24
Nú er hugskots- kappingin um miðbýarøkið í Klaksvík útskrivað Nú er hugskots- kappingin um miðbýarøkið í Klaksvík útskrivað NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN www.nordlysid.fo BOX 58, 700 KLAKSVÍK, TEL. 456285, FAX 456498, [email protected] Vindmyll- urnar í Neshaga illa fyri eftir stor- marnar Nú er hugskots- kappingin um miðbýarøkið í Klaksvík útskrivað - Hugskotskappingin um nýggjan miðbý til Klaksvík er fingin í lag, fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 / 61 ...3b8d6ad558a355eb282e-521ade7c173c072f92f109d971630e2d.r85.… · NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN

  • Upload
    others

  • View
    1

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Nú er hugskots-kappingin ummiðbýarøkið íKlaksvík útskrivað

    Nú er hugskots-kappingin ummiðbýarøkið íKlaksvík útskrivað

    NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

    w w w . n o r d l y s i d . f o

    BOX 58, 700 KLAKSVÍK, TEL. 456285, FAX 456498, [email protected]

    Vindmyll-urnar íNeshaga illa fyrieftir stor-marnar

    Nú er hugskots-kappingin ummiðbýarøkið íKlaksvík útskrivað

    - Hugskotskappingin um nýggjan miðbý til Klaksvík er fingin í lag, fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

  • 2 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    Fleiri stórmál fyri framhjá Gunvá og teimum Nú landsstýri er skipað, sum villeggja fleiri málsøkiút til kommunurnarat umsita og havaábyrgd av, eru fleiri stórmál fyriframman at viðgerahjá Kommunu-samskipan Føroyaundir leiðslu avGunvá við Keldu,forkvinnu ogborgarstjóra íKlaksvíkar kommunu.

    Som forkvinna íK o m m u n u s a m s k i p a nFøroya (KSF) er ein par-tur av dagligdegnum hjáGunvá við Keldu, bor-garstjóra í Klaksvíkarkommunu, at standa áodda fyri teimum stórumkommununum og atumboða hesar í samrá-ðingum við eitt nú lands-stýrið um tey yvirskipaðumálini og viðurskiftini,sum viðvíkja kommunu-num.

    Fyrsta forkvinnaTað er nú eitt ár síðan, atstýrið í KSF 21. januar2011 samtykti at veljaGunvá við Keldu, bor-gastjóra, til forkvinnu.

    Gunvá - sum fyrstu ferðvarð vald inn í Klaksvíkarbýráð fyri valskeiðið 2004-2008, og sum í 2009 tók viðsum borgarstjóri íKlaksvíkar kommunu - erfyrsta kvinnan, ið stendur áodda fyri KSF, sum erfelagsskapurin hjá stórukommununum í landi-num.Heðin Mortensen,borgarstjóri í Tórshavnarkommunu, er næstforma-ður.

    Gunvá við Keldu er fimtiformaður/-kvinna í søgufelagsins, og tey, sumhigartil hava røkt og røkjahetta starvið, eru:

    Jákup Lamhauge 1999-2000

    Jógvan Krosslá 2001-

    2004 Rodmundur Nielsen

    2005-2006 Heðin Mortensen 2006-

    2011 Gunvá við Keldu 2011-

    2012-

    KSF - týðandi ogdynamiskt felagTað vóru Tórshavnar,Klaksvíkar, RunavíkarTvøroyrar, Fuglafjarðarog Vágs kommuna, sumstovnaðu KSF á aðalfundi10. juni 1999.Í íbúgva-raumboðan er KSF vaksiðnógv hesi árini, fyrst ogfremst gjøgnum kommu-nusamanleggingar, og 1januar 2007 gjørdistSands kommuna tannsjeynda limakommunan í

    felagnum. Hesi seinastu árini er

    virksemið hjá KSF vaksiðnógv, og royndirnar vísaeisini, at KSF er ein felags-skapur, sum ger mun oghevur ávirkan á tey mál, iðsnúgva seg um kommunur-nar og teirra framtíðar ski-pan og uppgávur.

    Eitt annað eyðkenni fyriKSF er tann dynamiskiarbeiðshátturin, sum brúk-tur verður, har borgarstjó-rarnir - umboðandi sínibýráð - umleið eina ferð ummánaðin møtast til fundar,har teir við sama borð við-gera aktuellu málini, takafundir við landsstýrisfólkog stovnar o.s.fr.

    Á henda hátt er stutt mil-lum KSF og limakommu-

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 3

    nurnar, og møguleiki ereisini fyri at taka skjótaravgerðir, sum borgarstjó-rarnir samskifta um við sínibýráð.

    Verjir og virkar fyrifelags áhugamálumAðalmálið hjá KSF er atverja og virka fyri felagsáhugamál hjá kommunu-num og at styrkja kommu-nala sjálvræðið.

    KSF hevur verið við til atstovna og fíggja millum-kommunalu stovnarnarnarKommunala Arbeið-gevarfelag Føroya (KAF),ið tekur sær av starvsfólka-økinum fyri kommunalageiran, ogBarnaverndastovu Føroya,sum er felags stovnurin hjákommunalu barnaverndar-tænastunum.

    Eisini er KSF við til atreka og fíggja samstørv ogverkætlanir, sum til dømisundi rv í s ingarpor ta l in ,Listaleypin, eins og felagiðnýliga var við til at stovnaSSP samstarvið.

    Tað seinasta skotið ábulinum er, at KSF hevurfingið atlimaskap í"Council of EuropeanMunicipalities and Reg-ions" (CEMR), ið er størstifelagsskapurin í heiminumfyri regionalar og kommu-nalar myndugleikar.

    KommunusamskipanFøroya heldur til í KSFhúsinum í Tórshavn, samanvið Kommunala Arbeið-gevarafelag Føroya, Barna-verndarstovu Føroya ogSSP samstarvinum.

    Fleiri stórmál fyri fram-man hjá Gunvá og teimum íKSF

    Nú landsstýri er skipað,sum vil leggja fleiri málsø-ki út til kommunurnar atumsita og hava ábyrgd av,eru fleiri stórmál fyri fram-man at viðgera hjá Komm-unusamskipan Føroyaundir leiðslu av Gunvá viðKeldu, forkvinnu og bor-garstjóra í Klaksvíkar kom-munu.

    mman í KSF

    Lykketoft ynskir Klaksvíkgóða eydnu við vinabýasamstarvinum

    Mánadagin 23. januar2012 hittust samskiparar-nir hjá býunumTrøndheim, Norrkøping,Tampere, Odense,Kópavogur og Klaksvík,ið umsita vinabýasamskif-tið, á árligum fundi íKeypmannahavn. Herverða framtíðarætlanirlagdar, og eisini verðurlagt upp til eina dagføringav verandi samstarvsavta-

    lu, sum er frá 1995.Fundurin er av praktis-

    kum grundum lagdur íKeypmannahavn í hølu-num hjáNorðurlandaráðnum.

    Í miðdagssteðginum kombólkurin at sita við eitt borðbeint yvir av MogensLykketoft, fólkatingsfor-manni. Tá ið myndatóliðfór at “mala”, og Lykketoftav góðum grundum ikki

    visti, hvør hesin bólkurinvar, varð greitt honum frá,at talan var umNorðurlendskt vinabýa-samstarv, sum hevði fund íKeypmannahavn.

    Hetta helt hann vera áhu-gavert og ynskti Klaksvíkog hinum býunum góðaeydnu við norðurlendskavinarbýarsamstarvinum. Táið hann so varð spurdur, umtil bar at taka eina mynd av

    honum saman við samski-parunum, gjørdi hann taðfegin.

    Dávur Winther takkaðifyri og bað Lykketoft heilsa samstarvsbrøðrumsínum í Fólkatinginum;Sjúrði Skaale ogEdmundi Joensen. Jú,nikkaði hann við einumsmíli – Det skal jeg gøre!

  • 4 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    L E I Ð A R I N

    JCöÜt y“"|ÇztÜwtzâÜSunnudagin 26. feb fyllir

    Óli Steinberg

    70 ár.Dagurin verður hildin leygardagin 25. feb,

    kl 18 í bygdarhúsinum í Lervík.Tey, ið ynskja at gleða Óla við at koma, verða biðin um at tekna seg á tlf 225542

    í seinasta lagi mánadagin 13. feb.

    KCöÜt y“"|ÇztÜwtzâÜMikudagin 1. februar verður

    Osla Heimustovu

    80ár.Dagurin verður hildin í Skálanum

    frá kl. 16.00 - 21.00.

    Øll eru hjartaliga vælkomin

    g“~~Eina hjartans tøkk til tykkum øll sum gjørdu mær 90 ára føðingardagin,

    Tollaksmessudag 2011, so hugnaligan.

    Hjartans tøkk fyri blómur og heilsanir og øll sum komu inn á gólvið

    at heilsa uppá meg.

    Hjartans tøkk øll somulElla Petersen

    STANLEYSAMUELSEN

    Fríggjadagin 27. januar kl 20 -Norðuratlants-bryggjan

    Konsert við vælumtóktaføroyska tónleikaranumStanley Samuelsen.Saman við honum erueisini dóttirin Astrid ogtveir strúkarar. Føroyskigittarleikarin, sangarin,sangskrivarin og yrkjarinStanley Samuelsen hevur,síðan hann gjørdist ken-dur við bólkinumSillyboys í 1960'unum,verið kendur og viðurken-dur fyri sítt inniliga ogmeistarliga gittarspæl ogvøkru sangir.Fríggjadagin spælir ogsyngur hann á

    Norðuratlantsbryggjuni.Tónleikagreinin hjá

    Stanley er eitt stað ímillumfólkatónleik, blues ogcountry, og er eitt av hansa-ra serligu eykennum endur-lýsingar av eldri, fólkakæ-rum, føroyskum yrkjarum.

    Konsertin fríggjakvøldiðá Norðuratlantsbryggjuni erein samanseting av solo-framførslum hjá Stanley,við fylgispæli frá bæðidóttrini Astrid á gittara ogvið sangi, og av dugnaligustrúkarunum AndreasRestorff á cello og PeterSteensgaard á violin.

    Atgongumerki:80 kr. v/ bílegging átlf: 32833700 ella á [email protected] kr. við dyrnar

    Lendisfarandi akfør(ATV'arar) á almennan vegYnski hevur leingi veriðum at loyva lendisfarandiakførum (ATV'arar) atkoyra á almennum vegi.Sum er kunnu lendisfa-randi akfør bert koyra í bøog haga og á privatumøki. Um eitt lendisfarandiakfar skal flytast fráeinum arbeiðsøki til eittannað ella bara fara tvør-tur um ein veg, so krevstat eitt annað akfar flyturtað. Hetta ger tað torførtog dýrt hjá serliga bón-dum og seyðamonnum atnýta lendisfarandi akfør áein nøktandi hátt.Samstundis má havast íhuga, at lendisfarandiakfør kunnu verða seravandamikil, av tí at akfa-

    rið er tungt, ferðeginlei-karnir eru vánaligir, ogferðin kann verða ógvuli-ga høg (upp til 100 km/t)

    Kári P. Højgaard, lands-stýrismaður, sigur : "Egfegnist um, at vit umsíðirkunnu fáa skipaði viður-skifti soleiðis, at lendisfa-randi akfør kunnu koyra áalmennum vegi í arbeiðsø-rindum, og at atlit eisini ertikið fyri, at trygdin er ílagi, tá hesi akfør skulu út áalmennan veg."

    Uppskotið til broyting íferðslulógini verður nú lagtfyri Løgtingið.

    Innlendismálaráðið, 23.januar 2012

    HeilsuverkiðTítt og ofta er heilsuverkið á skránni í miðlunumog á tingi. Tað er ein sannroynd, at heilsuverkið erein stór byrða á fíggjarætlan landsins, og meirasamhaldsfast okkara samfelag gerst, tess størrikrøv seta vit til okkara heilsuverk.

    Ikki minst er kostnaðurin fyri bygningar stórur.Vit hava trý sjúkrahús í landinum. Vit hava fleirirøktarheim og eina rúgvu av sambýlum. Hetta erkanska bara toppurin á ísfjallinum tá vit tosa umheilsuverkið og anleggskostnað.

    Seinastu árini hava vit merkt her í Klaksvík íhvussu so er, at kommunulæknar og sjúkrahúsiðeru longur burtur frá okkum enn hesi hava veriðfyri árum síðani.

    Komst tú til skaða í Klaksvík ella í Norðoyggjum,so var lag á manni, bara at fáa sær flutning áskaðastovuna, so fekst tú viðgerð har. Men hettaer ikki gott latín ídag.

    Nú skalt tú til kommunulæknan. Men tað er ikkibara sum, at fáa fatur á honum. Tað kemur meiraenn so fyri, at tú mást sita ein heilan fyrrapart ogringja og ringja, og tú kemur als ikki ígjøgnumtann dagin.

    Tá tú so kemur ígjøgnum. So fært tú at vita, at túkanst sleppa at hitta læknan um einar tveir trígg-jar dagar. Útróðrarmaður ringdi fríggjadag, ogfekk at vita at hann kundi sleppa framat kom-munulæknanum týsdag. Hetta hevði við sær, athann misti tveir útróðrardagar.

    Tú fært eisini eina tíð ásetta. Men hon verður alof-tast ikki hildin. Tað kemur meira enn so fyri, at túsitur og bíðar upp í tímar.

    Aftaná hálvan seinnapart tekur læknavaktin við.Tað er uppaftur ein troyttandi søga fyri sjúklingin.Spurningurin er, um vit ikki í størri mun eiga atganga aðrar leiðir. Spírar síggjast her á landi ogaðrastaðni, sum ístaðin fyri at hava sum mál atbyggja mastodontbygningar til heilsuverki, upp-søkja sjúklingin í heimliga umhvørvinum.

    Í Klaksvík eru vit ídag í fer við at byggja eitt nýttrøktarheim. Vit áttu faktiskt at sett okkum summál, at hetta var seinast bygda røktarheimið, og atvit tí heldur fóru at geara heilsuverkið til í nógvstørri mun at røkta tey gomlu heima.

    Tað var nevniliga frammi, tá sambýlini blivu til, atfrísk eldri fólk skuldu flyta inn, saman viðheimahjálpini, og har halda hús saman. Veruleikinsæst ídag. Tað eru næstan ongi frísk gomul fólk iðflyta inn har. Næstan alt er røktarheimssjúklingar,ið áttu at havt nógv meira starvsfólk kring um seg,enn tey hava.

    Farið ikki skeiv, vit skulu vera fyrst at rósa okkarasamfelag fyri at hava gjørt sera nógv fyri teyeldru, seinastu árini. Men spurningurin er tó, umtíðin nú ikki er komin til, at heilsuverkið kemurmeira út og vit harvið leggja færri inn.

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 5

    Klaksvíkar Bókasavn metstórt útlán í 2011

    Útlánið áKlaksvíkarBókasavni hevurongantíð verið sohøgt sum í 2011,upplýsir AnnikaEgholm, býarbókav-ørður.

    Á Klaksvíkar Bókasavnihava tey merkt, at tað

    virksemið og talið av vit-janum var størri í 2011enn undanfarin ár.

    - Ein partur av hesiøking er í sambandi uppgá-vur hjá miðnáms- og fól-kaskúlanæmingum, meneisini í heila tikið hava flei-ri vitjanir verið í ár, sigurein fegin Annika Egholm,býarbókavørður.

    - Í farna ári lænti bókas-avnið 28602 bøkur út, og erhetta met hjá okkum. Í mun

    til 2010 eru 1600 fleiribøkur læntar út í 2011.

    - Norðoyatunnilin eigureisini sín lut í hesum vøk-strinum, tí fasta vegasam-bandið bindur økið saman,soleiðis at eisini nógv fólkúr Eysturoynni og aðrastað-ni í landinum koma at lánaá Klaksvíkar Bókasavni, ogtað eru vit ógvuliga feginum, sigur Annika Egholm,býarbókavørður.

    Almennur fundurum pensiónir ogverjumál

    Í kantinuni íLøkshøll hóskvøldið26. januar kl. 19.

    Áðrenn verjumálslóginvarð sett í gildi á vári 2010,skipaði Javni saman viðøðrum fyri fundum kringlandið til tess at kunna umtær broytingarnar, sumnýggja lógin førdi við sær.Ætlanin var alla tíðina atendurtaka fundarrøðina, tóuttan at hetta varð til nakað.

    Í tíðini sum farin er, síða-

    ni lógin varð sett í gildi,hevur Javni fingið fleirifyrispurningar um verjumálog kanska serliga umreglurnar í sambandi viðumsiting av pensiónunum.Fyrispurningarnir til okkaraøktust í tali, tá bústovnar pr.1. januar 2012 vórðu gjør-dir um til sambýli og haravtann broyting, at húsfólk,sum áður fingu lummape-ning blivu fyritíðarpensio-nistar.

    Javni hevur tí gjørt av atskipa fyri einum almennum

    fundi í kantinuni í Løkshøllhósdagin 26. januar kl. 19.Myndugleikapersónar fráAlmannastovuni, Ríkisum-boðnum og møguliga øðr-um serkønum fara at greiðafrá regluverkinum kringlógina og mannagongdumviðvíkjandi umsiting.Møguleiki verður at setaspurningar. Fundurin erætlaður øllum áhugaðum.Bæði fyritíðarpensionis-tum, avvarðandi, starvsfól-kum og øðrum.

  • 6 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 7

  • 8 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 9

  • 10 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 11

    Nú er hugskotskappingin ummiðbýarøkið í Klaksvík útskrivað- Hugskotskapping-in um nýggjanmiðbý til Klaksvíker fingin í lag, fyriat fáa nýggj hugskottil, hvussu Klaksvíkkann troyta teirmøguleikar, sumliggja í miðøkinum í býnum, sigurGunvá við Keldu,borgarstjóri.

    - Nýggju hugskotini skulunýtast til at skipa einmiðbý fyri Klaksvík viðnýggjum bústøðum, han-dilslívi, skrivstovuvirkse-mi, almennum stovnum,uppihaldsøkjum og tað,sum hoyrir seg til einmiðbý við tænastum tilborgaran, sigur Gunvá viðKeldu, borgarstjóri, sumer ógvuliga fegin um, atbýráðið nú skjótt fer atkunna leggja fastar kar-mar um, hvussu og hvatbyggjast skal í og kringmiðbýin í Klaksvík.

    - Hetta økið er sjálvandi

    sera týðandi fyri býin ogfyri allar Norðoyggjar oglokaløkið annars, og tí erógvuliga umráðandi atgagnnýta og menna hettaøkið á skilabesta hátt.

    Grundarlagið fyrinýggjari byggisamtyktBorgarstjórin upplýsir, atúrslitini í kappingini skulubrúkast sum grundarlag til

    at gera eina nýggja byggi-samtykt fyri miðøkið ogtil íblástur í sambandi viðbýarskipanararbeiðið íKlaksvík.

    - Fyrireikingarnar til hesa

    kappingina hava tikiðnakað av tíð, tí fyri at havaeitt nóg gott grundarlag ogfáa góð úrslit var neyðugtat gera dagføringar av hagt-ølum og ætlanum, við

    høvuðsdenti á framskri-vingar av tølum.

    - Tí lat kommunan geraeina dagførda greining avhandilslívinum í Klaksvík,og eisini hevur kommunanfingið eitt dagført yvirlityvir varðveitingarverd økir,bygningar, landslag ogonnur søgulig fyribrigdi íKlaksvík, sum fyri ein parteru sjónlig í dag, og sumfyri ein part eru farin undirheilt ella bara gloymd ídagligu tilveruni.

    - Vit vóna, at nógv upp-skot koma inn, og verðavirðislønir handaðar fyribestu uppskotini, upplýsirGunvá við Keldu, borgarst-jóri.

    Fleiri upplýsingar umKlaksvík og um kappinginaeru at finna á heimasíðuniw w w . k l a k s v i k . f o .Kappingarskráin við skjø-lum, kann takast niður fráwww.ark.fo. Uppskot skuluvera innlatin í seinasta lagi27. apríl 2012.

  • 12 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    Longu í heyst vóru greið-ar ábendingar um, atHúsalánsgrunnurin í sam-starvi við onnur kannveita realkredittlán viðmunandi bíligari rentuenn føroysku peningas-tovnarnir. Beint fyri at valvarð útskrivað í heyst fram-di Javnaðarflokkurin samanvið Sambandsflokkinum ogTjóðveldi eina bústaðarpo-litiska nýskipan, tá lív afturbleiv blást í Húsaláns-grunnin. Allir flokkar átingið tóku undir við ætla-nunum uttan Fólkaflokk-urin og tá málið varð viðtriðju viðgerð atkvøddunúverandi landsstýrismen-ninir hjá flokkinum -Jørgen Niclassen og JákupMikkelsen - ímóti.

    Nú varðar annar nei-siga-rin av Húsalánsgrunninumog tí er vandi fyri, at ætlaðubroytingarnar eru farnar ívaskið.

    Yvirskipaða ætlanin viðnýskipanini var at fáaHúsalánsgrunnin at virkasum eitt veruligt bústaðar-politiskt amboð hjá politi-sku skipanini at røkkaymsum samfelagsgagnli-gum málum, ið ikki verðarokkin undir vanligummarknaðarfortreytum. Ístuttum vóru broytingarnar:

    1) at Húsalánsgrunnurinsjálvur ella saman viðøðrum kann byggja, eigaog reka leiguíbúðir og les-traríbúðir.

    2) at Húsalánsgrunnurinkann veita lán til íbúðar-stovnar og íbúðarfeløg,sum byggja ella útvegaíbúðarhús.

    3) at Húsalánsgrunnurinkann veita realkreditt atfíggja føroyskar bústaðir

    Realkredittlán tilføroysku familjunaLongu í heyst fór Fíggjar-málaráðið undir at kannamøguleikarnar og grun-darlagið fyri føroyskarirealkredittfígging. Um taðvísti seg at grundarlag varfyri føroyskari realkreditt-fígging, sum var bíligarienn tann sethúsafíggingin,sum føroysku peningar-stovnarnir bjóða, so skul-di Húsalánsgrunnurin um-sita føroyska realkreditt-fígging til føroysku famil-juna. Í dag er tað soleiðis,at tú sum húsakeypari kannfáa donsk realkredittlán ígjøgnum føroysku pening-astovnarnar. Føroysku

    peningastovnarnir samstar-va við danskar realkreditt-stovnar og formidla lán tilføroyskar lántakarar.Bankarnir taka eitt umsi-tingargjald á 1,9 prosentafturfyri ómakin, taðsonevnda bidragið, og ikkióvæntað rinda føroyskukundarnir munandi meira íumsitingargjaldi enn teirdonsku. Hetta kemst m.a.av, at føroysku bankarnirveðhalda fyri donsku real-kredittlánini.

    Hvussu er og ikki, so ermunurin stórur. Hóastumsitingargjaldið hjá don-sku realkredittstovnunumvarierar nakað, so kemurtað ikki uppum tað einaprosentið, svarandi til helv-tina av tí, sum føroyski lán-takarin skal rinda. Og taðeru nógvir pengar hjá eina-ri familju. Situr tú t.d. íeinum láni á 2 mió. krónur,so svarar eitt prosent í rentutil 20.000 krónur í rentuárliga ella knappliga 1.700krónur um mánaðin áðrennrentustuðul.

    Og tað er her Húsaláns-grunnurin kemur inn.Fyribils kanningarnar hjáFíggjarmálaráðnum í heystvístu, at greiðar ábendingarvóru, at Húsalánsgrunnuriní samstarvi við onnur kannveita realkredittlán viðsomu treytum, sum danskirlántakarar hava. Og tá skul-di grunnurin ikki veðhalda.Umframt at verið ein kær-komin eyka lánimøguleikifyri føroysku familjuna,sum annaðhvørt vil setabúgv ella hevur sett búgvog situr trongliga, so hevðihesin nýggi aktørurin álánimarknaðinum verið einveruligur kappingarneyti tilbankarnar.

    Húsalánsgrunnurinbyggja leiguíbúðir oglestrarbýliFarna minnilutasamgongaog Tjóðveldi hevði stórarog ambitiøsar ætlanir viðnýskipaða Húsaláns-grunninum. Ætlanin varsomuleiðis at útvega lei-guíbúðir av ymsum slagi,sum grunnurin fíggjaðiannaðhvørt einsamallurella saman við øðrum.Húsalánsgrunurin hevureina tøka ogn á umleið350 mió., sum kunduverið brúktar til endamá-lið. Við fænum kundiHúsalánsgrunnurin skjóttbygt 100-150 leiguíbúðirkring landið til ymiskarmálbólkar við ymiskumtørvi til ein lagaligan leigu-

    kostnað. Í valstríðnum vístiJavnaðarflokkurin á, atgrunnurin kann útvega íbúðá 60 kvm fyri um 4.000krónur í høvuðsstaðnum.Hetta vildi loyst stórar tru-pulleikar á alt ov lítið fjøl-táttaða bústaðarmarknaði-num og leiguíbúðirnarkundu verið eitt veruligtalternativ til stóru siðbund-nu sethúsini. Somuleiðiskundu fólk við serligumtørvi endiliga fáa teir hós-kandi og virðiligu bústaðir-nar, sum tey hava longsteftir í so drúgva tíð.

    Men enn er einki frætt frásamgonguni um hesarmøguleikar, sum Húsa-lánsgrunnurin hevur fingið.Í farnu viku kom gaman íkunngerð frá Fíggjarmála-ráðnum um fyrisitingarligarmannagongdir og treytirfyri virkseminum hjágrunninum, men einginpolitikkur var at hóma.

    Og havandi í huga, atJørgen Niclassen, fíggjar-málaráðharri, átti harðastumótmælini, tá hetta nýbro-tið í føroyskari bústaðarpo-litisku søgu varð framt, soer vandi fyri at málið detturniðurfyri. Tí hesar spur-ningar til landsstýrisman-nin í fíggjarmálum:

    1) Hvat er niðurstøðan avtí kanningararbeiði hjáFíggjarmálaráðnum, iðvarð sett í verk á heysti2011, um møguleikarnarhjá Húsalánsgrunninum atveita realkredittlán at fíg-gja føroyskar bústaðir?2) Áleið hvat er renta ogu m s i t i n g a r k o s t n a ð u r(bidrag), sum Húsaláns-grunnurin kann veita real-kredittlán fyri?3) Um niðurstøðan avkanningararbeiðinum erjalig - sum greiðar áben-dingar vóru um í heyst -ætlar landsstýrismaðurin ífíggjarmálum at geraneyðugu kunngerðir, soHúsalánsgrunnurin kannsleppa í gongd við at veitaføroysku familjuni real-kredittlán?4) Hvussu stór er tøkaognin hjá Húsalánsgrunn-inum ultimo 2011?5) Nær kunnu vit vænta,at kunngerðin sum ásetirvirksemið Húsaláns-grunsins at eiga og rekaleiguíbúðir, verður sett ígildi?

    Aksel V. Johannesen,tingmaður

    Bílig realkredittlán fráHúsalánsgrunninum

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 13

  • 14 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    Sambært roknskapar-tølum hjálandskassanumseinastu 10 árini erunógv tær flestualmennu íløgurnar gjørdar í Tórshavn ogSuðuroynni.

    Norðlýsið hevur hugt atroknskapum hjá landskas-sanum seinastu 10 áriniog útgreina hvar í landi-num landskassin hevurgjørt almennar íløgur.

    Ofta verður tosað umjáttanir til hetta og hattamen veruleikin er taðkemur rættiliga ofta fyri atjáttanir standa til ávísar ílø-gur – uttan at peningurinnakrantíð verður brúktur.Tí hava vit gjøgnumgingiðroknskapirnar hjá landskas-sanum og út frá teimumstaðfest hvar í landinumlandskassin hevur gjørtstørstu íløgurnar seinastu10 árini.

    Nógv tær flestu almennukrónurnar enda í Tórshavn- heilar 844 milliónir kró-nur í almennum íløgum sei-nastu 10 árini.

    Suðuroyggin hevur fing-ið heilar 741 milliónir kró-nir. Her er Smyril írokna-ður (297 mió), Røktarheimí Vági, lán til VágsKommunu, Miðnámsskúliní Hovi, Tunnil o.a.

    Samlaðu íløgurnar hjálandskassanum í Norð-oyggjum seinastu 10 árinier einans 378 mió. kr. írok-na Norðoyatunnilin (235mió. kr.)

    Um roknskaparføring og játtanSum sagt hevur løgtingiðjátta pengar til mangt oghvat, men í fleiri førum

    eru pengarnir ongantíðbrúktir. Leirvíkar veguriner eitt gott dømi um hetta.Hann hevur fingið játtan ífleiri ár á rað, men á hvør-jum árið fullu pengarniraftur til landskassan ogsama søgan er við farleið-ini Norður um fjall.

    Í dag er skipanin broyttsoleiðis at løgtingið kann”støðla pening”. Tað merkirat løgtingið kann seta pen-ing sum er játtaður til einaverkætlan á eina serligakonto, soleiðis at pening-urin er tøkur hóast verkæt-lanin ikki er farin í gongdtil tíðina. Soleiðis ber tað tilat “spara” upp yvir tveyroknskaparár.

    Tølini vit viðgera eru frá1999 til og við 2010.Roknskapurin fyri 2011 erikki tøkur enn.

    844 mió. kr. til SuðurstreymoySeinastu 10 árini hevurløgtingið brúkt 844 mió.kr. í Suðurstreymoy. Ílø-gur eru gjørdar í eina røð

    av stovnum, vegum o.ø.Vit kunnu nevna Tinga-nes, Løgtingið, Heilsu-frøðiligu Starvsstovuna,Gamlarætt, Innkoyring tilTórshavn, Mentamála-ráði, Læraraskúlan, Sjón-varp Føroya, Studenta-skúlin í Hoydølum,Fornminnasavn, Náttúru-gripasavn, Granskingar-park, Skúlin á Trøum,Vinnuháskúlin, Nólsoyar-skip o.a.

    Serliga hevur Játtanin tilíløgur á Landssjúkra-húsinum verið stór – heilar631 mió. kr.

    741 mió. kr. til SuðuroySeinastu tíggju árini hevurlandskassin m.a. gjørt ílø-gur í nýggjan Smyril sumkostaði 297 mió. kr. Menlandskassin hevur eisinigjørt nógvar aðrar íløgur íSuðuroynni har ein tannstørsta er Ellis- ogRøktarheimið í Vági sumkostaði landinum 42 mió.kr. + 17 mió. kr. í láni tilVágs Kommunu. Hesar

    17 milliónirnar skulu sjál-vandi gjaldast aftur. Aðraríløgur er nýggj samferðs-luhavn á Krambatanga,Miðnámsskúlin, Eftir-skúlin í Hvalba, Hval-biartunnilin, Økisdepilfyri sinnisveik, Bakka-verjan í Sumba, vegurinØravík-Hov, vegurinNes-Hvalba, vegurinFamjen-Øravík. Nevnastkann eisini at VágsKommuna fekk 5 millió-nir krónur sum stuðul tilat gera eitt projekt umeina nýggja Djúphavn.

    378 mió. kr. til NorðoyggjarIkki kann sigast at nógvaralmennar íløgur eru gjør-dar í Norðoyggjum sei-nastu tíggju árini. Tó eru235 milliónir brúktar tilNorðoyatunnilin menannars hevur landskassineinans gjørt íløgur fyri143 milliónir krónur íNorðoyggjum.

    Tekniski Skúlin 19 mió,Trygdarmiðstøðin 25,2,Vegagerð í Kalsoynni 19,3og Havnabyggin á Syðra-dali 25,2. Autistaheimið12,1 mió. KlaksvíkarSjúkrahús 5,8 mió.

    233 mió. kr. til Vágar

    Av teimum 233 mió. kr.sum brúktar eru íVágunum eru 100 mió. kr.brúktar til nýggja flogvøl-lin og 80 mió. kr. tilVágatunnilin. Annars erbert talan um smærri íløg-ur í m.a. tyrlu pallar íMykinesi og Gásadali.

    165 mió. kr. til EysturoyMillum íløgurnar sumlandskassin hevur gjørt íEysturoy kunnu vit nevna:Vegurin niðan á Gøtueið11,9 mió., Skálabotnur-Strendur 64,4 mió.,Norðskálatunnilin 38,1millión. Vegurin millumOyri og Norðskála 20mió., Rituvíkvegurin 8,8mió., Lorvíksvegurin 7,7.Rundkoyringin í Gøtukostaði 5,7 mió. kr.

    86,8 mió. kr. til NorðstreymoySambært roknskapunumhjá landskassanum sei-nastu tíggju árini erubrúktar 86,6 mió. kr. íNorðurstreymoy. Talan erbert um smærri íløgur íFiskivinnuskúlan í Vest-manna, vegir millum byg-dir og brúnna umStreymin.

    76,1 mió. kr. til Sandoy

    Sandoyggin er tað økið ílandinum sum hevur fing-ið minst tey seinastu tíg-gju árini.

    Talan er um íløgur í m.a.Ítróttarhøll á Sandi, Lív-fiskastøðin í Skopum, havní Skúvoy, Eldrarøkt áSandi, brimverju í Skála-vík, Bókasavn á Sandi,Sandoyarskipið Teistin,o.so.fr.

    Aðrar almennar íløgurTað er ikki altíð lætt atsíggja út frá roknskapi-num hvar í landinum áví-sar íløgur hoyra heima ogtað er heldur ikki altíðaltíð at íløgur eru stað-bundnar. Nýggja Hav-rannsóknarskipið er eittdømi um hetta. Eisini erujáttanir til Tilbúgvingar-ætlan, Trygdartiltøk,Kringvarps sendistøðir,nýtt Vaktarskip, Orku-nýtsla o.a. Tær eru tí ikkitiknar við í roknistykkimen talan er ikki um stó-rar upphæddir.

    Almennar íløgur

    Íløgur sum landskassin hevur gjørt í sjúkrahusverkið seinstu 10 árini

    Landssjúkrahúsið 631,2 mió. kr.Klaksvíkar Sjúkrahús 5,8 mió. kr.Suðuroyar Sjúkrahús 1,2 mió. kr.

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 15

  • StuðulsfelagiðDragin skipar fyriárliga hugnakvøldi-num við borðhaldi íSkálanum leygar-kvøldið 3. mars.

    Í nógv ár hevur stuðulsfe-lagið "Dragin" skipa fyriárligum hugnakvøldiðfyri limum og øðrum áhu-gaðum.

    Hetta hevur verið eittafturvendandi tiltak fyri atstuðla seglskipinum Drag-in, sum nú í 10 ár hevur vir-kað sum skúlaskip fyri ung-dómin mest úr Norð-oyggjum. Hesi 10 árinihava uml. 300 næmingar

    siglt og havt sjómanslæruumborð í skúlaskipinumDragin. Umframt hettasiglir Dragin við ferðafólkium summarið, luttekur íFøroya Regatta, Føroya

    Sjómannadegi og gereisini ferðir uttanlanda.

    Kl 19 verður borðhaldvið heitum mati. Undirborðhaldinum verðurfelagssangur við harmonik-utónleiki - og mangan eisi-ni okkurt skemtiligt.

    Kl 23 byrjar dansurin,har "Flemming og vin-menn" (kendir frá NorrønaBand) spæla.

    Tey. ið ynskja at teknaseg til borðhaldið og dansinkunnu ringja á 606282 ella456661/ 756661. Um onkurbert við luttaka í dansinum,

    so er ikki neyðugt at teknaseg.

    Seinastu árini hava eisinifólk úr Eysturoynni teknaseg, og nevnast skal, at eisi-ni fólk aðrastaðni úrFøroyum eru vælkomin atvera við.

    Kostnaðurin fyri borð-hald og dans er 300 kr,meðan kostnaðurin bert fyridansin er 150 kr.

    Stuðulsfelagið heldur, attað er langt ímillum atskipa verður fyri slíkumtiltøkum, - sum er fyri vas-kin og eldri, so vónandiverða tað mong, sum fara atleita sær niðan í Skálanleygarkvøldið 3. mars.

    16 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    Stórt hugnakvøld í Skálanum leyg. 3 marts

    Fartelefonhorvin

    Beint undan jólum

    var fartelefon

    burturmist í

    Badmintonhøllini.

    Talan er

    um eina svarta

    Samsung “galaxy”.

    Tey sum vita um tele-

    fonina verða biðin um

    at ringja tlf. 284500

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 17

    www.nordlysid.fo

  • 18 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 19

  • 20 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

    Vindmyllurnar í Nilla fyri eftir stormTað sær út til, atVestas myllurnareru ov veikt gjørdar,í hvussu so er tilveðrið í Neshaga.

    Tekst og myndir: Oliver

    Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðari hjáSEV, sigur í stuttumsoleiðis:

    Vindmylluparkin íNeshaga er samansett avfýra vindmyllum, tríggjarfrá Vestas og einari fráNordtank. Í einari orkan 1.jóladag mistu allarVestasmyllurnar vindmata-ran og velið, ið sigur vind-mylluni frá hvaðani vind-urin kemur.

    (Tað er nevniliga so, atvindmyllurnar ikki havanakað vel, ið kann vendateimum ímóti vindinum.Ístaðin er ein lítil veðurstøðá toppinum, sum mátarvind og vindrætning, sendirboðini inn í mylluna, sumso vendir upp í ættina.(blaðm.))

    Vit halda at skaðin erhendur soleiðis, sigurAnders Nedergaard-Hansen, víðari: Myllurnarbremsa niður, men vita ikkihvaðani vindurin kemur.Myllan sum var fyri havarí-num fær vindin aftanífra,og bremsan megnar ikki athalda rotorinum. Bremsanverður reyðgløðandi ogoyðileggur allar kablar ínámind. Hetta hevur viðsær at myllan ongan streymhevur at arbeiða við.

    ...Okkara fólk eru uppi ímylluni dagin eftir. Teirskifta velið og vindmáta-ran. Teir gerast varugir viðskaðan, myllan kann ikki"krøjast" og umstýringin avveingjumum hevur fingiðalvarsligan skaða. Myllanverður síðani tryggjað sovæl til ber..

    Í viku 1 eru fólk fráVestas her at hyggja eftir

    skaðanum. Teir royna attryggja meira og síðaniseinni umvæla skaðan.

    Mánadagin 9. desemberer aftur stormur, sumkemur frá skeivari síðu,aftan ífra.

    Mánakvøldið sigur ein"joggari frá, at løgið ljóðkemur frá mylluni. Taðnæsta vit frætta er, at roto-rurin er bástur av.

    Tá vit týsdagin fara athyggja at mylluni kunnu vitbara staðfesta, at veingir,rotor og gear eru skrødd avmylluni, og liggja slongd áøkinum eystanfyri mylluna,ímeðan tætt vestanfyri myl-luna er eitt stórt hol í jørði-ni, og niðri á botni liggurgeneratorurin.

    Hetta kunnu vit róðligakalla eitt "totalt havarí",sigur Anders Nedergaard-Hansen millum annað, ífrágreiðing síni.

    Nú verður tikið uppUppá fyrispurning okka-ra, nær SEV fer at ruddaupp eftir óhappið íNeshaga, sigur AndersNedergaard-Hansenmn, atnú hevur tryggingarfela-gið mylluna um hendir, ogso vítt hann hevur skilt, soeru fólk frá trygginginilongu farin ígongd við atrudda upp.

    SEV hevur tríggjar nýg-gjar myllur í ordra. Tær eruikki frá Vestas, men fráeinum týskum felag sumeitur Enercon. Tað er myl-lur uppá 900 kW, ímeðanhavareraða Vestasmyllanvar uppá 660 kW.

    Uppá fyrispurning nærtær tríggjar nýggju myllur-nar verða uppsettar, sigurAnders Nedergaard-Hansen, at SEV hevur fing-ið loyvi at seta tær upp,men at tað er komin einkæra um málið. Onki verð-ur gjørt ímeðan kæran er tilviðgerðar, men um vit fáaloyvi, so vóna vit at kunnaseta tær upp í ár.

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 21

    Neshaga marnar

  • 22 NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012

  • NR. 4 MIKUDAGIN 25. JANUAR 2012 23

    Fólksins ognMakrelurin er orsøkin til,at fleiri journalistar ogbúskaparfrøðingar haldaseg hava eitt gott boðuppá, hvussu, eftir teirrahøvdi, fólksins ogn kannkasta mest møguligt avsær. Ofta lekur millumteori og praksis og íhesum førum er einkiundantak. Her fossar útímillum, so tað baskareftirí. Orðatakið sigur "Táið krubburnar tømast,byrja hestarnir at býtast".Hóskar væl til kjakiðídag, har tann almennisektorurin berjist við atflyta fokus, og rættvísge-rða sín eksistens, við atleypa á grundarlagið fyriinntøkuni í tí føroyskasamfelagnum, nevniligafiskivinnuni.

    Tá ið talan er um fólksinsogn, so halda tey flestu, attalan er um fiskiríkidømið,sum svimur í havøkinumkring Føroyar. Henda gene-rella fatan er íkomin aveinari øvundsjúku, sumverður píska fram av serli-ga ávísum politikkarum ogverður somuleiðis væl mót-tikin og framførd av teimalmennu miðlunum. Menum vit nýta somu argumen-tir, hvat er so fólksins ogn?

    Fiskiríkidømið, sum svi-mur, er fólksins ogn, men tá

    ið feløg ella persónar havafingið útluta eitt fiskiloy-við, so er tann veiðan, sumhesi fáa til heildar, ikkifólksins ogn. Hetta er pri-vat ogn, tí tú nýtir tín kunn-leika og orku til at skapaðtær eitt lívsgrundarlag, viðteim møguleikum og ræt-tindum, tú hevur fingið fráávvarandi mynduleikum,sum umsitað fólksins ogn.

    Tá ið talan eru um gjaldfyri at nýta hesi rættindir,eru tey flestu almennuargumentini sera avskepla-ði, tí tað verður altíð farieftir teimum, sum megna atfáa mest burturúr, tvs. teirsum duga at fáa skynsamanrakstur burturúr teim tillu-taðu møguleikum. Hettabotnar aftur í einum, nevni-liga øvundsjúkan. Førtverður fram, at her skal rin-dast tilfeingisgjald ella til-feingisskattur, tí talan erum fólksins ogn. Men herer kjetan longu dottin bur-turav, tí veiðan er ikki fólk-sins ogn. Fólksins ogn ertann fiskurin sum svimureftir.

    Tilfeingisgjald ella til-feingisskattur er eisini seraórímuligt, tí hetta er at metasum ein eyka skattur, ellaøvundsjúkuskattur til teysum ikki hava skilt hugta-kið fólksins ogn. Um vit

    seta eitt lítið roknistykkiupp, so kunnu vit skjóttverða samd um, at tannsum hevur fingið tillutamøguleikan at veiða burtu-rav fólksins ogn, so sannili-ga rindar til fólkið fyrihenda møguleikan.

    Lat okkum takað eitteyðkent dømi, har einlínubátur fiskar fyri uml.

    15 mill.Hetta er ein sera realis-

    tisk mynd, av einum úrslitðfyri at fáa møguleika atveiða burturav fólksinsogn. Sum eisini framgong-

    ur, so eru als ikki nakarpeningur til endurnýggjanav vinnutólinum, soumframt at oysa 100% avveiðuviðriðnum inn í tannføroyska búskapin, hevurtú sum loyvishavari, ikkimøguleikan til at endurnýg-gja teg ella leggja pening tilsíðis, tá ið úrslitið ikki er so"gott".

    Generelt má sigast, at

    tann parturin av fólksinsogn, sum er fiskiríkidømið,rindar so avgjørt sín part tilsamfelagið.

    Fólksins ogn er meiri ennfiskiríkidømið. Fólksins

    ogn er millum annað eisiniblokkurin og landsskattu-rin, sum skal nýtast til rak-stur av samfelagnum sumheild. Innan hetta økið erutað eisini nógvir persónarog feløg, sum fáa tilluta einrætt til at troyta hendagrunn. Skatturin, sum hesirinda, gongur innaftur íkassan ímeðan nettoinntø-kan verður nýtt í samfelag-

    num. Eisini gott. Hinvegin haldi eg ikki at

    umsitingin av hesi fólksinsogn, er nakað skilabetrigrundarlag til at gevahesum rættin til at fortelja

    einum øðrum bólkið, sumhevur fingið tillutan avfólksins ogn, at hesi skulugjalda enn meiri, hví tað???

    Rættindini sum tú hevurfingið tilluta, fiskiloyvi,verður eisini umsitið væl avteim almennu mynduleiku-num, við eitt nú fiskiveið-ieftirlitið. Um tú kemur tilat bróta lógina, tvs. byrjarat veiða burturav tí, sum erfólksins ogn, so verður túrevsaður við bót og missirrættin til at veiða í ávísttíðarskeið.

    Um tú arbeiðir í tí almen-na sektorinum og umsitirfólksins ogn, almennarpengar, og eitt nú brúkar ovnógv í heimildarloysi ellabeinleiðis brýtur lógina viðat "sleða" privat, so hendureinki. Tú fært fyrst einaávarðing, at "hetta mást túikki gerða". Um tú so gerttað aftur, fær títt fakfelageitt hoyringsskriv, sum taðskal takað støðu til innan14 dagar og um so er, at túikki megnar at sita í sessi-num, verður tú bara fluttur íein annan krók í umsiting-ini. Er hetta góð umsitingav fólksins ogn?

    ein fiskimaður

    Avreiðingarviðrið kr. 15.000.000,00

    Landingarútreiðslur, ísur, agn, olja, viðlíkahald, umvælingar, trygging vm.(Alt peningur, sum verður nýttur í samfelagnum) kr. 6.500.000,00

    Manningarpartar(Alt peningur, sum verður skattaður og restin fertil nýtslu í samfelagnum) kr. 7.500.000,00

    Rentur(Tað sum verður goldið til fíggingarstovnin fyriat lána pening til íløguna) kr. 500.000,00

    Avskrivingar(Tað sum vinnutólið minkar í viðrið árliga) kr. 500.000,00

    Ársúrslit kr. 0,00

    Fundur verður í Skúlaheiminum

    við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 28. januar.

    Byrjað verður kl. 9.30.

    Skrá verður kunngjørd á heimasíðu floksins

    www.samband.fo

    SAMBANDSFLOKKURIN

  • NORÐLÝSIÐ • RYGSVEGUR 3 • BOX 58 • 700 KLAKSVÍK • TEL. 456285 • FAX 456498 • [email protected] • www.nordlysid.fo

    Árið hevur verið gott higartilTað sigur Óli Olsen,formaður á útróðrarbátinumHavsbrún íKlaksvík.

    Havsbrún rør bara út viðsnellu. Hetta hava vitgjørt nú í fleiri ár, og egmá siga, sigur Óli Olsen,at tey árini, tá fiskur erundir, er hetta eitt seragott lív.

    Men árið í fjørð var seravánaligt til fisk. Í vártíðinikann eg gott siga, at vitfingu einans ein túr, og táfingu vit 8000 pund eftirstuttari løtu inni áVágrunninum. Várið viðra-ðið stak illa.

    Annars lá fiskiskapurinum 1500 pund, 2000 pund2500 pund og soleiðis. Taðsum var heppi var, at prísu-

    rin var hampuliga góður. Tíbleiv árið ikki tað allarringasta í pengum. Men ínøgd var tað tað ringastaárið hjá okkum.

    Gott ár higartilEnn er árið komið stuttáleiðis, men tað sum fariðer av 2o12 hevur roynstokkum sera væl. Vit eruvanliga fýra mans viðHavsbrún, og vit havaverið tríggjar túrar.

    Tann fyrsti var uppá15.000 pund næsti 40.000pund og ígjár høvdu vit10.000 pund. Prísurinhevur eisini verið hampuli-gur, vit hava fingið um10,50 fyri kilo, so vit nær-kast eini sølu sum eitur350.000 krónur.

    Tilsamans hava vit veriðúti í 9 dagar íalt, so sigastmá, at inntøkan hjá okkumhevur verið sera góð, hettasum farið er av árinum.

    Nógv virksemi á KósiniOkkum tørvar rein-skerarar og skera-rar, sigur FríðinZiskason, arbeiðs-formaður á Kósini.

    Mánadagin lógu Jákup B,Grønanes ogVestmenningur og avreid-du til Kósina. FríðinZiskason sigur, at Jákup Bhevði 76000 pund avhýsu og toski.

    Tað gongur ikki so væl atfáa prís fyri hýsuna, tímarknaðurin er sera vánali-gur í løtuni. Men vit roynaat vera við, og tí hava vithjálpt Jákupi B, Kvikki ogKlakki at sleppa av viðhýsuna. Hýsan verður sko-rin til flak her á virkinumog fryst.

    Vestmenn og Framavreiddu 240.000 pund avupsa. Jú, her hevur veriðnógv at gjørt í seinastuni.Okkum tørvar royndar rein-skerarar og skerarar.Annars hava vit nóg mikiðav øðrum fólki í løtuni,sigur Fríðin Ziskason í stut-tari viðmerking av Kósini.