12
Gylti føroyski møguleikin Í øllum londum, har skapandi mentan er, eru lunnar lagdir undir eftirskúlar – eitt nú háskúlar, skúlar fyri skapandi list, ítróttarskúlar, tónlistaskúlar og húsarhaldsskúlar. Tosað hevur í mong ár verið um at seta eftirskúla á stovn í Føroyum. Onki er at ivast í, at tíðin er komin til at gera álvara av hesum. Søgan vísir, at allar nýskap- anir hava trupla byrjan og hava kravt áhaldni at sann- føra umhvørvið, lands- myndugleikar og borgarar- nar sum heild um týdningin, ein tílíkur stovnur kann fáa. Hetta tekur mánaðir og í mongum førum ár. Vit uppliva, at nógv av okkara ungu fara av land- inum at nema sær útbúgv- ing. Mong fara á eftirskúla, sum gevur teimum eina góða barlast, bæði tí at tey fara á ein øðrvísi skúla og at tey uppliva umheimin. Tó kunnu tað vera mong, sum ynskja at verða í Føroyum eina tíð afturat, áðrenn víðari lesnað, og hevði tað tá verið ein gyltur møguleiki hjá hesum at farið á føroyska eftirskúlan. Eg vil siga, at hetta er ein sjálvsagdur tátt- ur at víðka um møguleikar- nar av tilboðum í Føroyum. STaðSeTing Ein gjøllig verkætlan er framd um eftirskúla í Føroy- um. Henda ætlan viðger ein eftirskúla, sum liggur í Suð- uroy, nærri staðsett í Hvalba. Flestu føroyingar eru samdir um, at Hvalba er eitt av natúrvakrastu støðum í Føroyum. Júst hetta kann vera ein av góðu grundgev- ingunum fyri, at ein tílíkur skúli verður lagdur á hesum stað, sum liggur fjarskotið, tó lutfalsliga atkomuligt. Fyri stuttum var SamVit sett á stovn. SamVit er ein ráðgevandi stovnur innan marknaðarføring, sum mill- um annað skal fáa útlend- ingar at vitja í Føroyum, bæði ferðafólk og øðrvísi vitjandi. Onki er meiri natúrligt, enn at ein tílíkur stovnur tekur lut í at selja ein stovn sum eftirskúlan í Hvalba, bæði í Føroyum og úti í heimi. Ein íløga í eina tílíka søluvøru kann á mangan hátt koma okkum væl við í framtíðini. FørOySka málið Og menTanin Vit mugu gera okkum greitt, at Føroyar er eitt pinkuland, og hava vit tí enn størri tørv á gjølla at bera føroyska siðaarvin víðari og styrkja um málið og tjóðskaparligu dygdirnar enn onnur lond. Við eftirskúlanum í Hvalba hava vit góðar møgu- leikar at styrkja og verja um føroyska málið, søguna, mentanina og tjóðskapar- ligu kenslurnar. Frálæran í føroyskum og øðrum grund- leggjandi lærigreinum í fólkaskúlanum hevur ofta ikki víst seg at fingið nóg stóra rúmd, tá vit hugsa um, hvussu illa og vánaliga nógv duga at handfara føroyska málið. Mangan duga næm- ingarnir ikki sjálvir, kanska serliga á so ungum aldri, at síggja týdningin í at menna grundleggjandi kunnleik- an, sum hevur alstóran týdning fyri teirra egnu framtíð. Eisini er tað so, at um tú ikki hevur fingið hylling á mállæru og stav- seting, áðrenn tú ert liðugur í fólkaskúlanum, so kann hetta gerast ein trupulleiki, um tú fert beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin, víðari at lesa ella kanska uttanlands at arbeiða. Hetta ger, at grundarstøðið í føroyska málinum er ov veikt. Eftir nógv ár, kanska 10-15 ár uttanlands, koma fleiri heimaftur og hava tá sjálv- sagt ikki nomið sær størri kunnleika í føroyskum máli og mentan. Á eftirskúlanum kann størri herðsla verða løgd á málið, mentanina, søguna og Føroyar mótvegis al- heiminum. Í dag verður nógv tosað um alheimsgerð. Umráðandi er at kenna seg og sítt væl, áðrenn farið verður út í heim at bjóða av. Á eftirskúlanum kunnu júst tílík mál vera tikin upp, tí onki mark nýtist at vera fyri nýskapandi frálæruháttum. Hjá einum føroyskum eftirskúla er umráðandi at fáa vinarskúlar í granna- londum okkara. Her eru nógvir tættir at troyta, sum vilja geva eitt meiri litríkt og mennandi skúlaár. Her kunnu leiðsla, lærarar og næmingar fáa íblástur frá grannum okkara, sum hava eina longri siðvenju við eftirskúlum. Eisini kann hugsast, at ein skiftisnæm- ingaskipan kann setast á stovn. liST Og íTróTTur Árini í fólkaskúlanum eru ein breið vifta av undirvísing, hetta fyri at geva næming- inum ein grundvøll at standa á, sum teir víðari kunnu byggja á til aðrar út- búgvingar ígjøgnum lívið. Í eftirskúlanum er møguleiki at bjóða tær meiri listarligu og tjóðskaparligu lærigrein- irnar, so sum málningalist, skaldskap, tónleik, ítrótt o.s.fr. Tað gevur næming- inum breiðari kunnleika til hesi øki og kanska stimbrar áhugan og dirvið at velja eina annarleiðis lívsleið enn tað meiri siðbundnu. Neyðugt verður at arbeiða saman við stovnum, virkjum og praktiska dagligdegnum innan vinnur og virki. Hetta saman við ástøðiliga partinum, sum gevur næm- inginum eina størri breidd í lærdóminum, hann tekur til sín. Fíggjarligi parTurin Umráðandi er, um ikki skúlin skal liva í óvissu, at tann fíggjarligi parturin er væl greinaður, og greitt er, hvussu hetta skal fáast til vega, og hvussu býtið skal vera millum land, komm- unur og næmingagjald. Hetta er ein av grundstein- unum, so tað ikki verður neyðugt á hvørjum ári at berjast fyri at fáa fígging. Um so er, verður øll skúla- ætlanin ótrygg, og fólk fara at bera ótta fyri, hvussu komandi ár fer at vera. Soleiðis sum kveikjararnir hava lagt upp til, so skal ein partur fíggjast av landinum og kommunum, samstundis sum eitt næmingagjald verður kravt frá hvørjum næmingi. Gjøgnumført arbeiði má í fyrstu syftu vera gjørt, so at allar kommunur binda seg til framyvir at vera við í fíggingini, soleiðis at landskassin við álitið á tað, ikki á nakran hátt kann sleppa sær undan ábyrgd í hesum so týdningarmikla máli, sum hann sjálvsagt eigur at vera ein stórur partur av. Í øllum londum, har skapandi mentan er, eru lunnar lagdir undir eftirskúlar – eitt nú háskúlar, skúlar fyri skapandi list, ítróttarskúlar, tónlistaskúlar og húsarhaldsskúlar. Tosað hevur í mong ár verið um at seta eftirskúla á stovn í Føroyum. Onki er at ivast í, at tíðin er komin til at gera álvara av hesum. Henda verkætlanin um eftirskúlan í Hvalba er gylti føroyski møguleikin. Gunvá við Keldu Formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs eFTirSkÚlin 23. nOVemBer 2007 · nr. 3 Saman aT HalDa Var ei Okkum giVið Tí er SO líTið … S. 7 eFTirSkÚlin í HValBa kOmin á Fíggjarlógina S. 4 nÚ gerST eFTirSkÚlin Veruleiki S. 2 er Tað Søgan, ið enDurTekur Seg? S. 12 eFTirSkÚla SjálVanDi S. 3 FkF FkF Føroyar standa saman um eftirskúlan!

EFTIRSKÚLIN nr. 3

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: EFTIRSKÚLIN nr. 3

Gylti føroyski møgu leikinÍ øllum londum, har skapandi mentan er, eru lunnar lagdir undir eftirskúlar – eitt nú háskúlar, skúlar fyri skapandi list, ítróttarskúlar, tónlistaskúlar og húsarhaldsskúlar. Tosað hevur í mong ár verið um at seta eftirskúla á stovn í Føroyum. Onki er at ivast í, at tíðin er komin til at gera álvara av hesum.

Søgan vísir, at allar ný skap­anir hava trupla byrjan og hava kravt áhaldni at sann­føra umhvørvið, lands­myndugleikar og borg ar ar­nar sum heild um týdningin, ein tílíkur stovnur kann fáa. Hetta tekur mánaðir og í mongum førum ár.

Vit uppliva, at nógv av okkara ungu fara av land­inum at nema sær út búgv­ing. Mong fara á eftirskúla, sum gevur teimum eina góða barlast, bæði tí at tey fara á ein øðrvísi skúla og at tey uppliva umheimin. Tó kunnu tað vera mong, sum ynskja at verða í Føroyum eina tíð afturat, áðrenn víðari lesnað, og hevði tað tá verið ein gyltur møguleiki hjá hesum at farið á føroyska eftirskúlan. Eg vil siga, at hetta er ein sjálvsagdur tátt­ur at víðka um møgu leik ar­nar av tilboðum í Føroyum.

STaðSeTingEin gjøllig verkætlan er framd um eftirskúla í Føroy­um. Henda ætlan viðger ein eftirskúla, sum liggur í Suð­uroy, nærri staðsett í Hvalba. Flestu føroyingar eru samdir um, at Hvalba er eitt av natúrvakrastu støðum í Føroyum. Júst hetta kann vera ein av góðu grund gev­ingunum fyri, at ein tílíkur skúli verður lagdur á hesum stað, sum liggur fjarskotið, tó lutfalsliga atkomuligt.

Fyri stuttum var SamVit sett á stovn. SamVit er ein ráðgevandi stovnur innan marknaðarføring, sum mill­um annað skal fáa út lend­ing ar at vitja í Føroyum, bæði ferðafólk og øðrvísi vitjandi. Onki er meiri natúr ligt, enn at ein tílíkur stovnur tekur lut í at selja

ein stovn sum eftirskúlan í Hvalba, bæði í Føroyum og úti í heimi. Ein íløga í eina tílíka søluvøru kann á mang an hátt koma okkum væl við í framtíðini.

FørOySka málið Og menTaninVit mugu gera okkum greitt, at Føroyar er eitt pinkuland, og hava vit tí enn størri tørv á gjølla at bera føroyska siðaarvin víðari og styrkja um málið og tjóðskaparligu dygdirnar enn onnur lond.

Við eftirskúlanum í Hvalba hava vit góðar møgu­leikar at styrkja og verja um føroyska málið, søguna, mentanina og tjóð skap ar­ligu kenslurnar. Frálæran í føroyskum og øðrum grund­leggjandi lærigrein um í fólka skúlanum hevur ofta ikki víst seg at fingið nóg stóra rúmd, tá vit hugsa um, hvussu illa og vánaliga nógv duga at handfara føroyska málið. Mangan duga næm­ingarnir ikki sjálvir, kanska

serliga á so ungum aldri, at síggja týdningin í at menna grundleggjandi kunn leik­an, sum hevur alstóran týdn ing fyri teirra egnu framtíð. Eisini er tað so, at um tú ikki hevur fingið hylling á mállæru og stav­seting, áðrenn tú ert liðugur í fólkaskúlanum, so kann hetta gerast ein trupulleiki, um tú fert beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin, víðari at lesa ella kanska uttanlands at arbeiða. Hetta ger, at grundarstøðið í føroyska málinum er ov veikt. Eftir nógv ár, kanska 10­15 ár uttanlands, koma fleiri heim aftur og hava tá sjálv­sagt ikki nomið sær størri kunnleika í føroyskum máli og mentan.

Á eftirskúlanum kann størri herðsla verða løgd á málið, mentanina, søguna og Føroyar mótvegis al­heim inum. Í dag verður nógv tosað um alheimsgerð. Umráðandi er at kenna seg og sítt væl, áðrenn farið

verður út í heim at bjóða av. Á eftirskúlanum kunnu júst tílík mál vera tikin upp, tí onki mark nýtist at vera fyri nýskapandi frálæruháttum.

Hjá einum føroyskum eftirskúla er umráðandi at fáa vinarskúlar í granna­londum okkara. Her eru nógvir tættir at troyta, sum vilja geva eitt meiri litríkt og mennandi skúlaár. Her kunnu leiðsla, lærarar og næmingar fáa íblástur frá grannum okkara, sum hava eina longri siðvenju við eftirskúlum. Eisini kann hugsast, at ein skiftis næm­ingaskipan kann setast á stovn.

liST Og íTróTTurÁrini í fólkaskúlanum eru ein breið vifta av undirvísing, hetta fyri at geva næm ing­inum ein grundvøll at standa á, sum teir víðari kunnu byggja á til aðrar út­búgvingar ígjøgnum lívið. Í eftirskúlanum er møguleiki at bjóða tær meiri listarligu og tjóðskaparligu læri grein­irn ar, so sum málningalist, skaldskap, tónleik, ítrótt o.s.fr. Tað gevur næming­inum breiðari kunnleika til hesi øki og kanska stimbrar áhugan og dirvið at velja eina annarleiðis lívsleið enn tað meiri siðbundnu.

Neyðugt verður at arbeiða saman við stovnum, virkjum og praktiska dagligdegnum innan vinnur og virki. Hetta saman við tí ástøðiliga partinum, sum gevur næm­inginum eina størri breidd í lærdóminum, hann tekur til sín.

Fíggjarligi parTurinUmráðandi er, um ikki skúlin skal liva í óvissu, at

tann fíggjarligi parturin er væl greinaður, og greitt er, hvussu hetta skal fáast til vega, og hvussu býtið skal vera millum land, komm­unur og næmingagjald. Hetta er ein av grund stein­unum, so tað ikki verður neyðugt á hvørjum ári at berjast fyri at fáa fígging. Um so er, verður øll skúla­ætlanin ótrygg, og fólk fara at bera ótta fyri, hvussu komandi ár fer at vera.

Soleiðis sum kveikjararnir hava lagt upp til, so skal ein partur fíggjast av landinum og kommunum, samstundis sum eitt næmingagjald verð ur kravt frá hvørjum næmingi.

Gjøgnumført arbeiði má í fyrstu syftu vera gjørt, so at allar kommunur binda seg til framyvir at vera við í fíggingini, soleiðis at landskassin við álitið á tað, ikki á nakran hátt kann sleppa sær undan ábyrgd í hesum so týdningarmikla máli, sum hann sjálvsagt eigur at vera ein stórur partur av. Í øllum londum, har skapandi mentan er, eru lunnar lagdir undir eftirskúlar – eitt nú háskúlar, skúlar fyri skapandi list, ítróttarskúlar, tónlistaskúlar og húsarhaldsskúlar. Tosað hevur í mong ár verið um at seta eftirskúla á stovn í Føroyum. Onki er at ivast í, at tíðin er komin til at gera álvara av hesum. Henda verkætlanin um eftirskúlan í Hvalba er gylti føroyski møguleikin.

Gunvá við Keldu Formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs

eFTirSkÚlin23

. nO

Vem

Ber

2007

· nr.

3

Saman aT HalDa Var ei Okkum giVið Tí er SO líTið … S. 7

eFTirSkÚlin í HValBa kOmin á Fíggjarlógina s. 4

nÚ gerST eFTirSkÚlin Veruleiki s. 2

er Tað Søgan, ið enDurTekur Seg? s. 12

eFTirSkÚla SjálVanDi s. 3

FkF FkFFøroyarstanda saman um eftirskúlan!

Page 2: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 20072 eFTirSkÚlin

Útgevari: rit – ritstj. Tummas í Dali

nú gerst eftirskúlin veruleikiFólkaflokkurin hevur frá byrjan fylgt væl við arbeiðinum at stovnseta eftirskúla í Hvalba – vit í Fólkaflokkinum fegnast um, at arbeiðið nú er komið so væl áleiðis, at tað skjótt kann farast undir at byggja skúlan.

eFTirSkÚlin FramBrOT í FørOySkari SkÚlaSøguFøroyskur ungdómur hevur brúk fyri teimum tilboðum, sum eftirskúlin kann bjóða, og tí er ætlanin við Atlantic Adventure Eftirskúlanum í Hvalba kærkomin.

Tað er ein sannroynd, at tað er trupult hjá føroyska fólkaskúlanum at geva, ser­liga 10. floks næmingunum, nøktandi avbjóðingar, við tí úrsliti, at nógvir næmingar gevast í 10. flokki, meðan

aðrir missa hugin at ganga í skúla.

Eftirskúlin hevur neyð­ugu tilboðini til hesar næm­ing arnar, umframt aðrar, sum vilja royna ein øðrvísi skúla.

eFTirSkÚlin Víðkar SjónarringinOkkara børn og ungdómar verða einsrættað frá tí tey fara í vøggustovu/barna­garð, til tey koma út úr fólkaskúlanum. Øll skulu vera eins og halda seg inn­anfyri teir trongu karm­arnar, har tað í alt ov lítlan mun er møguligt at búnast við sjálvstøðugum hugsan­um og ætlanum.

Eftirskúlin verður skipað­ur sum vistarskúli, og gevur hetta næmingunum møgu­leik an at búnast á ymiskan hátt. Tá næmingarnir búgva saman, búnast teir sosialt, umframt at teir læra at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum.

Undirvísingin á eftir skúl­anum fer at bróta við ta vanahugsan, sum vit kenna frá fólkaskúlanum, og fer at geva næmingunum avbjóð­ingar á teimum økjum, har teir hava møguleikan at menna seg.

Eftirskúlin fer eisini at geva føroyskum lærarum nýggjar møguleikar og nýggj ar avbjóðingar, har lær ararnir veruliga sleppa at brúka síni evni.

Eftirskúlin fer soleiðis at geva fólkaskúlanum kapp­ing, eina kærkomna kapp­ing, sum í longdini fer at verða til gagns fyri fólka­skúlan.

At foreldur og næmingar fáa ein valmøguleika er fram brot í mun til fólka­skúlan, har treytin er, at all­ir skúlarnir eru eins.

STaðSeTingin aV eFTirSkÚlanumEin eftirskúli skal fáa ung úr sínum vanliga umhvørvi

til nakað nýtt, spennandi og lærueggjandi. Tí eigur slíkur skúli ikki at liggja í miðstaðarøkinum, og eigur fjarstøðan heldur ikki at vera ov stutt. Tí er lítið at ivast í at Suðuroyggin og Hvalba er rætta staðið fyri eftirskúlan. Fjarstøðan til Miðstaðarøkið er í hesum førinum ein fyrimunur.

Sermerkta umhvørvið í Hvalba við ríkum vinnulívi, ríkari natúru og sermerktu mentaner avgjørt røttu karmarnir fyri føroyskan og norðurlendskan ung­dóm, sum í framtíðini fer at ganga á eftirskúlanum

Eitt og hvørt tiltak hevur brúk fyri eldsálum, og tað hava fyrireikararnir av Eft­irskúlanum víst er til staðar við hesi verkætlan.

lógarBrOyTing neyðugArbeitt hevur nú verið við ætlanini í fleiri ár, og er tíðin nú komin til at farast

má undir byggingina av skúl anum.

Skúlin hevur breiða und­ir tøku millum komm un­urnar, sum taka fult und ir við ætlanini.

Ásannandi, at landsins játtanarskipan kann verða ein trupulleiki, er neyðugt, at nevndin fyri eftirskúlan fær betur og øðrvísi karmar at virka undir.

Tí hevur lands stýris mað­urin hjá Fólkaflokkinum nú gjørt broytingaruppskot í eftirskúlalógini, so at eftirskúlin kann skipast sum sjálvsognarstovnur á sama hátt sum tekniski skúl­in í Tórshavn.

Lógarbroytingin stað fest­ir samstundis, at landskassin, umframt at gjalda helm­ingin av byggikostnaðinum, skal gjalda 70% av rakstrar­útreiðslunum.

Við lógarbroytingini kann nevndin sjálv skaffa sær fígging til byggingina og fara undir verkætlanina

beinanvegin. Landsins partur verður

so goldin aftur til sjálvs­ognarstovnin sum rakstrar­stuðul yvir eitt ávíst ára­mál.

Eftirskúlanevndin og kommunurnar taka fult und ir við hesum leisti og fegnast um at hava fingið hendan møguleikan.

eFTirSkÚlin VeruleikiFólkaflokkurin hevur alla tíðina tikið undir við eftir­skúlaætlanini, og tí fegnast vit um, at ætlanin nú er kom in hartil, at eftirskúlin skjótt verður veruleiki.

Vit ynskja tí nevndini fyri eftirskúlan blíðan byr fram­yvir.

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins

Í seksti­ og sjeytiárunum tóktist, sum skúlaskipanin yvirhøvur takkaði fyri seg, tá 3. real var liðugur. Sum at skúlin segði við teg: Nú dugir tú at lesa og skriva – skrubba nú av til arbeiðis!

Studentaskúlin, sum tá bara var í Havn, var fyri tey fínu, børnini hjá teimum skúlaðu ella vælbjargaðu. hvørs børn blivu tannlæknar ella tey endaðu sum nørdar á almennum skrivstovum í Havn.

Tey komu ongantíð heim­aftur á bygd kortini, kanska

í slipsi onkur jól, ella bara soleiðis hissini fyri at irritera okkum bygdasligu, sum enn gingu í ketildrakt og tuflum og luktaðu av sild ella olju ella báðum.

Hjá okkum fall megin­part urin av dreingjunum út eftir 7. flokk. Mann tos­aði tá um at hava ráð at halda fram í realskúla. Vit øvundaðu hesum javn aldr­um, sum fóru til skips úr 7. flokki, sum vunnu pengar, sum afturkomnir vóru trøll­vaksnir og keyptu sær knall­ert og plátuspælara. Í okk­ara eygum vóru hesir teir skrappu og kulu, sum 17 ára gamlir keyptu bil og tvey ár seinni settu fót undir egið borð.

arBeiði einaSTa alTernaTiVSkála Skipasmiðja bjargaði einum stórum parti av dreingjaungdóminum. Har bar til at fáa lærupláss, og hóast vantandi realskúla

end aðu ikki so fáir sum verkfrøðingar, arkitektar, byggi meistarar og ikki at gloyma maskinmeistarar og installatørar. Uttan skipa­smiðj una høvdu flestallir endað sum ófaklærdir sjó­menn.

Onkrir okkara byrjaðu realskúlan, men góvust ella fingu fótin. Alternativið var tá onki uttan at fara til arbeiðis. Valið stóð millum at lossa á keiini ella at arbeiða fisk. Í okkara føri sild. Var ein heppin, fekk ein fótin innum á Skipa­smiðj uni.

Fyri teir flestu av okkum var galdandi, at nøkur ár seinni angraðu vit, at vit ikki fingu eina bókliga útbúgving. Men lítið var at gera við tað. Kvøldskúlarnir royndu, men hjá teimum flestu var tað bert spæl og í besta føri eitt skeið í bókhaldi ella enskum.

Mann hoyrdi um onkran, sum fór uttanlands á há­

skúla, men yvirhøvur varð tað hildið at vera kostn að­armikið fjas, og hesi neyðars børn høvdu afturkomin lært bæði at drekka og roykja. Hetta var gott fóður til frammanundan vælrøktu fordómarnar um háskúlar­nar.

lykilin Til HeiminSo hoyrdu vit knappliga um nakað heilt nýtt, sum var komið – sjálvandi – í Havn. HF kallaðu tey hetta, eitt danskt uppfinnilsi um „høj­ere forberedelses ek sam en“, sum á mangan hátt var síðustillað við studenta út­búgv ingina. Her bar til at velja nøkur fak, og her var einki aldursmark.

Men pikaríll um tey ikki settu so ómøgulig upp tøku­krøv, at fleiri okkara ikki hættaðu okkum at søkja. Nakrir søktu og vórðu send­ir út á Føroya Háskúla til nakað so fantastiskt sum „fyrireikingarskeið til hægri

fyrireikingarprógv“, sum merkti, at ein spældi idiot á háskúlanum frá januar til juli og afturfyri slapp inn á HF í august.

At ganga soleiðis fyri onki í eitt hálvt ár høvdu fá ráð til, so nú fullu tey flestu frá. Háskúlin var mest eitt spæl, har mann fekk tað burturúr, mann vildi hava burturúr. Ábyrgdin var tín og ikki teirra. Sosialt var tað eitt gott og sunt upp­livilsi, í dag situr tó lítið eftir uttan áhugin, Bárður Jákupsson vakti fyri listini, og stavsetingin, sum Jóan­nes av Skarði við harðari hond bukaði inn í okkara knokkar. Minnist enn, hvussu hann fekk okkum at trampa í takt, meðan vit øll í tað óendaliga endurtóku: „Hvørjumfall hevur ongan­tíð ð!“ Tað var góður peda­gogikkur!

So slapst inn á HF, sum gjørdist lykilin til heimin.

eFTirSkÚlin SVarið?Sum gløggi lesarin sær, so manglar okkurt í hesi stuttu søguni. Í fyrsta lagi mangl­aði eitt tilboð til okkum ung dómar á leiðini. Ein eftir skúli kundi havt verið svarið.

Í øðrum lagi leggur helst onkur til merkis, at eg bara havi skrivað um dreingir. Hvat varð av gentunum?

Jú, tær flestu teirra blivu konur. Tað var tað. Ein eftirskúli hevði helst eisini verið svarið hjá mongum teirra.

Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at vantaði ein eft­irskúli tá, so vantar hann í enn størri mun í dag, tí revsingin fyri ikki at vera skúlaður er nógv harðari nú enn fyrr, og alternativini til tey ófaklærdu eru færri í dag enn áður.

Ó. J. Rólantssontíðindamaður

alternativið, sum ikki var til

Page 3: EFTIRSKÚLIN nr. 3

323. nOVrmBer 2007 eFTirSkÚlin

Fyri fleiri enn tjúgu árum síðan ikki bert hugsaðu føroyingar um at seta á stovn eftirskúla, teir settu slíkan á stovn. Hesin lá tó ongan tíð í Føroyum, men í staðin ymsa staðni í Jyllandi í Danmark. Hvør minnist ikki føroyska eftirskúlan í Genner. Av orsøkum, sum ikki skulu viðgerast í hesi grein, varð tann eftirskúlin niðurlagdur, men var eingin eina løtu í iva um, at før­oyskur ungdómur hevði stór an tørv á einum eft­irskúlatilboði.

At tørvurin er stórur sæst m.a. á talinum á føroyingum, sum hvørt ár leita uttanlands á eftirskúla. Flestu teirra fara til Danmarkar. Hvussu stórt talið er á teimum, sum fara niður á eftirskúla, er ikki møguligt at siga nakað um við vissu, einfalt tí, at eingin skráseting er hesum viðvíkjandi. Tey eru, sum skjóta uppá, at árliga

talið liggur júst oman fyri 100. Onnur vilja vera við, at talið liggur væl hægri.

Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at nógv føroysk foreldur hvørt ár lata síni 15, 16 ára gomlu børn fara á eftirskúla eina mest í Danmark.

Og hví gera tey so tað? Jú, svarið frá flestu teirra

er, at børnini trívast ikki so væl í skúlanum, tí tey siga seg hava tørv og hug at uppliva okkurt nýtt og øðr­vísi. Ja, nógv foreldur siga bart út, at teirra børn eru deyðatroytt av skúlanum, og at tey tíma hann ikki longur.

Hesi somu foreldur halda hinvegin, at tað er nokk so stórt stig at taka, at senda 15,16 ára gomlu børn teirra uttanlands til ókent um­hvørvi og millum fremmand fólk. Nógv teirra høvdu havt tað betur, um henda fyrsta flytanin heiman ikki var so ógvuslig. Tí halda fleiri av hesum foreldrunum, at betur var um eftirskúlin lá her á landi. Og tey skilja ikki, hví vit ikki seta slíkan á stovn. Tá tørvurin er so stórur og so eyðsæddur.

Fyri tey ungu er tað fyrst og fremt umráðandi og spennandi at koma í annað og øðrvísi umhvørvi saman við øðrum enn teimum, tey hava gingið saman við, kanska síðan barna garðs­

aldurin. Tí er tað ikki alt avgerandi, at eftirskúlin ligg ur uttanlands, fyri tey kann ein eftirskúli í t.d. Suðuroynni vera eins spenn­andi og forvitnisligur.

TjóðVelDi iValeySTTá eg skal skriva eina grein, sum umboð fyri Tjóðveldi, kann eg stutt boða frá, at flokkurin vil hava ein eftir­skúla í Føroyum sum skjót­ast, heldur í dag enn í morgin.

Henda støða er eina mest grundað á, at vit í Tjóð­veldinum síggja eftirskúlan sum eitt munagott og dygt ískoyti í skúlaskipanina, sum eitt mennandi og fjøl­broytt tilboð til tey ungu, sum eitt tilboð, ið kann menna tey persónliga og víðka sjónarringin øðrvísi og á annan hátt, enn fólka­skúlin kann.

Støða okkara í eftir skúla­málinum er eisini bygd á tann veruleika, at tørvurin á eftirskúlatilboðnum er rættiliga stórur og tykist vaksandi.

Tjóðveldi sær tað sum sjálvsagt og umráðandi, at slíkur tørvur verður nøkt­aður.

ikki kappingarneyTarHóast eftirskúlin er eitt øðr vísi tilboð enn fólka­skúlin, og hóast nógv ung fara á eftirskúla, tí tey eru

troytt av fólkaskúlanum, halda vit í Tjóðveldinum ikki, at eftirskúlin og fólka­skúlin skulu metast sum kappingarneytar. Vit halda ikki, at annað skúlatilboðið er betur enn hitt. Heldur skulu vit síggja eftirskúlan, sum eitt tiltrongt og við­hvørt neyðugt framhald til nakrar av fólka skúla næm­ingunum. Tað verður ongan tíð soleiðis, at øll 15­16 ára gomul fara á eftirskúla, hetta tí stórsta talið av næm­ingunum í fólkaskúlanum trívast har og vilja ganga har, til teir eru lidnir við 9. ella 10. flokk.

kærkOmið aT menna 10. FlOkkTað frættist í hesum døgum, at ein arbeiðsbólkur undir Tórshavnar býráð mælir til, at 10. flokkarnir verða ment ­ir og broyttir soleiðis, at teir skulu metast sum ein byrjan heldur enn ein endi.

Sami arbeiðsbólkur mæl­ir eisini til, at allir 10. flokk­ar í Tórshavnar kommunu skulu savnast undir sama taki.

Vit í Tjóðveldinum halda, at hetta er góð hugsan, ið kann enda sum spennandi átak. Tó síggja vit ikki hetta sum kapping ella hóttan í mun til eftirskúlan.

Vit eru sannførd um, at pláss er fyri bæði eftir skúl­anum og einum mentum

og broyttum 10. flokki.

eFTirSkÚlin – eiTT aV Fleiri amBOðumTjóðveldi sær dagsins ung­dóm sum eitt tað týdn ing­armesta potentiali í fram­tíðar menningini av Før­oyum, og er íløgan í eina dygga og mennandi skúla­skipan tí eisini ein tann týdningarmesta íløgan yvir­høvur.

Vit eru ymisk sum menn­iskju, vit hava ymisk áhuga­mál, vit hava hug til ymist, tí eigur samlaða skúla til­boðið til okkara ungdóm at vera so fjøltáttað og fjøl­broytt, sum tilber.

Skúlin skal ikki hava sum aðalmál at framleiða ein samlaðan hóp av eins hugs­andi individum, sum øll hava sama mál. Heldur skal samlaða skúlaskipanin fram leiða ungar føroyingar, sum duga at síggja møgu­leikar og mál, sum duga at gagnnýta síni evni til tess at røkka hesum møguleikum og málum.

Skúlaskipanin skal fram­eiða ungar føroyingar, sum á sín hátt hava hug og vilja til at seta síni fingramerki á framtíðina. Við at framleiða, við at skapa, við at broyta ella bara við sínum íkasti. Í øllum hesum sær Tjóðveldi eftirskúlaskipanina sum eitt av nógvum, men allíkavæl sum eitt týdningarmikið

am boð. Og áttu okkara myndug­

leikar tí at fegnast um, at hugurin hjá okkara ungu at fara á eftirskúla er so stórur, sum hann er. Okkara mynd­ugleikar eiga at taka ímóti initiativinum frá arbeiðs­bólkinum kring ætlanina um eftirskúla í Suðuroy við opnum ørmum.

Tað, okkara lands mynd­ug leikar hava gjørt higartil, er, at teir hava sagt, at ætl­anirnar síggja spenn andi út, og hava síðan lagt seg á hina liðina og sovið víðari.

Tað er so avgjørt ikki gott nokk, og eigur eyðsýndi áhug in frá kommunalu myndugleikunum at fingið teir í Mentamálaráðnum at vakna.

Tí fer Tjóðveldi at loyva sær at geva Menta mála­ráðnum tey ráðini at fara í eitt veruligt og konstruktivt samstarv við arbeiðsbólkin og kommunufeløgini um at seta eftirskúla á stovn í Før­oyum so skjótt til ber.

Føroyska samfelagið hev­ur veruliga tørv á minst einum eftirskúla.

Hugsið og gerið sum nakr ir føroyingar hugsaðu og gjørdu fyri fleiri enn tjúgu árum síðandi: eftir­skúla ? – ja, sjálvandi !

Finnur Helmsdalløgtingslimur fyri Tjóðveldi

eftirskúla sjálvandi

Úrslitini av fyrstu Pisa­kann ingini settu fleiri orða­skifti í gongd og góvu nakrar niðurstøður, sum vóru neyðugar, umframt nakrar, sum meiri luktaðu av populismu.

Men vit fingu ein annan vinkul til fólkaskúlan, og

fyrsta reaktiónin frá lands­myndugleikunum bendir á, at teir tóku hetta í álvara, og peningur fylgdi við. Her varð víst á ein tørv, og økt játtan til byrjunar flokk ar­nar gjørdist so ítøkiliga úrslitið. Hetta var so annar endin, men hvussu er so vorðið við hinum enda­num?

Sama skilið ger seg gald­andi í hinum endanum, nevniliga teir næmingarnir, ið ganga í teim eldru flokk­unum, og serliga er talan um 10.flokk.

Tað sæst týðiliga í sam­skiftinum við foreldur og næmingar, at 10. flokkur minkar í virði fyri hvønn dag. Frá at vera eitt millum­lið, er hann vorðin eitt yvir­

skotslið. Orð sum bíðistøða, slappa av og „visti ikki, hvat eg skuldi gera“ verða ofta nýtt at lýsa hetta tíðarskeiðið við. Og tað er spell!

Vit síggja eisini, at orða­skiftið millum næm ingar í 9. flokki mest snýr seg um, hvar leiðin skal ganga, gjøgn um ella (helst)uttan­um 10. flokk.

Meðan útinnandi mynd­ug leikin á økinum hálv­hjartað hevur latið skinið ígjøgnum, at teir helst vilja skrúva 10. flokk niður, eru nøkur tekin um, at ikki øll ynskja tað so.

Í Tórshavnar Kommunu eru stig tikin til at leggja framahaldsdeildir partvís saman, og foreldraumboð í skúlastýrunum eru spaku­

liga byrjað orðaskiftið um samanlegging av fram halds­deildunum í Suðuroy. Grund gevingin er ynski um økt og øðrvísi tilboð í framhaldsdeildini – og ser­liga í 10. flokki

eFTirSkÚlin lyFTir 10. FlOkk uppEin virkin eftirskúli kann eftir mínum tykki verða við til at hála 10. flokk uppeftir, har hann hoyrir heima. Tær royndir, har verða gjørdar í einum fjøl broytt­um umhvørvi, kunnu skjótt spreiða seg, tí tað er eingin ivi um, at um skúlar við samstarvi kunna økja um næmingagrundarlagið og harvið útboðið av læru­greinum, so fer aftur at

bera til at hava ein meiri áhugaverdan 10. flokk.

Men so fjølbroyttur sum ein eftirskúli verður 10. flokkur í fólkaskúlanum tó neyvan. Tí er tað mín vón, at Atlantic Adventure fær undirtøku frá játtandi myndug leikunum.

Modellið er sett upp í samsvari við lógina, og undirtøkan runt landið er breið. At útflyta næmingar til danskar eftirskúlar er væl ikki nakað endamál í sær sjálvum. Hvalba er ímyndin av einari íverk set­arabygd. Hóast stóra frá­støðu til miðstaðarøkini hava hvalbingar smíðað upp og hildið viðlíka fyri­tøkur, sum virðisskapa og útflyta. Samstundis er teirra

gerandisdagur fyltur við aldargamlari siðvenju í bjørg um, haga og á sjó num.

Tað krevur eitt politiskt útspæl at seta eftirskúlan á fíggjarlógina. Pisa­úrslitini settu yngru flokkarnar á fíggjarlógina. Tørvs met ing­in hjá fólkunum aftanfyri Atlantic Adventure vísir, at grundarlag er fyri slíkum skúla. Ónøgdin kring fram­haldsdeildina vísir, at brúk er fyri broytingum.

Eftirskúlin kundi saktans verið íverksetarin, sum fær millumliðið millum lógar­kravdu útbúgvingina og víðari útbúgvingina at virka aftur.

Chris Jan MichelsenFormaður í skúlastýrinum fyri Tvøroyrar kommunu

eftirskúlin og fólkaskúlin

Page 4: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 20074 eFTirSkÚlin

eftirskúlin í Hvalba kominá fíggjarlógina

Tað er ein sannroynd, at nógvir ungdómar, kanska eini 100 um árið, fara á eftirskúla í Danmark og øðrum norðanlondum. Or­søkin til hetta er, aftaná at teir hava gingið í skúla í 9

– 10 ár kenna ein tørv at koma at uppliva nakað ann­að enn ta vanligu skúla­gongdina.

Mín fatan er, at ungdómar søkja sær skúlar við ymiskum „sereyðkennum“, sum t.d. ítrótti, tónleiki og, átrúnaði og onnur mentunartilboð o.s.fr.

Hetta er eisini ein háttur at koma heimanífrá og fáa avbjóðingar undir skipaðum viðurskiftum.

Vit hava royndir frá 80´unum og fram til 90´ini við eftirskúlanum í Genner og Hygum í Jútlandi, har ein ørgrynna av føroyskum ungdómi var fram til krepp­una, tá hesi tiltøk duttu niðurfyri, helst vegna vána­

ligar fíggjarligar um støður. Nú í nøkur ár hevur talan

verið um erftirskúla í Før­oyum og hevur verið arbeitt miðvíst við hesum í Suð­uroynni og nú staðfest í Hvalba. Tekningar av einum eftirskúla hava verið frammi og fundir hava verið millum menta málaráðið og fyri­reik ingarnevnd fyri eftir­skúlan og er komið so langt, at í fíggj arlógar upp skot in­um fyri 2008 standa 500.000 kr. til at arbeiða víðari við eftirskúlanum.

So er spurningurin: Hvussu skal hesin eftir eft­irskúlin skipast. Skal tað vera ein interkommunalur skúli, skal tað vera ein landsskúli, ella skal tað vera

ein sjálvsognarstovnur?Hvussu skal fíggjarliga

grundarlagið í hesum stovni skipast, og hvat skal innihaldið vera? T.v.s. hvussu skal skúlin profilera seg? Skal hann venda sær bert til føroyskan ungdóm, ella skal hann eisini venda sær til útlendskan ung­dóm?

Mín fatan er, at skúlin eigur at vera ein sjálv ognar­stovnur við fíggjarligari lut­tøku av landi og kommunum, umleið helvt um helvt, at hann má finna sær ein profil, sum vendir sær til bæði føroyskan og útlendsk­an ungdóm. At hesin pro­filur má vera nágrein aður soleiðis, at tann ungdómur,

sum ætlar sær hesar lívs­royndir, veit hvat hann fær.

Úrvalið av økjum at profil era seg á eru nógv, men sjálvsagt kann ein skúli ikki profilera seg á øllum økjum, tí er eftir míni metan mest natúrligt, at skúlin, sum vendi sær bæði til føroyskan og útlendskan ungdóm, hevði náturuna og umhvørvið sum eina profilmynd og t.d. ment­anar mun hjá smátjóð í mun til stórbýarsamfelag sum eina aðra profilmynd o.s.fr.

Eftir míni metan er støð­an tann, at tankin um eftirskúla í Hvalba nú er búgvin soleiðis, at tann nevnd, sum hevur arbeitt við hesum, ítøkiliga eigur

at fara í samráð við menta­málaráðið, sum nú hevur eitt sløg av peningi at arbeiða við um hvussu løg­frøðiliga og fíggjarliga skal farast fram fyri at náa málinum um eftirskúla.

Sum eg nevndi í byrjanini má støða takast til, hvar í samfelagsskipanini skúlin skal liggja, hvussu hann skal fíggjast, og hvør kemur at hava ræðisrætt og ábyrgd­ina av skúlanum.

Vónandi fer hetta arbeiði at eydnast í góðum sam­starvi millum áhugabólk og myndugleika.

Andrias Petersen,formaður í mentunarnevndini.

Núsitandi landsstýri setti sær fyri, at Føroyar skulu vera í millum heimsins fremstu tjóðir í 2015. Og ikki minst á skúlaøkinum skuldu føroyingar ganga undan. Tá hetta er at rokna sum eitt endamál, so er eftir at vita, hvat er gjørt á økinum, og hvør ætlan liggur fryri framman til tess at náa hesum máli.

Vit fegnast um, at nýggjur miðnámsskúli nú verður bygdur í Suðuroynni; hetta er eitt av mongu nýbygg ing­um, bíðað hevur verið eftir leingi. Men enn hevur samgonguni ikki eydnast at fremja nakað nýbrot á skúlaøkinum. Og nú tíðin fer at halla hjá samgonguni, so tykist ov seint at vænta nakað nýtt og øðrvísi.

Fyri stuttum kom álitið um miðnáms skúla útbúgv­ing ar. Hetta leggur upp til, at allir miðnámsskúlar verða samskipaðir, bæði umsitingarliga og inni­halds liga. Og eitt av enda­málunum er, at føroyskar miðnámsskúlaútbúgvingar skulu vera á hædd við sam­svarandi útbúgvingar í

grannalondum okkara, og tær skulu tryggja ungdómi framhaldandi lestrar møgu­leikar til allan hægri lesnað uttanlands.

Í hesum áliti kemur fram, at fráfallið á studenta skúl­anum er stórt. Ein kanning, ið var gjørd á Føroya Studentaskúla og HF­skeiði í Hoydølum í 2006, vísti, at triði hvør næmingur fellur frá, men byrjar aftur seinni ella fer undir aðra út­búgving.

Ein ógvuliga lítil partur av hesum fer als ikki undir aðra útbúgving. Kanningin ger eisini greitt, at tað er samskipanini í millum fólka skúla og mið náms­skúla, sum vit eiga at geva gætur.

SkÚlaVerkinum TørVar HeilDarlOySnNú Føroyar dumpaðu so dyggiliga í sambandi við Pisa undankanningina, ið hvussu er á pappírinum, so eiga myndugleikarnir at gera sær púra greitt, hvat teir ætla at gera á økinum. Tað er alt annað enn nóg gott at kjakast í smáum ella

at leggja nakrar tímar afturat verandi tímatalvu hjá teimum smæstu.

Skal nakað munagott henda á skúlaøkinum, so at vit føroyingar ikki fram­haldandi halta aftaná, men veruliga fara at seta dagsskrá, so skulu vit brúka pening upp á skúlaverkið, ongin annar vegur er.

Samstundis sum vit skulu seta skúlanum krøv um dygd, so mugu vit eisini gera okkum greitt, at tað helst verða næmingar, ið koma at hava tørv á øðrvísi skúlaskipan.

eFTirSkÚli alneyðugurOg í hesum høpi er eftirskúlin alneyðugur. Tá vit seta fólkaskúlanum krøv um dygdarmenning, so verð ur upp aftur truplari at røkka øllum næmingum, enn longu er. Sosialir førl­eikar fylgja ikki altíð við hjá øllum á sama hátt, og eft­irskúlin kann sostatt gerast tað kittið, ið føroysku skúla­skipanini tørvar.

Mong foreldur gjalda fegin einar tvey túsund

krónur um mánaðin fyri at hava børn síni gangandi á eftirskúla, og tey hava ofta sjálv gingið á slíkum skúla og vita tískil, hvussu læru­ríkt og mennandi slíkt umhvørvi er fyri ung fólk.

Tey ynskja børnum sínum trygt og læruríkt umhvørvi, og við at møta nýggjum avbjóðingum búnast tey og menna fakliga førleikan, áðrenn farið verður á hægri lærustovn.

Um vit rokna við, at tørvurin á eftirskúla er tann sami í Føroyum sum í Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við, og hagar føroyingar ofta fara á eftirskúla, so høvdu oman­fyri 150 næmingar farið á eftirskúla í Føroyum árliga.

Hetta vísir, at grundarlag er fyri einum eftirskúla í Føroyum. Og hóast talið á næmingum í Danmark, ið taka 10. flokk á einum eftirskúla, hevur verið vaks­andi, og hóast myndug­leikarnir hava tikið stig til at fáa næmingar at leypa 10. flokk um, so er veru­leikin, at eftirspurningurin framvegis er stórur, ja,

kanska enntá vaksandi.

menna SOSialar FørleikarTil dagligt starvist eg sum studentaskúlalærari. Eg plagi spyrja næmingar mín­ar, hvønn viðførning teir hava við sær á mið náms­skúla. Hesir næmingar koma úr 9. flokki, 10. flokki ella úr eftirskúla.

Eg haldi ikki, tað er tann stóri munurin á næmingum úr 9. og 10. flokki. Hetta kemst helst av, at teir dugna­ligastu leypa 10. flokk um; tey verða helst eggjað at fara í 10. flokk í fólka skúl­unum.

Men tað sæst týðiliga, hvussu ógvuliga væl fyri næmingar eru, ið hava verið á eftirskúla. Teir eru mentir á heilt annan hátt enn hini, ið hava gingið í 10 flokki í fólkaskúlanum. Teir eru motiveraðir á heilt annan hátt, arbeiðslag teirra er framúr gott, og teirra sosialu førleikar sera væl mentir. Teir læra bæði skjótari og lættari enn onn­ur, og kanska hava teir harafturat verið bæði skúla­

móðir, ómotiveraðir og læru tungir framman und­an, tá teir valdu at fara á eftirskúla.

eFTirSkÚli í SuðurOySjálvsagt skulu fólkaskúli og miðnámsskúli samskipast betur. Men vit eiga at taka foreldur í álvara, ið ynskja børnum sínum tað besta og bjóða teimum og børnunum eitt avbjóðandi og mennandi umhvørvi í Føroyum.

Vit eiga at taka ábyrgd av ungdómi okkara og halda uppat at útflyta trupulleikar til útlandi, men skapa møgu leikar hjá okkum sjálvum í heimligum um­hvørvi. Vit eiga at seta eftirskúla á stovn beinan­vegin.

Og hvat umhvørvi kann vera bæði hugnaligari og meira spennandi enn í føgru natúruni í Suðuroy?

Óluva Klettskarð, studentaskúlalærari

Føroyar mugu taka ábyrgdav sínum ungu

Page 5: EFTIRSKÚLIN nr. 3

523. nOVrmBer 2007 eFTirSkÚlin

Ungur nýklaktur lærari, 24 ár, eitt sindur av tilvild vorðin eftirskúlalærari. Ein eftirskúli var granni til læraraskúlan – hevði brúk fyri at fáa arbeiði í nánd av læraraskúlanum, tí konan hevði enn eitt ár eftir í læraraskúlanum. Og tað gjørdust í fyrsta umfari til 5 ár sum eftirskúlalærari – og fyri konuna til 4, tí eisini hon fekk arbeiði í sama skúla.

Skúlin er á Suðursælandi – og helmingurin av teimum 80 næmingunum er úr Keypmannahavn. Fleiri av teimum, bæði av býar ung­

dóminum og restini, vóru ungfólk, sum av einihvørju orsøk høvdu brúk fyri at koma burtur úr teim heima­vandu umstøðunum. Og tað komu tey eisini – ja, tað komu tey øll, eisini tey, sum kanska ikki beinleiðis høvdu brúk fyri tí.

Men á eftirskúlanum var eingin munur: øll vóru komin hagar úr øðrum umstøðum, frá øðrum og heilt øðrvísi skúlagangi – og øll skuldu tey nú royna at standa á egnum beinum, mamma ella pápi vóru ikki til handa við nøkrum.

Kortini vóru tey sum

heima øll. Skúlin var heim teirra, lærararnir teirra samband við vaksin fólk, bæði í skúlatímunum og í frítíðini og um kvøldarnar, ja, kanska eisini um næt­urnar.

Og hetta árið víðkaðist heimur teirra so merkiliga í allar mátar.

Tað vóru tey, sum fingu vin­ir, sum neyvan høvdu havt tað fyrr.

Tað vóru tey, sum fingu onkun vaksnan at práta við, sum neyvan høvdu roynt tað fyrr – og sum funnu onkran, ið tímdi at

práta við tey um teir spurningar, sum troðkaðu á.

Tað vóru tey, sum ongantíð høvdu tímað at gingið í skúla, men sum knappliga fingu ein læruhug, tey ikki trúðu var til.

Tað vóru tey, sum knappliga fóru at læra at rokna, sum ongantíð fyrr høvdu vitað annað enn, at tað gekk yvir teirra høvd.

Tað vóru tey, sum neyvan dugdu at lesa, men sum nú knappliga høvdu lisið eina bók.

Tað vóru tey, sum ikki orkaðu upp um morgnar­nar, sum nú fingu skil og ans fyri tí.

Tað vóru tey, sum høvdu brúkt alla sína frítíð til alskyns óvandaskap, sum nú fingu annað at hugsa um og taka sær til.

Nógv av hesum ung fólk­unum minnist tú enn við gleði og undran og takk­semi, hóast nú eru liðin 30 ár.

So vóru tað tey átta árini á háskúlanum í Havn. Gam­aní var ta eingin eftirskúli, men summir av næm ing un­um vóru kortini í eftir skúla­aldri – og upplivingarnar við tí, at hesi ungfólkini fingu eina øðrvísi og nógv positivari uppliving av skúlagangi og tí at læra nakað, enn teimum hevði eydnast í heima um hvørv­inum og heimaskúlanum, vóru tær somu: fleiri tóku dik á seg til at læra, tí at tey knappliga upplivdu, at nú høvdu tey kjansin at byrja av nýggjum, teimum nýttist ikki longur at hanga føst í gomlum ónollum við víkj­

andi skúlagangi, tí nú vóru tey millum nýggjar skúla­felagar og nýggjar lærarar, ið ikki vistu um alt tað møðis liga, ið altíð hevði fylgt teirra skúlagangi: hvussu illa tey høvdu skikk­að sær, hvussu illa tey høvdu tímað, og hvussu lítið tey virdu skúla og lærarar, og hvussu uppgevandi for eldr­ini høvdu kent seg í øllum í so mong ár.

Nú máttu tey sjálv vísa, hvat tey dugdu, og taka sær annað skinn um bak. Og hjá summum var tað sum dagur og nátt millum skúla­gangin fyrr og nú.

Og nú 60 ára gamal aftur eftirskúlalærari. Í Norður­jútlandi. Gott nokk bara 1 tíma um vikuna í átrúnað /kristni fyri einum stórum blandaðum flokki av 9. og 10. árgangi. 80 ungfólk í einum hópi, sum spyrja og vilja kjakast. Og sum ivast og trúgva og ørkymla seg og stúra og frøast – um heimin og seg sjálv og um framtíðina, men sum eru komin í eftirskúla til at finna seg sjálv.

Her er høvuðslinjan sjón­leikur og tónleikur, men so øll hini skúlafakini við. Og altso eisini kristni /átrún­aður, sum danska skúlalógin nýggja hevur gjørt til próv­tøkugrein í fjør.

Ein uppgerð millum norð urjútskar fram halds­deildir í fjør fann hendan og aðrar eftirskúlar í lands­lutinum í tí avgjørt betra endanum, hvat próvtølum viðvíkti.

Og eg hugsi ikki, at lærararnir her eru øðrvísi enn miðallærarar allar staðir. Men umhørvi næm­

inganna er øðrvísi, enn tá ið tey gingu heima í tí gamla sjabbinum, tey høvdu rurað seg í í 15 ár: nú verða tey sjóðað saman í eina lærueind, har dagur og nátt, frítíð og skúlatíð, virka saman í eina lærumentan, sum er meira enn fak og terparí.

Nú eru tað ikki longur bara foreldur og lærarar, ið royna at koyra á og stuðla uppundir, nú eru tað hini 2 ella 3, tú býrt á kamari við og sum eisini royna, hvat tey kunna at fáa sum mest burturúr og fáa gjørt skúla­arbeiðið liðugt hvørt kvøld.

Og hóast meir enn 30 ár eru ímillum mítt fyrsta møti við ein eftirskúla og nú, so er kenslan tann sama: hesir ungdómarnir, sum liva og arbeiða og læra og búgva saman í einum eftirskúla líkjast sær sjálvum enn: í klædnabúnað og hugburði og læruhugi og forvitni og tolsemi við hvørjum øðrum.

Jú, eftirskúlin ger nakað heilt serligt við ungdómin, sum ringt er at fáa í verk aðrastaðni enn júst í einum eftirskúla.

Men tað krevur nokk eisini lærarar, ið vilja liva seg inn í henda serstaka skúla form og vilja kasta bæði arbeiði og frítíð, skúlatíð og kvøldprát og kvøldhugna saman í eina rúgvu, har alt virkar saman til gleði og gagns fyri hesi ungfólkini.

Thorben Johannesen

eftirskúli – hugleiðingarog endurminningar

F r a m s j ó n 2 0 1 5Stovnaður verður eftirskúli, sum skal stimbra støðuga útbúgving.

Mál og vegir, s. 39 · Løgmansskrivstovan 2007

Page 6: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 20076 eFTirSkÚlin

Við løgtingslógini frá 17. mei 2000 um eftirskúlar ásannaðu almennu Føroyar, at tørvur er á slíkum tilboði til føroyska ungdómin. Kommunufeløgini bæði, sum saman umboða allar kommunurnar í landinum, taka undir við ætlanini, eins og sitandi sam gongu­flokkar umvegis uppskotið um fíggjarætlan fyri 2008 hava stungið út í kortið, at ætlanin skal setast í verk. Eisini úr andstøðu flokk un­um á Løgtingi hevur ætlan­in fingið stuðul.

Samanumtikið kunnu vit soleiðis staðfesta, at helst er talan um eindømi í før­oyskari politiskari søgu, at ein so stór verkætlan hevur fingið so breiða undirtøku, bæði kommunu­ og lands­politiskt.

Tí skuldi heldur ikki verið nøkur orsøk til at drála.

anDSøgn millum VælVilD Og VeruleikaTá so uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár varð borið niðan í Løgtingið fyri stutt­um, fingu vit tíverrri ein minni skelk. Einans kr. 500 túsund vóru settar av til

ætlanina. Hendan and søgn­in millum vælvild og veru­leika hevði sjálvsagt við sær, at dúgliga varð gitt um orsøkina til andsøgnina. Flestu okkara vóna, at talan var um eitt mistak. Tí tænir tað í skrivandi stund – dagin eftir at Føroyar gjørd­ust eitt valdømi – neyvan nøkrum endamáli at út­greina giting arnar nærri her í blaðnum.

Nú Føroyar eru eitt val­dømi, er tó einki meira natúr ligt, enn at allar git­ingar verða gjørdar til skamm ar, og at tað á fíggjarlógini fyri 2008 verð­ur avsett ein verulig upp­hædd til eftirskúlaætlanina, sum so breið semja er um kring allar Føroyar.

Vallóg okkara er júst broytt, og vænta vit tí av landspolitikarunum, at teir vísa í verki, at føroyska politiska skipanin er búgvin til eitt valdømi, og at lands­politikararnir hugsa lands­politiskt og tí eru til reiðar at fremja skilagóðar ætlanir í verki, uttan mun til, hvar í landinum tað verður gjørt – bert tað tænir heildini sum best.

BrOyTingar Og aVBjóðingar eru neyðugarFlestu av okkum tilkomnu minnast kensluna av at vera skúlatroytt, samstundis sum ein kendi á sær, at nú var stundin komin at gera sær sínar tankar um, hvagar lívsleiðin skuldi ganga eftir lokið prógv frá fólka skúl­anum, eins og vit, sum í mong ár hava verið á sama arbeiðsplássi, til tíðir hugsa við okkum sjálvum, um ikki tað hevði stimbrað og ment okkum í sál og sinni at tikið við nýggjum avbjóðingum og eitt nú roynt nýggjar leiðir á arbeiðs markn að­inum ella farið undir eitt­hvørt øðrvísi og harvið avbjóðandi virksemi.

Út frá hesum okkara einføldu lívsroyndum og havandi í huga tær fjøl­broyttu útbúgvingar­ og arbeiðsmøguleikar, sum sam tíðin hevur at bjóða okkara ungdómi, og hvussu avgerandi og samstundis trupult eitt slíkt val kann vera, mugu vit ásanna, at tað er av størsta týdningi, at ungdómurin eftir 9­ára skúlagongd í sama um­hvørvi, fær bestu møguleikar

at „royna flogið“ og búnast mest møguligt ta 10. skúla­árið. Soleiðis er tað neyðugt at geva ung dóm inum møgu­leikan at royna á egnum kroppi, hvat hugurin stend­ur til og hvørji evnini eru.

Øll hava vit okkara sterku síður. Umráðandi er tí, at hvør einstakur av okkum so tíðliga á lívsleiðini sum møguligt fær høvið til at royna síni handaligu, fak­ligu og andaligu evni. Bert við royndum á egnum kroppi er møguligt at av­dúka eginleikarnar hjá tí einstaka – tí einstaka og øllum samfelagnum til frama.

á einum VegamóTiEftir at okkara ungdómur í heili 9 ár hevur sitið á skúlabonki, gevur júst eftir­skúlin við sínum fjølb royttu handaligu og fakligu til­boðum ungdóminum møgu leikan at kanna eftir og royna, hvat hugurin og evnini eru til, nú hann stendur á vegamótinum, har hann skal gera sær sínar tankar um, hvagar leiðin skal ganga.

Eftirskúlatilboðið kann tí sigast vera eitt tilboð um eitt „umhugsanar­ og roynd­arár“, har støða skal takast til, hvat arbeiði ella hvørja útbúgving tann einstaki skal fara undir at fyrireika seg til eftir 10. skúlaárið, ella um tørvur er á einum skotbrái at hugsa seg betur um og møguliga royna aðrar avbjóðingar, áðrenn endaliga kósin út á ar beiðs­marknaðin verður sett.

Ikki tí, 10. flokkur í fólka­skúlanum er – og skal fram­yvir vera – ein av bjóð ing hjá teimum ungu. Tó eru tað mong ung, sum eftir 9. skúlaárið í sama umhvørvi, hava tørv á øðr vísi av­bjóðingum, enn 10. flokkur í fólkaskúlanum hevur at bjóða.

eFTirSkÚlin er ein Valmøguleiki.Júst her er tað, at eftirskúlin hevur sína styrki. Umframt

tær kravdu og tær fríu vallærugreinirnar, sum vit kenna frá fólkaskúlanum, skal eftirskúlin hava um­støður at bjóða næm ing­unum frálæru innan eitt nú leiklist, myndlist og í tón­leiki, sjómansskapi, land­búnaði, ítrótti og handverki av ymiskum slag.

Við slíkum fjølbroyttum valmøguleikunum fær hvør einstakur gott grundarlag at finna fram til, hvat hug­urin og evnini eru til.

Eftirskúlin hevur eisini tann fyrimun sum sjálvs­ognarstovnur, at hann bet­ur og skjótari enn fólka­skúlin, sum er ein størri landsumfatandi stovnur, kann bjóða ungdóminum meiri fjøltáttaðar og dag­førdar avbjóðingar.

Eftirskúlin kann nevni­liga bæði smidligari og skjótari enn fólkaskúlin laga seg eftir, hvussu rákið er í føroyska samfelagnum og í londunum kring um okkum og harvið dagføra síni tilboð so hvørt.

perSónlig menningAv ikki minni týdningi er tað, at tann ungi mennist sum sjálvstøðugur persónur og sosialt til at virka millum onnur og til at trívast saman við øðrum.

Unglingin, sum fer á eftirskúla og har kemur at liva og virka tætt saman við øðrum ungum, kann ikki annað enn búnast og menn­ast sosialt og sum ein stak­lingur av samveruni á eftir­skúlanum.

Sum sagt verður í hugsjónarliga grundar lagn­um undir skúlanum, so „verð ur daglig virki og frí­tíðin, álvara og gaman, frælsi og ábyrgd, læra og uppliving fatað sum ein heild“.

unglingin FlyTur HeimaníFráFyri bæði foreldur og børn, er tað ein rættliga avgerandi stund, tá dótturin ella son­urin fyrstu ferð flytur heim­anífrá og skal royna seg

uttanfyri tryggu og væl­kendu karmarnar.

Lítil ivi er um, at fyri bæði ungdómar og foreldur hevði tað, at farið á eftirskúli í einari føroyskari bygd, verið eitt kærkomið høvi hjá bæði foreldrum og børnum at tikið stigið úr trygga reiðrinum út í stóru verð.

Sosiala umhvørvið og sam anhaldið millum bygd­ar fólkið í søguríku bygdini Hvalba er gott, eins og fjølbroytta bygdarlívið har kundið givið ungdóminum á einum eftirskúla høvið til at lært veruliga serføroyska mentan at kenna. Á henda hátt høvdu vit verið við til at varðveitt føroyska mentan og harvið styrkt okkara sam leika.

Vit mugu minnast til, at altjóðagerðin, sum vit sjálv­sagt skulu verða partur av, ber í sær vandan fyri, at okkara serstaka mentan, liviháttur og harvið okkara samleiki viknar. Eisini her hevði eftirskúlin verið før­oyska samfelagnum ein styrkur.

ein neyðug íløgaÁrliga fara tíggjutals ung­dómar úr Føroyum á út­lendskar háskúlar. Mong ung sita tó eftir heima, tí unglingin ella foreldur halda, at tað er ov langt at fara. Vilja vit fjøldini heldur enn teimum fáu væl, er eitt føroyskt eftirskúlatilboð neyð ugt.

Vit plaga at siga, at ung­dómurin er okkara framtíð. Harvið ásannað vit, at ein íløgu í ungdómin er ein íløga í framtíð Føroya.

Stundin er tí komin at lata føgur orð føra til gerð og í verki vísa neyðuga vilj­an!

Jaspur VangTvøroyri.

eftirskúlin– eitt neyðugt tilboð til ungdóminneyvan hevur ein føroysk verkætlan verið so væl fyrireikað sum ætlanin um bygging av eftirskúla í Hvalba, og neyvan hevur ein slík ætlan verið mett meira neyðug og harvið fingið størri undirtøku kring landið enn júst hendan ætlanin.

Page 7: EFTIRSKÚLIN nr. 3

723. nOVrmBer 2007 eFTirSkÚlin

Soleiðis yrkti okkara mæta skald, Hans Andrias Djur­huus, og sipaði til, at tað mangan hevur verið sund­urlyndið í okkum føroy ing­um, sum hevur sett dags­skráina heldur enn saman­haldið, og at ov fá úrslit síggjast eftir, hóast um støð­ur og fortreytir áttu at verið fyri tí øvugta.

allar kOmmunur SamDar um ein eFTirSkÚlaÍ málinum um ein eftirskúla í Hvalba hefti eg meg serstakliga við, at allar tær føroysku kommunurnar standa saman um málið, eru samdar um, at stovna ein eftirskúla í Hvalba og vilja fíggja henda skúla sambært lóggávuni um

eftirskúlar í Føroyum. Er tað rætt skilt, so ivist eg onga løtu í, at verkætlanin verður veruleiki, hóast spak­in enn ikki er settur í jørð­ina.

Tað er ómetaliga gleðiligt og eitt stórt frambrot, at kommunala samstarvið á einum so týðandi øki sum á skúlaøkinum, er so gott, at fleiri úrslit eru í eygsjón. Og tað boðar frá góðum og nýggjum tíðum í Føroyum. Tíðum har uppgávu­ og ábyrgd arbýtið millum land og kommunu verður nógv greiðari, enn tað er í dag, og har partarnir, sambært yvirskipaðum avtalum, fáa møguleika fyri at fremja tær verkætlanir, sum tørvur er á.

Eg ivist onga løtu í, at tað

hevði verið gagnligt fyri okkara ungdóm, um vit høvdu eitt øðrvísi og menn­andi skúlatilboð, ið bæði ástøðiliga og ikki minni í verkliga mennir næmingin frá ungdómi til at vera vaksin. Eitt skúlatilboð, ið vísir á møguligar slóðir frameftir í lívinum, tá ið umræður at velja útbúgving og starv, og á nýggjar leiðir í samstarvi í við ungdómi og fólki við serligum før­leikum úr øðrum londum.

Alt hetta eru tankar, ið eg síggi aftur í álitinum um eftirskúlan í Hvalba, og sum Eftirskúlanevndin, sum er settur saman av um­boðum fyri Arbeiðs ból kin og allar kommunurnar í Føroyum, hevur latið úr hondum.

Eitt stórt og gott arbeiði, sum eigur at fáa allan neyð­ugan politiskan stuðul.

Men, sum onkur hevur sagt undan meg, so varð Rom ikki bygt eftir einum degi, og skal ein tílík verk­ætlan gerast veruleiki, so krevst, at partarnir hava gott tol, og at alt fyri reik­ing ararbeiðið verð ur gjørt til lítar.

áByrgD aV egnum líViTá ið vit skulu taka støðu til, um ein ávís íløga skal fremjast, verður altíð roynt at seta upp fyrimunir og vansar.

Í roknistykkinum um ein eftirskúla í Føroyum, er eing in ivi um, at fyrimun­irnir hava stóra yvirvág.

Ein fyrimunur er, at dent­ur verður lagdur á at menna samfelagsborgaran og ikki bert einstaklingin. Hetta, at næmingar ikki ganga í skúla av plikt, men at tey koma sjálvboðin, og at tey sjálvboðin taka á seg skyldur av egnum lívi og fáa ábyrgd­ir fyri, at felagsskapurin verð ur góður fyri øll, eru grundleggjandi lívsvirði, sum innan vanliga fólka­skúlagátt ikki spæla ein so eyðsýndan leiklut.

eFTirSkÚlin í HValBa Skal HaVa eiTT SerSTakT BranD – men HVaT?Men tað er ikki nóg mikið at veita eitt tilboð, sum er persónligheitsmennandi. Skulu næmingar koma á skúlan í nóg stórum tali, so er neyðugt at skúlin brandar seg við øðrum upplivingum og førleikum eisini. Upp­livingum og førleikum, sum ikki fáast aðra staðni í

Norðurlondum. Harumframt má tað vera

klokkuklárt fyri øll, at eitt ár á eftirskúlanum í Hvalba er eitt trygt atgongumerki víðari í útbúgving ar skip an­ini bæði í Føroyum og uttanlands.

Mær tykir, at tað fram­vegis er neyðugt at arbeiða víðari við at eyðlýsa eftir­skúlan í mun til hesar mál­setningar eins og í mun til 9. flokk og 10. flokk bæði nú og í framtíðini. At tað er neyðugt at finna júst tær meginkompetansur, sum skulu gera eftirskúlan í Hvalba til eina heilt serstaka uppliving fyri lívið.

Ein partur av hesum fyri­reikandi arbeiði er eisini at gera neyvar tørvskaningar millum tey ungu í Føroyum. Hvør og hvussu mong høvdu valt eitt eftir skúla til­boð í Føroyum, og hevur tað týdning, hvørji fak, hvørj ar upplivingar og hvørj ar førleikar, ið júst hesin eftirskúlin kann bjóða?

Eg havi við áhuga lisið kanningarnar hjá fyri reik­ing arbólkinum um, hvussu nógv ung fara á eftirskúla í øðrum norðurlondum. Vit vita, at heilt nógv ung í Føroyum leita sær uttan­lands á eftirskúla og á háskúla. Eg hugsi, tað er neyð ugt, at gera neyvar kanningar her heima eisini, tí kappingin er hørð.

raðFeSTingar Fólkaskúlin er sjálvt funda­mentið og grundarlagið und ir øllum øðrum í sam­felag num. Tað er í fólka­skúl anum, at hvør einstakur mennist, her verður grund­ar lagið lagt undir allari

aðrari førleikamenning í lívinum, og tað er her, vit læra um okkara mentan og okkara felags virðis grund­arlag. Tíverri ber til at staðfesta, at fólkaskúlin langt frá hevur møguleika fyri at liva upp til hesi endamál.

Fólkaskúlanum vantar bæði karmar, innihald, út­búgving og eftirútbúgving. Og tað fer at taka nógv ár at koma upp á eitt nøktandi støði. Tað vil tí altíð vera ein spurningur um rað­festingar, tá ið støða skal takast til, hvar vit velja at fremja ábøtur og neyðug átøk. Sambært tilfarinum um eftirskúlan, so tosa vit um eina rættiliga stóra íløgu í Hvalba. Skal hon fremjast, má eingin ivi vera um innihald, dygd og atdráttarmegi skúlans.

HValBa á HeimSkOrTiðEg ivist onga løtu í, at eitt av teimum mongu neyðugt tiltøkunum í samlaðu skúla­ og útbúgvingarskipan okk­ara er ein eftirskúli, ið kann draga bæði føroyskar og út­lendskar næmingar at sær.

At allar tær føroysku kommunurnar standa sam­an um, at hesin skúlin skal gerast veruleiki, og at hann skal vera í Hvalba, er besta trygdin fyri, at so verður, og at eftirskúlin verður við til at seta Føroyar á heims­kortið.

Eitt stór herðaklapp til øll tey mongu, sum hava tikið hetta stig.

Helena Dam á Neystabø

Saman at halda varð ei okkum givið –tí er so lítið burturúr her blivið

F r a m s j ó n 2 0 1 5Stovnaður verður eftirskúli, sum skal stimbra støðuga útbúgving.

Mál og vegir, s. 39 · Løgmansskrivstovan 2007

Page 8: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 20078 eFTirSkÚlin

Málið um Eftirskúlan hevur higartil havt eina gongd, sum er rættiliga vanlig í Føroyum, tá um skúla og útbúgving ræður. Fyrst verð ur ein ætlan sett í gongd av fólki uttanfyri politisku skipanina – fólki, sum hava hugflog og dirvi til at hugsa nýtt. Ætlanin fær gjarna breiða politiska undirtøku, umframt eina breiða undirtøku millum ymiskar áhugabólkar. Síð­ani verður roynt at fremja ætlanina í verki, har fólkini aftanfyri sjálvsagt hava góðar vónir, júst tí at politiska undirtøkan er stór.

Men so hendir tað van­liga! Okkara institusjonella skipan megnar ikki at lofta átakinum. Fíggjarliga til­skotið gerst alt ov lítið í

mun til at skapa eitt munardygt átak. Tað ber kanska so dánt til at koma í gongd, men frástøðan til upprunaligu ætlanina er somikið stórur, at bæði teir verkligu karmanir og innihaldið í hugskotinum gerast langt frá tí, sum upprunaliga varð ætlað.

Framhaldið kemur sostatt eisini at dúva uppá nakrar fáar treiskar eldsálir, sum av tí sama fáa ringt við at fáa innihald, ambisjónir og persónligar kreftir at røkka til.

Nevndu gongd eru tað fleiri dømi um! Og hóast tað í skrivandi stund ikki ber til at siga, hvør lagnan hjá Eftirskúlanum verður, so eri tekin um, at ein langdrigin „minimal loysn­in“ kann verða úrslitið.

Men tíðin er farin frá minimalloysnum, eisini á skúlaøkinum.

rák í TíðiniRákini í tíðini knýta vit í dag vanliga at hugtakinum ‘globalisering’. Stutta út gáv­an av hesum boðskapi er, at vit mugu tillaga okkum, seta ferð á hjólini og vera ‘fleksibul’, sum tikið verður til. Annars tapa vit altjóða kappingina! Mátin at klára hesa avbjóðingina uppá – tað hevur mann vita leingi – er útbúgving, útbúgving og aftur útbúgving.

Tí eru læring og skúla­skapur ikki longur bara nak að, ein tekst við eitt styttri bil á yngri árum. Nú er talan um ‘lívslanga læru“.

Í ES er fyri fleiri árum síðani løgd ein ætlan, har Evropa skal verða mest kappingarføra økið í heim­inum. Tí skal gjøgnum end­urnýggjan av skúla skip­anum og gransking satsast uppá „lívslanga læru“.

Limalondini hava bundið seg til at gera egnar strate­giir til tess at røkka hesum máli. Eitt dømi um hetta er „Danmarks Globaliserings­trategi“, har júst ein tílík menning av menniskjaliga tilfeinginum verður tikið fram sum altavgerandi.

kampurin um ungDóminOngantíð fyrr er utboðið av útbúgvingum so stórt og fjølbroytt sum í dag, og tað er framvegis vaksandi. Gjøgn um danskar – og aðr­ar – skúlaskipanir hava vit eisini nøkur amboð til at útbúgva okkum og til at røkka út í heimin. Spyrjast kann tí sjálvandi, hví gevast skal eitt tilboð afturat teim­um mongu, sum longu eru?

Einfalda forkláringin er tann, at ungdómurin er tann mest altjóðagjørdi aldursbólkurin, vit hava, og longu í dag kenna vit í stóran mun trupulleikan av ikki at fáa hetta tilfeingið at venda heimaftur.

Kampurin um at vinna ta útbúnu arbeiðsmegina er í dag ein partur av globalu kappingini, og hjá einum samfelagi, sum útflytur ein rættiliga stóran part av sínum týdningarmesta til­feingi, er tað enn týdn ing­armiklari at hava ætlanir fyri at vinna hesa aftur.

ein eFTirSkÚli ger munÍ bløðunum Eftirskúlin nr. 1 og 2 eru grundgevingar­nar fyri Eftirskúlanum væl og virðiliga endavendar av køn um fólki innan fleiri

ymisk øki. Tað verður í hesum bløðum til fulnar víst á, at nýggjar tíðir krevja nýggjar stovnar og nýggjar mátar at læra uppá.

Sosiala læran í einum eftir skúla, er ein serliga týdningarmikil grund ar­stein ur fyri víðari menning av ungfólki. Tað gevur eitt nú: • møguleika fyri, at tey,

sum ikki eri klár til at fylgja streymlinjaða rák­in um gjøgnum studenta­skúla og hægri lesnað, kunnu steðga á og finna sítt egna stev.

• tryggar rammur, soleiðisat ein ávísur aldursbólkur fær betri lært at flyta seg í meldrinum og skapa samanhang í tilveruni.

• tilboð til okkara egnaung dóm at verða verandi her á landi, men sam­stund is eitt amboð at røkka út í heimin við.

Grundgevingin, eg her kann leggja afturat, er, at búskaparlig rasjonali sering­shugsan við ‘ferð’, ‘um still­ing’ og ‘kapping’ bert kunnu gerast samfelagsligir fyrimunir, um tey verða kjøl fest í nøkrum grund­leggjandi virðum sum ‘álit’, ‘samleika’ og ‘samstarv’.

Av tí sama er tað ongin fyrimunur bara blint at

fylgja rákum í tíðini, men heldur finna sítt egna stev og skapa fjølbroytni, bæði sum einstaklingur og sum samfelag. At hetta eisini er ein samfelagsbúskaparligur fyrimunur er langt síðani prógvað, og tí eru tær sosialu kompetansunar ein Eftirskúli kann bjóða, eisini ein vinnuligur kapping ar­fyrimunur fyri framtíðina.

enDiFøroyska samfelagið hevur stóran tørv á nýhugsan kring skúlaskap, útbúgving og gransking. Tí nyttar ikki at síggja ein kjølfestan og altjóða mennandi Eftirskúla einans sum eina útreiðslu á fíggjarlógini, men sum eina yvirskotsgevandi íløgu í nú­tíðina og langt inn í fram­tíðina.

Lat okkum tí vóna, at hendan greinin er óvið­kom andi, longu áðrenn hon er útkomin. Livst so spyrst!

Gestur Hovgaardadjunktur í vinnubúskapi

eftirskúlin– ein íløga við avkasti

F r a m s j ó n 2 0 1 5Stovnaður verður eftirskúli, sum skal stimbra støðuga útbúgving.

Mál og vegir, s. 39 · Løgmansskrivstovan 2007

Page 9: EFTIRSKÚLIN nr. 3

923. nOVrmBer 2007 eFTirSkÚlin

Hvorfor er de danskeefterskoler så populære?

I Danmark har efter skole­formen i næsten hele sin levetid år for år fået større og større tag i de danske 14­18 årige. Specielt hurtigt er det gået siden 1978. I 1978 var der 127 efterskoler med ca. 9.500 elever. I dag er der 258 skoler med ca. 25.000 elever.

Hvad er årsagen til denne vækst?

Der er flere. Den mest håndgribelige er nok, at der i 1975 blev gennemført en ny folkeskolelov, som indførte udelt skole til og med 9. skoleår, en 10. klasse med prøvemuligheder på to niveauer, og – ikke mindst – at efterskolerne fik adgang til at tilbyde de samme prøv­er som folkeskolen, hvad de ikke havde før 1975.

En anden årsag er, at efterskolerne har formået at give eleverne et ophold, som ca. 90 procent af eleverne er meget glade for. De er glade for at kunne udfolde sig på områder, som folkeskolen ikke har muligheder for at tilbyde i kraft af de korte skoledage (musik, idræt, kreative fag osv.).

Efterskolerne har i kraft af den døgnlange skoledag og 7­dages ugen mulig­hederne for ud over den almindelige undervisning at give de unge et udvidet undervisningstilbud, som

folkeskolen ikke har på paletten. Det er som nævnt inden fagområder som krea tive, idrætslige, musi­ske, sproglige og andre.

Eleverne er også glade for deres sociale udbytte af opholdet, og det gælder, hvad enten udbyttet har bund i positive eller mere negative oplevelser. Mit ældste barnebarn, Andreas, kom i sommer hjem fra et efterskoleophold, som ikke var det bedste skoleår, skolen havde haft. Andreas sagde, at han var lidt ked af, at han ikke havde haft en 100 % positiv oplevelse, som han ellers havde hørt så meget om. „Men psykisk og socialt er jeg kommet i topform – jeg kan klare alt, hvad gymnasiet har at byde på af den slags problemer!“, sagde han.

Imidlertid er det min opfattelse, at efterskolerne i nogen grad har overtaget rollen som formidler af overgangen fra den trygge barndom i hjemmet til ungdoms­ og voksen til vær­elsen. For år tilbage, da Danmark var et landbrugs­, industri­ og håndværker­sam fund, kom drengene (for det var mest dem) efter endt skolegang efter 7 skoleår ud i lærepladser, eller de kom ud som arbejds­drenge, med hjælpere og ungarbejdere i landbrug og

håndværk, mens pigerne fik plads i huset. Alle steder var det under nogenlunde betryggende forhold, fordi de boede de steder, hvor de var i huset, på gården, hvor de hjalp til, eller hos Mester, som havde værkstedet eller den lille fabrik. De var sammen med andre unge, og der var som regel en voksen i nærheden. På den måde kunne forældrene nogenlunde trygt lade deres barn begynde at flytte hjemmefra, uden at de med det samme blev kastet ud på det dybe vand.

Den mulighed eksisterer ikke længere. Undervisn­ings pligten i Danmark blev i 1972 udvidet til 9 år, og erhvervsstrukturen i sam­fundet har ændret sig meget. Oplæringen i land­brug, håndværk og industri er blevet et meget kom­pliceret foretagende, som kræver en solid faglig skolebaggrund, og plads­erne som ung pige i huset er indskrænket til et absolut minimum.

Men de unge menneskers overgang fra barndom til ungdom – puberteten – eksisterer stadigvæk. De unges begyndende trang til selvstændighed og løsrivelse fra hjemmets autoritet og trygge omgivelser eksisterer også stadigvæk med de indbyggede konflikt mulig­heder, der ligger i denne proces. Derfor trænger de unge – og hjemmet for så vidt også – til en begyndende adskillelse efter de første 15­16 år i den unges liv. Her kommer efterskolerne ind med deres tilbud og ud­fylder den plads, som før­hen blev varetaget af lærepladserne. De unge og deres forældre kommer lidt på afstand af hinanden. Som efterskolelærer har jeg hørt elever fremføre syns­punkter, som de utvivlsomt har overtaget fra forældrene – synspunkter, som de der­hjemme givetvis ofte har opponeret imod. Nu frem­fører de dem som deres egne, og de argumenterer for dem.

Eller vi har hørt en be­mærkning som: „Det er da

utroligt, så meget ens for­ældre kan forandre sig på tre uger“, når eleven komm­er tilbage på skolen efter for første gang at have været hjemme på weekend siden starten på efter skole op­hold et.

Imidlertid indbyder kost­skoleformen og det pæda­gogiske miljø, der eksisterer i kostskoleformen, til at arbejde med en side mere af de unges frisættelse fra hjemmets autoritet til en tilværelse som selvstændige individer. Det er oplæringen i de demokratiske processer og færdigheder – eller op­læringen i medborgerskab, om man vil.

Mulighederne i denne del af efter skole pæda gogik­k en ligger i, at efterskolen udgør et lille samfund, hvori en række „borgere“ efter et tilfældighedsprincip er blevet anbragt i en slags skæbnefællesskab. Dette samfund skal bringes til at fungere. Det kan selvfølgelig gøres ved, at lærerne på stedet udstikker en længere række retningslinjer for, hvad eleverne – borgene – skal foretage sig. Det bliver til en slags oplyst enevælde, som vil kunne bringes til at fungere forholdsvis nemt og smertefrit på alle måd­er.

Men det kan også lade sig gøre at inddrage eleverne, „borgerne“, i beslutnings­proces serne på skolen. Det kan i sagens natur ikke være alle beslutningsproces­ser; der er på de fleste efterskoler – som i sam­fundet – en slags grundlov, man ikke lige kan ændre uden videre. Men der dukk­er altid en række spørgsmål og problemer op i den daglige færdsel på skole, som vedrører fælles skabet. Man kan naturligt inddrage eleverne i behandlingen af disse problemer.

Det kommer her til at dreje sig om at lade eleverne træffe nogle valg mellem flere muligheder og lade eleverne tage ansvaret for de trufne beslutninger. Mulighederne og valgene skal selvfølgelig afpasses efter elevholdets evner og

modenhed, men som ved al anden indlæring handler det om øvelse og træning; begynde med de lettere opgaver og bevæge sig til de sværere. Det er den samme situation, de senere som borgere i det danske – eller færøske – samfund kommer til at deltage i. De vil som borgere f. eks. skulle træffe et valg i spørgsmål som:

• Hvilken uddannelse viljeg vælge?

• Hvor vil jeg lægge minarbejdskraft?

• Hvad vil jeg bruge minfritid til?

• Hvordan vil jeg formemit familieliv – og sammen med hvem?

• Hvadskal jegstemmepåved næste valg?“

• og de vil som eventueltfolkevalgte i kommune, lagting, landsstyre eller folketing, dagligt blive stillet i situationer, hvor der skal træffes valg mellem muligheder.

Disse valgsituationer, hvor valg, beslutning og ansvar er knyttet sammen, vil for de unge på efterskolen bidrage stærkt til modn­ingen og til karakterdan­nelsen. Jo større modenhed og jo stærkere karakter, jo bedre beslutninger bliver der taget. I sidste ende kommer det for det enkelte menneske til at dreje sig om evnen til at vælge mel lem skidt og kanel, mellem ondt og godt.

Uanset om disse mulig­hed er i efterskolernes pædagogiske miljø er bevidste for de unge eller ej, er det uomtvisteligt, at de giver de unge et udbytte af opholdet, som er svært at finde andre steder. Det er sikkert ikke klart for dem den dag, de forlader efter­skolen, men senere i livet vil det ligge som en ressource hos dem i de tilskikkelser, livet vil give dem.

Arne Kristiansenforhv. konsulent forEfterskoleforeningen

ksF·eFTirskÚli

n·ksF

Page 10: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 200710 eFTirSkÚlin

Undirritaðu nevndarlimir, umboðandi stigtakarar til stovnsetan av eftirskúla í Suðuroy, Kommunu sam­skip an Føroya (KSF) og

Føroya Kommunufelag (FKF), søkja Menta mála­ráð ið• umgóðkenningavstovn­

setan av einum eftir skúla í Hvalba,

•um 50% av byggikostn­aðinum uppá áleið 80 mió. kr. sum rentu­ og av­drátt arfrítt lán til bygging av húsum og kostnaðinum fyri lendi, og

•umstuðultilkeypavinn­búgvi og undir vísing ar­am boðum, 50% av út veg­anar kostn að inum uppá áleið 10 mió. kr.

BakgrunD:• Løgtingslóg nr. 83,

dagfest 17. mai 2000• StigtakarniríSuðuroy• Vitjan av eftirskúlaráð­

geva úr Danmark oktob er 2000

• Námsvitjan í Danmarkapríl 2001

•Námsvitjan í Danmarkseptember 2006

• Fundir við Mentamál­aráðið, KSF og FKF.

• Nógvir ungir føroyingarfara hvørt ár á eftirskúla í Danmark

málSeTningur:• §3ílógini• Heimligviðurskifti–sam­

ansjóðing av skúla virk­semi og praktiskari ábyrgd og uppgávum, eitt nú mat gerð, reingerð og minni við líka halds ar­beiði.

• Skúlin samansjóðar teo­ret iska og kreativa undir­vísing

• Royndirfólkaskúlans

inniHalD:Í fyrstu syftu er ætlanin, at skúlin skal vera eitt tilboð fyri næmingar, sum hava rokkið undir vís ingarkravd­an aldur. Talan er sostatt um 10. flokk og 11. skúla­aldur (upp til 18 ár).

Ein slíkur skúli hevur tann fyrimunin, at aldurs­spenn ið í næm inga flokk un­um verður minni, soleiðis at pedagogiska tilrættis­leggj anin verður einfaldari. Fyrimunurin er eisini, at tilboð skúlans ikki eru bundin at undir vísing ar­skyld uni, og gevur hetta størri pedagogiskt frælsi, meiri rásarúm og fleiri

møgu leikar fyri variatión í lærugreinunum.

Hinvegin skal eftirskúlin til eina og hvørja tíð verða pedagogiskt til reiðar at hýsa 9. floks næmingum.

Viðmerking:Vansin við einum reinum 10. floksskúla er, at eftir­skúla uppihaldið ikki verður relevant fyri næmingar, sum hava nátt eitt búning­ar støði, ið ger næmingarnar til reiðar at fara undir eina ungdómsútbúgving aftaná 9. flokk. Byrgjast kann upp fyri hesum við at skúlin gevur tilboð um royndar­flokk ar, ið miða eftir próv­tøku.

Vansin við einum bland­ingi av 9. og 10. flokki er, at størri aldursspenni elvir til fløktari pedagogiska til­rættis leggjan. Vansin er eis­ini, at undir vísing arskyld an elvir til fakligar bind ing ar, ið redusera tey tilboð, sum skúlin kann geva.

Nevndin metir, at rættast er at byrja við 10. flokki. Nevndin ivast ikki í, at hesin árgangurin hevur størsta tørvin á avbjóðandi skúla­skapi, soleiðis sum støðan er í Føroyum í dag.

Hinvegin er tað ein fyri­munur, at skúlin, frá byrjan av, hevur møguleikan at veita 9. floks næmingum til­boð, um tørvur vísir seg at vera á hesum

unDirVíSingarøki – prOFilur:Skúlin er hvørki bundin at kirkjum ella samkomum, men er fyri øll.

Eftirskúlin byggir á grundt vigska frískúla tank­an, har virðingin millum lærara og næming er í hásæti, og har kristin dóm­urin er ein nátúrligur part­ur av tilveru grund ar lag­num. Morgunsangur er ein fastur táttur í gerandisdegi skúlans.

Tankin er at kombinera siðbundnar, kravdar læru­grein ar og kreativar læru­greinar, sum vanliga liggja uttanfyri tey tilboð, sum fólkaskúlin kann bjóða, smb. eftirskúlalógina § 5,stk. 2, nr. 1 og 2.

Tað er júst henda kom­binatión, sum fakliga ger eftirskúlan til ein eftir­skúla.

Umframt siðbundnu kravdu lærugreinarnar, er ætlanin, at føroyski eftir­

skúlin gevur hesi tilboð í kreativum lærugreinum:Verkstaður:

1. Træ2. Jarn, plátur3. Maskinrúm*)

*)Næmingarnir kunnu við øðrum orðum byggja alt frá kajakkum, bátum til bilar o.s.fr. Eftirskúlin skal hava eitt neyst, ið eisini kann nýtast sum verkstaður, til eitt nú trolbøting, hag reið­ing av reiðskapi o.a.)

Media (filmsgerð, foto o.a.).

DramaSangur/dansurTónleikur/studioMyndlistÍtróttur og náttúra

Harumframt hevur før oyski eftirskúlin eitt so kall að eksperi mentarium, ið um­fa tar alisfrøði, evna frøði, lívfrøði og simu lator ar, so næmingar kunnu læra navigatión.

Føroyski eftirskúlin miðar eisini eftir at geva næm­ingunum tilboð um eitt uppihald á eftirskúla í øðr­um londum onkustaðni mill um 4 og 6 vikur. Danskir eftirskúlar hava longu víst hesi ætlan stóran áhuga.

kOST SkÚla­peDagOgikkur:Størstu pedagogisku møgu­leikarnir liggja í kost skúla­um hvørvinum. Tað er veru­liga her, at eftirskúlin kem­ur til sín rætt. Skúlin tekur ímóti næmingum, sum í aldri eru í eini bún ing­artilgongd, har teir gerast meiri og meiri sjálv støðugir og kenna tørv á at ganga egnar leiðir, sam stundis sum foreldrini ynskja sínum børnum eitt trygt stað at vera. Eftirskúlin lýkur ynsk­ini hjá báðum pørtum. Á eftirskúlanum læra næm­ing arnir at virka í einum felagsskapi; teir læra at taka ábyrgd og at fylgja ásettum reglum, ið tæna tí einstaka og heildini. Næm ingarnir læra eisini slíkt, sum for­eldr ini tóku sær av; teir læra at vaska síni egnu klæði, at halda skúlan rein­an, at gera mat. Men fyrst og fremst læra teir, at tað kann vera bæði stuttligt, spennandi og mennandi at ganga í skúla, tí at tilboðini eru so nógv og øðrvísi enn tað, sum teir eru vanir við.

Uppihaldið á kost skúl­anum kann eisini vera ein hjálp hjá teimum ungu

næminginum at finna teirra egna identitet, vegna tess at teir eru saman við bæði ungum og vaksnum, sum hava ymiskar meiningar um tingini. Hetta er við til at lata sjónaringin upp fyri tilveruni og soleiðis geva næmingunum roynsluna av at taka avgerðir – serliga tí tað er skúlans uppgáva at læra næmingarnar at velja, við at geva teimum frælsi og ábyrgd.

Tær umstøður, at næm­ing ar í eina tíð gerast partur av einum felagsskapi, gevur møguleikar fyri at læra teir at virka í felagsskapinum, m.a. at læra og venja teir at virða demokratiskar manna­gongd ir, sum teir sum vaksn ir skulu kunna hond­tera í føroyska samfelagnum – bæði lokalt og globalt. Stórur partur av virksemi eftirskúlans hvílir á um­boðandi demokrati, so næm ingarnir á egnum kroppi merkja at ábyrgd fylg ir í kjalarvørrinum á persónligari støðutakan.

eTaBlering:StaðsetingNevndin mælir til, at skúlin liggur í Hvalba, tengdur at ítróttarhøllini, sum longu er á staðnum. Nevndin metir hesa loysn verða so gagnliga fyri verkætlanina og eina so stóra sparing, at eingin ivi er um at stað­setingin í Hvalba er tann rætta.

Hvalba er eitt ómetaliga náttúruvakurt og liviligt pláss. Har er nógv ídnað ar­virksemi bæði á sjógvi og landi, og Hvalba er ein av teimum bygdunum í Før oy­um, har náttúru tilfeingi verð ur gangnýtt, sum aðra­staðni er farið í søguna; har eru eitt nú bæði kolavinna og fugla veiða, og Lítla Dím­un er ein mentan ar heim ur fyri seg sjálva. Í Hvalba er eisini trolvirki, sum hevur sýnt eftir skúl an um stóran áhuga við atliti at møguligari frá læru. Har umframt eru

Hvalbiarfjørður og Tvørá­fjørður vælegnaðir til øðr­vísi uttanduraítrótt, eitt nú kajakrógving o.a.

Nevndin miðar eftir at hava skúlan lidnan til skúla­árið 2009/10, ella í august 2009.

Bygningur – lærara BÚ STað irUmframt vanligar skúla­

stovur hevur eftirskúlin væl útgjørdarverkstaðir og onn­ur kreativ arbeiðsrúm. Har­um framt hevur eftir skúlin bústaðir til næm ing arnar, køk, stóran matarsal, ymisk uppi haldsrúm og auditori um.

Einki er at ivast í, at tað er ein pedagogisk styrki um lærarabústaðir eru knýttir at skúlanum. Minsta krav er, at skúlaleiðarin býr tætt hjá skúlanum.

Tankin er at skapa eina skúlabygging, har bústaðar­, uppihaldsog undir vís ingar­fasilitetir ganga uppí eina hægri eind.

Innrættningur og sniðið á bygninginum eigur at stuðla undir pedagogikkina hjá skúlanum. Sama ger seg galdandi fyri litásetingar og listarlig prýði. Alt í alt eigur talan at vera um eina arkitektoniska og peda­gogiska heild, sum skapar heimligan hugna, trivna, virðing fyri umhvørvinum – og ikki minst, eggjar til menning og ábyrgd hjá tí einstaka mótvegis felags­skapinum.

kOSTnaður Fyri Bygning Og lenDiSambært hjáløgdu hølisskrá og skitsum, er talan um bygging uppá áleið 4.000 m². Talan er um skúla bygg­ing við m.ø. 40 kømrum til 80 næmingar og tveimum íbúðum til gestalærarar.

Námsferðin í Danmark sannførdi okkum um, at skúlin skal liðugt byggjast áðrenn hann verður tikin í nýtslu, at byggjaríið skal vera á rímuliga høgum støði og lagað til peda gog­iska profilin.

Byggikostnaðurin fyri skúla­ og íbúðabygningar við útgerð sambært hølis­skránn ið er mettur til 20.000,­ kr. fyri m². Samlaði byggikostnaðurin verður sostatt 80 mió kr.

Kostnaður fyri innbúgv og undirvísingaramboð

Ætlanin er, at skúlin skal útgerast við innbúgvi og undirvísingaramboðum til 10. skúlaflokk. Av hølis­skránni framgongur, at hesin skúlin, eins og eft ir­skúlarnir í Danmark, fær verkstaðir og onnur kreativ arbeiðsrúm, sum skulu útgerast við innbúgvi og amboðum. Nevndin metir at kostnaðurin verður áleið 10 mió. kr. eftir tí vit vórðu kunnað um á náms ferðini í

Danmark.

leiðSla

• Eftirskúlafelag• Kommunurnar• Skúlastýri• Leiðari• Starvsfólkaráð• Næmingaráð

Nógv bendir á, at føroyska eftirskúlalógin krevur eina endurnýggjan. Grundirnar eru fleiri:

Foreldraumboð skulu velj ast av foreldrum, sum ikki kenna hvør annan. Verða foreldraumboðini vald seint í skúlaárinum, er hetta ikki nakar trupulleiki, men ein annar trupulleiki vil stinga seg upp, nevniliga tann sannroynd, at foreldra­umboðini ikki koma í skúlastýrið fyrr enn teirra næmingar eru á veg út úr skúlanum.

Starvsfólkaumboð ber tann vansa í sær, at við­komandi eru inhabil tá ið innanhýsis viðurskifti verða viðgjørd – m.a. týdning ar­mikil viðurskifti í samband við rakstur. Við støði í royndum við donskum efti­rskúlum er tað torført hjá skúlum við flatari leiðslu, har starvs fólk ini hava stóra ávirkan, at fáa nøktandi rakstur í skúlarnar.

Næmingaumboð við fullum atkvøðurætti vil elva til, at næmingarnir fáa álagt stýrisábyrgd, hóast teir ikki hava myndugan ald ur, og hetta er vónleyst hjá hesum næmingum at umsita.

Nevndin mælir til, at mentamálaráðið umhugsar eina lógarbroyting, so at starvsfólk og næmingar fáa umboð í stýrið, men uttan atkvøðurætt. Hinvegin eiga KSF og FKF at fáa umboð í stýri eftirskúlans.

rakSTrarkOSTnaðurTalan er um fyrsta kostskúla av hesum slagi í Føroyum; hóast vit hava háskúla her, hava vit ikki nakað beinleiðis føroyskt grundarlag at halda okkum til, rakstri viðvíkjandi. Í Danmark eru samlaðu rakstr ar útreiðsl ur­nar fyri hvønn næming 125.000,­ kr.

Mett verður, at miðal­kostn aðurin fyri lærarar, tænastur, olju, el, kost o.a., er nøkunlunda á sama støði sum í Danmark.

atlantic adventure eftirskúli

Page 11: EFTIRSKÚLIN nr. 3

1123. nOVrmBer 2007 eFTirSkÚlin

Við støði í oman fyri­standandi er okkara besta boð uppá árliga rakstrar­kostnaðin 10 mió. kr. Sam­bært§17íeftirskúlalógini,letur landið í mesta lagi 70% av kostnaðinum. Hini 30% skulu rindast av heim­stað arkommununum og næmingunum.ͧ17,stk.6er ásett hvussu kommunali stuðulin verður útrokn að­ur.

Næmingagjaldið verður ásett av skúlastýrinum.

SamanumTikin ViðmerkingFøroyski Eftirskúlin skal hava eina góða byrjan, og tí er alneyðugt at byggja hann upp frá grundini av, soleiðis at skúlabygningurin og pedagogiska innihaldið eru í neyvum samljóði.

Innihaldsliga lýsingin í hesum áliti skal ikki skiljast sum ein endalig niðurstøða, men sum ein ábending um, hvørji tilboð eftirskúlin hev ur til næmingarnar. Um Mentamálaráðið, komm­unurnar ella aðrir áhugaðir partar í føroyska sam­felagnum meta, at neyðugt er við øðrum tilboðum, standa møguleikarnir púra opnir.

Tó er greitt, at eftirskúlin ikki er fyri atferðartruplar næmingar.

Ásettar ella óásettar regl­ur, sum næmingar uttan stórvegis hóvasták kunnu halda, er ein fastur táttur í eftirskúlaumhvørvinum.

Atferðartruplir næm ing­ar høvdu gjørt eftirskúlan ómøguligan at umsita ella stýra – og høvdu gjørt tað ómøguligt hjá øðrum næm­ing um at virka á skúlanum.

Ynskiligt er, at eftirskúlin í næstum fær sína egnu heimasíðu. So skjótt sum projekteringin er boðin út fáa fólk høvi til at melda næmingar inn á skúlan. Hetta gevur leiðsluni eitt langt skotbrá at skipa skúlan í samsvar við eftir spurn ing­in, harímillum eisini at taka støðu til, um skúlin skal byrja við ella uttan 9. flokk.

Skotbrá er eisini at taka støðu til, um eftirskúlin skal hýsa næmingum við hoyribreki ella rørslu trupul­leikum. Verður henda loysn­in vald krevur tað størri játtan til lærarakreftir enn vanligt, men harafturímóti fáa vit ein skúla, sum lærir næmingarnar at sýna størri sosiala ábyrgd, samstundis sum tað stendur ungdómum við ávísum breki í boði at sleppa í eitt spennandi og

mennandi skúlaumhvørvi. Undir øllum umstøðum er greitt, at eftirskúlin, arki­tek toniskt, er gjørdur til enda málið at hýsa brek­aðum.

Høvuðsendamálið er at fáa ein nýggjan og slóð­brótandi skúla í føroyska samfelagnum. Við tí stóra fyrireikingararbeiði, sum er farið fram, tí stóra vilja til samstarv, sum Menta­málaráðið og væl etableraðir danskir eftir skúlar hava sýnt verk ætl anini, og teirri undirtøku, sum eftirskúlin hevur fingið frá bæði Kommunu samskipan Før ­oya og Føroya Kommunu­felag, er nevndin sann førd um at settu mál verða rokkin – Føroya ung dómi at gagni og frama.

Ólavur RasmussenStigtakaraumboðJens Marius PoulsenKSF umboðAnna Djur huusFKF umboð

Viðmerkingar Til uppSkOTiðUppskotið, sum fyriliggur, er ein ábending hvussu bygningurin kann skipast, har umhvørvið og grund­økið spæla avgerandi leik­lut. Ein skúli, sum hesin, er stórur í bygdamyndini . Fyri at ein slík verkætlan ikki skal virka fremmand í bygdamyndini, er støðið tik ið úr nátturuni, hvat til­fari og skapi viðvíkur.

Eyðkennið fyri skúlar er, at teir skulu hava nógva framsíðu soleiðis, at tað er nógmikið av vindeygaopum og harvið ljós í undir vís ing­arhølunum. Hetta kravið ger, at skúlar ofta verða langir og óhóskandi. Upp­skotið trýstur tann langa skúlan saman soleiðis, at framsíðan er líka long sum áður, men frástøðurnar verða styttri. Hetta gevur eis ini spennandi rúm eins og krókar og skot, sum eru vælegnað til uppihald – úti og inni. Eisini skapa skotini lívd til uttandura tiltøk

Bygningurin er í einari hædd, men onkustaðni er hann í tveimum hæddum

Tøkini eru ímynd av teigum. Takið er tí við flag­taki og hava ymisk

hall. Eisini er tikið hædd fyri at tað ber til at síggja millum tekjurnar, so útsýnið frá bygdini verður varðveitt sum mest.

HølisskráTal Heiti Tils. Viðmerkingar

4 Stovur 50 m² 200 m² Vanligt flokkshøli

1 Eksperimentarium 80 m² 80 m² Kann eisini brúk ast sum floksstova

2 Goymslur 10 m² 20 m² Goymslur til útgerð og vandamikil evnir

1 Mediaverkstaður 50 m² 50 m² Mediaverkstaður er „teldu rúm“ og aðrari neyð ugari útgerð

1 Goymsla 5 m² 5 m² Goymsla til upptøkuútgerð sum skal læsast inni

1 Dramaverkstaður 80 m² 80 m² Dramaverkstaðurin er í høvuðsheitinum til drama men kann eisini brúkast til mangt annað t.d. Dans og sang

1 Goymsla 10 m² 10 m² Goymslan er til útgerð

1 Tónleikur 60 m² 60 m² Tónleikahølið skal verða til instrumentalan tónleik og samanspæl. Hølið er ljóðbjálvað Ljóðførir standa frammi

1 Tónleikur 20 m² 20 m² Afturat tónleikahølinum skal verða venjingarhølið til einstakavenjing

1 Studio 8 m² 8 m² Millum tónleikahølini er upptøkurúm og redigeringsrúm

1 Goymsla 10 m² 10 m² Goymslan er til ljóðførir

1 Træverkstaður 110 m² 110 m² Træverkstaður er til vanligt træarbeiði, men skal eisini húsa størri verkætlanir sum t.d. Bátasmíð

1 Metallverkstaður 110 m² 110 m² Metallverkstaðurin er eitt multirúm til ymiskt metall arbeiðir, men eisini til mortor læru og um væl ing ar arbeiðir av motorum, knallertum o.l

1 Maskinrúm 40 m² 40 m² Tað eru til træ- og metallarbeiðir maskinur, sum bert kunnu handfarast undir umsjón

1 Tiflarsgoymsla 20 m² 20 m² Bæði til metall- og træ verk staðin skal verða goymsla til við og metal lutir

1 Myndlist atelier 80 m² 80 m² Atelierið skal verða við góðum nátúrligum ljósi

1 Tilfarsgoymsla 10 m² 10 m² Goymsla til tilfar

1 Auditorium 150 m² 150 m² Auditorium skal kunna húsa øllum næmingum og starvsfólkum. Høvið verður brúkt til morgunsang, fyri lestr ar, felagstímar og framløgum

1 Námsfrøði. tænastude 50 m² 50 m² Til einhvønn skúla er neyðugt við staði til undivísingarmiðlar so sum bøkur, fløgur o.l

1 Skrivstova 15 m² 15 m² Vanlig skrivstova til dagliga virksemið, pláss er til 2 fólk

1 Fyristøðufólk 15 m² 15 m² Skúln hevur leiðara, sum skal eisini kunna hava smærri fundir, samrøður o.l

1 Lestrarvegleiðari 12 m² 12 m² Lestrarvegleiðarin skal hava egið rúm, men kann eisini brúkast til annað virk semi

1 Starvsfólkarúm 50 m² 50 m² Starvsfólkarúm ella „lær ara verilsi“ har lærarar hava møguleika til socialan felagsskap. Ofta verða hesi rúm eisini brúkt til „leksiu hjálp“

1 Húsavørður 12 m² 12 m² Stórur partur av arbeið in um hjá einum húsavørði er at umsita bygningin og viðlíkahald

2 Lærarafyrireiking 20 m² 40 m² Í lærarafryireikingin hava lærarar sítt arbeiðspláss har tað ber til at fyrireika seg og hava eitt fakligt umhvørvi

1 Ráðlegging 30 m² 30 m² Læraratoymið skal kunna ráðleggja og tilrættisleggja skúla virk semið

1 Vaktarrúm 12 m² 12 m² Ein lærari er altíð á vakt og gistir á skúlanum

1 Skjalagoymsla 20 m² 20 m² Innrættað sum rulli arkiv r

4 Vesir 4 m² 16 m² Starvs fólkavesir

1 Uppihaldsstova 50 m² 50 m² Uppihaldstovan er inn rætt að sum stova við „bleyt um“ møblum

1 Aktivitetsrúm 30 m² 30 m² Rúmið er innrættað við poolborði o.l. Eisini við teld um

2 Gestaíbúðir 30 m² 60 m² Roknað verður við at tað verður neyðugt við gesta lær arum, sum koma aðra staðni frá enn av oynni

1 Kantinukøkur 70 m² 70 m² Allur matur verður til virk aður her

1 Grovkøkur 15 m² 15 m² smb. Ásetingum frá Heilsu frøðiligu starvs stov uni

1 Køli- og frystirúm 12 m² 12 m²

1 Uppvaskirúm 15 m² 15 m² smb. Ásetingum frá Heilsufrøðiligu starvs stov uni

1 Matgoymsla 10 m² 10 m² smb. Ásetingum frá Heilsufrøðiligu starvs stovuni

1 Køksleiðari 12 m² 12 m² Køksleiðarin skal hava skrivstovu beint við køkin til ráðlegging av innkeypi o.l

1 Vesi 5 m² 5 m² til starvs fólkini

1 Matarsalur 200 m² 200 m² Næmingar eta allar máltíðir í matarsalinum.

2 Reingerðarrúm 10 m² 20 m² Næmingar gera reint á skúlanum. Tað skal verða gott pláss til reingerð ar út gerð evnir o.l

10 Vesir 4 m² 40 m²

3 Goymslur 20 m² 60 m² Goymsla til borð, stólar, innbúgv og úgerð

1 Goymslur 50 m² 50 m² Goymsla til stórar lutir

1 Rusk 10 m² 10 m²

40 kømur 14 m² 560 m² Kømrini eru til tveir næmingar

8 hjárúm og vesir 30 m² 240 m² Á næmingagongini eru vesir, reingerðarrúm og lítil goymsla

4 Felagsrúm 20 m² 80 m² Millum kømrini eru felags te-køkur borð og stólar

1 Fýrrúm 20 m² 20 m²

1 Tøkni 20 m² 20 m²

2 Goymslur 20 m² 40 m²

1 Garaga 100 m² 100 m² Pláss skal verða til súkkl ur, knallertir trailarar o.a. Líknandi. Eisin skal pláss verða fyri kajakkum bili sum undirvísingartilfar o.l.1 Gongir og veggir v.m 1 stk 1.000 m²

Tilsamans 4.054 m²

Fermetrar tilsamans fyri hvønn næ 51 m²

Page 12: EFTIRSKÚLIN nr. 3

23. nOVemBer 200712 eFTirSkÚlin

Eg eri uppvaksin og havi gingið í skúla í Klaksvík. Mín skúlatíð byrjaði í 1966, tá eg fór í 1. flokk. Skúla­skyldan tá var 7 ár, og kundu børnini tískil fara úr skúlanum og royna aðrar leiðir longu sum 14 ára gomul. Tað vóru tó tey fáu, sum gjørdu brúk av hesum møguleikanum. Orsøkirnar vóru helst fleiri. Val møgu­leikarnir at finna arbeiði sum 14 ára gomul vóru sera avmarkaðir, og tað lá líka sum í luftini, at vit máttu ganga í skúla, um vit ætlaðu okkum at fáa eina útbúgving seinni. Sostatt valdu tey flestu at ganga minst 9 ár í skúla og 10 ár við, hóast fleiri gramdu seg um, at tey vóru skúlatroytt.

Hjá mær var eingin ivi, eg mátti fáa eitt brúkiligt realprógv og síðani eitt miðnámsprógv, sum skuldi vera á slíkum støði, at tað skuldi brúkast sum grund­arlag fyri víðari útbúgving. Í 1976 fór eg á HF í Klaksvík. HF skúlin var bert 2 ára gamal í Føroyum um hetta mundið. Eg hevði harvið møguleika at velja ímillum students­ og hf­prógv. Eg

kendi meg sera hepna, tí eg fekk møguleikan at velja skúla. HF tíðin stendur fyri mær sum ein tann besta tíðin í mínum ungdómi.

Um sama mundið kom nýggjur prestur til Klaks­víkar, nevniliga tann væl­dámdi og fólkakæri Henning Bøgesvang. Hann var nógv saman við ungum fólki, undirvísti m.a. í latíni í skúlanum og var í fleiri ár valdur í skúlanevndina í Klaksvík. Bøgesvang hevur skjótt lagt til merkis, at ung í skúlaaldri tørvaðu tilboð, tí ikki øll vóru so heppin sum eg at koma á røttu hill beinanveg. Hann fór tí saman við øðrum, nevniliga: Hans Dávid Matras, Peter Ova Ellingsgaard, Jaspur Petersen og Karstin Hansen, at arbeiða fyri at fáa ein eftirskúla settan á stovn í Føroyum.

Eftirskúlafelagið var stovn að í 1979 og arbeitt var fyri at fáa ein kostskúla á Viðareiði. Hetta skuldi verða eitt øðrvísi skúlatilboð til ung, sum av onkrari orsøk vóru troytt av vanliga skúlanum ella trongdu til at skifta umhvørvi eina tíð.

Tað er púra vanligt, at eftirskúlar eru á smáplássum og ikki í býum, hetta tí, at skúlin skal hava eitt serligt umhvørvi, har trivnaður er eitt lyklaorð.

Eftirskúlafelagið søkti fleiri ferð landstýrið um loyvi at seta nevnda eftir­skúla á stovn og søkti eisini um loyvi at byggja til enda­málið, men málið fann ikki frama í táverandi Lands­skúla ráðnum.

Fyrireikararnir leitaðu tí út um landoddarnar til Genner í Suðurjútlandi, har Norrøni Eftirskúlin var veruleiki seinast í áttatiár­unum. Skúlin fekk stuðul úr danska statskassanum og føroyska landskassanum og harafturat næmingagjald. Skúlin var rikin eftir dansk­ari lógávu, men í 1990 var nevnd sett at fyrireika at flyta Norrøna Eftirskúlan til Føroyar, tí man ásannaði, at brúk var fyri einum slíkum. Heldur ikki á hesum sinni kom skúlin til Føroyar, men flutti til Hygum og virkaði har til 1999, tá hann læt aftur, tí fíggjarligt grundarlag var ikki at halda fram við virkseminum. Nevndin ynskti, at lands­kassa stuðilin vaks úr kr 200.000 til kr 500.000 ár­liga. Hetta eydnaðist ikki, og skúlin læt aftur á heysti 1999.

Á vári ár 2000 legði Signar á Brúnni, vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar. Hetta lógaruppskot var samtykt við ávísum broyt­ingum í mai 2000. Við hesi lóg hava vit fingið eitt týdningarmikið amboð í strembanini eftir at seta á stovn eftirskúla í Føroyum.

Nú er árið 2007 farið at halla, og framvegis er einki føroyskt eftirskúlatilboð til okkara ungdóm. Fleiri ungdómar fara framvegis av landinum á eftirskúla og prógvar hetta, at ein tørvur

er til staðar. Fólk við dirvi og áræði hava nú í rúma tíð fyrireika ein eftirskúla í Hvalba, sum skal verða eitt alternativt tilboð til verandi fólkaskúla. Um skúlin skal liggja í Hvalba ella onkrum øðrum smáplássi er ikki upp til mín at taka støðu til nú, men eg meini, at skúlin má koma. Tað er ov lítið bert at hava fólkaskúlan at bjóða.

Tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at ein eftirskúli er góður. Summi hava brúk fyri at skifta skúla av sosialum og trivnaðarligum orsøkum. Viðhvørt letur hetta seg gera innanfyri kommunumark við góðum úrsliti t.d. í Klaksvík ella Tórshavn. Ella eisini hava tey ommu og abba e.l í aðrari bygd og kunnu tí skifta í annan vanligan skúla, men fleiri noyðast til Danmarkar, av tí at einki tilboð er til teirra í Føroyum, og tað er als ikki optimalt í dagsins samfelag, sum vit siga okkum at stremba fyri at gera alsamt betri, so rúm verður fyri øllum. Eg vil tó leggja dent á, at møguleikin fyri at fara uttanlands á eftirskúla eisini eigur at vera har í framtíðini.

Nú havi eg skrivað, sum um tað bert eru næmingar, sum ikki trívast í vanliga skúlanum, ið vilja sleppa á eftirskúla, men so er ikki. Tað eru nevniliga fleiri næm ingar, sum trívast væl og klára seg væl í allar mátar. Hóast tað hava tey hug til at royna okkurt nýtt. Royna nýggjar leiðir og nýggjar avbjóðingar. So vit kunnu siga, at eftirskúlin er fyri øll. Øll tey, ið søkja sær øðrvísi avbjóðingar enn vanligi skúlin bjóðar.

Eg byrjaði við at skriva um mína egnu skúlatíð. Tað er tí, at eg vil vísa á, hvønn týdning tað hevði fyri meg, at eg hevði nakrar møguleikar at velja skúla

eftir mínum tørvi og huga. Líka týdningarmikið er tað fyri øll onnur, at fáa so nógvar og góðar møguleikar sum gjørligt. Men ikki veit eg, illa gongst við eftir skúl­anum. Nú er tað ikki lóg­arverkið, sum forðar. Nei, sum ikki einaferð er tað pengarnir. Landstýrið vil ikki játta neyðugu upp­hædd ina á løgtingsins fíggj­arlóg. Aftur hesa ferð er tað nakrar fáar hundrað túsund krónur, sum liggja ímillum. Tað haldi eg er stórt spell.

Eg vænti heldur ikki, at fólk kunnu orka at halda fram við at arbeiða við góðum ætlanum, sum síð­ani verða steðgaðar av játtandi myndugleikanum.

Er tað søgan, sum end ur­tekur seg? Vónandi ikki. Tá ið Bøgesvang á sinni bleiv spurdur um, hvussu tað gekk við arbeið inum at skipa ein føroyskan eftir­skúla, svaraði hann,, at nú røkist tað fyri einum úrsliti nakað skjótt, tí nú liggur álitið hjá landsins myndug­leikum. Eg meini tað, vit kenna søguna. Fyri at verða eitt sindur bjartskygd, fari eg at enda við at vóna, at kanska okkurt gott hendir tær komandi vikurnar, nú fíggjarlógin skjótt skal sam­tykkjast og val er í hond­um.

Jórun Høgnesen, lærari og býráðslimur í Klaksvik

er tað søgan,ið endurtekur seg?

FkF kSFFøroyarstanda saman um eftirskúlan!

eFTirskÚli

n