12
Meginfelag Føroyskra Studenta Árgangur 23 1. útgáva februar 2007 Navn: Torkil Ejdesgaard. Aldur: 23 ár. Bústaður: Aberdeen, Scotland. Lestur og á hvørjum semestrið: Altjóða Politikk og Sosiologi á 3. ári og 2. smestri. Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferð. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg havi valt at stilla upp til ráðið, tí at eg meti, at MFS ikki er nóg umfatandi geografiskt. At MFS fær ðka sín sjónarring, serliga viðvíkjandi teimum lesandi í Stórabretlandi. Eg vil arbeiða fyri, at tey les- andi í Stórabretlandi fáa betur ferðaumstøður, tí sum nú er eru tær langt frá nóg góðar. Eisini vil eg gjarna kunna Føroyar betur um, hvussu útbúgvingarnar eru uppbygdar og hvørjar fyrimunir tær hava. Sum heild vil eg eisini arbeiða fyri betur samskifti millum MFS og limir sínir. Umframt hesi eru Rúna Jacobsen úr Føroyum og Áki Vang Polusen úr Aberdeen uppstillaði til ráðið. Mínar framtíðarvisiónir fyri MFS er at gera felagið meira sjónligt, so tað ikki skal vera nakar ivi um hjá nøkrum føroyskum lesandi, hvat MFS stendur og arbeiðir fyri. Eisini havi eg sum mál at arbeiða fyri, at MFS í Århus kemur á føtur aftur. Navn: Durita L. Jóansdóttir. Aldur: 25 ár. Bústaður: Keypmannahavn, Danmark. Lestur og á hvørjum semestri: Havi júst latið inn serritgerð í Evropavísindi. Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Havi verið við í 1 ár. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg vil hava MFS at gerast nógv meira sjónligt við størri fokus á umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum. Dt L. Jósdr Tr Ejdgar Framhald frá síðu 23 So kom veturin . . . MFS og íð MFS íðkr rið Fróðkprið og MFS Aðfn ða 2 ða 7 ða 10 ða 20 mynd vantar

Fjolnir 2007 Februar

  • Upload
    mfs

  • View
    249

  • Download
    5

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Scanning av gomlum bladid.

Citation preview

Page 1: Fjolnir 2007 Februar

Meginfelag Føroyskra Studenta

Árgangur 23 1. útgáva februar 2007

Navn: Torkil Ejdesgaard.Aldur: 23 ár.Bústaður: Aberdeen, Scotland.Lestur og á hvørjum semestrið: Altjóða Politikk og Sosiologi á 3. ári og 2. smestri.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferð.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið?

Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg havi valt at stilla upp til ráðið, tí at eg meti, at MFS ikki er nóg umfatandi geografiskt. At MFS fær víðka sín sjónarring, serliga viðvíkjandi teimum lesandi í Stórabretlandi. Eg vil arbeiða fyri, at tey les-andi í Stórabretlandi fáa betur ferðaumstøður, tí sum nú er eru tær langt frá nóg góðar. Eisini vil eg gjarna kunna Føroyar betur um, hvussu útbúgvingarnar eru uppbygdar og hvørjar fyrimunir tær hava. Sum heild vil eg eisini arbeiða fyri betur samskifti millum MFS og limir sínir.

Umframt hesi eru Rúna Jacobsen úr Føroyum og Áki Vang Polusen úr Aberdeen uppstillaði til ráðið.

Mínar framtíðarvisiónir fyri MFS er at gera felagið meira sjónligt, so tað ikki skal vera nakar ivi um hjá nøkrum føroyskum lesandi, hvat MFS stendur og arbeiðir fyri. Eisini havi eg sum mál at arbeiða fyri, at MFS í Århus kemur á føtur aftur.

Navn: Durita L. Jóansdóttir.Aldur: 25 ár.Bústaður: Keypmannahavn, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Havi júst latið inn serritgerð í Evropavísindi.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Havi verið við í 1 ár.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar

framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg vil hava MFS at gerast nógv meira sjónligt við størri fokus á umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum.D!"#t$ L. Jó%&sd'#r

T(r)#* Ejd+ga%r,

Framhald frá síðu 23

So kom veturin . . .

MFS og -%./í0#1

MFS 2í0k%r 2#r345.i0 678

Fró09k%p%r4:"i0 og MFS

A0%; f!n<!"#1

síða 2

síða 7

síða 10

síða 20

mynd vantar

Page 2: Fjolnir 2007 Februar

JÓAN PAULI HELGASON

Fá fólk til tiltøk, lækkandi limatal og minkandi áhugi at luttaka sjálvboðin í ráðsarbeiðnum. Tað hevur verið veruleikin hjá MFS í longri tíð. Sokallaða eksistenskreppan hjá MFS hevur í fleiri harrans ár verið eitt afturvendandi kjak-evni í MFS-ráðnum. Tað er ongin loyna, at tað er vorðið alsamt meiri frustrerandi og ónøktandi m.a. at skipa fyri tiltøkum í MFS-høpi, tað veri seg av fak-ligum, politiskum ella sosialum slag. Fólk møta rætt og slætt ikki upp! Vit hava enntá verið noydd at avlýst tiltøk, tí ikki ein einasti møtti upp. Og tað er ikki tí, at tað hevur verið ov illa lýst, heldur tvørturímóti. Tað letur til, at tað einasta sum kann fáa lesandi føroyingar at tysja saman í dag, er dansur í føroyahúsi-num, ella okkurt annað ball.

Harafturat gerst verri og verri at fáa fólk at engagera seg í MFS, og gera nakað uttan at fáa pening fyri tað. Øll spyrja altíð, “jamen, hvat fái EG burturúr at gera tað?” Er sjálv-boðið arbeiðið vorðið “en saga blot?” Tað er ikki undur í, at kendi spurningurin: “to be or not to be” stingur seg upp við jøvn-um millumbilum. Er tað í heila tikið tørvur á einum studentarpolitiskum felagi sum MFS longur? Hava vit lesandi tað so gott í dag, at tað rætt og slætt ikki er meira at arbeiða fyri? Hevur MFS eftir øll hesi ár at enda útspælt sín leiklut? Tann lættasta loysnin hevði verið at bara svara “ja”. So er yvirstaðið og so sleppa øll undan at hugsa meir um tað. Ikki eiti á bragd tað hevði verið hjá MFS. At hava vunnið teim lesandi øll tey rættindi vit yvirhøvur kundu koma í tankar um. Fantastiskt! Soleiðis er sjálvsagt ikki, og talan er ikki um at niðurleggja MFS. Tað er so sanniliga

MFS og -%./í0#1

ISSN 1396-206X

Útgevari: Meginfelag Føroyskra StudentaVesterbrogade 17 ADK-1620 KBH V33250210Teldupostur: [email protected]: [email protected]

Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Skrivstovutíðir:Keypmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl. 16-18Århus: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus. Tlf: 27748321 Opið er týsdag kl. 16-18

Blaðstjórn:Durita Jóansdóttir, (formaður)Doris Bjarkhamar, (blaðstjóri hesuferð)Malan Ludvig, (skrivari og rættlesari)Suffía við Stein, (uppsetari)

Øll eru vælkomin í blaðbólkin – send okkum ein teldupost !!!

Prent: MFS-skrivstovan í Keypmannahavn

Prentað 2006-12-13

Endurprent:Tilfar úr blaðnum kann endur-prentast við tí treyt, at keldan er týðiliga merkt.

2 23Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

Framhald á baksíðuni

Navn: Jákup Emil Hansen. Aldur: 24 ár.Bústaður: Århus, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Stjórnmálafrøði, 4. semestur.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum: Havi verið tiltakslimur í eitt ár. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar fram-

tíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Velji at stilla upp, tí mær hevur dámt væl at tikið lut í arbeiðinum hjá MFS.

Erl$ P:5r451

Navn: Erla Petersen. Aldur: 21 ár.Bústaður: Århus, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Statskundskab á 2. semestri.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Stilli upp fyri fyrstu ferð.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar fram-

tíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg havi primært valt at stilla upp fyri at vera til at gera MFS meira aktivt og sjónligt her í Århus. Og eg vil somuleiðis arbeiða fyri at fáa nøkur tiltøk upp at standa her í Århus.

Navn: Janus á Ryggi. Aldur: 24 ár.Bústaður: Tórshavn, Føroyar.Lestur og á hvørjum semestri: Stjórnmálafrøði á 2. se-mestri á Fróðskaparsetur Føroya. Havi lisið gudfrøði í gott tvey ár sum sjálvlesandi á University of London. Sjálvlest-urin er ikki býttur upp í semestur, men hevur eitt sindur øðrvísi bygnað.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum: Havi ikki verið virkin í MFS áður.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar

framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Tað varð heitt á meg um at gera vart við lestrarumstøðurnar á Fróðskaparsetrinum í MFS. Og eg meti, at tað er bæði rætt og skilagott at lesandi á Fróðskaparsetrinum eru umboðað í ráðnum, serstakliga tá vit hava í huga, at alsamt fleiri velja at taka alla, ella part av útbúgving sínari á setrinum.

J%&!s = Ry>?

J@A!B E.#* H%&451

mynd vantar

Page 3: Fjolnir 2007 Februar

tørvur á, at vit lesandi standa saman og seta okkara krøv til føroysku mynduleikarnar so-leiðis, at vit í framtíðini verða tryggjað eins góðar og enn betri karmar enn vit hava í dag. Føroysk lesandi hava td. ómetaliga vánalig bústaðarviðurskifti, og ÚS-skipanin stendur fyri endurskoðan. Í báðum førum er týdning-armikið, at vit lesandi fáa ávirkan, og tað er her, at MFS sum lestrarfelagsskapur skal gera seg galdandi. Vit skulu minnast til, at MFS ikki bara hevur vunnið teimum lesandi tey rættindini vit í dag taka fyri givið, eitt nú ferðastuðulin og rættin til at atkvøða til løg-tingsvalini. MFS hevur eisini verið garantur fyri, at vunnin rættindi ikki hvørva aftur. Poli-tiskt er onki at ivast í, at tey lesandi hava tørv á einum áhugafelagsskapi sum MFS. Spurningurin í dag tykist meiri at vera, hvat tey lesandi vænta av einum studentar-felagi. Hvat slag av felagi skal MFS verða? Hvussu kunnu vit gera MFS meiri sjónligt, og hvussu fáa vit tey lesandi at gerast áhugaði í studentarpolitiskum arbeiði? Er tíðin farin frá limafelagsskapunum við árligum lima-gjaldi, og tí sum hartil hoyrir? Hvussu kunnu vit endurskapað MFS, so tað passar til tørvin hjá teimum lesandi í dag? Eftir at ÚSUN-stuðulin bleiv innførdur, er talið av teimum, sum leita sær útum ríkis-

felagsskapin at lesa vaksandi. Tølini tala fyri seg: í 2003 valdu 71 fólk at lesa uttanfyri norðurlond. Í nov. 2006, 3 ár seinni, er talið 145 fólk. Hendan gongdin setir eisini nýggj krøv til MFS, sum umboðar føroysk lesandi í øllum londum. Hvussu fylgja vit sum student-arfelagsskapur við alheimsgerðini? Hóast MFS bæði í Pisuni og í ymsu lestrar-vegleiðingartiltøkunum hevur sett alheims-gerðina á dagsskránna, so hava altíð verið atfinningar mótvegis MFS um, at MFS er les-trarfelagsskapur teirra lesandi í Keypmanna-havn. Hvat kunnu vit gera við tað? Í løtuni arbeiðir MFS-ráðið miðvíst við at fáa ráðslimir, og nevndarlimir úr fleiri lond-um, soleiðis, at felagsskapurin MFS kann fevna breiðari geografiskt, og gerast ein sterkari felagsskapur, sum tey lesandi kenna seg sum ein part av, og lat tað verða sagt beinanvegin: MFS er opið fyri øllum tykkum, sum hava hugskot og hug at verða ein partur av felagsskapsarbeiðnum. Tørvur er á øllum góðum kreftum.

Á komandi aðalfundi hjá MFS fara vit at við-gera mongu spurnigarnar.

Komið á aðalfundin í Århus tann 3. mars kl. 16 og kjakist um framtíðina hjá MFS!

22 3Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

CC#;;i$ Gj5r<#ng RD6.!E51

Navn: Fía Lindenskov. Aldur: 28 ár. Bústaður: Valby, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Fólkaheilsufrøði á 6. semestri.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Í eitt ár.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar framtíðar-

visiónir hevur tú fyri MFS? Mær hevur dámað sera væl at verið við í arbeiðinum hjá MFS, og vil fegin halda áfram við tí. Eg eri sera áhug-að í tí arbeiðinum, ið vit hava verið í gongd við við at stovna undir-deildir hjá MFS í Skotlandi og í Føroyum, so vónandi fáa vit ráðslimir uttan fyri Danmark eftir komandi aðalfund. Eg eri eisini áhugað í at arbeiða víðari við ætlanini um at gera ein databasa yvir øll føroysk

lesandi...reint praktiskt viðvíkjandi nevndararbeiðinum er tað eisini nøkur ting, ið eg haldi at vit kundu gjørt fyri at gera arbeiðið hjá MFS lættari og hugaligari. Serliga hjá nýggjum ráðslimum, ið kanska kunnu føla seg eitt sindur ørkymlaði, tá tey koma uppí ráðið. Vónandi verður MFS eisini sjónligari í framtíðini enn hevur verið.

Fí$ L#nd5&9k(F

Navn: Hjørdis Klein. Aldur: 24 ár.Bústaður: Frederiksberg, Danmark. Lestur og á hvørjum semestri: Markedsføringsøkonom, 3. semestur.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg stilli upp fyri fyrstu ferð.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar fram-

tíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg havi valgt at stilla upp til MFS-ráðið fyri at geva eina hjálpandi hond til ymisk tiltøk og soleiðis gera felagið meira sjónligt millum limirnar.Hjør<Gs Kl5#1

Navn: Cecilia Gjerding Rasmussen. Aldur: 22 ár.Bústaður: Århus, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Økonomi og 2. semestur.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferd at eg stilli upp.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið?

Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Mítt ynski er at gera MFS meira sjónligt fyri tey lesandi í gerandisdegnum.

mynd vantar

Page 4: Fjolnir 2007 Februar

?Navn og útbúgving? Heri Mørkøre, cand. Pharm.

Starv í dag? Landsapotekari.

Hvussu leingi vart tú í

MFS-ráðnum?

2 ár um eg minnist rætt. Skrivari.

Hvat minnist tú best frá

MFS-tíðini?

Norðurlendska viðurken-ning. Arbeiðið við at fáa altjóða viðurkenn-ing. Útgávu av Fjølni. Sociologiska kanning av umstøðunum hjá føroyskum studentum. Limablað, við kunning til limirnar, sum vit sjálvir gjørdu við gjøgnumslagsstensli, og skrivað á dupliker-ingsmaskinu. Ar-

beiðið við at fáa føroyskan stuðil til lesandi aðrastaðir enn Danmark. Instilling til landsstýrið at veita stuðul til styttri lestrarferðir og syrgja fyri at frágreiðingar frá ferðunum komu inn. Annars gott felagslív.

Hví skulu lesandi gerast

ráðs- ella nevndarlimir?

Til síðsta spurningin er ilt hjá mær at meta um, tí núverandi støða er heilt øðrvísi enn tá.

Tá var treytin fyri limaskapi, at tú hevði studentsprógv og var farin undir hægri útbúgving. Tí var helst lættari at skipa fyri felags politikki, og tað varð best gjørt í teirri skipan MFS var undir tá. Sum nú er øðrvísi, og dugi eg tí ikki at geva eintýðugt svar til henda spurningin, tí eg kenni ikki krøvini til limaskapin og hvørji felags virðini eru nú.

4 21 Fjølnir 2007

Framhald á næstu síðu

HvH MFSSíðan 1962 hava nógvir føroyingar tikið lut í arbeiðnum í MFS, og Fjølnir hevur spurt nøkur

av teimum, hvat tey minnast aftur á, í tíðini tey vóru aktiv í MFS, og hví tey vilja mæla

øðrum til at luttaka í MFS - arbeiðinum

H5"? MørkørI

Navn og útbúgving?

Annika Sølvará, Cand. Mag í enskum og søgu frá Århus Universitet (sept. 1990-jan. 1997)

Arbeiðið í dag?

Setursskrivari á Fróðskaparsetrinum, forkvinna í Leiklistaráðnum

A&&#k$ Sø;F%r=

Navn: Súsanna Husgaard Niclasen. Aldur: 26 ár.Bústaður: Keypmannahavn N., Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Ergoterapi á 5. semestri.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? 1½ ár.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Mær hev-ur dámt væl at vera vid í ráðnum, eg havi fingið nógvar góðar royndir av arbeiðnum í MFS, og vil fegin fáa fleiri. Eg kundi millum annað gott hugsað mær at arbeitt fyri at fingið ein databasa yvir øll føroysk lesandi. Haraftur-at haldi eg, at vit burdu fornýggjað MFS, og blivið meira sjónlig fyri tey lesandi, bæði í Danmark, men eisini í øðrum londum. Eg kundi gott hugsað mær at havt fleiri

tiltøk, sum vóru meira viðkomandi fyri tey lesandi, t.d. poli-tisk tiltøk, tiltøk fyri nýbyrjaði lesandi (t.d. okkurt à la rústúr) og fríggjadagscafé.

SJs%&n$ H!sga%r, NGclD451

Navn: Katrin Sørensen.Aldur: 25 ár.Bústaður: Frederiksberg, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Sjúkrarøktafrøðingur, 4. semestur.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? 1. ferð eg stilli upp.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið?

Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg kundi millum annað hugsað mær at virka sum eitt slag av millumliði millum MFS Danmark og lesandi í øðrum londum. Gera felagið meira al-tjóðakent so at tey sum lesa uttanfyri Danmark eisini kunnu merkja, at tey kunnu venda sær til felagið í Keypmannhavn. Eisini hugsi eg um tað nýggja Føroyingafelagið í Aberdeen. Eg haldi, at vit kundu fingið nógv burturúr einum sam-starvi. Annars kundi eg hugsað mær at felagið bleiv meira sjónligt her í Keypmannahavn, og vil gjarna verða við til at hetta gerst veruleiki.

K%/"#1 Sør5&451

Page 5: Fjolnir 2007 Februar

Hvussu leingi vart tú í MFS-ráðnum?

Í 3 ár frá 1994-97, seinnu tvey árini sum forkvinna.

Hvat minnist tú best frá MFS-tíðini?

Eg minnist best teir ótrúliga drúgvu, men spennandi og stuttligu ráðsfundirnar(íroknað ballini aftaná, sjálvsagt :o) við nógvum góðum diskussiónum og ymsum sjónarmiðum. Eg minnist serliga ein fund í eini íbúð í Århus, tá gingu aldurnar so høgt, at rútarnir glintaðu. Alt tað eg minnist, hava fólkini í MFS ráðnum og nevndum verið virkin fólk í fleiri høpum og fólk við sterkum meiningum. Tað sæst eisini aftur í dag, fleiri av teimum, sum sótu í ráðnum og nevndini í mínari tíð eru ikki óvæntað sera virkin í politikki ella sita í leiðandi størvum.

Hví skulu lesandi gerast

ráðs- ella nevndarlimir?

Eg haldi tað hevur ótrúliga stóran týdning, at føroysk lesandi eru bevíst um, at tey sjálvi mugu gera nakað fyri at vinna sær sømdir og

at varðveita tær sømdir, sum studentar und-an hava fingið til vega, ofta við tógvið stríð. Eisini er tað bæði ein ábyrgd og møguleiki at gera vart við bólkin lesandi sum týðandi samfelagsbólk, sum skal takast við uppá ráð í nógvum samfelagsviðurskiftum. Eitt, sum er serligt fyri føroysk lesandi í mun til onnur norðurlendsk lesandi er at størsti parturin er í útlondum í lestrarørind-um, meðan tey eru millum 18-30 ár, hetta er vanliga tey árini, tá fólk eru fríðast og mest energisk at luttaka í felagsarbeiði og samfelagskjaki. Tey mangla tí sum bólkur í føroyska samfelagnum, t.d. í politikki og almennum kjaki. Gjøgnum MFS og gjøgnum kjaksíður er tað møgulgt at gera vart við seg og síni sjónarmið. Tað er heldur einki at taka seg aftur í, at fyri nógv er tað eisini ein persónligur vinning-ur at vera við í studentapolitiskum arbeiði. Tú vinnur tær royndir og knýtir nógv bond, sum tú kanst fáa góða nyttu av seinni.

20 5Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

Navn og útbúgving?

Halla Nolsøe Poulsen, stjórnmálafrøðingur.

Starv í dag?

Fulltrúi í uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni.

Hvussu leingi vart tú í MFS-ráðnum?

3 ár

Hvat minnist tú best frá MFS-tíðini?

Minnist kanska serliga arbeiði við Fjølnir, tað at skaffa lýsarar, savna tilfar. Tað var tungt, men sera læruríkt. Eisini minnist eg teir nógvu ráðsfundirnar,tann heilt serliga stemningin ið var, og so sjálvandi tey mongu sosialu tiltøkini. Dansir, cafekvøld, kjakfundir o.m.a.

A0%;f!n<!"#1Tann 3. marts 2007 hevur MFS aðalfund, og í ár verður fundurin hildin í Føroyinga-húsinum í Århus – eisini kallað Áarstova. Til komandi ráðsfund er fleiri í núverandi MFS-ráði, ið hava boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tískil er brúk fyri nýggjum fólki, og tíbetur eru eisini nøk-ur, ið hava hug til at stilla upp til MFS-ráðið, sum seinastu árini ikki hevur verið eins sjónligt, ið tað áður hevur verið. Fyri at bøta um hetta verður komandi aðalfundur nakað øðrvísi enn teir aðalfundar, ið áður hava verið, tí hesaferð verður nógv gjørt burturúr at fáa tann einstaka uppstillaran at koma við framtíðarhugsanum viðvíkjandi MFS. Í hesum Fjølnir-blaði eru uppstillararnir, ið higartil hava meldað seg, samlaðir, og geva teir her sína hugsan um framtíðina hjá MFS

B#rg#8$ D%;sga%r, KLM451

H%;l$ NN;4øI P(!;451

Navn: Bergitta Dalsgaard Thomsen.Aldur: 23 ár.Bústaður: Keypmannahavn, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Ha-Jur, 4. semester.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið?

Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Tí eg vil gjarna hjálpa og stuðla felagnum við sínum arbeiði. Eg kundi gott hugsað mær, at felagið var eitt sindur meira virkið og sjónligt fyri tey lesandi.

Navn: Malan Ludvig. Aldur: 25 ár.Bústaður: Keypmannahavn, Danmark.Lestur og á hvørjum semestri: Pædagogik á Københavns Universitet á 8. semestri.Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Í 1½ár.Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Hvørjar framtíðarvisiónir hevur tú fyri MFS? Eg vil gjarna vera við til at gera MFS meira sjónligt. Bæði í Keypmanna-havn við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, men eisini uttan fyri Keypmannahavn og uttan fyri danska ríkið. Fáa øll føroysk lesandi óansæð bústað at standa saman og arbeiða fyri betri lestrarumstøðum. M%l%1 Lu<vig

Framhald á næstu síðu

Page 6: Fjolnir 2007 Februar

Hví skulu lesandi gerast

ráðs- ella nevndarlimir?

Fyri tað fyrsta tí at tey hava áhuga í at bøta um korini hjá teimum lesandi, men eisini fyri sjálvi at útbyggja síni sambond, tí á ein hátt “networkar” tú í slíkum umhvørvi. Eisini er samanhaldið millum ráðslimirnar gott, og man er “fakligur” men á einum meira sosialum støði. Tú lærir eisini nógv um sam-felagið, bæði uttanlands og heima.

Navn

og útbúgving?

Katrin Didriksen Apol, stud.mag í Medievidenskab.

Starv í dag? Skrivi høvuðsupp-gávu eftir eitt ár í barnburðarfar-loyvi.

Hvussu leingi vart tú í MFS-ráðnum?

Kom upp í MFS í febr. 2001 og sat til febr. 2006.

Hvat minnist tú best frá MFS-tíðini?

Eg eigi nokk fyrst av øllum at nevna, at eg møtti manni mínum í MFS høpi, so eg havi fingið ein heilt ítøkiligan ágóða burturúr.Annars er tað torført at taka nakað fram um alt annað! Tá eg havi verið við so leingi, er nógv at taka aftur í, men nøkur rættilig succ-esupplivilsi hava verið, tá man hevur fingið okkurt mál ígjøgnum, sum arbeitt hevur ver-

ið við í longri ella styttri tíð. Her kunnu m.a. nevnast 1)starvsvenjingin í føroysku miðfyri-sitingini, sum vit vóru íverksetarar til, og 2) tað, at lesandi uttanlands í dag í ávísan mun kunnu skriva børn síni á bíðilista til barnaan-sing í Føroyum. Eg minnist eisini væl stoltu kensluna, at standa við einum so rúgvusmikl-um blaði sum Pisuni í hondini 4 ár á rað, og vita, at tað var eins egna verk! Tað kendist sum ein persónligur sigur, tá vit á heysti 2005 endiliga fingu eina nýggja heimasíðu

og harvið eitt nýtt andlit út eftir. Hetta var so eisini seinasta spjál-kið, sum kom frá mær í MFS-høpi, so tí minnist eg tað kanska eina-best. Annars hava verið rættiliga nógv væl eydnaði tiltøk, bæði við promonentari vitjan, men eisini t.d. spennandi framløgur hjá lesandi og okkurt skeið. Nógv sambond eru knýtt, ið møguliga kunnu gera lívið lættari seinni.Tað besta er tó øll tey (skiftandi) fólkini í MFS-ráðnum, sum eg hitti hesi fimm árini, og allar tær upplivingarnar eg havi saman

við teimum. Bæði viðvíkjandi samarbeiði (og tí øvugtaL)og í meira vertsligum høpi. Serliga væl minnist eg túrin í Århus til aðalfundin í 2004 og arbeiðsvikuskiftið í einum summar-húsi í Norðursælandi á heysti sama ár.

Hví skulu lesandi gerast

ráðs- ella nevndarlimir?

a) Tí tey eru forvitin.b) Tí tey ynskja at vera rødd og andlit teirra lesandi.c) Tí tey ynskja innlit í arbeiðsgongdir bæði á mikro- og makroplani.

6 19Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

Hvønn valdi tú seinasta løgtingsval? Javnaðarflokkin

Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ikki altíð. Plagi sum oftast at keypa tað bíligasta.

Hvussu ofta keypir tú klæðir? Veit ikki. Einaferð um árið kanska.

Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Tja… hvat hevði eg IKKI tikið við mær! Har manglar enn eitt sindur har úti. Hevði nokk byrjað við einari farteldu við tráðleysum neti og ævigheitsbattaríi.

Atlantic Airways ella Norrøna? Atlantic Airways

Besti fótbóltsspælari

í Føroyum? Jákup á Borg ella Niels Joensen.

Hvørjum leingist tær eftir í

Føroyum? Familju, vinum og einari fittari gentu.

Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert

liðugur at lesa? Ja! Kanska ikki beinanvegin, men tað er í øllum førum ætlanin.

Hvat hevur tú við tær í viðføri-

num, tá tú fert heim? Óendaligan vísdóm. Allar møguligar royndir og Tax Free ting til mammu.

Hví halda vit jól? Vit halda jól til at minnast og gleðast um Jesu føðing.

Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni

í Millum tvær negl? Hulk Hogan ella The Ultimate Warrior?

Hvønn persón hevði tú viljað sett millum

tvær negl? Bjarna Lamhauge.

K%/"#1 Di<"#3451 ApN*

Page 7: Fjolnir 2007 Februar

DURITA L. JÓANSDÓTTIR

Í hesum altjóðagjørdu og visioneru tíðum eru uppgávurnar hjá MFS við at broyta skap og við nýggjum avbjóðingum fyri framman. Alsamt fleiri og fleiri føroyingar leita sær til onnur lond enn Danmørk at nema sær hægri útbúgving, eitt nú Stórabretland. Serliga skotski silvurbýurin Aberdeen við sínum be-tongskrýddu háhúsum dregur nógvar ungar

føroyingar at sær. Hetta ger, at MFS metir tað verða neyðugt at víðka og flyta sítt virki, har ið tørvur er á hesum. Umframt at venda eygu-ni úteftir, er tað tó harðliga uppá tíðina, at vit eisini venda eyguni inneftir móti okkara egnu lesandi í Føroyum. Har tykjast lesandi tíverri at vera ein meira ella minni ósæddur partur av samfelagnum. Føroyska samfelagið og MFS hava gjørt syrgiliga lítið fyri at betra um umstøðurnar hjá lesandi á egnum klettum.

Stórabretland – tað nýggja lestrarlandiðAltjóða Skrivstovan hevði í samstarvi við MFS eitt áhugavert tiltak í Miðlahúsinum tann 28. decembur 2006, sum snúði seg um, hvat skal til, fyri at tey vælútbúnu koma heimaf-tur. Tiltakið varð væleydnað, og nógv fólk høvdu funnið sær oman í Miðlahúsið hetta myrka kvøld millum jól og nýggjár. MFS hevði eitt uppbyggjandi prát við lesandi úr Stóra-bretlandi um, hvat MFS kann bjóða lesandi í útlondum, og hvat lesandi í útlondum vænta sær av MFS. Tosað varð um, at tá alsamt fleiri føroyingar leita sær saman í eitt stað, kann tørvurin hjá teimum verða ein annar,

18 7Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

d) Tí tey vilja hava royndir við ótrúliga víttfevnandi arbeiðsøki.e) Tí tey hava hug at møta fólki “upp á tvørs” av fakligum mørkum.f) Tí tey eru ónøgd við MFS, sum tað virkar

nú, men eisini um tey eru nøgd, og harvið ynskja at vera partur av MFS-toyminum. g) Tí tey hava hug at arbeiða hart, og aftur-fyri uppliva søtleikan av succes.h) Tí tey hava yvirskot!

MFS 2í0k%r 2#r345.i0 678Navn og aldur: Ragnar Poulsen, 25 ár.

Hvaðani ert tú? Eri argjafrensur, tó ættaður úr Skopun og Fuglafirði.

Hvat lesur tú og hvar? Lesi søgu sum høvuðsfak, og eri nú byrjaður uppá mítt síðufak, sum er ítróttur. Eg lesi á Århus Universitet.

Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at

lesa? Var á ítróttarháskúla í 10 mán-aðir beint uttan fyri Slagelse.

Ert tú glaður fyri valið, tú hevur tikið? Ja! Tó hevði eg møguliga heldur viljað havt ítrótt sum høvuðsfak og søgu sum síðufak.

Hvat gert tú í tíni frítíð? Alt møguligt. Spæli fótbólt nakrar ferðir um vikuna, geri eitt sindur nógv skúlating, lurti nógv eftir tónleiki og hyggi alt for nógv eftir sjónvarpi. So royni eg eisini at vera nógv saman vid kammerat-unum, bæði teimum her í Jyllandi og eisini teimum á Sælandi.

Besti sangur? Climbing Up The Walls – Radiohead ella Bloodflowers – The Cure

Besti tónleikabólkur? Tað hevur altíð verið

Radiohead, men í seinastuni er tað nokk mest The Cure, sum er at finna í mínum anleggi.

Besta sjónvarpsrøð? Í løtuni er tað Prison Break, men eingin fer nakrantíð at toppa kongin, Al Bundy og hansara sjónvarpsrøð, Married With Children.

Besta bók? Along Came A Spider – James Patterson.

Besti filmur? Uha, skal man velja tann sofistikeraða filmin, tann stuttliga filmin ella no-brain’aran? Hmm…haldi at tað má vera Fight Club.

Lekrasti sjónleikari? Shannyn Sossamon.

Hvat er títt motto? Citius – Altius - Fortius

Millum tvær negl

Ragn%r P(!;451

Framhald á næstu síðu

Page 8: Fjolnir 2007 Februar

178

8 17Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

í §5 í kunngerðini um ferðastuðul uttan-lands. Hesar broytingar viðvíkja ásetingini av ferðastuðulsupphæddunum. Ásetingin er galdandi frá 1. januar 2007 og eru fylgjandi: “Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi, bú-sitandi í Danmark, verður ásett av Stuðuls-stovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður somu-

leiðis ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri børn á flogleiðini millum Keyp-mannahavn og Vágar aftur og fram. Stuðuls-stovnurin ásetir eisini upphæddirnar fyri lesandi uttanfyri Danmark og børn teirra, tó í mesta lagi kr. 7.000,-. Ásetingarnar av ferðastuðlinum verða gjørdar í seinasta árs-fjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. jan-uar árið eftir.”(kelda: www.stuðul.fo) Ferðastuðulin fyri lestrarárið 2006-2007 er

ásett til at vera 2.832 kr. fyri tey, ið lesa í Danmark. Stuðu-lin, til teirra sum eru uttan fyri Danmark er upp til 5.000 kr., og tey uttan fyri Evropa kunnu fáa upp til 7.000 kr. Freistin hjá teimum, ið byrj-aðu at lesa á heysti 2006 er 31. juli og tey, ið byrja á vári 2007 kunnu søkja, tá farið er undir seinnu lestrarhálvu. Umsóknarfreistin fyri tey er 31. desembur.

(Nærri upplýsingar og umsóknarblað fáast á www.stuðul.fo)

enn hjá einum einstakum føroyskum sam-leika í einum fremmandum býi. Eitt nú verður trýstið eftir ferðaseðlum størri, og hugurin á sosialum tiltøkum millum føroyingar kann vaksa. Vit vóru samd um, at tey lesandi á staðnum eru best før fyri at seta orð á egnan tørv og egnar trupulleikar. MFS mælti til, at tey føroysku lesandi í Stórabretlandi skipaðu seg í eina nevnd undir MFS-ráðnum. Hendan nevnd kann hjálpa teimum lesandi at røkka og seta áhugamál síni á breddan. Uppskotið varð væl móttikið, og úrskurðurin varð, at um-boð úr Stórabretlandi koma til aðalfundin hjá MFS í Århus tann 3. mars at tosa nærri um hesa nýggju nevnd og MFS sum heild.

Føroyar – tað gloymda lestrarlandiðTað er tó ein stórur partur av føroyskum lesandi, sum ikki fer út um landoddarnar at lesa, men velur at taka sína hægri útbúgving í Føroyum. MFS má viðganga, at vit í alt ov lítlan mun hava vent eyguni móti lesandi í Føroyum. Lestrarumhvørvið í Havnini er sum so ikki at finna, og vit halda, at tað er uppá tíðina at gera nakað ítøkiligt við hetta mál. Í januar hevði MFS eitt áhugavert prát við lesandi á setrinum, har vit mæltu til, at tey sum stórabretlandsnevndin skipaðu

seg í eina føroyanevnd. Studentarnir høvdu nógv uppá hjartað, og tað varð heilt greitt, at Fróðskaparsetrið og teirra studentar als ikki hava nóg góðar umstøður at arbeiða undir. T.d er lítið og einki samband millum lesandi á deildunum og ymisku árgangirnar, m.a. tí at undirvísingarhølini liggja slongd um alla Havnina. Havnin hevur ongan rættan univer-sitetsbygning, sum vit kenna úr øðrum lond-um. Ein komandi føroyanevnd fer sostatt at hava nógv at takast við, og studentarnir tóku væl imóti uppskotinum um at manna nevnd og at senda umboð úr Føroyum til aðalfundin at tosa nærri um hetta mál.

Nýggjar nevndirVit í MFS gleðast um, at tað bæði í Føroyum og Stórabretlandi er áhugi fyri at betra um korini hjá teimum lesandi. Nýggju nevndirnar koma at standa við stórum avbjóðingum, og MFS fer at geva hesum eldhugaðu føroying-um allan stuðul, sum vit orka. Vit gleðast eisini um, at umboð úr Føroyum og Stórabret-landi koma til aðalfundin. Hetta er eitt gylt høvi at seta orð á tørvin hjá lesandi í hesum báðum londum og fáa íblástur til framtíðina hjá MFS sum heild.

Page 9: Fjolnir 2007 Februar

916

num, og hann ivast ikki í, at hetta hevur verið við til at givið honum arbeiðið.

Góð ráð til komandi starvslesandiMinnist til, at man ikki kemur inn at broyta heimin, men at læra nakað. Verið opin, og dragið vitan til tykkara! Tað snýr seg um at vera úti um seg, síggja ting og fara í holt við at greiða tey. At enda sigur Jóhann, at hann var eitt sindur yvirraskaður

av tí føroyska mentalitetinum, tí hann kom úr Danmark, har tíð er nakað, man gongur høgt uppí. Hinvegin er umhvørvið smátt, og tú hevur møguleika at tosa við aðalstjórar og landsstýrismenn. Tað snýr seg um at netver-ka, netverka og aftur netverka. Keldur: Minipraktikrapport sum Jóhann skrivaði í samband við starvsvenjingina og telefonsamrøða 15. februar 2007.

JÁKUP EMIL HANSEN

Eftir lógini hjá MFS, er sjálvt endamálið við felagsskapinum at skipa føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra. MFS er ein felags-kapur sum verður borin av lesandi fólki, sum sjálvboðin arbeiða fyri felagnum í frítíðini, og tí kann man ikki av sínum eintingum vænta, at MFS er ein felagsskapur har tingini koyra eins væl, sum í einari væl smurdari maskinu. Við fallandi limaskara, skal tað tó ikki vera nøkur loyna, at støðan í MFS kundi sæð betri út. Hví so er, eru tað deildar meiningar um. Ein av orsøkunum man helst vera, at MFS sum felagsskapur ikki hevur verið nóg væl defineraður, og heldur ikki nóg sjónligur, og tí eru tað ivaleyst nógv føroysk lesandi, ið ikki eru greið yvir, hvat MFS stendur fyri.

Ofta verður tað borið fram, at MFS bert er ein Keypmannahavnar-felagsskapur. Flestu limirnir lesa í Keypmannahavn, og flestu tiltøkini hjá MFS hava verið hildin í Keypmanna-havn, men við teimum tøknuligu hentleikum, man hevur í dag við t.d. telduposti og skype, er nærum onki til hindurs fyri, at man kann vera aktivur ráðslimur í MFS við búðstaði í Århus. At onki er hent her í Århus hetta sein-asta semestri, meðan eg havi sitið á kontórin-um hjá MFS í Áarstovu, taki eg sjálvandi fulla ábyrgd av, men eg fari ikki at brúka tíð uppá at gráta yvir spilta mjólk, og vil eg í staðin líta frameftir.

Manna eina Århus-nevndÆtlanin er at gera eina roynd at fáa fólk til at manna eina Århus-nevnd. Ætlanin við einari Århus-nevnd er at fáa MFS meira sjónligt í År-hus. Hetta skal gerast við at skipa fyri tiltøk-um, bæði sosialum tiltøkum, og fakligum til-tøkum, sum t.d. fyrilestrum og politiskum fundum. Málið við hesum er at fáa skapað eitt meira lívligt lestrarumhvørvi millum føroyingar her í Århus, har føroysk samfelagsviðurskifti, og viðurskifti sum viðkoma lesandi, koma at vera viðgjørd. Hvussu nógv tiltøk talan fer at vera um hvørt semester, veldst sjálvandi um orkuna hjá fólki, og hvussu stórur áhugin er millum fólk, men í fyrsta umfari skal ein År-hus-nevnd fáast at virka. Fyrsta stigi á leiðini í at fáa gjørt MFS meira

16 9Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

M@;i0 5r %O Pá$ MFS H ÅrQ!s = Pø/!r %R!r

Nýtt skrivstovufólk á MFS-skrivstovuni í KeypmannahavnSkrivstovumaðurin á MFS-skrivstovuni í Keyp-mannahavn seinastu árini, Jóhan Pauli Hel-gason, hevur valt at fara frá sum skrivstovu-maður, og samstundis takkar hann fyri seg í MFS-ráðnum. MFS takkar Jóhan Paula fyri árini hann hevur virkað á skrivstovuni og í øðrum MFS-samanhangi. Avloysarin hjá Jo-han Paula er funnin, og verður tað klaksvíking-urin Jógvan Svabo Samuelsen, ið kemur at ar-beiða á skrivstovuni komandi tíðina. Jógvan hevur drúgvar royndir við at gera heimasíður, og tískil kunnu vit vónandi fáa heimasíðu felags-ins meira aktiveraða í framtíðini. Jógvan lesur í løtuni løgfrøði, og í frítíðini hevur hann fingist við ymiskt fyrifallandi arbeiði við heimasíðum. Vónandi fara fólk at taka væl ímóti Jógvani.

GFSLGrunnurin fyri styttri lestrarferðir er grunnur undir MFS, har limir felagsins kunnu søkja um ferðastuðul í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Latið verður upp til 1500 kr. í stuðli. Treytirnar fyri at fáa stuðul er, at upp-gávan verður latin MFS og Landsbókasavni-num. Lærustovnurin skal harafturat váttað, at ferðin hevur verið liður í uppgávuskriving. Umsóknir til GFSL verða viðgjørdar av MFS-ráðnum á fyrsta ráðsfundi eftir 1. apríl, og eftir 1. oktobur. Umsóknarblað og reglugerð fyri grunnin fáast á www.mfs.fo ella við at venda sær til skrivstovur felagsins.

Ferðastuðul Frá 1. januar 2007 eru broytingar gjørdar

Tídinda-stubbar:

Framhald á næstu síðu

Page 10: Fjolnir 2007 Februar

1510

sjónligt í Århus verður 3. mars, tá tann árligi aðalfundurin verður hildin í Áarstovu. Øll eru sjálvandi vælkomin til aðalfundin, men fyri at kunna atkvøða um tey ymsu málini á aðalfund-inum, er neyðugt at vera limur. Til ber tó at tekna seg sum lim sama dag sum aðalfundin, og harvið gera sína meining galdandi. Um kvøldið fer MFS at hava café kvøld við tónleiki, men meira verður at frætta um hetta seinni á heimasíðuni hjá Áarstovu. Á aðalfund-inum verður m.a. eitt opið kjak um, hvussu MFS skal skipast í framtíðini, og hvørji mál MFS skal seta sær fyri framtíðina. Fyri tey sum hava áhuga, ella eina meining, tað veri seg bæði jaliga og neiliga, um MFS, er 3. mars eitt gylt høvi at gera sína meining galdandi. Tað er altíð lætt at standa á síðulinjuni við fingurinum á lofti uttan at taka nakra ábyrgd, men sjáldan spyrst nakað konstruktivt burt-urúr hesum, so øll skulu vera meira enn væl-

komin á aðalfundin hjá MFS 3. mars.

Gerst limur í MFSFyri at gerast limur í MFS skal man einans av við 150 kr um árið. Í hesum individualiser-aðu tíðum har orð sum solidaritetur, er fallið í virði, er sjálvandi fyrstur spurningur: hvat fái eg burturúr av at vera limur í MFS? Fyri at nevna nakrar av fyrimununum: ISIC-kort, ár-skalendara tá semestrið byrjar í september, avsláttur uppá hald av føroysku online-bløðu-num, limablaðið Fjølnir osv. Umframt hesar ágóðar, er tað týdningarmesta við einum li-maskapi, at tú ert við til at stuðla og styrkja um arbeiðið hjá felagnum. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi MFS, ella aðalfundinum 3. mars, kom forbí á MFS-skrivstovuna á Áarstovu hósdag kl. 16.30 – 18.30.(Greinin hevur somuleiðis printað í ”Áarósanum”.)

Spennandi og viðkomandi arbeiðsuppgávurMítt arbeiði var serliga fokuserað uppá ta for-mellu avtaluna, sum eg og aðalstjórin í felag høvdu gjørt. Endamálsorðingin var soljóðan-di: Endamálið við starvsvenjingartíðini er at luttaka í fyrireikingararbeiðinum í samband við eina samskiftisstrategi fyri innlendis-málráðið, umframt at arbeiða við eksternu heimasíðu ráðsins og intranetinum (tikið úr starvsvenjingaravtaluni). Eg kom inn í eina organisatión, sum so nógvar aðrar organisatiónir í Føroyum, ið ikki hevði gjørt sær teir stóru tankarnar um sam-skiftið á økinum. Eg fann somuleiðis út av, at áhugin ikki manglaði, men at tað meira var ein spurningur um manglandi ressoursir – starvsfólk innan samskiftisfakið. Sjálvur arbeiðsformurin legði upp til, at eg arbeiddi sjálvstøðugt við uppgávunum, og eg setti harvið mína egnu dagsskrá. Eg hevði egna skrivstovu og var ko-blaður til felags KT-loysninar, ið vóru á stað-num. Eg hevði nógv samskifti við aðalstjóran, og tað var hann, sum gav grønt ella reytt ljós, tá eg kom við hugskotum um okkurt, eg kundi takast við. Har kann eg til stuttleikar nevna, at eg sjálvur kom við hugskotinum um at gera eitt intranet, og seinni vísti tað seg, at júst henda uppgávan kom at fylla rættuliga nógv í gerandisdegnum hjá mær. Seinni fekk eg eisini uppgávuna at skriva ávís tíðindaskriv. Eg vil siga, at samanumtikið fekk eg nógvar og fjøltáttaðar uppgávur, meðan eg var í st-arvsvenjing, og tær vóru allar tengdar at eini yvirordnaðari samskiftisstrategi.

Samstarvaði við hini starvslesandiJóhann var sum sagt í 6 mánaðir í Tinganesi,

og hann búði í íbúð, sum hann sjálvur hevði syrgt fyri, og sum hann sjálvur skuldi gjalda. Hann fekk SU, meðan hann var í starvsvenj-ing, og harafturat fekk hann eina samsýning uppá 10.000 kr., tá hann var liðugur. Um sama mundi sum Jóhann var í starvsvenjing, vóru 4 onnur starvslesandi, og tey settu seg sjálvi í ein arbeiðsbólk, sum arbeiddi við ein-um felags intraneti fyri alla miðfyrisitingina. Tey møttust annars til kaffifundir, sum Jóhann sigur, og tú kundi dagliga tosa ókeypis við tann, sum var í starvsvenjing í Brússel.

Nógv burturúrFyri meg sum samskiftislesandi var innlen-dismálaráðið eitt perfekt starvsvenjingar-stað. Fakliga fekk eg dagliga roynt mítt sam-skiftis knowhow, og fólk lurtaðu eftir mær. Eg vil greitt ráða øllum við líknandi fakligum profili, og sum ikki hava nakað ímóti at ar-beiða í eini lítlari organisatión, um at søkja starvsvenjingarpláss í innlendismálaráð-num. Jóhann gjørdi ikki nógv burturúr at fáa starvsvenjingartíðina yvirførda til útbúgving-arstovnin (RUC), og tað tekur hann ikki so tungt, tí sum hann sjálvur sigur, so er netverk-ið, hann hevur fingið í miðfyrisitingini, ein øgi-liga góð barlast at hava. Hann er bert eina telefonsamrøðu frá aðalstjóranum, og tað kann verða ein fyrimunur, skuldi hann staðið uttan arbeiði ein dag. Jóhann starvast í dag sum leiðari hjá Klaks-víkar kommunu. Talan er um at uppbyggja eina móttøkuskipan, har borgarin møtir kommuni-ni (à la Snarskivan í Tórshavn). Tá Jóhann var til setanarsamrøðu, brúkti hann alla ta vitan um ymiskar telduskipanir, hann hevði fingið innlit í, meðan hann var í innlendismálaráð-

10 15Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

Framhald á næstu síðu

Alsamt fleiri velja at lesa við føroyska universitetið. Hetta lestar-árið setti Fróðskaparsetur Føroya met í umsøkjarum, og kom-andi ár er ætlanin at víðka um virksemið hjá stovninum til eisini at umfata lærara- og sjúkrarøktarfrøðis útbúgvingar. Sostatt kann sigast, at lestrarlívið á okkara einasta føroyska universiteti er í menning. Inntil í dag hevur MFS verið mest virkið millum lesandi í Danmark, men hyggja vit eftir lýsingini av felagsskapinum stendur, at MFS, umframt at umboða les-

Fró09k%p%r4:"i0 og MFSJANUS Á RYGGI,STJÓRNMÁLAFRØÐISLESANDI,FRÓÐSKAPARSETUR FØ[email protected]

Page 11: Fjolnir 2007 Februar

1114

DORIS BJARKHAMAR

Sum greinin frammanfyri hevur víst, eru tað fleiri føroysk lesandi sum hava brúkt starvsvenjingarmøguleikan. Ein teirra er 30 ára gamli klaksvíkingurin Jóhann Lützen, ið hevur lisið sosialvísund og samskifti á RUC. Jóhann var í starvsvenjing í Innlen-dismálaráðnum í 6 mánaðar í 2005. Doris Bjarkhamar hevur fingið eitt prát við hann um, hvussu hann upplivdi starvsvenjingina, og hvat hann hevur fingið burtur úr tíðini í Innlendismálaráðnum.

Føroyska miðfyrisitingin áhugaverdSum føroyingur kendist tað natúrligt fyri meg at søkja um starvsvenjingarpláss í Føroyum. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri tí ”politis-ka spælinum” og í arbeiðinum og valdsdystu-

num, sum ganga fyri seg ”aftan fyri gardinur-nar” hjá skiftandi føroysku landsstýrunum. Tískil metti eg, at starvsvenjing í føroyska embætismannaverkinum var ein góður máti at fáa royndir, og harumframt at fáa sam-band við fólk í miðfyrisitingini. Eg sá á heima-síðuni hjá Løgmannsskrivstovuni, at tað var møguligt at søkja um starvsvenjingarpláss í teim 7 ymisku aðalráðunum. Eg søkti via tel-dupost, og fekk tilboð um eitt pláss í Innlen-dismálaráðnum. Eg tosaði so aftur og fram við aðalstjóran í Innlendismálaráðnum, og vit funnu í felag fram til eina starvsvenjingarav-talu, sum varð leiðandi fyri mítt arbeiði í aðal-ráðnum. Eg kom inn í eitt toymi við 18 starvsfólkum. Gerandisdagurin var heldur hektiskur, og ar-beiðið hjá hesum fólkunum strekti seg frá at servisera borgaranum og til at útarbeiða politik innan fyri tað respektiva ressortum-ráðið. Annars var stemningurin í innlendis-málaráðnum sera óformellur, og eg hevði fatan av, at fólk komu saman eisini uttan,fyri arbeiðstíð. Eg kendi landsstýrismannin (Jógvan við Keldu), og vit báðir tosaðu ofta um ymisk ting, meðan eg var í starvsvenjing. Eg vænti ikki, at starvslesandi í t.d. Danmark fáa møgu-leika at tosa og kjakast við ráðharrarnar har. Hesin óformelli stemningurin hevur heilt víst verið við til, at eg kendi meg væl beinanvegin í innlendismálaráðnum og fekk nógv burturúr.

14 11Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

Framhald á næstu síðu

andi í Danmark, eisini umboðar lesandi á Fróðskaparsetrinum. Sigast má tó, at henda umboðan ikki hevur verið serliga virkin. Hesa støðu vóna vit nú at broyta. MFS er einasti studentapolitiski felags-kapurin føroysk lesandi hava í felag, og felag-skapurin eigur eisini lut á fíggjarlógini. Hugsa vit um, at MFS hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi, og at felagskapurin talar søk lesandi føroyinga fyri myndugleikum okkara, stendur greitt, at lesandi á Fróðskaparsetrinum eiga at hava ein meiri virknan leiklut í felagskapinum, so-leiðis at sjónarmið okkara eisini vera hoyrd á røttum stað. Ætlanin er at stovna eina setursnevnd und-

ir MFS við umboðum í ráðnum. Okkara vón er, at henda nevndin fer at virka fyri støðu-gari menning av lestrarumstøðunum á setri-num. Ítøkiliga vóna vit t.d. at gera vart við, at vit ikki meta hølisviðurskiftini á setrinum vera nøktandi, og seta fram ynski um, at út-búgvingarnar í størri mun verða savnaðar undir eitt tak. Harumframt hevur tað eisini týding, at lesandi á setrinum verða hoyrd, tá lestrarstuðul, bústaðarviðurskifti og ann-að tílíkt verður umrøtt. Ein slík nevnd gevur lesandi á Fróðskaparsetrinum møguleika at gera vart við síni sjónarmið í MFS og fyri myn-dugleikunum, umframt at hava ein virknan og samansjóðandi leiklut millum tey lesandi á ymsu útbúgvingunum á setrinum.

St%"v6v5&j#ng%r9)#p%&#1 H PørS9)T .i0fyrG6#/#ng#&? og = PørS9)T 45n<GU(v!&!V

FÍA LINDENSKOV

Orsøkin til prátið við Jeanette er, at MFS í 2004 heitti á Løg-mansskrivstovuna, og aðalráðini um at geva okkum lesandi møguleika at koma í starvsvenjing í føroysku miðfyrisitingini. Løgmansskrivstovan tók áheitanina til sín, og tey fóru undir eina royndarskipan við starvslesandi. Skipanin hevur nú virkað í tvey ár, og vit í MFS vóru nú spent at hoyra, hvussu skipanin hevur riggað higartil. Tað fekk eg so Jeanette til at fortelja mær:

Tvær starvsvenjingarskipanirLøgmansskrivstovan umsitir tvær ymiskar skipanir, har føroysk

Fyrst í mánaðinum var eg ein túr inni á Løgmansskrivstovuni, og fekk eitt hugnaligt prát vid Jeanette Blåsvær, ið hevur ábyrgdina av teimum lesandi, ið koma í starvsvenjing í føroysku miðfyrisitingini og á sendistovunum hjá Føroyum

St%"v6v5&j#ng H I&&l5n<G6m@l%rá0&!V

Page 12: Fjolnir 2007 Februar

1312

ókeypis arbeidskraft ístaðin fyri annað fólk.

Fyrireika teg væl áðrenn tú søkirTað, ið tey á løgmansskrivstovuni leggja stór-an dent á er, at tann lesandi fær nakað muna-gott burturúr tíðini, ið viðkomandi er í starvs-venjing Áðrenn tú byrjar tína starvsvenjing, er gott at hugsa um, at tað tekur tíð at seta seg inn í tingini á einum arbeiðsplássi, og tí eru ar-beiðsuppgávurnar kanska ikki so nógvar í byrjanini av starvsvenjingini. Ráðini frá Jea-nette eru, at tað kann vera ein fyrimunur at hava onkrar aðrar uppgávur við sær. Um man t.d. hevur onkra uppgávu á skúlanum, ið skal gerast, kann ein partur av fyrstu tíðini nýtast til hetta. Og minst til at hugsa um, hvat tú vilt hava burturúr tíðini, og hvat tú vilt hava betur innilit í, longu áðrenn tú byrjar, tí so er størri møguleiki fyri at røkka teimum málunum, ið tú ynskir at røkka.

Fleiri lesandiHigartil eru ikki so nógv, ið hava søkt um at sleppa í starvsvenjing í føroysku miðfyrisit-ingini, so øll tey, ið hava søkt um starvsvenj-ing eru sloppin. Orsøkin til, at tað ikki eru so nógv, ið hava søkt, metir Jeanette vera, at ikki nóg nógv vita av, at hesin møguleiki finnst, tí ikki hevur verið nóg nógv lýst við hesum. Á sendistovunum hava tað tó verið fleiri um boðið til hvørt starv, og tá er tað sendimaður-in, ið hevur telefonsamrøður við tey lesandi, og út frá tí velur hann tann, ið hann metir vera best hóskandi. Um fleiri umsøknir skuldi komið um starvs-venjing í sama aðalráði, so verður hugt eftir

hvørjar útbúgvingar eru mest relevantar, og hvat endamál tann lesandi hevur við starvs-venjingini. Jeanette Blåsvær sigur seg vóna, at tað verða fleiri, ið fara at søkja um at sleppa í starvsvenjing í aðalrádunum, tí um tey sjálvi skulu søkja eftir fólki fleiri ferðir, so dettur skipanin møguliga niðurfyri, og tað vildi verið stórt spell, tí sera góðar royndir hava verið við skipanini.

Hvussu søkir tú?Krøvini fyri at sleppa í starvsvenjing eru, at man skal vera lesandi á hægri háskúla og helst hava lokið bachelorstig, men tað er tó ikki ein fyritreyt. So til ber at søkja, hóast ein ikki er blivin bachelor enn. Men starvsvenj-ingin er ætlað sum partur av lesnaðinum, og ikki sum eitt frí semestur. Tí er umráðandi hjá tí lesandi at hugsa um, hvat endamálið er við starvsvenjingini, tá søkt verður um starvs-venjingarpláss. Fyri at sleppa í starvsvenjing skal tú út-fylla eitt skjal, ið liggur inni á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni (sí niðanfyri). Á hesum skjalinum skalt tú millum annað greiða frá, hví tú ynskir at koma í starvsvenjing, og hvat tú ætlar tær at fáa burturúr. Og síðani verður støða tikin til, hvør sleppur í starvsvenjing út frá millum annað, hvørja útbúgving ein er í holt við, og hvørjari ætlan ein hevur við st-arvsvenjingini. Umsóknarfreistirnar fyri at sleppa í starvs-venjing eru 1. oktober fyri fyrra hálvár og 1. apríl fyri seinna hálvár. Nærri upplýs-ningar fáast á heimasíðuni hjá løgmans-skrivstovuni www.tinganes.fo

12 13Fjølnir 2007 Fjølnir 2007

lesandi hava møguleika at koma í starvs-venjing. Onnur skipanin er á sendistovunum í London og Brússel, og hevur virkað síðani 2oo3. Hin er í miðfyrisitingini í Føroyum. Tað vil siga á teimum 7 aðalráðunum: Løgmans-skrivstovuni, innlendismálaráðnum, vinnu-málaráðnum, fíggjarmálaráðnum, almanna- og heilsumálaráðnum, fiskimálaráðnum og mentamálaráðnum. Henda skipanin hevur virkað síðani 2005. Í nærmastu framtíð fara sendistovur eisini at koma í Íslandi og í Danmark, so har verður eisini ein møguleiki fyri at fara í starvsvenj-ing. Vanliga søkja 2-6 um at sleppa í starvs-venjing á sendistovunum Tá ið skipanin við starvslesandi í føroysku miðfyrisitingini kom uppí lag, var hugsann-in hjá aðalráðunum, at tvey lesandi skuldu sleppa í starvsvenjing árliga, og umleið so-leiðis hevur tað eisini verið higartil. Men av tí at bæði aðalráðini og tey lesandi hava verið sera glað fyri starvsvenjingina, so vilja tey fegin lata fleiri sleppa í starvsvenjing, um áhugin fyri skipanini veksur. Tær uppgávur, ið ein lesandi fær, kunnu vera sera fjøltáttaðar, og kunnu millum ann-að vera: at referara frá fundum; gera kann-ingar; gera faldarar; gera verkætlanir og ann-að, men tann lesandi skal helst sjálvur hava eina ætlan um, hvat ein ynskir at arbeiða við, og hvørji áhugamál ein hevur. Tann starvslesandi verður frá byrjan knýtt-ur at einum starvsfólki á eini deild í aðalráð-num. Tískil er altíð eitt ávíst fólk at venda sær til við spurningum og trupulleikum. Sjálv st-arvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí les-andi. Starvsvenjingin er ólønt, men til ber til at fáa eina samsýning á 10.000 kr. eftir lokna

starvsvenjing, sum vanliga er uml. 1/2 ár.

Nøgd við skipaninaJeanette greiðir frá, at hon heldur at bæði tey starvslesandi og aðalráðini hava fingið sera nógv burturúr hesari skipan við lesandi í st-arvsvenjing. Tað, tey lesandi fáa burturúr starvsvenj-ingini, er eitt gott innlit í, hvussu føroyska fyrisitingin virkar, og at uppliva, hvussu alt í veruleikanum gongur fyri seg í miðfyrisiting-ini. Tað er ofta ikki júst soleiðis, ið fólk sjálvi ímynda sær tað. Tað verður til dømis ikki altíð gingið beint eftir tí, ið teoriirnar siga, og tað er oftani tað einasta man sum lesandi annars hevur at halda seg til. Innilitið kan tískil verða til stórt gagn víðari í lesnaðinum. Samstundis kann starvsvenjingin økja um møguleikarnar fyri at fáa eitt starv seinni, tí tú kennir skipanina og fólkini á staðnum. Miðfyrisitingin hevur eisini verið stak glað fyri at hava starvslesandi á staðnum. Ung les-andi fólk eru ofta áhugaði í at diskutera og síggja tingini frá øðrum vinklum. Tað gevur líkasum ”eitt frískt pust” á staðið, ið tey hal-da vera sera gagnligt. Tað er sjálvandi eisini til nógva hjálp, at tey lesandi kunnu lætta um arbeidsbyrðurnar hjá hinum starvsfólkunum við at taka ymsar uppgávur uppá seg. Hettar merkist serliga á sendistovunum, tí tað eru so smá arbeiðspláss. Vanliga er fólk í starvsvenjing í eitt se-mestur, men skipanin er tó lagalig, so til ber at vera í eitt styttri tíðarskeið, um tað hóskar betur. Eitt longri tíðarskeið enn hálvt ár er tó ikki hóskandi, tí man skal jú fáa nakað burtur úr, og starvslesandi skulu ikki verða sett sum