32
Nr. 4 - jólablaðið 2010 Dvølja Gávuhugskot Baka til jóla Tríggir ymsikir adventskransar Pakka inn vid hugflogi ,

Dvølja IV

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Jóladvøljan 2010

Citation preview

Page 1: Dvølja IV

Nr. 4 - jólablaðið 2010Dvølja

Gávuhugskot

Baka til jóla

Tríggir ymsikir adventskransar

Pakka inn vid hugflogi,

Page 2: Dvølja IV

22 Ábyrgd, hugskot, myndir, uppsetan: Jóhanna Thomsen

http://[email protected]

Page 3: Dvølja IV

Dvølja

InnihaldAlt tað søta 4 Kornflakeskøkur 6

Dryppikøkur 6 Myntbomm 7 Rómakaramellur 7 Banankøka 8

Sjokulátakøka 91.2.3.4. 10

4 ljós á rammu 12 4 v. frískum blómum 14 4 ymiskir litir 16

Vit pynta 18 Jólakúlur 20 Perlustjørnur 21

Til �n frá mær 22 Pakka inn 24 Til og frá 26 Jólagávuhugskot 28

Dvølja merkir at steðga á. Og við hesum netblaðið hevur tú nøkur hugskot til, hvat tú kanst takast við, tá tú ynskir at steðga á í gerandisdegnu.

Dvølja er eisini ein stytting av orðinum dagdvølja. Ein dagdvølja er eitthvørt at stytta sær stundir við, eitt ítriv.

Dvølja

4

3028

16

Page 4: Dvølja IV

4

Page 5: Dvølja IV

5

KornflakeskøkurDryppikøkurMyntbomm

RómakaramellurBanankøka

Sjokulátakøka

Page 6: Dvølja IV

Kornflakeskøkur

DryppikøkurHesar leskiligu kryddsmákøkurnar er sera góðar at dryppa niður í temunnin, tí verðar tær kallaðar dryppikøkur heima hjá okkum

250 gr mjøl250 gr putursukur125 gr margarin1 egg½ pk bakipulvur½ tsk natron1 tsk nelikar1 tsk kanel1 tsk ingifer

Elt alt tilfarið saman. Ger kúlur og trýstir tær eitt sindur flatar og legg tær á eina bakiplátu við bakipapír undir. Baka køkurnar á 190 gradum í uml. 8 min

Næstan sum mamma plagdi at gera tær, bara eitt lítið sindur betri

250 gr palmin250 gr flormelis200 gr kornflakes75 gr kakao50 gr myrk sjokulátaMuffinsformar

Hakka sjokulátuna. Smeltað palminið og koyr sjokulátuna í. Koyr síðani flormelis og kakao í. Rør í til alt er smeltað. Vend kornflakesinum í.

Koyr í muffinsformar og set í kuldaskápið at stadna.

Skal goymast í kuldaskápinum.

Page 7: Dvølja IV

7

Myntbomm

Rómakaramellur

1 past. eggjahvíta250 gr florsukur5 dropar piparmyntMyrka sjokulátu

Píska eggjahvítan luftigan. Sálda florsukri í og elt tað saman. Koyr droparnar av piparmynt í og elt.

Ger smáar kúlur, trýst tær eitt sindur flatar og legg á bakipapír.

Smelta sjokulátuna og sproyta hana oman á bommini.

Bommini skulu standa í kuldaskápi eitt døgn áðrenn tey verða etin.

150 gr sukur1½ dl hunang1½ dl róma1 spsk ljósan siropMyrk sjokuláta

Koyr sukur, hunang, róma og sirop í eina grýtu við tjúkkum botni.

Hetta skal kóka í 25-30min. Rør í av og á. Hevur tú eitt sukurtermometur, skal hitin vera 120 gradir. Tað ber eisini til at testa karamellið við at koyra ein dropa av karamell í kalt vatn, um tað ber til at rulla karamelli til eina kúlu, so er tað nóg væl kókað.

Stoyt karamellið í smáar silikon-formar. Set tað at kólna, trýst so karamellið úr formunum á bakipapír. Sproyta smeltaða sjokuláta á.

Goymast í kuldaskápi.

Page 8: Dvølja IV

8

Banankøka

125 gr mjøl170 gr sukur100 gr margarin100 gr myrk sjokuláta3 egg1 banan2tsk vaniljusukur1 tsk bakipulvur

Smelta margarin og sjoku látu við lágum hita.

Píska egg og sukur væl saman. Koyr mjøl, vaniljusukur og baki-pulvur í og píska.

Mosa bananina og koyra hana í. Koyr síðani margarinni og sjoku-látuna í og píska varliga.

Baka í 45 min á 175 hitastigum

Sjokulátakaka

Page 9: Dvølja IV

9

BanankøkaSjokulátakaka125 gr margarin3 dl sukur1 dl kakao2 egg2 tsk vaniljusukur2 dl hveitimjøl

Smelta margarinið. Koyr sukur, kakao og vaniljus-kur í og píska við lágari ferð. Koyr eggini í og píska. Koyr síðani mjølið í og píska.

Koyr deiggi í ein rund-an smurdan springform ella ein silikon form.

Baka køkuna niðarlaga í ovninum í 20 min á 175 hitastigum. Køkan skal vera eitt sindur bleyt mitt í.

Sjokulátakaka

Sjokulátakrem200 gr myrk sjokuláta við høgum kakaprosenti1½ dl róma2 spsk margarin

½ dl ristaðar pinjakjarnar

Hakka sjokulátuna. Koyr róman og margarinið útá. Rør í grýtuni til hetta kemur uppá kók. Tak grýtuna av hitanum og koyr sjokulátuna í. Rør í til sjokulátan er smeltað.

Koyr sjokulátakremið í eina skál og set tað í kuldaskápið í ein tíma.

Smyr kremið á køkuna og stroy ristaðar pinja-kjarnar omanyvir.

Page 10: Dvølja IV

10

Page 11: Dvølja IV

11

4 ljós á rammu4 við frískum blómum

4 ymiskir litir

Page 12: Dvølja IV

12

Page 13: Dvølja IV

13

Í glas og rammuRamma adventskalendaran inn í ár. Hugnaligt, fjálgt og jólaligt

4 blokkljósEina gamla rammugrann1,2,3,4 tøl til ljósymiskt silvur pyntJólamyndir el. postkortHvítt pyntibandSvart kartonSproytumáling

Sproyta rammuna, um hon ikki er tann litin tú vilt hava hana.

Klipp kartongið so tað passar í rammuna. Legg karton, ymiskt pynt og myndir í rammuna. Set ljósini á og legg grann og pynt oman á glasið.

Page 14: Dvølja IV

14

JólareyttReytt er og verður jólaliturin. Vit koma ikki uttan um tann reyða litin á jólum. Hesin adventskransurin hevur vakrar avskornar reyðar nelikur

Page 15: Dvølja IV

15

Jólareytt

Tilfar2 avskornar blómur2 blómugløs (ella rørini, sum vaniljustengur eru í)4 stakar til fýrfatljósmosaleiðurreytt runt fatymiskt reytt og silvur prýði

Legg leiður á fati, set blómugløsini mitt í og stakarnar heilt úti við.

Legg mosan oman á leiðri og pynta við silvur og reyðum prýði.

Stoyt vatn í gløsini og set blómurnar í. Nelikur halda sær sera væl, men tær klára tó ikki allan jólamánaðin.

Adventskransurin nýtist ikki at síggja eins út allan mánaðin. Tá tað er tíð at skifta nelikurnar út, kann man koyra eina aðra blómu í og møguliga skifta nakað av prýðinum út.

Page 16: Dvølja IV

16

Advent við litum

Page 17: Dvølja IV

17

Litríkur og ikki so siðbundin advents-kransur við endurnýttum krukkum

Tilfar4 krukkur (liverpostej, babygreyt ella líknandi)Máling til glas, sum tolir hita (appelsingult, ljósareytt, grønt og blátt)Perlur í somu litumSilkitráð í somu litumStáltráð1 silvur fugl2 glas diamantarTræbakkaTvær greinar av grann og annað grønt (hevur tú hava, kanst tú klippa tvær greinar av onkrum, sum er grønt hesa árstíðina)LímMøguliga gliturspray

Mála krukkurnar í ymisk-um litum.

Drag perlur á stáltráðin og vint hann tvær ferðir runt um krukkuna. Vint silkitráðin tvær ferðir runt um krukkuna og líma endarnar fastar.

Set krukkurnar á træ-bakkan.

Sproyta glitur á grein-arnar og legg tær millum krukkurnar.

Set fuglin á greinarnar. Legg diamantarnar í greinarnar á mótsattu síðu, sum fuglurin.

Page 18: Dvølja IV

18

Gert tú títt egna jólaprýði?Hevur tú hug at deila tað við okkum?

Send eina mynd av tínum heimagjørda jólaprýði og eina lítla frágreiðing, um hvussu tú hevur gjørt til Dvølju - [email protected]økur av tykkara hugskotum verða løgd út á bloggin hjá Dvølju, dvolja.johannathomsen.com.So kunnu vit øll fáa gleði og íblástur frá hvørjum øðrum.

Page 19: Dvølja IV

19

JólakúlurPerlustjørnur

Page 20: Dvølja IV

20

Hug

skot

: Hel

en P

álls

son

Jólakulur,

TilfarStáltráðYmiskar perlurSilkibandVatnballónir

VegleiðingBlás eina vatnballón upp. Drag umleið 20-30 perlur á stáltráðin.

Vint tráðin fleiri ferðir runt um ballónina. Brest ballónina ogkoyr hana burtur. Bind eina sloyfu á kúluna.

Page 21: Dvølja IV

21

Tilfar12 hvítar perlur54 reyðar perlurTunnan stáltráðSilkiband

VegleiðingDrag eina hvíta, tríggjar reyðar x9 á stáltráðin (mynd 1). Forma ein trýhirning (mynd 2).

Drag tríggjar reyðar, eina hvíta og tríggjar reyðar á tráðin og drag tráðin gjøgnum tí næstu hvítu (mynd 3).

Drag tríggjar reyðar á tráðin og drag tráðin ígjøgnum tí nnæstu hvítu (mynd 4).

Endurtak hetta til tú ert komin allan vegin runt.

Fest endan og bint eitt silkiband í stjørnuna.

Jólastjørnur

1 2 3 4

Hugskot: Sim

ona Hansen

Jólakulur,

Page 22: Dvølja IV

22

Page 23: Dvølja IV

23

Pakka innTil og frá

Jólagávuhugskot

Page 24: Dvølja IV

24

Ein gáva til tín

UngdómligtEin ørðvísi og stuttligur háttur at pakka gávuna inn til tann unga móttakaran

Er gávan ikki so stór, ber tað til at brúka eina síðu úr einari teknirøð at pakka gávuni inn í.

Vel eitt blað, sum hoskar til aldurin á móttakraranum og sum móttakarin dámar at lesa.

Svart band hóskar væl til, tí tað frammanundan eru so nógvir litir á papírinum.

Hvít sum snjóHvítt, lætt og reint sum ein eingil

Hvítt ríspapír, hvítt silkiband og hvítir �arðar.

Legg ríspapírið trýdubult. Koyr tað um gávuna. Bint eina stóra silkisloyfu um og koyr �arðar undir sloyfuna.

Page 25: Dvølja IV

25

Nostalgi

Elegant

Litríkt

Eitt belti um gávuna. Einfalt og elegant

Pakka gávuna inn í svart papír. Einlitt ella við mynstri.

Legg eitt breitt hvítt silkiband um gávuna, klistra tað á baksíðuna.

Drag eitt beltispenni á eitt smalt lillalitt silkiband og legg tað mitt eftir tí hvíta silkibandinum.

Til tey litríku, sum ikki eru so siðbundin

Pakka gávuna inn í grønt papír. Vikla eitt hvítt pynitband

nakrar ferðir runt um gávuna.Bint eitt appelsingult band runt um gávuna og bint eina sloyfu.

Einglar og reyð sloyfa, - júst sum í gomlum døgum

Gávan verður pakka inn í brúnt pakkapapír. Líma gamaldags eingla glansimyndir á. Bint

eina stóra reyða sloyfu við silkibandi.So verður tað ikki jólaligari.

Page 26: Dvølja IV

26

Elegant

Litríkt

Ungdómligt

Stílfult og yndugt

Klipp ein fýrakant úr svørtum karton. Klipp hornini rund.

Ger eitt hol í eitt horn við einum holara. Drag eitt silkiband gjøgnum holið.

Klistra ella líma eitt gim-steinslíknandi prýði á.

Til...Frá...

Eitt hitt hjá børnunum og teimum ungu

Klipp eina mynd av móttakaranum í uml 5x8cm. Ger eitt hol í eitt horn og drag eitt svart silkiband á.

Hevur tú myndina á telduni og eitt myndaforrit, so kanst tú gera myndina svart-hvíta áðrenn tú printar hana út.

Børnini, sum ikki duga at lesa, halda at hetta er sera stuttligt, tí tey kenna sínar pakkar aftur, uttan at teu skulu hava hjálp at lesa lepan.

Ikki so siðbundi, tó jólaligt

Klipp eit skúmark við glimmur á aðrari síðuni út í eitthvørt skap, fýrakant, runding ella hjarta. Ger eitt hol í og drag eitt silkiband í gjøgnum.

Brúka ymiskar litir á glimmur-skúmarkinum og bandinum við stórum kontrasti.

Glimmurskúm fæst í ítrivshandlum.

Page 27: Dvølja IV

27

Nostalgi

Hvít sum snjó

Einglarnir taka okk-um aftur til jólini, tá vit vóru børn

Líma tríggjar eingla-glansimyndir á ein ljóst brúnan merkiseðil. Brúka eitt reytt silkiband til sloyfuna.

Merkiseðlarnir fáast í bókahandlum og ítrivs-handlum.

Til eingilin í familjuni

Klipp ein fýrakant út úr hvítum karton, runda hornini. Ger eitt hol í eitt horn og drag eitt hvítt silkiband í gjøgnum.

Líma ein hvítan �øður á . Drag eitt gimsteinslíknandi prýði á silkibandið.

Page 28: Dvølja IV

28

Klemma meg

Hesar púturnar eru lekrar at ballað seg við, bleytar at klemma og stuttligar at spæla við. Tær eru seymaðar úr toyrestum og fyltar við einari gamlari dýnu.Við eitt sindur av hugflogið, kanst tú seyma nógvar ymiskar og stuttligar pútur.

Page 29: Dvølja IV

29

Ein fín

pr

insessa

Ein lít

il kú

llur

Prinsessupútan er rund og er í tyllniðurdeili og hevur prins-essukrúni.

Púturnar gerast enn stuttligari, um baksíðan er ørðvísi enn restin av pútuni.

Brúka eitt mynstrut toy í øðrum litum ella eina brúka eina gamla bundna troyggju í litum sum hóska til restina av pútuni.

Page 30: Dvølja IV

30

HálsbandTilfar2m svartan, voksaðan hørtráð115cm appelsingulan silkitráð2 svørt metalbløðuml. 45 ymiskar svartar og appelsingular perlur 3 svartar perlur við so stórum holi, at báðir træðrirnir passa í gjøgnum

Bind eitt blað í annan endan á hørtráðnum. Bind hørtráðin runt um endan á silkitraðnum.

Bind ein knút á hør-tráðin uml. 3cm omanfyri blaðið. Drag tríggjar perlur á hørtráðin, heilt oman til knútin og bind ein knút omanfyri perlurnar.

Bind aftur ein knút á hørtráðin eini 3cm omanfyri perlurnar. Drag ein stóra perlu á báðar træðrirnar og bind ein knút á hørtráðin.

Knýt og drag perlur á allan tráðin og enda við einum blaðið. Og knýt hørtráðin runt um silkitráðin.

Armband

Page 31: Dvølja IV

31

Hálsband ArmbandTilfarUml. 35cm svart flættað leðurbandUml. 35cm appelsingulan silkitráð2 stk stórar perlurLásLím

Klipp leðurband og silkitráð so langan, at tú fært hann tvær ferðir runt um armin.

Líma band og tráð niður í annan partin av lásinum. Drag báðar perlurnar á og líma endarnar í hin partin av lásinum.

Stutt hálsband, vundið fleiri ferður runt um hálsin.

Brúka tað sum eitt armband, vundið fleiri ferðir um armin.

Page 32: Dvølja IV

32

Lekkurt helsiGenturnar ynskja sær ein bleytan pakka í ár, og eitt lekkurt, heitt helsi skal vera í

Lillalitt Easy tógv - 6 noða.Legg trý noða saman og kasta 20 eygu á stokk nr. 20.

Bint 54 umfør, læs av og seyma saman.