigga, sum bara líkist tí sum KÍ hevur fingið at rigga á kvinnusíðuni, so er neyðugt at tú hevur undangongufólk, sum vísa vegin, og sum tey yngru í felagnum síggja upp til.

Sjálvt um Malena Josephsen aðrastaðni í blað-num roynir at káva útyvir týdningin av teim eyðsýndu í felagnum, so er als ongin ivi um, at tað hevur havt sera stóran týdning fyri be-sta kvinnuliðið, at vit hava havt kvinnur, sum Bárðu, Malenu, Rannvá og Ragnu og aðrar við, sum hava gingið undan í arbeiðishugi, teknikki og ikki minst í tign.

Men tað eru ikki bert einkultpersónar, sum ska-pa liðið verður sagt og tað er eisini galdandi fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Stadionøkið á Djúpumýrum er sum ein livandi meyrutúgva frá morgni til myrkurs alt árið og harafturat er tað líka við at lív er í har allan sólar-kringin í hægstu summartíð. Tað kann væl vera at vit viðhvørt halda at nógvur peningur fer úr ymiskum lummum til fótbóltin. Men taka vit samanum og siga, at Klaksvíkar Ítróttarfelag við 150 leikarum á kvinnusiðuni, eini 400 íðkandi limun á manssíðuni og harafturtat hondbólts-deidin Stjørnan verður rikið fyri góðar tvær milliónur krónur, tá eru venjara og spælaralø-nir í Effodeildini tikin við, so sigast kann ikki at felgið er dýrt at reka, tá hugsað verður um alt virksemi, sum er á Djúpumýrum, hetta ber bert til orsakað av ótrúligum sjálvboðnum arbeiði.

Jú vit hava eitt vælvirkandi Klaksvíkar Ítróttar-felag, sum vit kunnu vera stolt av og ikki minst eru kvinnufótbóltsúrslitini ein stoltleiki hjá felagnum.

Einaferð enn, hjartaliga tilluk-ku KÍ kvinnurnar. : ”15 ár á rað, bara tit hava megnað tað”.

KÍ ótrúliga fótbóltsfelagið

Page 11: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 11

Silvurbrúdleyp

Page 12: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201412

Nú tær báðar 33 ára gomul Ragna og Rannvá Andreassen hava verið við til at vunnið meistara-heitið við KÍ kvin-nunum 15 ár á rað, er tað kanska uppá sítt pláss at fara eitt vet aftur í tíðina og spyrja 92 ára gomlu ommu teirra, Jancy Biskopstø, eitt sindur um hvus-su hon hevur upplivað tíðina.

Tað var nevniliga omman, sum á fyrsta sinni leid-di tær niðan á ”plenuna” í

1988- 89. Síðani tá hevur hon fylgt teimum, eisini í ítróttarhøpi og Jancy var sera ofta at síggja til dystir hjá KÍ kvinnunum. Tá bei-nini byrjaðu at svíkja, bleiv hon ofta styðjað til vøllin av døtrunum Jórun ella Elsu. Nú Jancy situr á He-iminum Við Vágna, fylgir

hon eisini við. Tvillingarnir vitja hana frammanundan hvørjum dysti og hvørjafer sigur Jancy við tær sum far-væl við einum smíli: ”Keep your eye on the ball”.

Tær vóru ræðuliga buldrarsligar, er tað fyrsta Jancy sigur við meg, tá vit bæði hava sett okkum væl

við lítla køksborðið hjá henni í hugnaligu íbúð hen-nara í Heiminum Við Vág-na, og tá eg havi sagt henni ørindi míni, at fáa eitt prát um Ragnu og Rannvá nú KÍ kvinnurnar hava sett heim-smet.

Tað var nevniliga so, at mamma teirra Jórun er

sjúkrasystir og arbeiddi nógv tað tíðina, gentirnar vóru lítlar. Pápin er ma-skinmaður og hann var nógv burtur, so tað fall á meg at hava tær, tá tað bar mær til.

Tað var ikki bara sum at siga tað at hava tær í dagtímunum, tí tær vóru

ótrúliga aktivar og funnu alla tíðina uppá eitthvørt og tað kundu blíva ov mi-kið hjá eini ommu viðhvørt. Men ikki tíð, mær dámdi ógvuliga væl at tær komu til mín.

Eg minnist at ein dagin bleiv tað ovmikið hjá mær, tær høvdu rumsterað alt so

T VILLINGARNIRÁ L I Ð INUM H J Á K Í K V INNUNUM

Page 13: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 13

til inni, so eg gjørdi bara av at fara ein túr við teimum, tær mundu vera um 7-8 ár tá.

Eg búði tá á Bumshamri. Eg gjørdi ikki vandari enn at eg tók í hondina á teim báðum og so fóru vit ein túr heim eftir veg, eg ætlaði at tað skuldi vera ein langur túrur.

Komin heim ímóti gamla kirkjugarði í Vági, hoyr-du vit sovornan levind og gang. Tá var tað frá plen-uni. Eg kendi als onki til fótbólt og hevði ongantíð verið til nakran dyst, heldur ikki hevði nakað av bør-nunum hjá mær fingist við fótbólt ella hondbólt, so er var at kalla frammand í tí samanhanginum.

Ná, men vit tríggjar gingu eftir ljóðinum og komu niðan á vøllin. Akti-var sum tær vóru, vildu tær beinanvegin sleppa upp í part her, og tað endaði við,

at eg slepti teimum bara inn á vøllin. Tær byrjaðu beinanvegin at spæla. Eftir eina løtu sluppu tær uppí og eg minnist at hitt liðið var úr Leirvík. Tvillingarnir blivu garvillar í spælinum byrjaðu eisini at skora. Het-ta bleiv dagur í viku.

Eg haldi at Ragna og Rannvá høvdu sera gott av at koma uppí fótbóltin. Af-taná at tær vóru byrjaðar at venja og spæla, blivu tær so skikkiligar, at tað var ein frægd hjá mær tá tær komu til mín at vera, ímeðan foreldrini vóru til arbeiðis. Eg havi alt gott at bera KÍ fyri tað.

Hesin dagurin bleiv spírin til fótbóltskarieruna hjá teimum, tær fingu síða-ni boð um at koma at venja, og tað hava tær gjørt síðani.

Tær byrjaðu eisini at spæla hondbólt við Stjørnu-ni. Har spældu tær í nøkur ár, men tað var altíð fótból-

turin, ið hevði teirra áhuga og hóast tað mangan var boð eftir teimum seinni til hondbóltin, so hildu tær fast í fótbóltinum.

Um somu tíð sum eg leid-di Ragnu og Rannvá niðan á plenuna, byrjaði eg smátt um smátt at hyggja eftir fótbólti. Tað byrjaði við at eg fylgdi teimum til dystir. Men seinni, tá tær fóru at spæla hondbólt, fór eg ei-

sini at hyggja eftir hond-bólti, sum eg onki kendi til áðrenn og afturat tí hevur mær eisini dámt sera fæl mansfótbóltin. Eg havi hugt eftir KÍ nógv og eisini havi eg fylgt útlendskum liðum á sjónvarpsskíggjanum, kanska serliga Liverpool og Barcelona.

Samanumtikið haldi eg at eg kann siga, at tvillingar-nir hava havt sera gott av at

verið tætt knýttar til KÍ, al-lan uppvøksturin hava tær verið fyrimyndin hjá yn-gri ættarliðum. Tær komu ígjøgnum ungdómsárini at kalla uttan trupulleikar tí tær høvdu nakað at ganga uppí. Umframt at hava ve-rið fótbólts og hondbóltsle-ikarar, hava tær eisini brúkt nógv av síni frítíð, sum ven-jarar hjá yngri ættarliðum.

Nú tær vera heiðraðar saman við øllum hinum kvinnunum, ið hava spælt við KÍ kvinnunum í 15 ár og ikki minst ”VUNNIÐ FØROYAMEISTARA-HEITIÐ Á HVØRJUM ÁRI” fari eg at ynskja tei-mum hjartaliga tillukku og Harrans signing, segði Jan-cy Biskopstø at enda.

Page 14: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201414

trygging.fo

Galdandi lóggáva áleggur øllum hundaeigara at ábyrgdar tryggja hundin. Tryggingin fevnir um skaðar, ið hundurin ger á aðrar persónar ella lutir hjá øðrum. Tann, ið ansar hundinum, hevur ábyrgd av tei-mum skaðum, hundurin ger.

Um hundurin er ábyrgdartryggjaður, ber eisini til at tekna eina lívstrygging fyri hundin. Tryggingin veitir endur gjald, tá sjúka ella óhapp viðføra, at hundurin doyr ella sambært djóralæknaváttan má avlívast.

Ynskir tú at tekna trygging, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

HUNDATRYGGINGAR

TRYGGJA TÍN

BESTA VIN!

Page 15: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201416

Ein av venja-runum, sum hevur kappast móti KÍ kvinnu-num seinastu árini, dylir ikki fyri, at KÍkvinnurnar eru fyrimyndir, sum onnur lið royna at eftirlíkna.

Jákup Ósá

Eitt er, hvussu KÍ kvinnur-nar sjálvar og annars fólk kring hópin síggja uppá hetta søguliga avrikið og hvørjar orsøkir er fyri, at hetta KÍ liðið hevur staðið

seg so væl. Men kanska líka áhugavert er tað, hvus-su t.d. kappingarneytar síg-gja uppá KÍ liðið og hvat hesir halda er orsøkin til, at KÍ hevur sett heimsmet. Ein av kappingarneytunum gjøgnum nógv ár er núve-randi HB venjarin Allan Dybczak. Hann var eisini tann venjarin, sum í 2007 var nærmast við at koppa KÍ liðnum.

Ræðandi styrkinræðir hini liðini

Tá Allan Dybczak skal lýsa KÍ kvinnuliðið hesi árini, so heldur hann, at ræðandi styrkin á KÍ liðnum hevur gjørt, at mótstøðan ikki he-vur verið so stór øll árini.

- Tað eru nógvir mátar at lýsa hetta avrikið hjá KÍ kvinnunum uppá. Eftir míni meting hava tær ikki fingið so nógva mótstøðu altíð. Í nógv ár hava hini liðini ikki verið góð nokk. Stór útskifting hevur verið hjá hinum, meðan KÍ allan vegin hevur havt ein bul á

liðnum, sum hevur hildið øll árini. KÍ hevur verið se-riøsari enn hini. Men onkur ár hava liðið veruliga man-nað seg upp fyri at taka KÍ kvinnurnar. Eg hugsi serli-ga um B36 í 2007 og EBS/Skála í fjør. Men alíkaval hava KÍ kvinnurnar tað, sum skal til fyri at vinna. Og so njóta tær eisini gott av, at summi lið hava tapt móti KÍ áðrenn dysturin er spældur. Tað er heldur ikki løgið, tá hesir leikarar hava sæð og hoyrt uppá

eitt so gott lið í so nógv ár. KÍ hevur eisini havt Euro-pa Cup kappingarnar sum eina eyka gularót, og so he-vur Klaksvíkin sum heild stuðlað undir kvinnufót-bóltinum. Alt hetta hevur gingið upp í eina hægri eind og tí hevur KÍ vunnið so nógv, sigur Allan Dybc-zak.

LyklaleikararAllan vil serliga nevna fýra leikarar, tá hann kemur inná, hvørjir lyklaleikarar-nir hjá KÍ hava verið hesi árini.

- Malena Josephsen og Rannvá Andreasen hava havt stóran týdning øll ári-ni. Og so vil eg eisini taka Ragnu Patawary uppí, tí hevur hevur verið kring liðið onkursvegna nærum øll árini. Málverjin Ran-di Wardum hevur havt ein avgjørdan leiklut. Hon er klárt besti málverjin í lan-dinum og tá leikarar síggja hana í málinum, so verður virðingin eyka stór, tá teir

skulu skjóta. Hetta eru KÍ leikarar, sum bera ein sterkan vinnara mentalitet í felagnum. Teir ungu lei-kararnir fáa gott av hesum, tí tær fáa at vita, um avri-kini ikki eru góð nokk. Í KÍ verða vánalig avrik ikki góðtikin, heldur venjarin hjá einum av mótstøðuliðu-num hjá KÍ í nógv ár.

Framtíðar leikararnirTá vit spyrja Allan um, hvat hann væntar av KÍ í framtíðini og hvørjir lei-karar skulu bera liðið, so peikar hann serliga á ein leikara.

- Har sleppur ein ikki uttanum Eyðvør Klakstein. Spældi hon við nøkrum øðrum felag, so hevði hon longu nú havt spælt fast í 2-3 ár. Men í KÍ eru so nógvir góðir og royndir leikarar, at tær ungu kun-nu spælast spakuliga inn á liðið, og tí hevur Eyðvør t.d. ikki fingið fast pláss fyrr enn í ár. Hon er ein sentralur leikari, sum eg

KÍ K V INNURNA R ERU F Y RIM Y NDIR

Mynd: Rakul Hansen

Page 17: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 17

vænti verður lyklaleikarin framyvir. Eisini kann eg nevna Hervør Olsen, sum skoraði avgerandi málið í steypafinaluni. Hon hevur nakað eyka yvir sær og so haldi eg eisini, at Gudný Johannesen er ein góður leikari. Sum heild haldi eg, at KÍ er sera væl fyri allan vegin á kvinnusíðuni. Tær hava ikki vunnið U17 kap-pingina seinastu tvey árini, men U17 liðið hjá teimum í ár er ungt og hevur knúst alt sundur øll árini fram-manundan. Vit í HB hava roynt at ’’kopierað’’ eitt sindur, tí KÍ er fyrimyndin á kvinnusíðuni, men hóast vit eru komin væl áleiðis, so er KÍ framvegis best fyri samanlagt á allari kvin-nusíðuni, sigur hann.

Stóð nógv á í 2007KÍ kvinnurnar seta í ár he-imsmet við 15 FM heitum á rað, men serliga eina árið var sera tætt við, at hen-dan sigursrøðin kom at enda. Trý umfør vóru eftir at spæla í 2007, tá KÍ og

B36 møttust í avgerandi dysti í Klaksvík. Vinnarin gjørdist mest sannlíkt FM vinnari, tí væntast kundi, at bæði liðini fóru at vinna sínar seinastu tveir dystir – og tað vísti seg eisini at hal-da. KÍ hevði betri málúr-tøku og kundi tí brúka javnleik. Tá hálvur tími var eftir av hesum dystinum sá sigursrøðin hjá KÍ út til at fara at enda. B36 var á odda 2-0, og var betra liðið. Al-lan Dybczak var venjari hjá B36 tað árið.

- Hatta árið minnist eg sum nakað ’’bitturt’’. Eg helt, at vit vóru betri enn KÍ tey seinastu umførini hatta árið. Um ein runda av dy-stum móti hvørjum øðrum var eftir tað árið, so væn-ti eg, at vit høvdu vunnið FM. Vit høvdu eitt sterkt lið, sum eisini var væl fyri mentalt. Vit eru á odda 2-0 í avgerandi dystinum í Klaksvík í 3. seinasta um-farinum, og bara ein hálvur tími er eftir av dystinum. Men so skorar Rannvá til 2-1 og so kemur panikkur

í, og tær flestu bíða bara til tað verður 2-2. Og so sko-raði Rannvá til 2-2. eftir mínum tykki vann Rann-vá FM tað árið. Eg min-nist eisini, at Ása Dam á Neystabø, liðskipari, rópti út til mín, tá støðan var 2-0, og spurdi um hon skuldi mansuppdekka Rannvá. Eg havi nøkur sekund at hug-sa meg um í og sigi nei, vit koyra sum vit hava gjørt. Hetta hava eg og Ása tosað um líka síðani. Vit vita ikki, hvat hevði hent, um vit høvdu mansuppdekkað Rannvá, men tað var heilt vist ein skeiv avgerð frá mínari síðu. Hinvegin skal sigast, at okkara sigur móti KÍ á heimavølli tað árið var heppin, tí KÍ var greitt be-tra liðið, men tann sigurin gjørdi, at vit fingu lagt trýst á KÍ alla kappingina, sigur venjarin hjá B36 í 2007.

Sungu í horninumAllan sigur víðari, at hann minnist eina stuttliga hen-ding frá hesum sama ári-num. Ein hending sum

hann heldur lýsir væl, at tað uttan iva kennist betri og stuttligari, tá kappingin er hørð um at vinna FM. KÍ kvinnurnar høvdu vunnið FM heitið og á KÍ veitslu-na sama kvøld ringja tær til størsta kappingarneytan av øllum – B36 venjaran Allan Dybczak.

- Eg minnist væl hesa stuttligu hendingina. KÍ kvinnurnar høvdu sína FM veitslu sama kvøld sum tær høvdu vunnið FM. Tær taka so og ringja til mín og syngja í horninum ’’ Vit eru føroyameistarar’’. Mest natúrligt hevði verið, at eg smekkaði hornið á í øðini, men tað valdi eg ikki at gera. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tær hava sína FM veitslu og brúka tíðina uppá at ringja til mín. Tað segði mær, at hetta nokk var eitt FM heitið, sum var stuttligari hjá teimum enn eitt vanligt FM, tí kap-pingin var so hørð. Tað skal eisini sigast, at eg gjøgnum árið hevði verið úti í miðlu-num og lagt trýst á tær og

kanska fekk hetta aftur av somu orsøk. Men ’’poen-gið’’ hjá mær er, at tað heilt vist er stuttligast at vinna, tá kappingin er hørð, sigur Allan Dybczak.

FM krevur meir enn steypakappinginMeðan KÍ hevur vunnið FM 15 ferðir, so hevur tað ikki gingið eins gott í steypakappingini, tí nøkur ár eru farin burtur ímillum, har annað lið hevur vunnið steypakappingina. Í ár var HB við Allani nær við at koppa KÍ.

- Steypafinalan er nakað annað. Tað er ein dystur og har kann alt henda. T.d. í ár, so var KÍ risa favorittur móti okkum. Tær hava eitt nógv betri lið enn vit. Tá tær skifta út, so kemur ofta ein landsliðsleikari inn, meðan okkara lið viknar nógv, tá vit gera fleiri út-skiftingar. Men ein lands-kapping varðar nógv longri og tá kemur t.d. breidd og kvalitetur meira til sjón-dar, meðan tilvildin meira

ræður í steypakappingini. Vit høvdu ein 100% mø-guleika, tá 5 minuttir vóru eftir við støðuni 0-0, so tað kundi tað sama verið vit, sum vunnu og tað vísir enn einaferð, at alt kann henda í steypakappingini, sigur Al-lan Dybczak.

Fer 15 at hækka?Spurningurin er so, um KÍ kvinnurnar eisini komandi árini fara at vera einaráðan-di í kvinnufótbólti.

- Tað eru ov nógvir ósva-raðir spurningar til at meta um tað. Fara Rannvá, Ma-lena og aðrar at halda fram og koyra á við somu ferð? Hvør verður venjari hjá KÍ? Og hvussu vera hini liðini fyri? Alt hatta spælir inn, so tað er trupult at siga nakað um næsta ár longu nú, tá so nógvir ósvaraðir spurningar eru, sigur Al-lan Dybczak at enda við Norðlýsið.

Page 18: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201418

Millum annað tað, sigur MarnarMortensen, stjóri í Norðoya Spari-kassa, tá vit spyrja hann um, hví Sparikassin hevur stuðlað kvinnunum alt síðani kvinnufót-bólturin tók seg upp í Klaksvík.

Nú so nógv verður gjørt burturúr bragdinum ”15 ár á rað” hjá KÍ kvinnunum, so eru vit í Sparikassanum ógvuliga errin av hesum, tí Norðoya Sparikassi hevur verið viðspælari hjá kvin-nunum øll 15 árini og meira enn tað.

Tá eg tosið um røturnar,

so vita øll, at Norðoya Spa-rikassi varð stovnaður júst tí at Norðoyggjar høvdu ein slíkan stovn fyri neyðini. KÍ kvinnurnar eru bert enn eitt dømi um, at Sparikas-sin er peningaligi kveikja-

rin í samfelagnum her.Vit stuðlað nógvum ítrót-

ti í Norðoyggjum og men-ninir hjá KÍ fara avstað við nógvum. Men tá kvinnur-nar byrjaðu at røra uppá seg í fótbóltshøpi, hildu vit tað

vera rætt at hjálpa teimum ígongd. Sparikassin varð 95 ár í ár og hevur alla sína tíð átt ein leiklut í lokala økinum. Sparikassin he-vur fingið holla undirtøku øll árini og ynskir tí at lata nakað aftur til økið.

Ein skal minnast til, at tað kostar at reka eitt felag. Tað er ikki bara at spæla fótbólt, tú skalt hava um-støður, klæðir, venjarar og annað mangt, og skuldi ungdómurin, sum hevur hug til ítróttina goldið alt úr egnum lumma, so høvdu ivaleyst fleiri frítíðarmøgu-leikar, sum eru í samfelag-num ídag, als ikki verið til, og eisini hevði støðið verið hareftir.

Í dag fegnast vit saman við kvinnunum hjá KÍ, at tær hava umsitið okkara sponsoravtalur so væl øll hesi árini. Saman við te-imum er Norðoya Spari-kassi stoltur av, at tær hava vunnið meistaraheitið 15 ár á rað, og ikki minst, at tær nú eru úti í heimi á hvørjum ári og umboða land okkara.

Um eg vendi spurningi-num hjá tær inn eftir og hyggi eftir hvat Sparikassin hevur fingið burturúr, so er einki at ivast í, at kvinnur-nar hava verið eitt gott um-boð, eisini hjá okkum.

Tá vit fara undir slíkt, so er tað eitt slag av lýsingum, ið nevndar vera ”image lý-singar.” Hesar eru ringar at máta, men sum sponsorur og lýsari hjá KÍ kvinnunum er ongin ivi um at Norðoya Sparikassi er vorðin enn sjónligari, fyrst og fremst í lokalsamfelagnum, men ikki minst í øllum Føroy-um við allari miðlaumtalu-ni av kvinnunum og eisini gloppa tær vindeyga okka-ra út í heim har tær spæla í Champions Leaque og nú møguliga í Guinness Book of World Reckords.

Nú er tað ein sannroynd, at kvinnufótbólturin savnar ikki nógvar áskoðarar. Men í samband við KÍ kvinnur-nar hava vit fingið ótrúligt fokus og nógva umtalu.

Miðlarnir skriva og tosa nógv um KÍ kvinnurnar, ei-

sini tit á Norðlýsinum. Eitt nú sum í dag, saman við KÍ kvinnunum er Norðoya Sparikassi rættuliga í mið-deplinum. Afturat øllum hesum, er eisini møguleiki fyri at tær koma í Guinness Book of World Reckords og tað verður stórt, tað fer rættuliga at seta tær á he-imskortið.

Jú, Norðoya Sparikas-si hevur verið hollur við-spælari hjá KÍ kvinnunum og tær hjá okkum, sigur Marner Mortensen, stjóri á Norðoya Sparikassa.

SPARIK ASSIN HELDUR FAST UM SÍNAR R Ø TUR

Page 19: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 19

Ynskir KÍ-kvinnunumhjartaliga til lukku við bragdinum

“15-ár á rað”

Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 [email protected] www.ns.fo

Page 20: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201420

Styttri byggitíð, lægri rentuútreiðslur

Ongar eyka útreiðslur til byggitekningar

Norðsetur útvegar og avgreiðir byggiloyvið

Møguleika at tillaga tey ymsu sniðini eftir egnum ynski

Húsini kunnu latast keyparanum liðug og klár at flyta inn í, ella sum byggisett

Page 21: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 21

Tel. +298 20 70 00Fax +298 20 70 10T-postur: [email protected]

Norðhavnin 8Postboks 329

FO-726 ÁnirnarFøroyar

“15 ár á rað”Hjartaliga til lukku

við bragdinumKÍ-kvinnur

www.cig.fo

Page 22: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201422

Tá eitt mett verður sett, koma ofta onnur í kjalar-vørrinum.

Tá undankappingin hjá UEFA fyri kvinnufót-bólt byrjaði í 2001, vórðu KÍ-kvinnur umboðaðar - og tað hava tær verið síðani sum einasta felag. Malena hevur verið á vøllinum í øllum dystunum uttan tí eina, tá eitt reytt kort gjør-di fortreð. Bára og Eyðvør (móður og dóttur) hava við tíðini leikt nógvar dystir saman í KÍ, og hava eisini leikt saman á landsliðnum.

Metið við flest meistara-heitum út í eitt, er rættili-ga serstakt. Tað er næstan

ógjørligt at ímynda sær, at nakar her á landi fer at endurtaka bragdið. Longu í 2005 løgdu tær mennir-nar hjá KÍ afturum tá tær vunnu 6. heitið. Seinni fall Rosenborg í Norra og nú er Skonto Riga úr Letlandi ei-sini yvirhálað. Í einum lan-di í Stillahavinum (Vanu-atu) er eitt lið, ið sigur seg hava líka nógv heiti sum KÍ, men hetta tykist heldur ivasamt tá talan ikki er um eina landskapping, men eina lokalkapping. Stóri av-bjóðarin til KÍ-metið er eitt lið úr Litava, sum KÍ-kvin-nur kenna væl. Tær eru við at ota seg uppeftir og vinna fyri 12. ella 13. ferð í ár.

Heri Ellingsgaard

EIT T SERSTAK T MET

Page 23: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 23

Sum skilst eru samráðingar ikki farnar í gongd, men hugt verður uppá ymiskar mø-guleikar.

Aleksandar Djordjevic fer at venja kvinnurnar hjá AB komandi ár og er sostatt leysur av KÍ. Spenningur er tí um venjaraspurningin hjá KÍ-kvinnunum. Sum skilst, verður tosa um málið í løtu-ni. Skal ein høvuðsvenjari

setast fyri allan kvinnupar-tin, sum so hevur hjálparar afturat sær, ella skulu bestu kvinnurnar satsa uppá sín egna venjara? Skal tað vera ein maður ella ein kvin-na? Djordjevic hevur duga tað taktiska spæli væl – og

júst tað skal eisini havast í huga, tá nýggi venjarin skal finnast. Men fyribils mugu fólk bíða í spenningi, frætta vit úr KÍ.

Ragnar Ludvig er tvørá-maður í sinn og skin, men heimkomin úr útlandinum valdi hann saman við konu og børnum at búsetast í Klaksvík. Hetta var eitt tilvitað val tí eftir at hava mett um kostnað og um-støður at búleikast kom hann til tað niðurstøðu at tað var munandi bíligari og lættari sum familja at seta búgv í Klaksvík í mun til Tórshavn.

Ragnar starvast í løtu-ni sum leiðari á Sjónám í Klaksvík

LES SAMRØÐUNA Í BLAÐNUMFRÍGGJADAGIN

KÍ VIÐGER VENJARA-SPURNINGIN Í L Ø TUNI

FLUT TU HEIM OG VALDI AT BÚSETAST Í KL AKSVÍK

Betesda bjóðar afturtil Eldrasamkomu fríggjadagin 24. okt.kl. 15.00 - 17.00

Hesaferð verður tað Herdis

Øregaard, (Heddi), sum fer at greiða frá eini serligari hending í lívi hennara.

Tey, ið fara at syngja eru Henny Gerðalíð, Eyðun Ja-cobsen, Janus Jacobsen og Victor á Lakjuni

Sum vant verður eisi-

ni felagssangur, høvið til eitt gott prát og ein drek-kamuður.

Øll eru hjartaliga vælko-min!

Hevur aðalfund á Klaksvíkar Sjómannsheimi

týskvøldið 4. November kl. 19.30

Norðoya Listafelag

ELDR AS A MKOM A N Í BE TESDA

Page 24: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201424

FØ ROYA SYMFONIORKESTUR, KONSERTIR Í VIKUSKIF TINUM

Fyrsta konsert-in verður í Christians-kirkjuni. Hon er flutt frá 19.30 til klokkan 21.00 fríggjakvøldið.

Orsøkin er tann, at gek-kaupphæddin er so ógvusli-ga stór, at vit vilja lata fólk fáa stundir til at vera við í gekkaspælinum og eisini fáa møguleikan til at koma til hesa forvitnisligu kon-sertina, sum FSO strúka-rarnir fara at framføra.

Leygardagin verða tvær konsertir: Í Fríðrikskirkju-ni klokkan 14.30 og í Ves-turkirkjuni klokkan 18.30.

Spæld verða verk eftir Pur-cell, Bach, Dvorak Grieg og Bartok.

Solistar: Heiðrun Peter-sen og Jón Festirstein An-dreasen.

Dirigentur: Bernhard Wilkinson

Antonin Dvorak: Serene-da fyri strúkarar í E dur. Henda serenadan er ein tað mest vældámda av hansa-

ra tónleiki. Serenadan er í fimm pørtum, og er sera krevjandi fyri tónleikarar-nar.

J. S. Bach: Konsert í d moll fyri tvær violinir og strúkarar. Henda konsertin er ein gimsteinur í violin-litteraturinum. Hetta er ein vevnaður í tónleiki millum orkestur og tær tvær violi-nirnar, sum neyvan finnur

sín líka. Verkið er í trimum pørtum, og serliga yvir sei-na miðsatsinum hvílur ein næstan yvirjarðligur vakur-leiki. Solistar eru tveir av okkara dugnaligastu ungu violinistum, Heiðrun Peter-sen og Jón Festurstein An-dreasen.

Bela Bartok: Sjey rumens-kir fólkadansir.

Tónleikurin var uppruna-

liga skrivaður fyri klaver, men var seinni útsettur fyri strúkarar. Teir eru frá økinum Transilvania og funnust upprunaliga fyri fiól ella floytur, sum seyða-menn plagdu at brúka

Edvard Grieg: Tvey ele-gisk ella sorgkend løg. I Særda hjartað og II Seina-sta várið

Grieg var normaður og er

sera ávirkaður av norskum fólkatónleiki, sum gjøgnum hann er vorðin alheims. Hann gjørdist heimskendur tónasmiður í seinromanti-ska tíðarskeiðinum.

Henry Purcell: Chacony, kvartett fyri strúkarar í g moll.

Her eru nógv eyðkenni frá barok tónleikinum. Tað byrjar við einum hábærsli-

gum tema í bassinum, sum verður endurtikið ferð eftir ferð og fær so ymsar akkor-dir lagdar omanyvir, sum so flytast í orkestrinum. Tónleikurin kann fram-førast sum kvartett, men verður her framførdur av strúkiorkestri.

Page 25: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 25

FØ ROYA SYMFONIORKESTUR, KONSERTIR Í VIKUSKIF TINUM

Page 26: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201426

Lætt at krevja frá síðulinju-ni við lutvíst leysliga undir-bygdum ella óundirbygdum uppáhaldi, meðan aðrir satsa og gera íløgurnar

Seinastu árini hava sko-triðurnar dunað úr po-litisku, hagfrøðiligu, búskaparfrøðiligu og sam-felagsfrøðiligu legunum inn í rikna fiskivinnu- og vinnupolitikkin í Føroyum. Hesir meta, at best er við broytingum.

Samfelagið Føroyar he-vur ment seg í flestu førum soleiðis, at vit hava eitt heilt annað samfelag enn fyri 50 árum síðani. Tað hava on-nur lond eisini.

Hetta er sum við “Stór-hvalagildinum”: Hvør av øðrum liva má”. Frum-róðurin er tilfeingisvinnan, og hvussu hon verður fingin til høldar.

Seinastu árini hava bús-kaparfrøðingar og ávísir politikarar trilva seg fram, tí hesir krevja broytingar. Tosa um “uppboðssølu” av fiskiloyvum, men hvussu hetta í roynd og veru skal skipast út í æsir og hvussu hetta fer at virka í long-dini 5,10,15 ár fram og viðvíkjandi fígging, veð-seting, kontinuiteti o.s.fr. tykjast teir ikki at vera ser-liga stinnir í – milt sagt.

Fleiri kanningar hava sæð dagsins ljós. Har verður kravt tilfeingisgjald, víðari menning av vørum og tær milliardir meiri, hetta átti at givið føroyska samfelag-num. – Hetta ljóðar jú alt tiltalandi!

Tað sum liggur fyrst og

fremst fyri hjá hesum, er at “taka úr vinnuni og harvið hevur hon færri pengar til víðari menning” - hon er jú so rík - til at lata lands-kassanum, so ein “vælferð” kann uppihaldast, verður sagt. Spurningurin er so, vælferð fyri hvønn og hvus-su langt framyvir?

Grunnar kanningarLætt er at rópa frá síðulin-

juni lutvíst leysliga undir-bygt ella óundirbygt, sum tó skinklar, meðan aðrir satsa, gera íløgur og menna tilfeingið bæði innan aling og fiskivinnu og fáa ákoy-ringar frá hesum.

Nú kom Framsókn við eini kanning, har í einum parti verður sagt, at “59% av føroyingum halda, at ali-vinnan og fiskivinnan eiga at gjalda tilfeingisgjald”

omaná skatt og onnur av-gjøld. Hesum svølgja fjøl-miðlar og ávísir politika-rar rátt og brúka tað uttan víðari viðgerð. Har hoyrist onki eftirspæl frá aðrari síðu.

Veruleikin er, at ídag vir-ka bert eini 4.000 fólk av 25.000, sum eru á arbeiðs-marknaðinum, beinleiðis í fiski- og alivinnuni. Bara eitt av so mongum dømum:

fyri 20 árum síðani vóru 2.000 fiskimenn og kanska 700 námsfrøðingar. Ídag hava vit 700 fiskimenn og helst 2.000 námsfrøðingar. Møguliga rætta gongdin, tí fiskivinnan er so nógv rationaliserað. Men, hvør hevur gjørt hetta møguligt? Stutta svarðið er sjálvan-di ali- og fiskivinnan, sum sjálv hevur ment seg.

At kanningin vísir, at 59% av føroyingum ynskja tilfeingisgjald, er ein nátúrulóg men krevur eina nærri gransking av teirri orsøk, at bert stívliga 15% av fólkinum er beinleiðis í fiski- og alivinnuni og hin parturin hevur so gott sum onki tilknýti til hesa vinnu, og tí eina heilt aðra hugsa um hana, tá tey verða spurd, enn tey, ið beinleiðis eru í henni. Samfelagshug-sanin er so sera nógv broytt seinastu ár tíggjuni.

Søla av fiskiloyvum og hvat soHendan kanning eins og fleiri av rokniørkunum og á skriviborðinum skinkla veruliga og kunnu roknast beinleiðis ótrúverdug uttan – sum sagt – nærri gran-sking. Hon verður tó brúkt fyri fullum útblástri.

Fari líka at tríva í grei-nina við uppáhaldinum um uppboðssølu av fiski-loyvum hjá Jóannesi Ja-cobsen, búskaparfrøðingi, í Dimmalætting nú um da-garnar, sum hann nú í fleiri ár hevur verið frammi við.

Har sigur hann m.a.: “Uppboðssøla er kapping eftir greitt ásettum reglum. Og her er nakað eftir á mál: Fleiri ósvaraðir spurningar um, hvørjar reglur fyri eini uppboðssølu av fiskirættin-dum gera, at sum best fæst burturúr....” – That is it! Ein tómur pakki við løttum in-npakningi!

Teir bygdu landNiðurstøðan er sera einfald út frá øllum tí, sum higartil er borðreitt við frá “frøði-ligu” leguni og frá ávísum politikarum seinnu árini:

1.Tað ræður um at taka so

nógv frá teimum, sum hesir halda hava vunnið ov nógv, hóast teir hava gjørt íløgur í bæði meiri nýmótans skip, í virkir, t.d. bjarga pørtum av Suðuroynni, nýmótans vir-ki í Fuglafirði, arbeiða fyri víðari menning av fiska-tilfeinginum, eisini gjørt íløgur í oljuvinnuna, fyri at nevna okkurt. – Mær tykir eisini, at her er ein farri av øvunsjúku, tí tey vóru, sum “fingu ov nógv”! – Føroyar hava ilt við at koma víðari!

2.Við hesum peningi, sum vinnan viknar við, skal peningur setast í al-mennu vælferðina, sum í flestu førum gevur eina “vælferð” við hópin av nýg-gjum almennum stovnum, nevndum og politiskum át-økum, sum mong helst eru óneyðug. – Danir hava sæð tað, men vit eru sum vant seinni á sjóvarfallinum.

3.Tað tykist, tá vit hoyra tosið, at “teir elska íverse-tarar, men hesir mugu bara ikki gera tað ov gott og avlopið má ikki verða ov stórt”!

Lættasta fyri bæði áví-sar politikarar og frøðingar er at sita á síðulinjuni við nøkrum í mangar mátar ivasomum “upprópum”, meðan okkara vinnulívs-fólk, fiskivinnan og ar-beiðandi fólkið skapa drúgv virði.

Nei her skinklar sannili-ga undir bæði kanningum, rokniarkinum og skrivi-borðinum og ikki minst hjá ávísum politikarum, meðan samfelagið við einum fræ-gari úrsliti hóast alt koyrir víðari. – Men tað er nú kan-ska ikki so løgið!

TAÐ SKINKL AR UNDIR K ANNINGUM, ROKNIARKINUMOG SKRIVIBORÐINUM

Page 27: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 27

Page 28: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201428

SkynTórsgøta 16Tel. 357400Fax 357401www.skyn.fo

Ikki bert ognir men heim

80 504 1 2009SVÍNÁIRSethús, á Svínanesi 12Sera snotiligu húsini, sum eru í einari hædd, eru innrættaði við gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur/stova, fýrrúm og lítil hjallur. Til húsini er eisini stór terassa og heitur pottur. Húsini standa í friðarligum, náttúrvøkum og sera veðurgóðum umhvørvi.

Prísuppskot: 1.050.000

Svín

áir

212 152 3 Uml: 1930TÓRSHAVN Sethús, Magnus Heinasonar gøta 22 Talan er um eini eldri sethús í 3 hæddum, sum standa mitt í býnum.Húsini eru bygd uml. 1930, og eru húsini nakað umvæld. Í miðhæddini er durur, køkur og 2 stovur. Í ovastu hæddini er gongd, 3 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallararúm/ fýrrúm, kamar, vesi, vaskirúm og stórt goymslurúm á 35 fermetrar. Runt húsini er garður. Allir hugsandi hentleikar eru nærhendis.

Prísuppskot: 1.325.000

Tórsh

avn

147 296 3 1954SØRVÁGURSethús, Bakkavegur 5Góð hús í Sørvági, ið eru í 3 hæddum, Í miðhæddini er inngongd, og køkur/stova í einum rúmi. Á loftinum er gongd, 4 kømur, baðirúm við brúsu og eitt vesið. Í kjallaranum er eitt kjallararúm/fýrrúm. Køkurin er skiftur í 2006 og tá bleiv eisini bjálving sproyta í útveggirnar. Húsini eru sera væl egnaði bæði til fastan bústað eins og til summarhús. Tey standa væl fyri í bygdini, tað er gott útsýni út á sjógv. Parkeringspláss er til tveir bilar.

Prísuppskot: 695.000

Sørv

águr

114 211 3 uml: 1950HELLURNARSethús/Summarhús, Rættarvegur 5Talan er um eini hugnlig sethús/summarhús, sum eru høvuðs­umvæld. Húsini eru í 3 hæddum.Í miðhæddini er inngongd, durur/gongd, baðirúm við brúsu, køkur og stova. Í ovastu hæddini eru 3 kømur. Í niðastu hæddini er kjallarúm/fýrrúm/vaskirúm og goymslurúm. Húsini vórðu høvuðsumvæld frá 2005 – 2012 . Eitt nú er yvirtromin skift, og klædningurin og vindeyguni eru nýggj. Eisini er drenað runt húsini. Garður er runt húsini við flísaløgdum túni. Húsini standa í hugnaligum umhvørvi við sera góðum útsýni út á fjørðin.

Prísuppskot: 550.000

Hel

lurn

ar

280 699 2 2008FUGLAFJØRÐURSethús, Bjarnarvegur 28Talan er um eini nýggj sethús í tveimum hæddum frá 2008. Húsini er innrættað soleiðis: í ovaru hæddini er durur, vesi, køkur, stova, brúggers, goymslurúm og bilhús. Í niðaru hæddini er gongd, hjúnarkamar v/baðirúmi, 3 kømur, kontór og baðirúm. Húsini standa í barnavinarligum umráði við sera góðum útsýni.

Prísuppskot: 1.895.000

Fugl

afjø

rður

72 86 1 2011NORÐOYRIÍbúð, Flatnavegur 87aSera snotiliga íbúðin er í einari hædd og liggur í veghædd. Í íbúðin er durur, baðirúm, 2 kømur og køkur/stova. Eisini er hjallur. Íbúðin liggur í sera náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi. Fifa vøllur er beint við. Sera gott útsýni. Gott ókeypis busssamband er til Klaksvíkar.

Prísuppskot: 1.100.000

Norðo

yri

Page 29: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 29

Vit taka støðií tykkara tørvi

[email protected]@skyn.fo [email protected] [email protected] [email protected]

115 312 2 2007HVALVÍKTvíhús, við Grástein 1bSnøggu nýmálaðu tvíhúsini eru í 2 hæddum. Í niðaru hæddini er gongd, vaskikjallari/fýrrúm, vesi við brúsu, og køkur/stova. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og 3 kømur. Húsini eru bygd í 2007 og smíðað hevur Suðuroyar Hús. Húsini standa í barnavinaligum umhvørvi í Hvalvík.

Prísuppskot: 1.050.000

Hva

lvík

120 226 2 1948TÓRSHAVNSethús, Bókbindaragøta 4Húsini eru í 2 hæddum. Í niðaru hæddini er gongd, 3 kømur og eitt kjallararúm við oljufýr. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm, spískamar, køkur, 2 stovur og eitt kamar. Vindeygu, klædningur og tak vórðu skift í 80´unum. Oljufýring og ketil vórðu skift í 2010. Ein partur av el-innleggingini er eisini skift í 2010. Húsini standa í friðarligum umhvørvi í býnum stutt frá handlum og øðrum hentleikum. Einki parkeringspláss er til húsini, men stórt alment parkeringsøki er nær við.

Prísuppskot: 1.700.000

Tórsh

avn

276 510 3 1988/89KLAKSVÍKSethús, Bumshamarsvegur 32Talan er um eini hús í 3 hæddum. Í ovastu hæddini er gongstova, baðirúm, hjúnarkamar, 2 kømur. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, bryggers, stova. Í niðastu hædd eru 2 kjallararúm, stór garaga og hjallur. Húsini standa uttarliga í Klaksvík við góðum útsýni.

Prísuppskot: 1.325.000

Klaks

vík

126 291 2 2008OYRARBAKKITvíhús, undir Bjørgum 3Nýggj góð tvíhús í 2 hæddum til sølu. Í niðaru hæddini er gongd, baðirúm, kamar, køkur/stova saman og vaskirúm/fýrrúm. Í ovaru hæddini er gongd/ stova, baðirúm, 3 kømur og eitt lítid klædnarúm. Eisini er lemmur til ovastaloft. Húsini standa í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og hava eitt sera gott útsýni bæði suður og norður gjøgnum sundalagið. Barnagarður, skúli og handlar eru nær við, harafturat er eisini gott

Prísuppskot: 1.400.000

Oyr

arba

kki

200 2 1980-unum

NORÐDEPILSethús,Túvuvegur 4Talan er um eini sethús í tveimum hæddum sum standa væl fyri í bygduni í friðarligum umhvørvi og hava gott útsýni. Húsini eru innrættaði soleiðis: Durður, gongd, 3 kømur, baðirúm v/baðikar, køkur, stova og bryggers. Niðasta hædd: 2 kjallararúm. Eisini hoyrir eitt úthús/kjallur til ongina. Grundøki er ikki víddarroknað.

Prísuppskot: 350.000

Norðd

epil

300 712 2 1973ARGIRSethús, Traðagøta 22Húsini eru í 2 hæddum - hvør hæddin er áleið 150 m2. Í ovaru hæddini er durur, stór gongd, vesi, baðirúm, køkur, stova og 5 kømur. Í niðaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, vaskirúm, stova, 2 kømur, stórt kjallararúm/fýrrúm og bilhús. Stórur garður við grasplenu, runnum og trøum er runt húsini. Húsini standa í friðaligum og veðurgóðum umhvørvi við avbera góðum útsýni yvir Havnina. Gott busssamband.

Prísuppskot: 2.075.000

Argir

Page 30: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 201430

Klaksvíkar Kommuna hevur stovnað grunn, hvørs endamál er at styrkja og fjøltátta vinnulívið í kommununi.

Grunnurin kann veita stuðul til vinnuligar verk ætlanir, ið stuðla undir útbúgving, har nevnd grunsins metir, at ætlanirnar eru nýhugsandi og nýskapandi.

Treytir fyri at fáa stuðul eru:Verkætlanin er alment gagnligt fyri Klaksvíkar Kommunu.Verkætlanin umboðar vinnuliga nýhugsan innan fiski-, skipa- ella frálandavinnu.Verkætlanin væntandi kann verða við til at lyfta fiski-, skipa- ella frálandavinnuna í Klaksvík á eitt hægri støði.

Umsókn skal innihalda greiða ætlan fyri, hvat verkætlan talan er um.

Fíggjarætlan og tíðarætlan skal eisini send-ast við.

Allar umsóknir verða viðgjørdar av nevndini fyri grunnin. Nevndin skilar sær rætt at krevja fleiri upplýsingar, um so er at hon metir tørvur er á hesum.

Umsóknir skulu stílast til:Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verkætlanir í Klaksvíkar KommunuKlaksvíkar KommunaNólsoyar Pálsgøta 32700 Klaksvík

Ella umvegis t-post: [email protected]

Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verk ætlanir í Klaksvíkar Kommunu

kr

ea

HJARTALIGA VÆLKOMIN Á MENTANARVIKUNA

Sí skránna á www.runavík.fo

Page 31: Nordlysid nr 34 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 34 MIKUDAGIN 22. OKTOBER 2014 31

Aleksandar Djordjevic si-gur, at 9 ár sum partur av KÍ kvinnuhópinum er nokk, og at bæði hann og KÍ kvinnurnar hava brúk fyrionkrum nýggjum.

Aleksandar Djordjevic he-vur verið venjari hjá KÍ kvinnunum í ár. Men Alek-sandar verður ikki venjari hjá KÍ kvinnunum næsta ár.

- Orsøkin til at eg gevist nú er, at eg haldi meg hava verið venjari hjá KÍ kvin-nunum ov leingi. Eg haldi, at bæði eg sjálvur og KÍ

kvinnurnar hava brúk fyri onkrum nýggjum. Eg havi verið partur av kvinnuhópi-num í 9 ár og eg føli í ár, at eg havi ikki neyðugu orku-na til at geva tað, sum skal til. Eg havi brúk fyri at roy-na nakað nýtt. Eg fari fram-vegis at búgva í Klaksvík, men fari væntandi at vera venjari í onkrum øðrum felagi, segði Aleksandar Djordjevic við Norðlýsið fyri fáum vikum síðani.

Hann heldur, at KÍ kvin-nurnar hava brúk fyri ei-num venjari komandi ár, sum veruliga leggur alla orkuna í at menna og geva liðnum nakað. Bulurin á liðnum er sterkur og nógvir ungir leikarar eru á áveg. Hesir skulu tó arbeiða hart, sigur hann at enda.

Leygarkvøldið kom fram, at Aleksandar Djordjevic komandi tvey árini skal venja 1.deild og U17 kvin-nurnar hjá AB.

Hóast kappingin júst er liðug, so hava fleiri av royndu KÍ leikaru-num boðað frá, at tær halda fram.

Við KVF og Rás 2 hava leikarar sum Malena Jo-sephsen, Rannvá B. Andre-asen og Ragna Patawary boðað frá, at hóast tað kanska er ov tíðliga at siga nakað við hundrað prosent vissu, so bendur alt á, at tær halda fram at spæla á besta liðnum hjá KÍ komandi ár.

Eisini elsti leikarin á KÍ liðnum, Bára S. Klakstein, hevur sagt, at hon ikki úti-hýsir, at taka eitt ár afturat.

DJORDJE VIC HELDUR IKKI FRAM SUM VENJARI

TÆR ROYNDU HALDA FRAM

Vit ynskja KÍ-Kvinnunumhjartaliga tillukku við

heimsmetinum& Føroyarameistaraheitinum

Page 32: Nordlysid nr 34 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

- hetta kendist ótrúligt. Serliga tá 90 minuttir vóru farnir og vit síggja og hoyra alt hetta ljósið og fýver-karí’ið. Man bleiv næstan rørdur av tí. Eg haldi ikki, at vit altíð hava havt bestu leikarar, men sum eitt lið hava vit havt nakað serligt. Teir yngru leikarar-nir í dag eru nógv betri leikarar enn, tá vit komu upp á besta liðið. (Malena Josephsen á Rás 2)

- man skal minnast til, at tað eru 15 ár, har vit hava stríðst fyri hesum. Tað eru ikki 15 tímar. Og ein skal minnast til, at vit gera hetta uttan pengar. (Ma-

lena Josephsen á móttøkuni eftir dystin)

- Beint nú er hetta tað stuttligasta FM heitið, tí her vóru so nógv fólk og ber var so nógv gjørt bur-turúr. Saman við steypafinaluni á Summarfestiva-linum er hetta tann besti stemningurin, sum vit hava upplivað. (Rannvá B. Andreasen í KVF)

- Hetta er stórt fyri okkum sum felag, stórt fyri tykkum sum kvinnulið, stórt fyri býin og stórt fyri fólkið her í býnum. (Tummas Lervig á móttøkuni eftir dystin)

At KÍ eisini í 1997 vann FM heitið við m.a. Rannvá B. Andreasen, Ragnu Pata-wary og Malenu Josephsen á liðnum

Rannvá B. Andreasen bara spældi 4 dy-stir av 10 í endaspælinum í 2001

At norska Ragnhild Elis Mørkøre saman við Vi-vian Bjartalíð gjørdist toppskjútti hjá KÍ við 12 málum í endaspælinum í 2001

At KÍ í 2003 fekk fult stigatal fyri 16 dy-stir við málmuninum 149-6

At Randi S. Wardum, sum er uppruna HB leikari, he-vur verið við í 11 av teimum 15 FM heitunum

At málverjin Randi S. Wardum he-vur skorað 6 mál fyri KÍ hesi árini

At KÍ samanlagt hevur tapt 9 lands-kappingardystir hesi 15 árini

At KÍ hevur latið flest mál ígjøgnum hesi ári-ni í 2000 og 2014, tá 20 mál fóru inn

At Rannvá B. Andreasen hevur skorað 477 mál í 311 dystum í landskappingini

At Sofía Purkhús somuleiðis hevur skorað meir enn 1 mál pr. dyst: 93 mál í 87 landskappingardystum!

V ISTITÚ AT… .

S AGT EF TIRSEIN ASTA DYSTIN Í Á R. . . . .