19
BLAÐ NR. 55 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

BLAÐ NR. 55 HAVNAR HANDVERKARAFELAGhandverk.fo/download_file.php?u=256dcce74c710d6d91756d65e7cb805372f78f... · Bøkurnar eg lesi eru mest yrkisbøkur . Kanska er tað tí, at eg

Embed Size (px)

Citation preview

BLAÐ NR. 55 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Útgevari: Havnar Handverkarafelag · Stoffalág 60 · Box 203 · 110 TórshavnÁbyrgdarblaðstjóri: Eli BrimsvíkBlaðstjórn: Media · Umbróting, prent og liðugtgerð: FøroyaprentForsíðumynd: Thorvald Staunig, danskur forsætismálaráðharri.Havnar Handverkarafelag gevur Handverkaran út 4 ferðir um árið.Skrivstovutíð: Mánadag til og við hósdag frá kl. 9 til 15.Telefon 35 48 00 · fax: 35 48 01 · Teldupostur: [email protected] · www.handverk.fo

NO

URLE

NDSKT UMHVØRVISME

RK

I

541 705

Í blaðnum hesa ferð: síðaSjónarhornið: Durið Eyðbjørnsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s . 4Útróðrarbátarnir, ið góvu stórum tali av handverkarum arbeiði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s . 6Fyrstu fetini hjá Føroyskum fakfeløgum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s . 18

Hetta minnir okkum enn einaferð á, at tíðin ikki stendur still . 2015 er við at fara afturum, og eitt nýtt ár stendur fyri framman .

Hvat liggur so eftir?Jú, vit hava í hesum árinum fingið nýggja lands stýr is samgongu, sum hevur sett sær fyri, at broyta nøkur grundleggjandi ting, so leið is at lands ins virðir verða javnari fordeild . Longu nú eru stórar rembingar frá vinnuni um førda politikk in . Ført verður millum annað fram, at førdi politikkurin kemur at forkoma fiski vinn­uni og eisini alivinnuni . Eg veit ikki, hvussu vit best reka fiskivinnu á skilabestan hátt, tað eru tað onnur sum hava betri vitan um . Men eitt er vist og tað er, at er tað rætt, at vinn an hoykn ar

und ir av politikkinum, sum stung in er út í kort ið, so hoykn ar hon

kortini . Tað eru so nógvir peng ar í fiski og alivinnuni, at nakr ar fáar milliónir aft­ur at til lands hús ar haldið kann ikki beina fyri nakr ari fiskivinnu . Ikki tí, onkr ar av gerð ir vóru kanska betur

ógjørdar, til døm is tað, at lækka grund upp­hædd ina í fólka pensi ón ini . Tann avgerðin kann raka aftur, sum ein ann ar bumme rang ur, tí hetta er helst bara byrj an in til, at sund ur liðað fólka pensjón ina, og hend ir tað, fáa vit eitt sam felag við stór um stætta muni . Tí er tað mær heilt óskiljandi, at Før oya Javn aðar flokk­ur, sum er ímynd in av fólka pensi ón ini, hevur dirvi til at ganga á odda við slík um poli tikki, tí hetta kann koma at kosta flokk in um dýrt .

Vónandi rakna teir við, áðrenn ov seint er . Sam halds fasti er partur av avtalu mill um part­arn ar á arbeiðsmarknaðinum, og hev ur sum so einki við fólkapensjónina at gera .

Skal við hesum ynskja limum og við skifta­fólki okkara eini gleðilig jól og gott nýggjár, við ynski um framhaldandi gott samstarv í kom­andi árið .

Eli Brimsvík, formaður.

Handverkarin tú nú situr við er tann seinast í hesum árinum.

GÓÐI LIMUR

STÁSILIG HØLIR TIL YMISK ENDAMÁL

Ring tlf. 35 48 00 ella 23 48 02 so greiða vit fegin nærri frá hølunum.

19

??Stásilig hølir til ymisk endamál

1. Hølini kunnu útleigast til limir, eins og onnur uttanfyri felagið; talan kann vera um feløg, stovnar ella einstaklingar.

2. Farast skal væl um hølini, og skulu tey latast aftur í sama standi, sum tá ið tey vóru út-leigað.

Møguligir skaðar á innbúgv og útbúnað undir útleigan, skal alt fyri eitt fráboðast felagnum, og fult endurgjald fyri umvæling/nýkeyp skal rindast felagnum.

3. Hølini verða leiga út til hesi endamál:

A. Vanlig tiltøk og fundir eftir vanliga arb eiðstíð.

B. Tiltøk, ið eru í vanligari arbeiðstíð og eft ir vanliga arbeiðstíð.

C. Tiltøk ið fevna um meira enn ein dag. D. Framsýningar, eftir nærri avtalu. E. Merkisdagar (t.d. føðingardag/

ferm ingardag) F. Skeiðvirksemi.

4. Prísir.Er talan ikki um limir er kostnaðurin við køki pr. kvøld 2.000,- kr.Limir leiga hølini til Merkisdagar (inkl. nýtslu av køki) fyri 1.000,- kr..Er talan um onnur tiltøk, sum t.d. fevna um fleiri dagar, verður nærri prísur avtalaður.

Skrivstovan í sambandi við jóliniOngin avgreiðsla er frá og við

23. desember til og við 3. januar 2016.

4 5

Maki: Hans Kristian (Gissi) Joensen .

Børn: Dánjal og Hildur .

Núverandi starv: Føroyaprent og lesandi á Føroyamálsdeildini (FMD) .

Hvørja útbúgving hevur tú: Student, grafikari og AÚ í leiðslu .

Lærupláss:Einars Prent .

Hvussu var útbúgvingin skipað:Við lærutíð á Einars Prent og tekniska skúla í Kolding . Læru tíðin var fýra ár tilsamans . 20 vikur í skúla fyrsta læruárið og síð ani 5 ferðir 5 vikur í gjøgn um hini trý árini .

Nær var tú útlærd: Oktober 1997 .

Frítíðarítriv:Eg gangi túrar, havi hund, mær dámar væl at binda, men fyri tíðina er nógv lesing á skránni, og so eri eg í nevndini í

Felagn um fyri lesi­ og skriviveik og forkvinna í Grafiska Yrk is felagnum .

Besti sangari: Vit eru so ómetaliga heppin at eiga so nógvar góðar sangarar . Mær dámar so væl at fara á kon sertir, tá fái eg altíð eitt gott upp livilsi . Eg elski at hoyra Hanus G .; hann skal upplivast! Mær dámar eisini væl at lurta eftir Ólavi á Váli, sála, ein fan tastisk rødd, sum tíbetur finst á fløgu .

Besta bók: Eg havi ongantíð havt hatta, við at lesa eina bók fyri og aðra eftir, og eingin liggur á nátt borð in um; tá sovi eg . Bøkurnar eg lesi eru mest yrkisbøkur . Kanska er tað tí, at eg havi fram leitt bøkur og sæð ríkiligt av teksti . Men nú, síðani eg eri far in at lesi á FMD, verður meiri lisið av øðrum bókmentum .

Er tað okkurt serstakt arbeiði, sum tú minnist væl: Ja, tað eru sjálvandi fleiri bøkur, men „Góður matur úr sjón um“ var stuttlig at gera . Per á Hædd

tók myndirnar, Olivur við Neyst teknaði tekn ing arn ar og Grafik Studio gjørdi permuna og eg fekk fríar hendur at bróta um . Eg setti mær fyri at gera hana, so hon virk aði til sítt endamál . Tekst ur in er týðiligur og lesi lig ur og allar uppskrift irn ar byrja og enda á somu opnu . Eg haldi hon er vøkur og eydnaðist væl .

Hvussu eitur besti handverkarin, sum tú veit um: Tað eru sjálvandi nógvir sera dugna ligir handverkarar, men Hans Jákup av Skarði, sáli, var ein fantast iska góður bók bind­ari, og góður í ráðum . Hann dugdi eisini væl at snikka ser lig amboð og maskinur til bók bind ara arbeiði, sum annars ikki vóru so løtt at fáa hendur á .

Hvør heldur tú hevur mynda tín persón mest: Tað man vera maður mín .

Hevur tú ein ella fleiri søguligar persónar, sum hugtaka teg: Hans A . Djurhuus hevur altíð hugtikið meg við sínum einkultu og løttu yrkingum . Annars fólk, sum hava lagt

virðismikið tilfar eftir seg, sum vit kunnu njóta .

Hvør er tín størsta fyrimynd: Omma mín í Havn, Borghild Hansen (1914­1989) . Hon var eitt gott menniskja . Fleiri munnu minnast hana frá pylsu vogn in um hjá Nick á kaiini . Hon var eitt satt lívstykki og mær untist eis ini at arbeiða saman við henni í pylsuvogninum í nøkur ár .

Hvat heldur tú um eftirlønina hjá Havnar Handverkarafelag: Eg haldi, at hon er góð og verður væl umsitin .

Hvat heldur tú um samlagstryggingina hjá Havnar Hand­verkarafelag: Tað hevur stóran týdning at limirnir hava eina góða trygging og hendan fevnir eisini um makar og børn .

Hvat heldur tú er størsta av bjóðingin í tínum yrki í dag:At duga at laga seg til broytingar . Tað eru 20 ár síðan

eg stóð í læru og nógv er broytt hesi árini . Tá var myrkakamar, filmar og reproarbeiði og mín lærumeistari hevði, í síni lærutíð, lært at seta við blýggjbókstavum og eg fekk um endan av teirri prentlistini . Tað er ein áhaldandi menning í hesum yrkinum eisini ídag .

Hvat kann gleða teg í gerandisdegnum: Góðar løtur saman við góðum fólki .

Hvat kann øsa teg: Tað skal nógv til áðrenn eg øsi meg, men tá eg sjálv havi gjørt okkurt, sum eg veit eg kundi havt gjørt betri, kann tað øsa meg .

Fartelefon:Samsung Galaxy S5 mini .

Telda: MacBook Pro .

Bilur: Ein Mitsubishi Outlander og ein Suzuki Ignis .

SJÓNARHORNIÐ: DURIÐ EYÐBJØRNSDÓTTIR

6 7

Og tí var ongin ivi um, at tørvur fór at vera á bát um, sum føroyingar, tá ikki áttu . Og í stað­in fyri at innflyta bátar til komandi nýggja út­róðrarflotan var skilabetri at lata teir byggja nýggja bátar í Føroyum .

TeknikappingTí skipaði landsstýri fyri eini kapping, sum hevði til endamáls at fáa til vega tekn ing ar

sum hesir bátar kundu byggjast eftir í Før oy­um . Hesa kapping vann skipsverk frøðing ur in Leiv ur Zachariassen . Hann hevði tekna ein 20 tons bát, sum hóskaði væl til línu­ og snellu veiðu undir Føroyum . Báturin skuldi smíð ast úr eik og furu, skuldi vera 12,5 met­ur lang ur millum PP, 4,00 metur breiður og 2,10 metur djúpur . Motorurin skuldi vera um leið 100 hestar .

ÚTRÓÐRARBÁTAR

Tá føroyska sjómarkið 12. mars 1964 varð flutt út á 12 fjórðingar varð roknað við, at nú fóru føroyingar at fáa

nýggjar veiðumøguleikar undir Føroyum.

ÚTRÓÐRARBÁTARNIR,

Í 1965 strektu teir kjølin á Fiskimúla. Vinstrumegin frá:

Jens Elias Hansen, Sam Jacobsen, Albert Joensen,

Høgni Zachariassen, Jacob Hansen,

Jóhan Eliasen, Jóhan Øre og Jógvan

Zachariassen (Gøtu Jógvan).

Bondini á Fiskimúla verða reist á bedingini í Fuglafirði

Leivur Zachariassen teknaði ar beiðs tekn­ing ar, sum vóru latnar føroyskum skipa­smiðj um . Fleiri skipasmiðjur tóku væl í móti hes um møguleika, ikki færri enn 14 út róðr ar­bát ar og ein læknabátur vóru bygdir eft ir tekn ing un um hjá Leivur Zachariassen .

Leivur ZachariassenLeivur Zachariassen var føddur í Norðragøtu í 1937; hann var sonur Høgna Zachariassen . Leiv ur lærdi skipasmíð á bedingini í Fuglafirði og fór síðan til Helsingør at læra skips verk­frøði . Heimafturkomin í 1962 fór hann fyrst at

arbeiða hjá Skipasýninum, seinni fór hann í starv á Skála Skipasmiðju .

Á Skála Skipasmiðju teknaði hann fleiri skip, men mátti leggja frá sær vegna sjúku .

Leivur vann ikki heilsuna aftur og doyði ein ans 35 ára gamal í 1973 .

Óli ZachariassenÓli Zachariasen, sum var bróðir Leivur Zach­arias sen, fór til Danmarkar at lesa í 1953 . Hann gekk fyrst á háskúla, so preliminer og tók eisini studentsprógv .

Hann fór at lesa skipsverkfrøði á Poly tekn­

IÐ GÓVU STÓRUM TALI AV HANDVERKARUM ARBEIÐI

8 9

ÚTRÓÐRARBÁTAR

isk Læreanstalt í Keypmannahavn har hann tók prógv í 1965 .

Sama árið fór hann í arbeiði hjá skipa­smiðj uni Burmeistar & Wain, har hann var til 1972 .

Óli hevur greitt frá, at tíðin hjá Bur meist ar & Wain var áhugaverd . Seinasta upp gáv an har var at tekna kendu bingjuskipini, Se­landia og Jut landia, sum í síni tíð vóru skjót­astu farma skip í heiminum .

Heimafturkomin til Føroya varð hann settur stjóri hjá Skála Skipasmiðju, í hesum starvi sat hann til 1989 .

Samstarv millum brøðurnarÓli Zachariassen hevur greitt frá, at sum hann minnist so tók landsstýri stig til at end­ur nýggja útróðrarflotan, og skipaði í hesum sam bandi fyri eini kapping .

Hann greiður frá, at hugskotið var at smíða ein 20­tonsara . Eg haldi tað var í 1964, at lands stýri skrivaði út kappingina at tekna hetta út róðr ar farið . Nøkur uppskot komu inn, og verk ætlanin hjá Leivur Zachariassen varð góð kend .

Skipast skuldi so fyri, at báturin kundi smíð ast víða um í landinum .

Men tá hevði Leivur nógv at gera, hann var ný liga farin í arbeiði hjá Skála Skipa smiðju og hevði ikki so góða tíð til at útgreina tekn­ing arn ar til útróðrarfarið .

Og Óli greiðir frá, at bróðirin bað hann hjálpa sær at tekna arbeiðstekningar lidn ar, og tað vildi hann fegin .

Og tá ið tekningarnar vóru lidnar, vórðu Fiskimúli FD 15

1110

ÚTRÓÐRARBÁTAR

motor . Fiskimúli fór úr bakkastokki í Fugla­firði í 1966 .

Í 1971 keypti Tórur Mikkelsen í Syðrugøtu Fiskimúla og gav honum navnið Anna Maria .

Í 2016 keyptu menn úr Runavík bátin og nevndu hann Bakkaberg . Teir løgdu um til nót og fóru at veiða sild og brisling á firðum og í sundum .

Hesin báturin eitur nú Sjófossur FD 850 og er heimahoyrandi á Skála; hann veiðir fram­vegin við nót .

Andrias Rasmussen á StrondumPápi Andrias Rasmussen á Strondum lærdi

báta smíð í Mikladali og var bátasmiður á Strond um . Hann umvældi eisini deksfør og skip, og tá ið Andrias varð so frægur hjálpti hann til . Tilkomin fór Andrias til skips, men tók altíð eina hond í, tá ið hann var heima .

Nøkur ár eftir krígslok gavst Andrias Rasmussen at sigla og fór at umvæla skip sam an við brøðrunum á Strondum .

Tá íslendingar søktu eftir skips timb ur­monn um fór Andrias til Íslands, har hann ar­beiddi á skipasmiðju á Hafnafirði; har bygdu teir bæði skip og bátar . Teir smíðaðu mill um ann að 15 tons súðubygdar deksbátar við stýri hús in um har frammi . Á hesum bátum var arbeiðs ligt og gott pláss á dekkinum, og Andrias var hugtikin av hesum bátum, sum vóru ókendir í Føroyum . Heimaftur kom in í 1961 fór hann at arbeiða á bedingini á Skála, men ætlaði sær alla tíðina at fara at smíða hes ar frambygdu bátar .

Stranda bátasmiðjaAndrias Rasmussen stovnaði í 1965 Stranda báta smiðju saman við brøðrum sínum, Niko­demus og Jógvan Rasmussen .

Tá Føroya landsstýri tók stig til at lata smíða útróðrarbátar til heimaflotan høvdu teir eisini hug at royna seg .

Í 1966 varð bátaverkstaður bygdur í Heygs støð á Strondum, og sama árið fóru teir at smíða ein 20­tonsara eftir áður nevndu tekn ing um hjá Leivuri Zachariasen .

Á Stranda bátasmiðju arbeiddu 12­15 hand verk ar ar, tá ið teir høvdu mest at gera .

tær latnar landsstýrinum, sum so aftur læt tær út um alt landið . Tær fóru til Vágs, Vest­manna, Klaksvíkar, Strendur og til Fugla fjarð­ar – um ikki allar alt fyri eitt, so kortini so við og við .

Fiskimúli FD 15Tekni kapp ing in, sum landsstýrið skipaði fyri fekk ómetaliga stóran týdning fyri før oyska út róðr ar veiðu . Sum tíðin leið vóru bát arn ir bygd ir í flestu størri bygdum kring landið . Tá slapp eisini eitt stórt tal av ungum monnum at læra til skipstimburman; tann møguleikin hevði annars ikki verið hjá so mongum .

Tann fyrsti kjølurin til ein bát av hes um slagn um var strektur í Fuglafirði í 1965 .

Tann, sum stóð fyri hesum arbeiði var Høgni Zachariassen, ið var faðir Leivur Zachariassen, sum teknaði og vann kapp ing­ina, sum landsstýri skipaði fyri .

Umframt Høgni Zachariassen vóru hesir við í byggiarbeiðinum: Jens Elias Hansen, Sam Jacobsen, Albert Joensen, Jacob Hansen, Jóhan Eliasen, Jógvan Øre og Jógvan Zachariassen, vanliga nevndur Gøtu Jógvan .

Tað var p/f Fiskimúli í Fuglafirði, ið lat bát­in byggja . Báturin fekk ein 125 hesta Penta

Bátaverkstaðurin í Heygsstøð á Strondum. Hann varð reistur í 1966, og nógv virksemi var har árini eftir tað.

12 13

ÚTRÓÐRARBÁTAR

Nósi FD 57Tann fyrsti báturin av hesum slagnum varð bygdur til eitt felag í Oyndarfirði, sum Henry Klein stóð fyri . Hann fekk navnið Nósi, og var latin felagnum í Oyndarfirði í 1967 . Nósi fekk ein 86/92 hesta Deutz disel motor .

Stranda bátasmiðja bygdi tveir aðrar bátar eftir somu tekningum .

Høvnin FD 776Tann næsti varð latin Eiriki Justinussen í Leir vík í 1971 . Hann fekk navnið Høvnin og fekk ein 162 hesta Ford marine motor .

Árnasker FD 825Tann triði í røðini av 20­tonsarum fekk navnið Árnasker . Hann var latin Sofus Hansen, sum stóð fyri felagnum Árnasker í Elduvík í 1973 . Hesin báturin fekk ein 162 hesta Ford Penta .

Í sambandi við Nósa kunnu vit leggja aft­ur at, at mong ár seinni, fór hann á land og gjørd ist vrak .

Høvnin var seld til Ingvard Thorsteinsson í Vági, sum gav honum navnið Karin Maria 2 .

Árnasker hevur seinastu árini verið á Tvør­oyri har hann fekk navnið Akraleiti .

Tríggir 20-tonsarar á Strondum

Høvnin FD 776 var annar 20-tonsarin á Strondum. Eirikur Justinussen, skipari úr Leirvík, átti fiskibátin.

Akraleiti TG 520 – áður Árnasker FD 825 – var triði og seinasti 20-tonsarin, ið teir smíðaðu á Strondum.

Nósi FD 57 var fyrsta farið, sum Stranda bátasmiðja sníðaði. Oyndfirðingar áttu

20-tonsaran, sum fór av bakkastokki í 1967.

Høvnin flotað í 1971. Dia

Rasmussen av Strondum og

Eirikur Justinussen úr Leirvík standa

á bógnum.

14 15

ÚTRÓÐRARBÁTAR

Møðketil KG 455Møð ketil var fyrsti súðubygdi 15­tonsarar, sum var bygdur á Strondum . Tað vóru feðg­arn ir Tórarin og Hans Pauli Simonsen, sum lótu henda bátin byggja . Hann var latin eig ar­un um í 1969 .

Møðketil var frambygdur opin bátur; spísk ur í báðum endum . Hann hevði ein 48 hesta Marna diesel motor .

Seinni átti Ditlev Lydersen í Norðdepli; tá var hann yvirdekkaður . Ditlev róði út við bát­in um í fleiri ár . Fyri nøkrum árum síðani varð Møð ketil upphøgdur .

Sisu FD 710Sisu var annar 15­tonsarin í røðini hjá Stranda bátasmiðu, Hann var eisini liðugur í 1969 og hevði ein 75/92 hesta Volvo penta motor .

Sisu var øðrvísi enn hinir bátarnir av hes um slagnum á tann hátt, at stýrhúsið var har afturi . Absalon Jensen á Strondun lat bát in byggja .

Sisu fór á land á Mjóanesi og fórst illa .Báturin var afturgjørdur á Strondum, og

síð ani var hann seldur til Funningsfjørð og fekk navnið Alma J .

Báturin eitur nú Vesturlíð og er heima hoyr­andi í Klaksvík .

Høgaberg TG 257Høgaberg var triðja farið av hesari støddini og fór somuleiðis á sjógvin í 1969 .

Olaf F . Berg á Tvøroyri átti 15­tonsar an, sum fekk ein 65 hesta Perkens diesel motor .

Báturin var seinni seldur nólsoyingum og nevnd ur Stigabarmur .

Í 1972 keypti Trygvi Joensen í Klaksvík bát in og nevndi hann Kristoffur í Vági .

Seks 15-tonsarar á StrondumMøðketil KG 455 var fyrsti

súðubygdi 15-tonsarin á Strondum. Hvannasundsmenn lótu hann smíða.

Høgaberg var triði 15-tonsarin á Strondum. Seinni varð navnið Stigabarmur

TN 162, og tá ið hann fór til Klaksvíkar, varð hann nevndur Kristoffur í Vági.

Sisu FD 710 var annar súðubygdi 15-tonsarin. Hann hevði sum tann einasti av hesum slagnum stýrihúsið har afturi. Báturin var á Strondum fyrstu tíðina.

16 17

ÚTRÓÐRARBÁTAR

Safir FD 460Safir fór av bakkastokki í 1970 . Pf . Borgin á Toft um átti henda 15­tonsarin, sum í 1996 varð seldur til Norðskála .

Í 2001 keypti Hilmar Snorri Hansen í Sørvági bátin, sum er so væl útgjørdur, at einki er í vegin fyri hjá einsamøllum manni at draga línu .

Farið hevur tríggjar koyggjur og motorurin er ein 100 hesta Bukh diesel .

Brimland TN46Brimland var ein 15 tons bátur, sum var latin

eig ar un um P/f Queen í 1971 . Motorurin var ein 108 hesar Ford marine .

Í 1972 var hann seldur til Skálavíkar har hann fekk navnið Edda . Eftir at hava siglt á land fekk Edda stóran skaða og í 1980 keypti Agnar Nielsen í Vestmanna bátin frá trygg­ing ini .

Agnar Nielsen tók bátin uppá land á Vál­inum at umvæla . Tá hann var flotaður aftur, fekk hann nevnið Sjóløvan .

Í 1983 seldi Agnar Nielsen Sjóløvuna til Havn ar, har hann fekk navnið Svananes .

Í 1997 var hann seldur til Skopunar . Og í

2013 keypti Ditlev Grant í Vági bátin og nevndi hann Norðland . Eisini hesin fór á land og gjørdist vrak .

Volunteer FD 777Volunteer var sætti og seinasti súðu bygdi bát urin, sum var bygdur á Stranda bátasmiðu . Hann var sjósettur í 1972, og tað var Jack Høj gaard í Runavík, sum lat hann byggja . Hann hevði ein 100 hesta Ford marine motor .

Volunteer royndi við línu um veturin og við snellu á Norðhavinum um várið .

Árinini 1973­75 trolaði hann á landleiðini .

Trígg ir mans vóru við, tá ið teir royndu við snellu og troli . Tá teir royndu við línu vóru teir tveir umborð og ein í landi .

Í 1979 seldi Jack Højgaard Volunteer til Arn hold Garðshorn í Elduvík, sum gav honum navnið Jógvan á Brúgv .

Í 1990 var báturin seldur til Vestmanna har hann fekk navnið Sunnleyg .

Í 2001 kom hann aftur á Skálafjørðin og fekk navnið Vørðan . Báturin er ikki til longur .

Safir FD 460 nevndist fjórði 15-tonsarin. Toftamenn áttu hann fyrst og síðan norðskálamenn. Í 2001 varð báturin seldur til Sørvágs og skrásettur Safir VA 324

Brimland TN 46 var fimti í røðini og liðugur í 1971. Pf. Queen í Havn átti 15-tonsaran fyrstu tíðina. Við navninum Norðland var hann í Vági seinastu árini.

Volunteer FD 777 – sætti og seinasti 15-tonsarin – varð flotaður á Strondum og skrásettur í Runavík.

18 19

FØROYSK FAKFELØG

Eitt sum er áhugavert er, at tann unga og veika føroyska fakrørslan vendir sær bein­leið is til danska forsætisráðharran Thor vald Stauning fyri at fáa stuðul . Og tá danski for­sætis ráð harrin kemur til Føroya fær hann eis ini høvi at hitta tey fólkini, sum stríðast við at fáa tað, sum ber til úti í heimi, eisini at bera til her hjá okkum

Hugsjónarligan og fakligan styrk Arbeiðararørslan í Havn byrjaði við Havnar Ar beiðs mannafelag í 1916 . Fyrsti formaður felags ins, bakarin J .P . Davidsen, hevði sama ár sam band við sosialdemokratiska ráð harr­an Thorvald Stauning í Danmark um hug­sjón ar ligan og fakligan styrk .

J .P . Davidsen bað um at fáa fólk til Føroya at leggja lag á at fáa eina javnaðarrørslu á

Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, hevur kannað og skrivað fleiri greinir um føroysku fakfelagsrørsluna og sambandi ímillum føroysk og donsk fakfeløg.

FYRSTU FETINI HJÁ FØROYSKUM FAKFELØGUM

føtur . Tað sama, men heldur øðrvísi, gjørdi prentarin Jógvan A . Rasmussen í 1917 .

Sagt varð Stauning frá, at Havnar Ar beiðs­manna felag varð stovnað, men í Havn vantaði ein felags skap ur „Da den store Del af den ar bejd ende Befolkning her i Byen saavel som over alle Øerne staa aldeles ukendte overfor alle øvrige Landes sociale Arbejderkrav har vi ment at det kunde være på sin Plads om man fik stiftet en Forening hvor der blev drøf tet sociale Spørgsmaal og holdes Op­læsn ing er der kunde give Medlemm erne klar ere Begreber om de sociale Krav om hvilke de paa forskellig Maade har faaet alt and et end de bedste Forestillinger.“

Brúk var fyri viðtøkumJógvan Rasmussen bað um viðtøkurnar hjá einum viðurkendum donskum ar beiðs loys is­kassa og hjá einum sosialistiskum val­ ella kjakfelag . Í svarinum frá Stauning varð sagt, at Føroyar vóru einasta amtið í Danmark, har javn að ar flokk urin ikki varð skipaður, og sendi hann tí Jógvani Rasmussen viðtøkur hjá ein­um arbeiðsloysiskassa, og sjálvsagt hjá ein­um sosialdemokratiskum felagi til kunningar . Har prentarin í Havn ikki var so nágreiniligur, var Stauning greiður yvir, at arbeiðarafjøldin í Havn og í Føroyum átti at gerast sosial demo­krat isk . Flokkur og rørsla áttu at vera partur av somu søk .

Tá ið blaðað verður í skjølunum á ABA (Ar­bejde rmuseet & Arbejderbevægelsens Biblio­tek og Arkiv) í København, sæst, at tað vóru Havn in og Tvøroyri, sum fyri ein stóran part

høvdu samband við København . Tað er kanska ikki undrunarvert, men tað ber til at spyrja, hvørji kor arbeiðararørslan hevði at virka undir í Vági og í Klaksvík, í hinum báð­um størru býunum, har eitt stórt virksemi var við nógvum arbeiði .

Tvøroyri og Tórshavn gingu á oddaHvussu var og ikki, Tvøroyri og Tórshavn gingu á odda at skipa seg . Her var ar beið ara­fjøld in mest sjónlig, har ið virkað var fyri fel­ags medviti og samhuga, at lønarkrøv og mál só ust, har hugsjónarligir setningar vórðu sett ir fram – og har ið modernistiska rákið at laða upp fyrimyndina at ganga saman sum ein hópur, og ikki sum ein hópur av ein stakl­ing um, vann frama, og at samskipa eina ar­beiðs megi, sum í roynd og veru var siðbundin .

Tað er samstundis eisini ein staðfesting, at ar beiðs fólk í Havn aldri rættiliga tóku ta sosial ist isku hugsjónina til sín . Tað av dúk ar longu hetta stutta samskiftið millum Tórs­havn og København fram til 1925, altso áðr­enn tann sosialdemokratiska hugsjónin og ar beið ara rørslan veruliga festu røtur í Før oy­um . Ætlanin, um tað kann orðast so, fyri ar­beiðs fólk ið, fór av lagi . Tað gekk ikki heilt eftir bók ini í Havn .

Hendingarík árTað hendi so mangt í 1925 . Føroya Ar beið­ara felag, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Froð biar Sóknar Javnaðarfelag og Føroya Javn að ar flokkur sóu dagsins ljós .

Byrjanin á Tvøroyri og í Havn var hin sama .

Torvald Stauning, sosialdemokratur og danskur forsætismálaráðharri.

20 21

Flokkur og rørsla skuldu renna saman í eina eind, og floksblaðið „Føroya Social­Demo­krat“, seinni Sosialurin, kom út í 1927 .

Til tað fyrsta løgtingsvalið hjá Javn að ar­flokk inum í 1928 komu á ting Petur Mohr Dam úr Suðuroy og Maurentius Viðstein í Suð ur streymoy . Tað ber til at siga, at Havnin valdi ein av sínum egnu . Maurentius Viðstein var ar beiðs maður, hann hevði siglt og var við sín um uppruna í arbeiðarastættini organiskur, með an lærarin P .M . Dam við sínum politiska

tevi, og sum virkin samskipari, umboðaði ser liga Tvøroyri – býin, sum framyvir fór at síggj ast at verða mestsum javnaðarbýur burt ur av .

Ansigt til Ansigt med StatsministerenMaurentius Viðstein var allastaðni, í rørslu og í politikki . Fyrst sum sosialistur í ung dóms ár­un um í Tjakfelagnum, virkin í Havnar Ar­beiðs manna felag við fleiri nevndarsessum, ein av stovnarunum av Suðurstreymoyar Javn að ar felag, fyrsti formaður Føroya Ar­beið ara felags, blaðstjóri á Føroya Social­Demo krati og løgtingslimur fyri Javn að ar­flokkin .

Í 1925 skrivaði Maurentius Viðstein sum for mað ur Suðurstreymoyar Javnaðarfelags bræv saman við Johannes Guttesen, for­manni Havnar Arbeiðsmannafelags til Stauning, sum nú var forsætismálaráðharri, og sum sama ár hevði verið á vitjan í Íslandi og í Føroyum, og eisini í Havn, at „Første Gang i Livet befinder den thorshavnske Ar­bejder sig i den Situation, at han maa lægge Ørene til og høre om den store Arbejderrejs­ning og den socialdemokratiske Lære om Arbejdernes Frigørelse. Virkningen blev desto større, da det var selve Statsministeren, der stod Ansigt til Ansigt med den thorshavnske Arbejder og opmanede dem til at slutte sig sammen, ikke kun fagligt, men ogsaa poli­tisk.“

Stauning sá fyri sær, at fólk ikki bara skuldu standa saman fakliga, men áttu eisini at hava eitt javnaðarpolitiskt medvit .

Hvørji vóru ráðini?Ráðini hjá forsætismálaráðharranum munnu hava ljóðað væl hjá summum, men longu í 1927, og hóast M .S . Viðstein varð valdur í løg ting ið í 1928, var rumbul í Suðurstreymoyar Javn að ar felag .

Tað vóru kreftir í Havnar Arbeiðs manna­felag sum stovnaðu javnaðarfelagið í býn um, og tí hevði gongdin í tí politiska felagn um týdn ing fyri arbeiðararørsluna í Havn .

En Klike, der altid er i OpossitionMaurentius Viðstein segði í brævi til Alsing Andersen, floksskrivaran í danska javn aðar­flokk in um: „Du ved jo Besked om at der in­denfor vor Forening er en Klike, der altid er i Opossition, og forsøger at hindre Fremskrid­tet baade paa den ene og anden Maade …“ Viðstein sipaði til ein uppstillingarfund Suð­ur streymoyar Javnaðarfelags til løgtingsvalið í 1928 um prentaran Jógvan Rasmussen,

FØROYSK FAKFELØG

Maurentius Viðstein var ein av teimum, sum stovnaðu føroysku fakfelagsrørsluna. Hann var nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmanna felag og fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Han var eisini ein teirra, sum stovnaðu Føroya Javnarflokk. Í Javnaðarflokkinum kom hansara lutur at vera sterkur, hann var ein av slóðbrótarunum og var annar av fyrstu tinglimum floksins; sat á løgtingi frá 1928 til 1936 sum umboð fyri Suðurstreym. Maurentius var mentamaður; var virkin í tónleikalívinum í Havn. Á tekningini hjá William Heinesen situr hann næstuttastur til høgru saman við Jan Restorf, Óla Jákup í Horni og Hans Viðstein. Teir sita hugagóðir og venja í bakarínum hjá Bakar Hansen.

Petur M. Dam, var meginpartin av lívi sínum formaður í Føroya Javnaðarflokki.

22 23

sum „… var den første af Kliken der tog or­det paa en noksaa udfordrende Maade over­for Socialdemokratiet i Danmark, hvorimod han, som adskillige Gange før, lovpriste de russiske Tilstande . Han erklærede at han nærede saa ømme Følelser overfor det færø­ske nationale Spørgsmaal .“

Prentarin Jógvan RasmussenJógvan Rasmussen og fýra aðrir vórðu við at­kvøðu greiðslu koyrdir úr, og ein sætti segði seg sjálvan úr felagnum . Vegir teirra máttu skilj ast, og tað er onki at taka seg aftur í, at eins og í javnaðarflokkinum setti hetta klárt kílar í arbeiðararørsluna í Havn .

Við valið í 1928 stillaðu somu sjálv stýris­so sia list ar í Havn upp, tó uttan at fáa stór­vegis stuðul, men tað elvdi til órógv . Hinvegin myndaði tað nettupp rákið og teir mótpolar, ið frammanundan vóru í føroyskum politikki fram til valið í 1928: samband­sjálvstýri .

Tvøroyri framman fyri HavninaFakfelagspolitiskt var Tvøroyri framman fyri Havn ina . Tvøroyri var meira modernað . Her verð ur hugsað um, at arbeiðskvinnur á Tvør­oyri gingu saman í Fiskepigernes Fagforening í 1922, meðan arbeiðskvinnur í Havn fyrst stovn aðu teirra Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1936 .

Í 1928 var tað so, at í Havn skuldi støða tak ast til tjóðskaparspurningin, og tað tykist ikki hava verið trupulleikin hjá ar beið ara­rørsl uni á Tvøroyri, og gongdin í næst størsta býi landsins var frá fyrsta degi klassisk hjá

teirri skipaðu arbeiðarastættini . Fak feløg, flokk ur og samvinna gjørdust ein eind .

Orð og orðadráttur Tíðirnar fyrst í 1950­árunum vóru vána lig ar . Tað stóð nógv á í politisku skipanini . Kass in var tómur . Tað stóð nógv á í vinnu lív in um . Tað bløddi burtur . Tað stóð nógv á hjá ar beiðs­fólk um og fiskimonnum . Tað var vinnu­ og arbeiðsloysi . Hesi viðurskifti hava uttan iva elvt til ørkymlan í arbeiðara­ og fak felags­rørsl uni . Hvørji stig vóru at taka við atliti at verkføllum og líknandi tiltøk um, hvussu skuldi rørslan skipast, og hvønn leist in var at taka til? Skuldi rørslan byggja á tjóð skap ar­liga grund, ella sum í Norð ur lond um og í Europa, á javnaðarhugsjónina, so leið is sum rørslan í Suðuroy hevði sum sína fyri mynd?

Mestsum øll rørslan hevði høvuðssæti í Havn, landsfelagsskapirnir Føroya Ar beið ara­felag og Føroya Fiskimannafelag, og sjálvsagt Havn ar Arbeiðsmannafelag og Havnar Ar­beiðs kvinnu felag, og høvdu sítt umhvørvi . Í hes um feløgum vóru tjóðveldisfólk .

Helgi Øster og Havnar HandverkarafelagsHelgi Øster, fyrsti formaður Havnar Hand­verk ara felags, var ein av stovnarum og virkin í Tjóðveldisflokkinum . Tað var neyvan bara av tilvild, at tjóð veldis fólk vóru í rørsluni – í eini rørslu, har sosialdemokratar høvdu havt søgulig rætt indi . Kanska tey hugsjónarliga vóru onku staðni á vinstravonginum, men tey kundu fyri tað hildið seg burtur og heldur stíl­

að fram ímóti loysing, men tey myndaðu so ein týð andi part av rørsluni, ið sum fyrr sagt var ein altjóða rørsla . Tey vóru í eini lykla­støðu og fingið ávirkan í Havn .

Hevði tað nakað við hin sætta limin í Suð­ur streym oy ar Javnaðarfelag at gera, sum segði seg úr felagnum, og hinar fimm, ið vórðu koyrdir úr felagnum í 1927, og sum part víst hevði við sær, at javnaðar hug sjónin ikki rættiliga fann stevið í høvuðsstaðnum?

Andreas J. ZiskaHin sætti í javnaðarfelagnum í Havn var Andreas J . Ziska . Tá ið tað kemur til ar beið­ara almennið í Havn, at miðla og upplýsa, hvussu arbeiðsfólk og arbeiðararørsla skuldu trína fram alment, gjørdi Andreas J . Ziska vart við seg í fleiri umførum . Eitt skifti í ár un­um 1910­14 var Ziska blaðstjóri á sjálv stýr­is blaðnum Tingakrossi . Føroya Fiski manna­felag gav árini 1920­27 út FF­Blaðið .

FØROYSK FAKFELØG

Helgi Øster, fyrsti formaður Havnar Handverkarafelag. Hann var eisini virkin í Tjóðveldisflokkinum.

24 25

FØROYSK FAKFELØG

Sjálv stýr is maðurin Rasmus Rasmussen var blað stjóri . FF­Blaðið lá sambært blað stjór an­um sjálvum sosialdemokratisku leiðini nær . Før oya Social­Demokrat kom í 1927 og gjørd ist sum sagt floksblað Javnaðarfloksins .

Maurentius Viðstein gav út blaðið Kyndil eina ferð í 1933, og í 1934 gav Ingvard Jacobsen út óhefta arbeiðarablaðið Arbeiðið nakrar ferðir . Í 1942 trein so sjálvs stýr­isosialisturin Andreas J . Ziska fram sum skugg in frá 1927 við Fríu Føroyum . Blaðið helt uppat í 1948, árið eftir at 14 . September varð komin út, og var tað sostatt ikki longur grund ar lag fyri at halda fram .

Andrea ÁrtingÍ Fríu Føroyum varð langað út eftir Javn að ar­flokk in um, í Føroya Social­Demokrati varð lagt eftir skrivingina í Fríu Føroyum, sum fleiri ferðir var eftir Danbjørg og Dam . Andrea Árting sást millum pennarnar í Fríu Føroyum, og hon fanst somuleiðis at P .M . Dam .

Í Fjúrtanda skrivaði Erlendur Patursson í grein í 1948 m .a . hetta um arbeiðarafyritøkuna AT á Tvøroyri, og at Petur Mohr Dam var „á grýt in maður og dugandi á ymsan hátt . Hon um hepnaðist at savna Tvør oyr ar menn um seg og – ikki at gloyma – hann tevj aði upp danskan pening, ríkispening og banka­pen ing .“ Tað var v .ø .o . ikki mikið at skapa ar beiðs pláss . Kapitalurin átti ikki at verið dansk ur, tykist ljóða í orðaleikinum hesi árini .

FA inn og út úr DsF – Havnin úr FA Men so var tað innlimanin í DsF . Har eru keld­

urn ar á ABA ikki nøktandi . Tær eru mangan um sosialdemokratiskan ótta, men í 1951 var spurn ing ur in um limaskap í DsF uppi at venda í Føroya Arbeiðarafelag . Formaðurin Magnus Tórsheim sá bæði fyrimunir og vans­ar við innlimanina, sum hevði veitt kr . 50 .000 í stuðli til aðalverkfallið . Í 1952 var málið aftur frammi, har tað fall við sannførandi meiri luta . Í 1953 varð FA við atkvøðugreiðslu fyri lima skapi í DsF . Í 1954 tykist FA at vera lim ur í DsF, men har var ósemja millum lima­feløg ini í FA um limaskapin . Í 1955 var við stór um meiriluta samtykt at fara úr DsF aftur og heldur hava samstarv millum felags skap­irn ar í Danmark og í Føroyum .

Hvat hevði hent?Tað er helst ikki nóg góður spurningur at seta sær, hvat hevði hent, um føroyska ar beið ara­rørsl an fult og heilt fór upp í donsku rørsluna, tá ið høvið beyðst, og sostatt hevði tikið í egn an barm og ásannað, at hon tástani var vorð in ein partur av eini altjóða rørslu? Høvdu donsku umboðini ikki rætt, tá ið tey góðu boð frá sær í København um ferð teirra í 1953, at før oysku rørsluni rættiliga tørvaði hjálp við atliti at samskipan, at tað varð lagt lag á við upp lýs ing um tey mest grundleggjandi við ur­skift ini, og at álitisfólk fingu eina upplæring um fakligt arbeiði?

Aðalverkfallið í 1951Føroyska rørslan visti av, at henni tørvaði hjálp – í øllum førum fíggjarliga hjálp í sam­bandi við aðalverkfallið í 1951 . DsF hevði

játt að tær kr . 50 .000, meðan tað norska LO játt aði kr . 10 .000, altso ein fimting av danska stuðl in um . Svenska LO sendi bræv til danska DsF, at tey ikki vildu stuðla . Har høvdu tey ikki áður havt samband við og ongan kunn­leika til føroysku rørsluna . Somuleiðis í sam­bandi við fiskimannaverkfallið í 1953 høvdu for menninir J .H . Danbjørg og Erlendur Patursson sent skriv til arbeiðara­ og fiski­manna feløg í Danmark, Noregi, Svøríki og í Íslandi .

Føroyskt stríðsmálTað er onki til hindurs fyri at taka samanum, at málið um innliman í danska lands felags­skap in var eitt føroyskt stríðsmál um sam­band og loysing . Eitt mál, sum hevði sín upp­runa í tí politiska veðurlagnum í 1950­árunum, og sum kom sníkjandi inn í føroyskan fak­felags politikk . Hevði tann føroyska arbeiðara­ og fakfelagsrørslan havt somu kós sum í Suðuroy, kann hugsast, at hon hevði verið partur av teirri donsku og havt tættari sam­starv við ta norðurlendsku rørsluna . Við av­gerð ini hjá Føroya Arbeiðarafelag í 1955 at standa uttan fyri DsF valdi rørslan ikki at vera part ur av eini altjóða rørslu, men heldur av­byrg ing . Hvussu frálík avgerðin var, stendur enn í óvissum .

Tey fara úr Føroyar ArbeiðarafelagÍ 1956, árið eftir, samtykti ein limafundur í Havnar Arbeiðsmannafelag harafturat at taka seg úr Føroyar Arbeiðarafelag . Í 1957 fór felag ið endaliga úr, og í 1958 fór Havnar Ar­

beiðs kvinnu felag eisini úr . Tað er eitt sindur óvist, hví so var, men helst vildu bæði havn­ar feløgini hava meira ávirkan í lands felags­skap inum . Í 1961 fylgdi Klaksvíkar Ar beiðs­manna felag somu kós sum Havnin og tók seg úr FA . Tað skal sigast, at Andrea Árting, for kvinn an í Havnar Arbeiðskvinnufelag og skriv ari í FA, ikki var fegin um, at hennara egna arbeiðskvinnufelag fór úr FA .

Havnarmenn stóðu at kalla einsamallirTá ið Havnar Arbeiðsmannafelag í 1958 fór í eitt verkfall um, hvussu yvirtíðin skuldi rokn­ast, og felagið í verki vísti seg sum eitt væl­skip að felag við sterkum samanhaldi, ar­beiddu limirnir vanliga tíð, men ikki yvir . Hetta var lagið ta fyrstu tíðina, til verkfallið varð sett í verk, og Tórshavnar Havn mestsum lá lamin og óvirkin í vikur . Verkfallið vísti seg at vera óvanliga hart, og tað er ikki av leið at sam an bera støðuna undir verkfallinum við harða aðalverkfallið í 1951 . Arbeiðsmenninir stóðu at kalla einsamallir, men tó við hjálp frá ein støk um fakfeløgum, ið fóru í 24 tíma sam­hugaverkfall .

Vit kunnu siga, at nú var eitt føroyskt LO var farið fyri bakka, og hóast FA í fleiri um før­um royndi at fáa Havn ina inn aftur, spurdist onki burturúr . Verkfallið í Havn í 1958 er ein á bend ing um, at rørslan var farin um tvøran . Før oya Arbeiðarafelag veitti ongan stuðul til hetta arbeiðaraverkfallið í Havn .

26 27

 

upp 

Reinsa 

Reinsar blámusopp, maskinur, el-lutir og 

Brúkar ikki vætu. Ring og hoyr nærri.

Betong-saging

-ketusag kunnu vit skera tjúkdir upp í 57 cm.Ring og hoyr nærri.

 

upp 

Reinsa 

Reinsar blámusopp, maskinur, el-lutir og 

Brúkar ikki vætu. Ring og hoyr nærri.

Betong-saging

-ketusag kunnu vit skera tjúkdir upp í 57 cm.Ring og hoyr nærri.

28

Sp/f. Tórshavnar MaskinverkstaðurSLÆTTANESGØTA 9 · 110 TÓRSHAVN · TEL. 31 99 92 / 21 99 92 · [email protected]

Vit hava royndirnar - tit hava uppgávurnar

Industriportur Garasjuhurðar Hydrauliskar rampur Sveising av rustfríum og aluminium Mekaniskar umvælingar og viðlíkahald Alt vanligt sveisiarbeiði Alt vanligt smiðjuarbeiði Dreying og fresing Alpha Diesel eykalutir

Fá tíð til tað, sum hevur týdning fyri tína fyritøku, við góðari og skjótari ráðgeving.

Tryggja tær arbeiðsfriðSverri er vinnukundaráðgevi í Eik. Sum partur av byggivinnutoyminum hevur hann innlit í og áhuga fyri tørvinum og dagligdegnum hjá kundum sínum. Vit arbeiða eftir meginregluni um, at góð ráðgeving og skjótar svartíðir tryggja, at tín tíð og tín orka verða brúktar til títt virksemi.

www.eik.fo tel. 348000

Vinnukundadeildin í Eik

30 Okkara dygd – tín trygd!Hiti Ventilatión Sanitet www.demich.fo

Demich p/F

Stiðjagøta 2Postboks 378 110 TórshavnTel 200 300Fax 200 [email protected]

til vinnuna

Vit veita bestu ráðgevingina Vit umboða dygdarvørur Vit hava kappingarførar prísir Vit hava góða kundatænastu Vit hava døgntænastu Vit hava framkomnar blikksmiðju (Har vit kunnu tilevna inndekningar upp til 3 m)

Tí velja handverkarar Demich

HitapumpurKetlar

VentilatiónRør og fittings

BaðirúmsmøblarGosbað

Okkara døgn tænastaer at hitta átel. 200 345

ww

w.g

rafik

mas

ter.f

o

TænasTa kring alT landið

FilTur Hydraulikkur El-vørur

vitja sølubúðir okkara í runavík (tel. 301190),Havn (tel. 301100) og áskála (tel. 301178) – álítandi loysnir

www.mest.fo

www.liv.fo

» Framtíðin er tryggjað«

Ein trygg framtíð við Lív

Hjá Lív gert tú eitt trygt innskot í tína framtíð. Hetta er tí, at hjá okkum er tað styrkin í felags skapinum, ið gevur tær møguleikar og fitt av peningi um hendi, tá ið tú røkkur eftirlønaraldri.

Sum kundi hjá Lív ert tú í tryggum hondum. Vit geva tær eina dygdargóða og skilagóða ráðgeving, sum tekur støði í júst tínum tørvi.

Vegurin Langi · Postboks 3309 FO-110 Tórshavn · tel 345 000fax 345 001 · [email protected]

...til handverkaran

Vegurin Langi · Postboks 3309FO-110 Tórshavn · tel 345 000fax 345 001 · [email protected]

Heildarloysnir frá Articon

Eitt trygt grundarlag

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggi búgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkara arbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld. Men vit kunnu standa fyri ella vera partur av so at siga øllum verkætlanum ella byggiarbeiði so sum skrivstovubygningar, verksmiðjubygningar, goymsluhallir, umvæling og umbygging.

AM

BOÐ

ARB

EIÐ

SKLÆ

ÐIR

TIL

FAR

BES

LØG

MA

SKIN

UR

Júst tá tú stendur

og manglar tað

Við hesi trygging verður tú effektivt og trygt leidd/ur gjøgnum sjúkravgerð, skurðviðgerð og eftirviðgerð.

Mølholm Forsikring A/S tekur sær av at fáa tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni, sum hevur serkunnleika. Allar vanligar útreiðslur hjá góðkendum viðgerðarstovnum í Føroyum, Danmark, Skandinavia og Týsklandi eru umfataðar í hesi trygging. Tú kanst velja at víðka tryggingina til eisini at umfata flogferðaseðil millum Føroyar og Danmark aftur og fram.

Vend tær til okkum á telefon 345700 ella [email protected] og hoyr meira um okkara Viðgerðartrygging.

Viðgerðartrygging er trygging, sum tryggjar tær eina skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella ert fyri vanlukku.

betri.fo

VIÐGERÐARTRYGGING

Slepp undan

bíðilistumFÁ VIÐGERÐ INNAN 10 ARBEIÐSDAGAR